leygardagur 18. august 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Hugleiðingar
ólavsskumorgun
á Vågseidi
Staddur á Vágseiði ólavsskumorgun
1984, siti eg í bilinum, beint við
innkoyringina til grótbrotið. Gjøgn-
um útvarpið hoyri eg tað, sum fer
fram á Tinghúsvellinum í Havn.
Sangleta er, megnarverk Jógvan
Waagsteins og Edward Mitens.
élavsøkukantatan. skrivað í 1930. til
minnis um at 900 ár vóru umliðin.
síðan Ólavur kongur Heilagi fell á
Stiklastoøðum. verður framførd.
Spell bert. at eingin longur átekur
sær solopartin í hesum verki. Frá-
sæð tí evnaliga Volker Behrens.
sála. sum nú var farin undir at
syngja einrøddapartin. minnist eg
bert Sverra Dahl í hesum leikluti.
Um hann hevur sungið henda partin
síðan tá. veit eg ikki. men í 1952
sang hann. Hetta var serligt håtid-
arhald. 100 ár vóru umliðin. síðan
logtingið varð endurreist. Landskór.
fyri fyrstu ferð her á landi. 200
sangarar. sang undir leiðslu H. J.
Heigaards. og manskór Havnar
Sangfelags, undir leiðslu Gunnar
Mikkelsens og við Sverra Dahl sum
solisti. framførdi 6lavsøkukantat-
una.
Fyri meg, og fleiri vi3 mær, var
henda ólavseka eisini eitt serligt
minni. Fyri kanska bæði fyrstu og
seinastu ferð á ólavseku. tóku tveir
seksæringar lut ' róðrinum. Og teir
vóru >Getu-Tróndur<. úr Gøtu og
>Norðlýsið<. sum vit úr Vági róðu
við. Hetta var gamal torvbátur úr
Sandvík. millumpartingur millum
10-mannafar og seksæring. sætta
rødin var ein leysabekkur. sum lá
frammi í skuti. Illa lak hann. Men
vit vunnu. Hvat bleiv av >Norð-
lýsinum<. veit eg ikki. men »Gøtu-
tråndur« fór beinleiðis frá róðrinum
út í landsneystið á Debesartroð.
aftaná ósigurin móti gomlu klossuni
úr Sandvík.
Nú fór eg eitt sindur av leið. men
eri brátt aftur við lotuna á tinghús-
vøllinum. Sangurin tagnar. og Lis-
beth Michelsen heldur hugvekjandi
rødu. Kórið endar so við at syngja
tjóðsangin. Harmar tað meg bert. at
henda tjóðarogn av einum sangi.
skal ljóða út yvir tann kest. sum
Vágseiðið nú cr vorðið til. hetta sam
eiðið. sum fyri so manga stirda sál
og stúri menniskja hevur kenst sum
ein linni. tá leitað varð út her. í
kvirruna og vakurleikan.
Men sjálvt um eg siti * ti rama
rovkinum frá ti. sum frålidur, altid
logandi bålinum * kommunala køst-
inum í Skarðsgjógv. fyrr ein ediligur
blettur. so felli eg tó ' undran og eri
hugtikin av vekru sjónini. mær
metir. tá eg hyggi vestur í hav. Tað
eru so mangir tankar. sum vella upp
í huga min eina t'l'ka løtu.
Eg hyggi suður undir Skuvanes,
oman á Kleiv og vestur móti Múla-
gjógv. Havið stendur svart við
Klettin. Sjáldan hevði vakri sangur
Fríðrik Petersens, »Hvørjum man
tvkja vakrast hjá sær<. har tað eina
erindi jú ljóðar soleiðis:
Og havið troytt av at berjast við teg.
við tínar føtur hv'lir seg,
tað er so vakurt í Førovum at búgva
verðið sungin við djúpari meining
enn eina lotu sum hesa.
Rami lukturin frá Bukkuvaldinum
dregur meg. fyri eitt bil. aftur til
veruleikan. og eg etist yvir ta oyði-
leggjan av náttúruvakurleika. sum
er farin fram. sigi við meg sjálvan.
at nú skal ikki tigast longur. og —
knappliga rennur mær ' huga ein
vending á donskum: Dette má jeg
gjøre Indsigelse imod — og áðrenn
eg veit av eri eg við Soren Kierke-
gaard. og eirindaleysa stríð hansara
móti donsku kirkjuni. t' júst hesi orð
nýtti hann ' tí viðfangi. Hetta må
vera tað. ein kallar fyri hugsunar-
samband (idé — association).
Og við tað. at man situr her í
einseminum, og einki órógvar ein, so
sveima tankarnir tilvildarliga. Nú
var tað Soren Kierkegaard. eg kom í
tankar um, og kirkjustridid.
Sum argastu mótsteðumenn í
hesum stríði sá Kierkegaard Jacob
Nr. 96 — 18. august 1984
Mynster, biskup og primas donsku
følkakirkjunna, og Hans Martensen,
gudfrøding og professara. Kierke-
gaard talaði harðliga at teirru
kristniboðan. sum fór fram í kirkjuni
og sum Mynster, sum leiðandi
kirkjumaður. hevði avgerandi ávirk-
an á. Hetta. segði Kierkegaard, var
ein linnan av ti, sum í Nýggja
Testamenti stóð, um at fylgja
Kristus eftir í líðing, hetta var ein
boðan tillagað tí, sum fólk helst
vildu hoyra. Og tað gjørdi Kierke-
gaard so mikið meira vreidan, ti eitt
av lyklaorðunum í heimsspeki, ella
lívsáskoðan hansar jú var »hin
enkelte«: at tað var tað einstaka
menniskja og ikki alla samkomuna,
tað galt. og at hugnaliga boðskapur
kirkjunnar ruraði fólkið í blund.
Hann vildi ti hava Mynster til at
viðganga. at tað var ein reingjan av
hoðskapi bibliunnar. sum var boðað.
Hetta vildi Mynster ikki. Og grimd-
arhugurin vaks hjá Kierkegaard.
men hann tagdi. Eina ávisa virðing
hevði hann fyri hesum gamla. sum
altíð hevði verið góður vinur við
nána hansara.
Hann tagdi framvegis. tå Mynster
dovði í 1854. Men tá Martensen.
sum ætlaði sær tann nú leysa bispa-
stólin. helt líktaluna fyri Mynster,
og frá nrædikustólinum skýrdi hann
eitt sannleikavitni. tá gjordist Kier-
kegaard ovbodid: at seta Mynster
inn í teirru heilagu rað av rettum
sannleikavitnum og pinslavåttum.
sum lika frå apostlanna døgum
havdu gingið i Jesusar fótasporum.
ein mann. sum hevði staðið fyri
einari linari kristniboðan. og sum
hevði. hogur embætismaður
notið alt tað góða. heimurin kundi
hjóða: at kalla hann eitt
leikavitni. seta hann inn í
»Dette maa jeg
gøre Indsigelse imod«.
Men hann tagdi framvegis. Hann
ætlaði sær ikki at lovpa á í ótíð. og
harvið kanska forða fyri. at Mart-
ensen fekk tann hispastólin. sum
hann tråAndi so eftir. Men tá endi-
liga Martensen hevði fingið sitt hoga
embæti. tá lovsti Kierkegaard frá.
av grimdarhuga. Mynster. Marten-
sen. kirkja. prestar og allur tann
»officielle kristendom< vórðu dikt
undir í háan, beiskleika og van-
virðing. Fólkið. um ikki so nógv
kirkjan. var skakað. Kierkegaard
var jú kendur sum meistarin.
sum
sann-
teirru
heilagu rødina —