leygardagur 18. august 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 18. august 1984
tíðindablaðið
Talskemtarin
Løgmadur
sigur beinleiðis
ósatt um
gjaldsjavnan, og uttanlandsskuldina royn-
ir hann at tiga burtur
Tað er einki nytt, at løgmadur Pauli
Ellefsen spælir sær vid almennum
hagtølum á ein hátt, sum ongantíð
áður er sæddur í Feroyum.
Tað er heldur ikki óvanligt, at
politikkarar við hvert fara eit sindur
lættliga um tey almennu hagtølini.
Hetta er kanska eisini fyrigeviligt, tí
tel kunnu tolkast ymiskt, og pol-
itikkarar eru nú einaferð bert menn-
iskju.
Men frá hesum og so til beinleiðis
at siga ósatt um almenn hagtøl er
eitt ógvuliga langt lop. Men hetta
lop megnar altso Pauli Ellefsen fyrst
í løgmansrødu síni og síðan í
Dimmalætting tann 14. august 1 ar.
Í løgmansrøduni sigur Pauli Ellef-
sen. at landsstýrið setti sær fyri at
minka um árliga hallið á gjalds-
javnaðinum: (Citat) >Tað sær út til.
at hetta í grundini hevur eydnast i so
stóran mun, at gjaldsjavnin fyri
1984 fer at vísa avlop<. Væl at
merkja um vit taka skip burturúr.
leggur hann varliga aftrat!
Sláa vit nú hesar upplýsingar upp
í hagfrødisliga tilfarið. sum fyri-
liggur frá Hagdeildini, so fáa vit
fylgjandi tel:
Gjaldsjavnin vísir eitt hall uppá
695 milliónir. og gera vit sum tal-
skemtarin Ellefsen og taka skipini
burturúr. so fáa vit framvegis eitt
hall uppá 45 milliónir ella heilt
nágreiniliga 44,9 mill. kr. — væl at
merkja, um vit brúka uppstilling
løgmans.
I veruleikanum er hetta tal nogv
nógv hægri, tí tå id løgmadur tekur
skipini burtur úr gjaldsjavnanum,
hevur hann ført tey upp til fult virði.
Legmaður sigur við eðrum orðum
beinleiðis ósatt. tá hann upplýsir. at
gjaldsiavnin er positivur. um vit
taka skipini burtur úr!
Hetta er nú í sjálvum sær íkki
serstakliga áhugavert. tá vit hugsa
um. hver ið tað er, sum hetta hevur
upplýst — hetta er nú hansara máti!
Tað. sum er áhugavert. er. hvat
løgmadur segði um hesi viðurskifti.
meðan hann var í andstoðu. og síðan
hvat hann økki nevnir í sinari log-
mansrødu.
Tað er nevniliga so. at meðan
hann var í andstoðu. góðkendi
logmaður einki. sum æt, at taka eitt
nú skip burtur úr einum gjalds-
javnahalli. Hetta var manipulera við
leiðis óreiðiligt. segði hann. ti hetta
gav eina heilt skeiva mynd av bú-
skaparligu støduni.
Vit kunnu ikki annad enn geva
honum rætt tá — eitt hall er eitt hall
og skal figgjast uttan mun til, hvat
postarnir eita. Og eitt hall uppá 695
milliónir kann aldri gerast til eitt av-
lop við eini smartari vending í eini
smartari løgmansrødu, ti fyrr ella
seinni skulu pengarnir fálla!
Men henda sidan av sakini tykist
ikki at hava áhuga løgmans ella fyri
tann skuld heldur ikki hjá nøkrum
ødrum í samgonguni. Har tykist alt
at liva eftir franska orðatakinum frá
tíðini undan kollveltingini: »Apres
nous le déluge — eftir okkum kemur
svndaflóðin<! Hver skal siga: »Vert-
in á hvat. ið hendir aftan á okkum.
bert tað gongur so leingi. vit sita
her“
Og svndaflóðin skal nokk koma
Tað hevur borgarliga samgongan
syrgt væl og virðiliga fyri. Henda
svndaflóð fjalir seg aftan fyri tann
størsta og mest ålvarssama búskap-
arliga og figgjarliga spurningin
vvirhovur i dag: uttanlandssskuld-
ina. sum løgmadur als ikki tekur
uppá tungu í reðu síni.
