Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Bygging fyri 60 mill. kr. men eingin hurð 1. byggistig av Klaksvíkar sjúkrahúsi er liðug. Tað hevur kostað (— mill. kr. Men vanlukkan er, at tað kann ikki takast í brúk. Eingin hurð kann gerast millum | sjúkrahúsið og nýggja bygningin fyrr enn málið um sjálvt sjúkrahúsið er greitt. Sosialurin hevur vitjað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Viðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru ótolandi. Sjúkrahúsið er heilt ótíð- arhóskandi bæði fyri sjúk- lingar og starvsfólk. Í hesum døgum eru menn við at leggja sein- astu hond á ein nýggjan bygning fyri umleið 60 mill. kr. Men sum steðan er í dag. kann hann als ikki takast í brúk. Ein orsekin er tann, at landsstýrið enn ikki hevur syrgt fyri at seta eitt stýri Einasta gjegnumgongd millum 1. byggistig og sjúkrahúsið. Hetta er á 1. hædd, men trongligt er foto : kalmar Nr. 96 — 18. august 1984 Tú fekk ein hvøkk, tå tú fyrstu ferð stígur inn á sjúkrahúsið í Klaksvík. Hetta minnir als ikki um eitt nútímans sjúkrahús — og er tað heldur ikki. Onkur av teimum vitj- andi tók til henda dagin Sosialurin vitjaði har, at sjúkrahúsið minti ein ikki sert um umsteðurnar á amerikonsku sjúkradeildini í Korea, sum hevur verið at sæð í MASH- filminum í sjónvarpinum. Á trongu geingini eru upp til 8 sengur. Her mugu sjúklingarnir liggja, meðan tey mongu starvsfólkini koma og fara. Her er so eisini goymsla fyri ymsum amboðum, eitt nå rullustólum o. ø. Samanumtikið ein rættiliga ótolandi steða fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. fyri rektarheimið. Ti er heldur eingin fyristeðu- kvinna og starvsfólk sett. Við eðrum orðum er her framd ein bygging fyri 60 mill. kr., sum ikki kann takast í brúk í bræði. Nýggi bygningurin er rektarheim til 28 fólk umframt ymisk heli, sum bæði sjøukrahøusid og røktarheimid, skulu brúka. Eitt nøu køkur, vaskinim, ergo- og fysio- terapirúm, goymsla, seingjasentralur og kapel. Umframt at velja stýri, seta fyristeðikvinnu og starvsfólk, so er eisini neyðugt at sambinda ver- andi sjúkrahús og pleygu- deild við nýggja bygn- ingin fyri at kunna taka tann nýggja partin í brúk. Í løtuni kunnu fólk ikki ganga ímillum. Bert á nið- astu hædd slepst úr einum bygningi í annan, men ikki á 2. ella 3. hædd. Hetta meta starvsfólk á sjúkrahúsinum vera eina høpisleysa stødu, um nøk- ur nytta skal fåast burtur úr felagshølunum i ny- bygninginum og um røkt- arsjúklingarnir skulu flyt- ast. Spurningurin er eitt sindur fløktur, ti upp- runaliga var ætlanin at hava eitt byggistig, men av åvisum orsøkum vrð hetta broytt til trý byggi- stig. Avgerð varð í 1980 tikin um at byrja 1. byggistig og síðani skuldi so sam- ráðast um at fáa hini byggistigini í gongd so við og við. Men nú 1. byggistig er liðugt, er enn einki heilt greitt um byggistig 2 og 8. Fyri at kunna brúka hetta 1. byggistigið, sum nú er liðugt, skal hol setast á millum verandi sjúkrahús og nýbygning- in. Í ætlanini fyri 2. og 3 byggistig skal hol setast á 2. hædd, har skolirúmið á deild B og á 3. hædd, har sjálvt laboratoriið er. Men so leingi spurning- urin um nýtt skolirúm og um nýtt laboratorium ikki er avgreiddur, so ber als ikki til at seta hol á á hes- um plássum. Ti tá missir sjúkrahúsið bæði skoli- rúm og laboratorium, og tað kann sjúkrahúsið ikki vera fyriuttan. So stødan er rættiliga hepisleys. jan sosialurin telf. 11820