Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið |SOSk Mi) Nr.96 — 18. august 1984 Trygdin skúgvað til viks: orð og myndir Dagny Joensen Sosialurin steðgaði spreingingini Hóast Arbeiðseftirlitið og Landsverkfrødingurin høvdu gjørt reglur fyri, hvussu spreinging skuldi fara fram, til tess at tryggja uttanumhvørvid, so vóru hesar reglur als ikki fylgdar! Úrslitið varð, at spreingiarbeiðið varð steðgað, til fyri- skriftirnar viðvíkjandi spreinging á okinum vóru gjordar. Hósdagin klokkan hál gum tólv, ringdi ein lesari á Sosialin og segði, at hann var staddur í húsun- um hjá Saltseluni í Havn, men at har varð hann ikki verandi rættiliga leingi aftrat! 9999999999999999999999999 — Teir eru í ferð við at spreingja framvið gass- tangunum á Rundingi og sonevndar dekkmáttur eru lagdar, — bert slakar tveir metrar frá tangan- um. — Tú átti at avmyndað fyrireikingararbeiðið, so tað sæst, hvussu lættliga verður farið um trygg- leikafyriskriftirnar, segði lesarin. Gera tað, vit fáa boð um Umboð Sosialsins fór beinanvegin oman á Bac- alao, har arbeiðsfólkið júst gjørdi klárt til spreingingina. Teir fóru at spreingja í degurðatím- anum, segði arbeiðsmað- urin, ti tá vóru fólk og bilar ikki á staðnum. Spurdur um ikki serligar fyriskriftir vóru til slíkt arbeiði, so nær gasstang- unum, segði arbeiðsmað- urin, at hann gjerdi bert tað, hann hevði fingið boð um! Síðan varð farið í Ar- beiðseftirlitið, sum hevur skrivstovu í Saltseluni. t Skrivstovumaðurin var einsamallur inni, men visti frá at siga, at teir har hevdu roynt at fingið fat- ur í stjóranum fyri entre- prenervirkinum, sum hev- ur spreingingina um hendir, men at hesin ikki var at hitta. Tú hevur ikki skil fyri tí Stjórin kom tó á Arbeiðs- eftirlitið, tá hann hoyrdi, at blaðfólk hevði avmynd- að spreingiøkid. Hann var ikki mildur, og segði, at tað var ó- meguligt at greiða einum konufólki frá slíkum. Spurdur um ikki ser- ligar fyritreytir vóru til slíka spreinging, segði stjórin, at teir hevdu bestu serkønu hjálp innan spreinging í Feroyum, so har hendi einki. Teir fóru at spreingja, tá fólkið var farið heim til degurða. Spurdur um tað var ráði- ligt at nýta dynamitt til slíka spreinging sum hesa, segði stjórin, at annað var ikki til at taka. Pulvur er eisini, ger somu nyttu? — Tað er ikki meguligt at fáa hetta evnið at virka soleiðis sum neyðugt er, segði stjórin. Roynt var síðan at fáa fatur í tann mannin á Ar- beiðseftirlitinum, sum hevur spreingingar um sum hendir. Tað er Eilif Lind- berg. Visti einki Eilif Lindberg tosaði við stjóran, og vísti til skriv- ið, sum Arbeiðseftirlitið hevði sent byggiharran- um, sum er Tórshavnar Kommuna, sum eisini hevur eftirlitið við byggi- plássinum. Tá stjórin var liðugur at tosa við Eilif Lindberg, var hann ikki so vísur í, at spreingingin fór fram í degurðatímanum, men vildi ikki upplýsa hví. Sosialurin tosaði síðan við Eilif Lindberg, og hes- in segði, at fyriskriftirnar, sum stjórin ikki visti um, skuldu fylgjast. Úrslitið varð. at arbeiðið at tryggja umhvorvið áðrenn sprongt bleiv. varð gjørt ístaðin. Arbeiðseftirlitið mælti til. at tangarnir eitt nú skuldu bjålvast, áðrenn sprongt varð Sosialurin fekk avrit av brævinum frá Arbeiðseft- irlitinum. Har stendur m.a. : Tangarnir skulu klæð- ast við isolatiónsmáttum min. 100 mm omanå, og síðan verða finerplátur lagdar yvir Av tilvild húsast Arbeiðs- eftirlitið so nær spreingi- okinum, at teir sóu at fólkið fyrireikaði spreing- ingina við gasstangarnar. Stovnurin steðgaði ar- beiðnum, og trygdartil- tokini, sum entreprenør virkið heuði fingið ålagt, varð í lagi. Myndin er tíkin klokkan trý seinnapartin, tá bjálvingin av tang- unum fór fram. A síðu móti spreingieki, verður tann nærmasti tangin klæddur við 100 mm máttum og trægirð- ing verður sett 0,5 m útfrá tanganum. Eli Davidsen, Arbeiðseftirlitið, sigur, at hesar fyriskriftir skulu haldast. Tórshavnar bý- ráð hevur sjálvt vent sær til Arbeiðseftirlitið, og tí heldur hann ikki, at teirra fyriskriftir eiga at verða skúgvaðar til viks. Hendur eitthvert brek undir arbeiðnum, so er tað Arbeiðseftirlitið og met- ing stovnsins, sum verða tiknar við í metingini, um nakað óvanligt er farið fram. sigur Eli Davidsen. Landsverkfrød- ingastovnurin eisini gjørt treytir Hetta er tå ikki einasta skriv, sum er sent i sam- band vid vegabyggingina nidan år Rundingi, sum skal ummleggjast móti Alakeri, og tí kemur nærri gasstanganum, sum henda dagin var spreingi- eki. Tað var ikki gjørligt at fáa nakran í Tórshavnar Kommunu í talu, sum stendur fyri byggingini. vegna summarfri. Heldur ikki stjórin fyri entre prenørvirkinum var at hitta. tá greinin skuldi skrivast Hava einki hoyrt — hildu tað var í lagi Vit tosaðu harafturimóti við Landsverkfroðings-