Borgarliga samgongan tók við
leiðsluni í hesum samfelag fyri fýra
árum síðan.
Tá var uttanlandsskuldin 876 mió
kr.
I dag er henda skuld vaksin til
2940 mió. kr. — hon er við ødrum
orðum trífaldað eftir fýra árum!
Hetta er meira enn sjálvt tann
mest upploysta og vanstyrda banan-
republikk í Latinamerika kann upp-
visa. Ut frá hesum má tað undra
onkran. at legmaður fagurlátin
kemur til ta nidurstødu, at tað
búskaparliga og figgjarliga stendur
nógv betur til enn fyri fýra árum
síðan
Og tey vónandi alt færri. sum enn
taka hansara orð fyri fult. munnu
fara at vakna við kaldan drevm, tá
uttanlandsskuldina
kemur inn um dyrnar aftan á valið í
rokningin fyri
hevst
Jóanne s Dalsgaard
Heilivågurin
moti sosialismu
I Dagblaðnum herfyri váttar Levi
Niclasen, landstjórnarlimur í fólka-
flokkinum, enn einaferð. hvat hann
skilir við fólkaræði.
Vanliga verður jú roknað við. at í
einum demokratiskum samfelag
hava allar politiskar áskoðanir sama
rætt, uttan mun til um talan er um
høgra- ella vinstravendar flokkar.
Og treytin fyri at demokratiið kann
virka eftir ætlan er eisini. at allir
flokkar virða rættin hjá veljarunum
at hava eina aðra uppfatan enn teir
sjálvir.
Men hesa hugsan hevur LN ikki.
Tann politiska áskoðan sum er
mótsatt hansara egnu er >sosial-
isma<, og her ger hann ongan mun á.
um tað er kommunisma ella javn-
aðaarpolitikkur. At hava hesa polit-
isku áskoðan er ein krabbameins-
sjúka í hansara eygum, og fyri at
lekja hesu sjúku er neyðugt at nýta
tann sterkasta heilivágin sum finst.
Hesin heilivágur eitur Dagblaðið. og
hann tekur fult út undir við arbeið-
inum hjá hesum blað at jarðleggja
sosialistar. Her hevur sum øllum
kunnugt avgjert einki verið spart.
Men skuldi onkur funnið uppá at
nýta nakað av sama heilivági móti
hansara egna flokki, ger hann seg
sekan í grovari persónsforfylging!
Nú er tað so, at tað er ikki bert í
Feroyum, at »sosialisma« verður
mett sum ein krabbasjúka. sum skal
útruddast fyri einhvønn pris. Taka
vit lond sum El Salvador. Guate-
mala, Chile, Suðurafrika og onnur,
so nýta hesi lond eisini tann sterkast
hugsandi heilvágin. »Sosialistar«
verða myrdir, avrættaðir. settir í
fongsul og teir verða tortureraðir á
grovasta hátt fyri at legkja hesi lond
fyri nevndu krabbasjúku. Og hesi
lond eins og Levi bedýra. at hetta er
neyðugt fyri at varðveita frælsið og
demokratiið.
Taka vit lond sum Sovjet, Cuba
og Kina hevur sami heilivágur verið
nýttur móti ti, sum í hesum londum
verður mett sum krabbasjúka. Og
lengur verður komið út á hegra- ella
vinstravongin, minni verður munur-
in á teimum hættum, sum verða
nýttir at groða samfelagið fyri
annarleiðis hugsandi.
Tíbetur finnast eisini lond. har
hesin hugsunarháttur er ókendur. og
bestu domi um hetta eru londini í
Norðanlondum. Eingin av teimum
flokkum. sum hava havt nakra
ábyrgd í hesum londum. meta eðr-
vísi hugsandi flokkar fyri at vera ein
krabbasjúka. sum skal útruddast.
