Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 18. august 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9 listarmaðurin í at nýta málið á ein so háfloygdan hátt sum eingin áður, men nú nýtti hann tey grefligastu orð, málið átti. Men honum sjålvum tók hetta so fast sálarliga, at tað helst var orsøkin til at hann, eitt år aftaná álopið á kirkjuna og menn hennara, ein dagin fell í óvit á getuni. Hann kom ongantíð á fetur aftur, men andaðist 11. november 1855, 42 ára gamal. Nógv vatn er runnið til strandar síðan dagar Kierkegaards. men hug- taksliga er munurin kanska ikki so stórur millum tann grimdarhuga, ið so við og við fylti hann, í úrslitaleysa stríðnum fyri at fáa sjónarmið síni igjøgnum, og tað reiði og mátt- loysiskenslu øll tey mugu kenna. eisini her hjá okkum, sum berjast móti teimum kreftum, ið vilja oyði- leggja náttúrunnar stóra katedral. við at nýta hann, lutvís sum orku- keldu, lutvis sum køst. Tann boðskapur, sum í hesum templi ljóðar, er hesin: í 1000 ár havi eg verið og vil framvegis verða tykkum tann kelda, sum fyllir sansir tykkara við gleði og undran, sum gevur tykkum lívsdirvi. men tit dálka meg, tit fjotra meg. Tað var ein so sjáldsom náttúru- gåva, sum fall hesi bygd í lut. at hava eitt eiði, stórfingið í sjálvum sær, sum opnar bygdina móti havin- um fyri vestan, ein gáva. sum bygdafólkið allar dagar hevur gjort ríkiliga nýtslu av. Her hava maður og kona, við børnum teirra. gingið sær tår, higar hava tey ásttiknu leitað sær út í einsemi. So leingi. sum gamla kirkja stóð á Kirkju- kletti, var tað ein vekur tradition at kirkjufólkið, aftaná gudstænastuna sunnudag. gekk sær ein túr vestur á Eiðið. Dimmalætting hevði fyri nøkrum árum síðan eina sera áhuga- verda mynd, tikin av kirkjufólki á Eiðinum um 1930. Og man tað ikki vera Vágseiðið, próst Dahl hugsar um. tá hann í sanginum >Tjaldur ver vælkomið...< sigur soleiðis: Ein dagin mín sál var so vetrarstird. eg gekk mær móti havinum vestur, eg hoyrdi títt »klipp«, tað vælkenda ljóð. tú kærkomni summargestur. Lat meg eisini nevna tann hugna. tað mátti vera í gomlum døgum, undir fótbóltsdysti. i hálvleikinum. hjá monnum at fara sær av plenuni niðan í júst Skarðsgjógv. at fáa sær ein lítlan. Men hygg nú. Nærkast tú hesum fyrr so yndisliga. og eisini stórfingna stað, mást tú halda tær fyri nasarnar. Tað var ein alt ov ódýr loysn. at finna uppá at leggja køstin í hjartað av ollum vakurleikanum. Tað kenst. sum at nakað fremmant er komið í heimið. har tú traðkaði barnaskógvarnar. at tú unnast ikki har longur. Tit. sum fyri borgum ráða nú. tit settu kanska ikki skjøtil á hetta. og eg kundi hugsað mær. at eisini tit. sum frálíður. mugu ásanna. at hetta ikki er nøkur varandi loysn. Eg vil. at enda. venda aftur til har. eg byrjaði: ta løtuna, eg siti á Eiðinum og hovri tjóðsangin fram- bornan á Tinghusvøllinum. av ein- um vælvandum kóri. her undir leiðslu Ólavur Hátúns. Og júst soleiðis skal tjóðsangur okkara framberast. Hann er ikki nakað tjóð- skaparligt epos. ikki nekur sigurs- hymna. men ein innilig bøn til Hin Altvaldandi. frá fyrstu til síðstu reglu. Ti hevur tað altíð harmað meg. tá útvarpið onkuntíð velur at enda kveldið. við at spæla tjóð- sangin. so skal tað endiliga vera við einari innspæling við hornblástri og trummuslátturi. Eg haldi. at hetta er fullkomilig misskiljing. Hetta er ikki Marseillaisen. hetta er ein ben. og hann skal framberast í andakt, av mannamunni. Útvarpið eigur óiv- að fleiri frálíkar innspælingar, í kór- satsi. av tjóðsanginum. At man við onnur hovi. eitt nú ítróttarstevnur. spælir tjóðsangin við hornum. tað kann vera av praktiskum orsøkum. Fg komi altid at hugsa um Te I Hovyrid, børn fosturlandsins dagur ærunnar er komin standið saman móti hardrædinum... At lagið til eitt tilikt epos verður Marseillaisen, tá eg hovri tjóðsang okkara frambornan í horntónleiki. Stefan Zweig skrivar í bók síni „Sternstunden der