leygardagur 18. august 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.96 — 18. august 1984 tíðindablaðið B | S É | | | rin Sida 3
Leif Knudsen, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi:
| Steðan er
hava víst framúr tol
Vit hava eisini tosað við
Leif Knudsen, yvirlækna
á Klaksvíkar sjúkrahúsi
um støduna har. Hann
sigur: — Steðan er ótol-
andi, tí her eru so nógvir
spurningar, sum krevja
svar. Men øll mugu vit
bíða og bíða.
Nýggi bygningurin her
kann als ikki takast i
brúk, soleingi einki er
greitt við sjálvum sjúkra-
húsinum. Vit kunnu ikki
lata skolirúm á 2. hædd og
laboratoriið á 3. hædd fara
til gjøgnumgongd millum
bådar bygningarnar, ti tå
verður sjúkrahúsið sjålvt
lagt lamið.
Hinvegin inniheldur
nýggja byggingin fleiri
sjúkrahúsfunktiónir, sum
vit hava terv á, t.d.
goymslupláss, kek, ergo-
og fysioterapirúm, hev-
uðsinngongd, kapel
0. s. fr.
Sjålvur haldi eg, at tad
longu i 1. byggistigi åtti
at verið tikið hædd fyri,
hvat hendir, tá nýggi og
gamli bygningurin skulu
bindast saman.
Annars vóni eg, at hini
byggistigini verða sett í
gongd skjótt, tí fyrr enn
tað er avklárað, ber als
ikki til at taka 1. byggi-
stig i nytslu.
Hvat viðvíkir sjúkra-
húsinum í dag, sigur Leif
Knudsen, at báðar deild-
irnar eru heilt ótíðarhósk-
Otolandi
— hóast bæði starvsfólk og sjúklingar
andi fyri bæði sjúklingar
og starvsfólk.
Tó má eg viðganga, at
bæði starvsfólk og sjúk-
lingar eru sera tolin og
klaga ikki. Men tað er ti,
at øll vita og vóna, at
staðan verður betri.
Leif Knudsen metir eis-
ini, at starvsfólkið í ver-
andi stødu åtekur sær eina
arbeiðsbyrðu, sum er 25 %
Og vit vita, sigur hann, at
hevur ein góðar umsteður at
eisini starvsfólk. Tey kunnu
elt.
JeW|BY : 010)
T
se
Jona Nielsen, fyristødukvinna á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Alt ov trongligt
hjå sjuklingum
og starvsfolki
Vit hava biðið Jonu Niel-
sen, fyristødukvinnu å
Klaksvíkar sjúkrahúsi um
eina viðmerking til ver-
andi steðu har á sjúkra-
húsinum.
Hon sigur: — Stødan er
tann, at her er alt ov lítið
pláss á sjúkrahúsinum.
Alla tíðina hava vit fleiri
sjúklingar innlagdar, enn
pláss í veruleikanum er til.
Hetta klárar starvsfólk-
ið sjálvandi at liva við í
eina tíð, men tá hétta er
ein staða, sum framhald-
andi versnar, so er tað
hepisleyst. Men tað er so
aftur mangar ferðir verri
fyri sjúklingarnar, sum
skulu liggja á geingini í
ellum hurlivasanum.
— Hvussu nógv
liggja á geingini?
— Á deild B, sum er
rektardeild, eru tveir á
geingini, meðan tað á
deild A í letuni liggja 8
sjúklingar á geingini.
Jona Nielsen sigur, at
tað leingi hevur verið
yvirbelegningur á sjúkra-
húsinum, men hon minn-
ist tað ikki so ringt sum
nú. Nú er tað nærum
hvenn dag.
Hetta er so eisini or-
sekin til, at tey als ikki
hava innkallað sjúklingar
í august. Vanliga verða
teir innkallaðir mánadag
og mikudag.
— Men nú kunnu vit
ikki, tí her er rætt og
slætt ikki pláss fyri teim-
um. Í letuni er bíðilistin
við skurðsjúklingum um-
leið 120. Hetta man vera
tað mesta nakrantíð.