Mett verður. at neyðugt er við
flokkum. sum umboða flest møgulig
sjónarmið. og sum virka undir somu
trevtum. Her hava »sosialistar«
havt stjórnarvald í mannaminni, og
hesi lond eru tey frælsastu í
heiminum. Hetta er sjálvsagt ellum
flokkum fyri at takka. men hesum
eiga javnaðarflokkarnir í hvussu er
sín part í.
Hugsunarhátturin hjá LN er so
meinlikur hugsunarhåttinum hjá
teimum rådandi i nevndu fasistisku
londunum. og er so ódemokratiskur.
sum hugsast kann. »Sosialistar«, og
tað vil í veruleikanum siga ell. sum
eru í andstødu, verða roknað sum
ókrút. sum skal jarðleggjast fyri ein-
hvønn pris. Og bæði tá tað snýr seg
um nevndu lond og hjá Dagblaðs-
monnum, verður alt gjert. sum
gerast kann, fyri at náa hesum máli.
Tað er tó ein munur — enn. Tær
stjórnir. sum á ein og annan hátt
forfylgja teimum. sum hava eina
aðra hugsan, hava jú allar megu-
leikar fyri hesum. Tær hava jú ræði
á løgreglu. dómstólum og heri, og tí
kann í hesum forum nýtast allan
neyðugan heilivág.
»Starvsfelagarnir« her á landi
hava tó ikki enn hesar møguleikar.
Teir hava jú bert ræði á heinum
flokki. sum er í minniluta, men teir
hava eitt blað! Men við hesum blaði
hava LN og hansara menn eisini
verið førir fyri at fremja ein yvirgang
móti annarleiðis hugsandi. sum er
ókendur í Norðanlondum, sidan
donsku og norsku nasistaflokkarnir
vórðu avtiknir. Og tað gongur skjótt
tann »rætta« vegin. Aftaná at hava
sáað hatur í 10 ár. er nú tíðin búgvin
til at geva ta ringastu óhumskuna út
í bók. Og undirtøkan til førda
politikkin sigst vera størri enn
nakrantíð. Tvær ferðir åvur hevur
fólkaflokkurin bert restað ein ting-
mann í reinum meiriluta. So dagurin
nærkast í stórum, tå meguleikin
gevst fyri at nýta allan neyðugan
heilivág fyri at beina alla >sosial-
ismu< av vegnum með alla.
Í mong ár hildu føroyingar, at
vvirgangur móti annarleiðis hugs-
andi bert var nakað, sum gekk fyri
seg í fjarum londum. Men Dag-
blaðsmenninir hava í hvussu er vist,
at slíkt als ikki er óhugsandi hjá
okkum. Undir somu umsteðum
kunnu vit uttan iva fremja tær somu
beistagerdir, sum verða framdar i
teimum londum, sum eru nevnd
frammanfyri. og sum annars er dag-
ligur kostur í 2/3 av heimsins
londum. Ti undrast vit ikki longur.
Bert er tað eitt, sum undrar. Og
tað er. hvussu menn, sum siga seg
vera demokratar og liberalar, í heila
tikið kunnu vera í flokki saman við
monnum. sum opinbært bekenna, at
teir ikki eru demokratar i okkara
týdningi. Og enn meira undrar tað,
at somu menn nýta hesar somu
ódemokratisku kreftir sum talsmenn
fyri teirra politikk. Tað kann illa
hugsast, at stórur partur av ting-
manning og landsstýrismanning hjá
fólkaflokkinum tekur undir við hes-
um sjónarmiðum, men tað merkir
fólk sera lítið til. Og hvat teir enn
hugsa innast inni, og hvat enn
stendur í stevnuskrånni, so veða teir
identifiseraðir við skrivingina og
politikkin hjá Dagblaðnum. um teir
briggja seg um tað ella ikki.
Men tað er so mangt. sum er
merkiligt í politikki.
Óli Jacobsen
AÐ +