Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Nr. 94 — 14. august 1984 tíðindablaðið | Utgevari: p/f i Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl på Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Tøkk fyri åhugan, men... SEINASTU tíðina hava blaðsíðurnar í 14. sept- ember verið á tremur um ta ósemju, sum verið hevur millum javnaðarfólk í Froð- biar sókn. TAÐ TYKIST legið, at júst 14. september skal loyva sær at gera so nógv burtur úr eini ósemju í einum politiskum flokki. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at ein rættiliga stór ósemja var í tjóðveldisflokkinum — ein ósemja, sum var ógvuliga umfatandi og fekk stórar avleiðingar. VIT MINNAST, at valevnis- listi við tjóðveldisfólki varð vrakaður av flokkinum. Vit minnat eisini ein tjóðveld- isfund á einum hotelli í Havn har duravørdur varð settur at ansa eftir, at ikki øll tjóðveldisfólk fingu at- gongd til fundin. Vit minn- ast somuleiðis, hvussu tjóðveldisfólk á hesum fundi róptu ókvæmisorð eftir hvørjum gðrum. Og tað var av álvara talan um at blaka fólk út úr flokkin- um. ÓSAMJAN Í tjóðveldis- flokkinum kom í hæddina við eini valsending í út- varpinum. Har vórðu ó- kvæmisorð nýtt og grovar skuldsetingar settar fram móti ávísum tjóðveldis- fólkum. Hetta førdi til rættargongd og í fleiri førum førdi tað til ikki so linar revsingar fyri æru- meiðing. Enn eru ikki meira enn umleið 10 ár liðin síðani hendan ósemj- an í tjóðveldisflokkinum var í hæddini. oddagrein Ti TYKIST tað so logið, at tjóðveldisblaðið skal válka sær í ósemjum innan aðrar flokkar. 14. september skuldi verið tað seinasta blaðið, sum kleiv í tvey um ósemjur í øðrum flokkum, eitt jú í javnaðarflokkinum, Javnaðarflokkurin hevur ikki vrakað nakran val- evnislista við javnaðarfólki og hetta fer flokkurin held- ur ikki at gera. Talan er heldur ikki um at koyra nakran úr flokkinum. Tvørtur ímóti hevur flokk- urin roynt at loysa sínar trupulleikar. TAÐ TYKIST eisini legið, at 14. september, nú bert tríggir mánaðir eru eftir til valið, ikki skal hava annað og meira at bera fram fyri lesarar sínar enn eina 6- semju í javnaðarflokkin- um. Hevur blaðið ongar at- finningar móti sitandi sam- gongu og sitandi lands- stýri? Hevur tjóðveldis- flokkurin einki alternativ at seta upp ímóti tí rikna politikkinum hesi seinastu fýra árini og hevur flokk- urin onga politiska hug- sjón at kunngera lesarum sínum? FJÚRTANDI skal hava takk fyri tann áhuga, hann hevur sýnt javnaðarflokk- inum og vit vóna, at veljar- arnir fara at sýna flokk- inum eins stóran áhuga á valinum í november. Men innanhýsisviðurskiftini í javnaðarflokkinurfara vit at greiða uttan hjálp frá 14. september og tjóðveldis- flokkinum. VIT FARA heldur ikki at gera suntjóðveldisflokk- urin á sinni. Vit fara ikki at lata rættin greiða okkara innanhýsisviðurskifti. Teir fyltu grunnar Vit skulu skjótt aftur til løgtingsval — eitt full- runnið tingskeið fer nú at vera liðið: tann síðsta tingsetan á hesum sinni var á Ólavseku, ella tað eiti av tingsetu, ið var. Landsins ábyrgdarstýri sum samgonga hevur íkki tíð at halda ting. Sterri áhugi hevur tað at sleppa til framsýningar og onnur »tydningarmikil« høvi, sum altíð eru rundanum okkum Tað bleiv bara ongantíð nakað álvara burturúr fri- merkjapolitikkinum hjá Sambandinum. Løgmansrødan á olav- seku var eisini merkt ser- liga av hesum, alt uttan- umtosið um at ferðast víða um, at sigla vida- hvar. Hetta samsvarar jú annars væl við tað kollos- ala yvirforbrúkið, sum løgmadur hevur sýnt bæði í ferðaútreiðslum og res- epsjónsútreiðslum, sum lítið samsvarar við tann frimerkjapolitikk, sum Sambandið skrivaði so nógv um, tann tið tað var. Tað bar lítið til hjá Sam- bandinum at føra tann politikk út í lívið, sum teri filosoferaðu um, m.a. tann nógva skrivingin um, at ell henda ferðingin var óneyðug. hetta vóru ting sum saktans kundu greiðast so nógv hentari við einum brævi, og tá gjørdust útreiðslurnar bert eitt einkult frímerki nú og tá, so ómakasleyst kundu diplomatisku upp- gåvurnar røkjast. Annað var tá somu menn so komu til fatið. tå bar bara einki til hjá Sambandinum at vísa í verki, tað sum teir lovaðu Ein