Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 21. august 1984 stovurnar eisini skulu brúkast sum vanligar skúlastovur. Innrættingin er gjørd soleiðis, at tað ber til at flyta veggir, soleiðis at fleiri rúm kunnu brúk- ast saman ella hver í sær Hugsað er eisini um brekað fólk, ið t.d. skulu brúka rullustól. Her eru toilettrúm 0.0. innrættað soleiðis, at fólk við rullu- stóli kunnu koma og fara uttan trupulleikar. Stór fimleikarhøll er eis- ini. Hilmar Bech heldur fyri, at tað er eingin ivi um, at bæði bernini og ikki minst ungdómurin, eitt nú seinnapartin og um kveldarnar fara at fáa gleði av skúlabygningin- um. Umframt vanligan fimleik eru eisini umsteð- urfyri ymsum bóltspelum. Í miðjuni á skúlanum er eitt eki uppá umleið 200 kvm. Hetta er eitt felags- oki, sum í fyrstu atløgu er ætlað næmingunum, tá veðrið er ov ringt at vera úti. Hetta ekið kann sam- tíðis brúkast til ymisk virksemi, sum ikki hóskar seg so væl aðrastaðni Verður fimleikarhellin brúkt. so ber eisini til her at seta borðtennisborð upp, fyri bert at nevna eitt dømi. Eisini kann tað brúkast til framsýningar, til fundir 0. a. Síðani er ein lærara- stova og eitt høli til 1. læraran. Tað hava verið tveir lærarar við skúlan, men nú verða tríggir, og ein vikarur verður settur, sum skal arbeiða í Porkeri og Hovi Eitt gamalt ynski Uppá fyrispurning um tað leingi hevur verið eitt ynski at fáa nýggjan skúla sigur Hilmar, at hetta leingi hevur verið uppá tal. — Longu tá eg gekk í barnaskúla i Porkeri, stutt eftir kriggið, ar- beiddi kommunustýrið og skúlanevndin við at út- vega møguleika fyri at fáa ein skúla. Tekning varð gjørd. Hetta var ein stór- ur skúli, men av ymsum Frá vígsluni. Eivind Vilhelm, varabispur, vígir skúlan í Porkeri. orsøkum so datt tann ætlanin niðurfyri aftur. Í 50-unum varð bett rætti- liga nógv um tann gamla skúlan. Nú tey seinnu ár- ini hevur aftur verið tosað nógv um nýggjan skúla. Í mai mánað fyri tveimum árum síðani varð so sakin settur í. Skúlin er nú liðugur, og eg haldi, at arbeiðið hevur gingið væl, og at tað er sera væl úr hondum greitt Hilmar Bech sigur vid- ari, at tað i fyrstani vóru kanska fleiri, sum vóru í iva um, hvussu skúlin fór at síggja út, tá avtornaði, ti hann líktist ikki van- ligum skúlum aðrastaðni. — Men í dag haldi eg, at tey flestu eru negd við útsjóndina, og at hann fellur væl inn í landslagið Hevði talan verið um ein stóran betongblokk ístað- in, so haldi eg nógv av umhvervinum varð oyði- . lagt. = — ÆEr tad ikki rættiliga Stungt tak hjá eini bygd „sum Porkeri at fara i gongd við slíka bygging? — Tað er sjálvandi eitt tungt tak, skúlin kostar 10—11 mill., og helvtina skal kommunan gjalda. Men tað hevur ongantið skortað á vilja, tá felags- tek skulu takast. Fólk vilja fegin bera tær byrð- ar, sum tey halda eru neyðugar, fyri at bygda- lívið kann ganga víðari og at hava meguleikar at kappast á jevnum feti eisini við onnur. So eg meti, at fólk her í bygdini eisini fara at klára hesa uppgávuna Nú haa so bygdar- ráðið og skúlanevndin skapt teir meguleikar, sum kanska ikki hava verið til staðar framman- undan til ymisk ítriv, tað verði seg kveldundirvis- mc ing og fritidarvirksemi av ymsum slagi. Bædi fim- leikarhøll og felagshøli kunnu brúkast til sam komur av ymsum slag Møguleikar eru brúka skúlan frá tidliga á morgni til seint á kvøldi og tað haldi eg er eitt sera stórt framstig fyri alt fólkið her í bygdini. endar Hilmar Bech Suðuroyingar gjørt meginpartin sjálvir Tað er Mikkjal Olsen, byggifreðingur í Havn sumh evur teknað nýggja skúlan og havt eftirlitið við honum. Projektering- ina av kloakk, hita og sanitet hava Brimheim og Leo staðið fyri og projekt- ering av elarbeiði hevur Elektro við Johan Gaard á Toftum staðið fyri Tað eru teir tríggir »Silvurdal, Kristiansen og Olsen«, sum hava havt høvudsentreprisuna. Und- irentreprenørar hava ver- ið: Snikkaraarbeiði, Niels Hammer, Hov, elarbeiði, Gudmund Larsen, Vågur, málaraarbeiði, Johannes Nielsen og Jørleif Weihe, Porkeri, og hitaverk- og sanitet, Kalle Jacobsen. Hvalba. Tað eru annars bygdar- ráð, skúlanevnd og byggi- nevnd, sum hava havt við skúlan at gera. Í skúlanevndini eru Sonja Frederiksen, Gudna Midjord og Jákup Peter Petersen. Í kommunustýrinum sita Erling Bech, formað ur, Hans Eli Bech, El Frederiksen! Asbjern Mortensen, Kai Ljósstein Í bygginevndini sita Erling Bech, Asbjern Mortensen og Eli Fredrik sen Á jan Í samband við vígsluna av skúlanum høvdu listarmenninir Amariel Norðoy og Olivur við Neyst gjert hesi listraprýði