Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Sosialurin Skúlaskipið »Georg Stage« á Havnini: Nr. 95 - 16. august 1984 18 åra gamla Kristina [ hevur her róðurtern. Hon hevur ikki mist mótið av sjólívinum umborð á »Georg Stage«. Kristina ætlar sær frameftir útbúgu- ing á stýrimansskúla. orð og myndir Dagny Joensen Tilsamans 62 næmingar og 10 yvirmenn eru við skúlaskipinum »Georg Stage«, sum kom á Havnina týsdagin, á ferð úr Bretlandi, har skúlaskipið hevur luttikid í kappsigl- ing. 15 næmingar eru gentur, sum á jovnum føti við dreingir liva og virka umborð. Um hvussu tað myndar seg, hevur Sosialurin roynt at fingið vitan um. Týsdagin fyrrapart stevndi danska skúlaskip- ið »Georg Stage« inn á Havnarvág. Umborð eru 62 næmingar í aldrinum 16 — 20 ár Sosialurin fóru umborð at forvitnast, hvat ung- dómur fæst við á gomlum seglskipi, sum hevur hjálparmotor, men tó so, — fyri tað mesta verður siglt við seglum. — Jú, skúlanæmingar- nir vóru ógvuliga blidir og fyrikomandi. Teir vildu fegin siga frá lívinum umborð á seglskipi í 1984. Tað er ikki sum í gomlum degum, tá veðurbardir sjómenn, tá skipið legði at bryggju, sóust standa við lúnningina. Stersta áhugan hevdu næmingarnir tó fyri at vita, hvar ein svimjihell var, sum teir kundu vitja Umborð á skúlaskipin- um eru bert fimm brúsur, og næmingarnir sluppu bert at nýta brúsurnar triðja hvenn dag! Ungdómur líkist — Tað gongur ein leta, áðrenn tú varnast, at eisini gentur eru umborð á skúlaskipinum, tí ung- dómurin her líkist sær sjálvum, — tú sært íkki munin! Ein genta, sum eitur Kristina, kemur framvið á dekkinum, har vit standa. Hon er 18 ára gomul og býr í landsbygd Kistrup uttanfyri Odense, tá hon ikki er úti og siglir. Kristina sigur frá, at tey júst eru komin úr Liver- pool í Bretlandi, har „Georg Stage< hevur lut- tikið í kappsigling. Ferðin gekk úr Frederikshavn til Bretlands og hiðani til Feroya. Skúlaskipið gjørdist nummar eitt i kappsigl- ingini í A-bólkinum, men í savnaðu kappingini, gjørdust tey nummar 19. Kappsiglingin vardi í 16 samdegur Ein lykil til útbúgving Tað eru fólk innan hand- ilsflotan í Danmark, sum fáa útbúgving umborð á „Georg Stage<, og er tað stovnurin »Georg Stages Minde«, sum eigur skula- skipið. Í tíðarskeiðnum 25. apríl til 14. september virkar tað sum skúli fyri ungdóm, sum ætlar sær útbúgving innan skipa- flottan. Umborð eru, um- framt næmingarnar — 10 yvirmenn, sum samstund- is virka sum lærarar Undirvist verður fýra Undir dekkinum verða koyggjurnar festar. Í hesum rúminum er pláss fyri 40 næming- um. Koyggjurnar verða tiknar niður og beindar av vegnum, tá næming- arnir verða útpurraðir. Her er ein genta í ferð við at »reida upp“. Hetta er samstundis eisini skulastova.