annar táttur í log- mansreðuni snúi seg um hvussu óferir teir nú knappliga aftur er vorðnir at fylla teir grunnar aftur, sum teir hava tømt hesi árini, teir hava sitið við ræðið. Men ikki eitt ein- asta orð grett um, at rá- fiskagrunnurin nærum er tómur. hóast langt frá hálvrunnið skeið. Tann góði viljin til at dugna øllum, til at styðja all verðsins endamál, er heldur ikki so lættur at síggja. Í hvussu er ikki tá tað ræður um at stuðla og styðja. har sum hetta veruliga er hart fyri neyð- ini. Vit kunnu bara taka eitt av tingmálunum hjá Javnadarflokkinum, sum eins og flestu uppskot okkara, vóru kveistrað til viks av samgonguni og Tjóðveldinum. Tað var eitt uppskot, sum var lagt fyri tingið 31. oktober 1983. Tað eydnaðist samgonguni at fáa Tjóðveldið við sær at forða fyri at einkjur og einsamallir forsyrgjarar skuldu fáa somu lagaligu skipan sum í teirri gomlu forsorgarlógini áðrenn 1. juli 1983. ið broytt var. Ístaðin fyri, at bert helvt- in av arbeiðsinntekuni skuldi roknast til innteku- grundarlagið fyri javnfør- ing av hjálparveiting til stakar uppihaldarar, skal nú ell arbeiðsinnteka roknast, tá frádráttar- grundarlagið skal finnast Sostatt er nú all ar- beiðsinnteka frádrigin í útrokningini, ístaðin fyri sum frammanundan, bert helvtin av arbeiðsinntek- uni. Tá álitið frá sosialu nevndini umsidir kom fram aftur á ting, meira enn hálvt ár seinni, ella í mai 1984. fær málið hjá samgonguni minsann undirtøku eisini frå Tjóð- veldisflokkinum (Karin Kjølbro) >tað sær út til at politisk viðmerk- ing nýggja reglan í lógini er komin, uttan at ætlanin hevur verið at gera stød- una hjá einkjum og stek- um uppihaldarum verri«. Jú takk. Og við tí verður málið so tveitt í Landsstýrið, sum sjálvsagt lítið og einki ger við málið. Men teir fyltu grunnar skulu so opinbært propp- ast aftur við teimum nú dupult so hart skattaðu inntøkunum hjá stakum uppihaldarum, sum frammanundan annars vita, hvat tad er at gjalda skatt. Tað er nakað annað enn hjá teimum ovurstóru inn- tøkunum í samfelagnum, sum Karin Kjølbro plagar at tosa um, men einki ger vid. Til tær småu hart skattaðu inntøkurnar hev- ur Tjóðveldið bert hesa viðmerking: >Tað sær út til at lógin er komin, uttan at ætlanin hevur verið at gera støduna verri hjá einkjum og støkum uppi- haldarum« — hóast Tjóð- veldisflokkurin má vita. at staðan hjá teimum støku uppihaldarunum er vorðin tvífalt verri Men tað var jú eitt uppskot frá Javnaðar- flokkinum, sum fyri alt í verðini mátti steðgast J. Lindenskov sm ST] Tummas Juul og symbolisma Tummas Juul Askham góði. tú hevur langa grein í Dimmu um anti-atom merkið. sum tú hevur lisið stavar frá Nero keisara og hansara anti-kristnu at- sóknum. Ikki kann eg siga. um hetta er rætt. men eg haldi, vit eiga at meta hetta merki eftir tí. tað er symbol fyri í dag: móti atomvápnum. Og kann nakar kristin vera fyri einum våpni, sum vil oyða alt tað, sum Vár- harra hevur skapt? Nú kundi eg komið við eini longri frágreiðing um kross-symbolir, sum helst eru nógv eldri enn kristin- dómurin. og altíð hava verið galdandi í hugafari manna. At kristindómurin fekk sær ein kross sum symbol, var ikki nakað nytt. Til dømis er haka- krossurin, sum nazistarnir tóku fram aftur, væl eldri enn kristni krossurin Ymiskir mystiskir kultar hava nytt ymsar formar fyri kross-symbolir Eg havi alla respekt og virðing fyri sonnum krist- indómi. Men hví skal hatur valda millum krist- indóm og kommunisku? Upprunaliga vilja bæði av hesum mannaættini sítt besta. Men eg vil bert spyrja teg ein spurning: Er tað ikki undarligt. at kristindómurin hevur tortur-reiðskap rómverja sum sítt symbol, meðan kommunisman hevur ar beiðsreiðskap manna sum symbol (hamar og sigil)? Um nú tú anti-atom sigur. at merkið hevur uppruna hjá Nero keisara og ørskapi hansara. os hevur kristni krossurin eisini ein rómverskan upp- runa: krossurin, sum Jes- us varð dripin á. var viðurkent tortur-instru- ment hjá rómvejum mót- vegis m.a. jødum. Hvi tilbiðja eitt rómverskt tor- turamboð? Lat hetta ikki skapa ill- semju millum friðarelsk- andi kristin og sosialistisk fólk. Hetta er bert ein á- bending. Symbolgranskari S0Sialurin telf. 11820