Mencheit< áhug- averda søgu, um skapanina av hesum tjóðsangi. Hann varð skriv- aður undir teirru blóðugu fronsku kollveltingini. Eftir einari nátt. i 1792. skrivaði Rouget de Lisle. kapteynur. bæði orð og leg. til henda heimsins kendasta tjóðsang. Rouget var heilhugaður við í koll- veltingini. Bæði í orðum og lagi kenst kollveltingarandin: framfert við bæði hornum, trumm- um og kanóndundri, tað er, sum tað eigur at vera. men okkara tjóð- sangur er ein bon. Letan á Tinghúsvellinum er av, løgmansrødan verður ikki fyrr enn í morgin. og løta mín á Eiðinum er av á hesum sinni. Niels Juel Nolsee Til IRF og allar olitikarar Brennistødisætlanirnar åttu fyri langt sidani at verid stedgadar. Vånaligar ætlanir og manglandi politiskur vilji hava åbyrgdina av, at eingin umhvervishóskandi renovatiónspolitikkur finst. Ein fleirtáttað viðgerð av ruskinum er einasta varandi loysnin. Seinastu 7 árini hava myndugleikarnir rent seg ið fastar í ætlanum um eina felags brennisteð. Longu frá fyrstan tíð varð víst á, at miðsavnan av ruskin- um vildi spreiða smittu og óhumsku runt alt Reroyar og gera stradfaraskipini 6- hóskandi til ferðamanna- flutning. Síðan hevur ver- vist á dålkivandan, sum brenni- stødir føra vid sær. og sum aðrastaðni fær mynd- ugleikarnar at umhugsa at niðurleggja stundis hevur tað verið ein ógvuliga umfatandi mót- steða millum fólk ímóti tann tær. ætlanunum um eina felags brennisteð. Serliga har brennistødin varð ætlað at liggja. kom henda mót- støda til sjóndar. At IRF ikki langt síðani hevur slept ætlanunum um fel- ags brennisteð, men á ein sera klombrutan hátt traðkar ell mótmæli undir stóra Sam- fot, er ógviliga harmiligt. Endurnýtsla Skal ein varandi loysn finnast, átti fyrst og fremst at verið funnin ein skipan, ið hevur minst meguligar umhvervis- trupulleikar við sær, og sum er í tráð við ein framtíðar umhvervispolit- ikk. Her má endamålid ikki einans verða at reinsa Feroyar fyri alt tað sjónska ruskið, men alt slag av dålkin, eisini royk- dálking. Best var, um okkara liviháttur ikki gav hesar stóru negdir av ruski. Vanligt er at rokna 1 tons av ruski uppá fólkið hvert ár. Ein renovatións- politikkur kundi minkað um hesa stóru rusknegd við at fingið endurnýtslu ella okkurt tílíkt ílag. Pappír. glas. jarn o.l. kundi blivið umaftur- smeltað og fleiri skipanir, eins og sodavatn- og øl- floskuskipanin, kundu fingist í lag. Eisini kundi hugsast føst avleveringssteð fyri ávísar lutir. Tað átti at borið til at útvunnið tað, ið útvinnast kundi úr ruskinum. Hetta vildi eis- ini minkað um oyðingina av ymiskum ressoursum t.d. træi. Eisini kundu rusknegdirnar blivið sundurskildar, soleiðis at matleivdir og líknandi kundi blivið lagt til at rotna og síðan gjerst dygdargóð jerð — ein so- nevnd kompostskipan. Tær leivdir, ið eftir vildu verið, og sum man ikki enn hevur funnið nakran umhvervisligan góðan viðgerðarhátt til, kundu verðið tyrvdar á vælskip- aðum og vælegnaðum plássum. Nýggjan renovat- ións- og umhvørv- ispolitikk Ruskbrenning er tann dýrasti viðgerðarhátturin og umhvervisliga sera 6- hóskandi. Framtíðin inni- ber endurnýtslu og sterri samljóð við okkara nátt- úr, men hetta er í mótstrið við brennisteðir, sum figgjarliga eru bundnar at so nógvum ruski sum gjerligt. Um IRF hevði ginið tí umfatandi mót- steðuni á meti beinan- vegin, høvdu renovatións- trupulleikarnir ikki verið so stórir, sum vit síggja teir í dag. Og hevdu landsstýrið og legtingið bert havt minsta áhuga fyri eini loysn, so lógu vit ikki uttan nakra um- hvervislóg, ella lótu ta umfatandi og sera vanda- miklu dálkingina í Havn- ardali og aðrastaðni halda áfram. Ætlanirnar um nýggja brennisteð eru ein- ans tekin um, at henda líkasælan í umhvervis- málum skal halda áfram. Tað má tí ein skjót vend gerast í ellum renovat- ións- og umhvervispolit- ikkinum, um vit skulu sleppa undan teimum stóru umhvervisvanlukk- unum, sum eru kendar aðrastaðni frá. jákup P. Joensen i,