— Tekur tað langa tíð
at avgreiða teir?
— Um plåss er, so tekur
tað ikki langa tíð. Vit
plaga at innkalla 8—10
sjúklingar um vikuna.
Á Klaksvíkar sjúkra-
húsi eru í dag 47 seingjar-
pláss, harav eru tey um-
leið 21 til
ingar.
— Men nú rektarheims-
sjúklingarnir skulu flyt-
ast, hava tit tá brúk fyri
verandi deild B til aðrar
sjúklingar?
— Tað meti eg so av-
gjørt, men Ráðleggingar-
nevndin sigur, at tað tá
bert skulu vera 35 pláss á
sjúkrahúsinum ístaðin
fyri tey 47 plássini, sum
eru í dag á báðum deild-
um. Eg meti, at tað verð-
ur brúk fyri ellum hesum
seingjaplássum, eisini tá
rektarsjúklingarnir = eru
farnir á roktarheimið. I
dag eru 26 pláss á deild A.
Jona Nielsen sigur vid-
ari, at í dag erú eisini
rektarsjúklingar á deild
A, sum bíða eftir at sleppa
á nýggja rektarheimið, tå
tað letur upp. Harafturat
hava tey á sjúkrahúsinum
fólk til umlætting.
røktarsjukl-
Leif Knudsen yvirlækni og Jona Nielsen, fyristeðukvinna uttanfyri sjúkrahúsið i
Klaksvik
Styri veljast fyrst
— Vit roknadu vid, at
nýggja byggingin varð
tikin í brúk 1. mai, so 1.
juni og so 1. september.
men einki rekist fyri eini
loysn. Men røktardeildir-
nar á nýggja heiminum
hoyra ikki undir sjúkrá-
húsið sum so, og tí skal
eitt stýri veljast, sum
kann seta fyristoðu-
kvinnu. ið so aftur skal
seta starvsfólk. Tað, sum
eg veit, so er stýrið enn
ikki valt, og eingin fyri-
stødukvinna sett.
So áðrenn tað hendir, er
ikki gjørligt at taka
nýggja partin í brúk.
Sjálv haldi eg. at fyri-
stødukvinnan átti at verið
sett fyri langari tíð síðani.
Vit standa heilt óvitandi
um. hvi tað ikki er gjørt.
— Men hvussu ótíðar-
hóskandi er Klaksvíkar
sjúkrahús í dag?
— Tað er heilt Otidar-
hóskandi. Á deild B liggja
upp til 5-6 sjúklingar á
hverjari stovu. Har er so
bert eitt skolirúm, sum
skal takast burtur, tá
bygningarnir skulu sam-
bindast. Síðani eru toilett-
Vilhelm Johannesen, tingmaður:
og baðviðurskiftini sera
vánalig.
Vit hava sum er onga
mótteku, so sjúklingarnir
verða móttiknir á deild-
unum. Her verða eisini
sengurnar vaskaðar. Her
er so eisini tervur á
goymsluplássi og eðrum
hølum, so samanumtikið
haldi eg, at sjúkrahúsið
her í Klaksvík er ótíð-
arhóskandi bæði fyri sjúk-
lingar og starvsfólk, endar
Jona Nielsen, fyristødu-
kvinna.
jan
Landsstýrið
hevur sovið
— Eg meti, at landsstýrið hevur sovið í hesum máli. Teir hava drálað til seinastu letu
og heldur dusað sær í, at tað verður bygt. Men hesa bygging hava teir onga æru av,
sigur Vilhelm Johannesen, fyrrv. landsstýrismaður.
— Eg haldi, vit beinanvegin eiga at rigga deild B um til sjúkrastovur, og at lands-
kassin rindar tær neyðugt 10 mill. kr. í fyrsta umfari. Hetta orsakað av, at landsstýrið
ikki fyrr enn nú hevur tikið spurningin upp við ríkisstjórnina.
Sosialurin hevur eina samreðu við Vilhelm Johannesen um hetta málið komandi
týsdag.