Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tore Samgonguflokkarnir hava åbyrgdina av trupulleikunum å Klaksvikar sjukrahusi — Teir triggir samgonguflokkarnir hava åbyrgdina av teirri gongd, sum málið viðvíkjandi Klaksvíkar sjúkrahúsi og ellis- og rektarheiminum har, hevur fingið. Enn er stýrið fyri ellis- og rektarheimið ikki valt, enn er eingin fyristeðukvinna sett og heldur eingi starvsfólk. Ikki fyrr enn nú er landsstýrið farið at tingast við ríkismyndugleikarnar um víðari útbygging av sjúkrahúsinum, sum er nær tengt at verandi útbygging — byggistig 1., sigur Vilhelm Johannesen, tingmaður fyri javn- aðarflokkin í Norðuroyggjum m. .a. Vilhelm Johannesen greiðir soleiðis frá sjálvari gongdini í hesum máli: Spurningurin um ellis- heim í Norðoyggjum er rættiliga gamal. Hann varð tikin upp í 40-unum. Men øll sjeytiárini varð arbeitt við at byggja ellis- og røktarheim í samband við Klaksvíkar sjúkrahús. Og miðskeiðis í sjeyti- árunum varð eitt projekt 24| Tá varð ein byggi- 22 nd vald og tå skuldi ir) -ðið vid at útbyggja 3) húsið og bygging LV 3- og røktarheimi i a id við sjúkrahúsið ar ngd. so hendi tað, at ye nevndin vrakaði ve projekt, sum var sj, ;v einum donskum arkitektfelag nevnt Odd- gaard. Bygginevndin gjørdi eisini av at siga hetta arkitektfelagið upp og ístaðin fáa tvey nýggj felløg at gera eitt nýtt projekt. Tey vóru Crone á Koch og Poul Clausen. Hetta projektið var so lið- ugt í 1979. Kostnaðurin Hetta sama árið gjørdist Vilhelm Johannesen landsstýrismaður. Tá var so spurningurin at fáa ríkismyndugleikarnar at gjalda sín part av sjúkra- húspartinum. Og Vilhelm sigur víðari: — 1. byggistig fevndi her um ellis- og rektarheim við 28 plássum og ymiskar sjúkrahúsfunktiónir eis- ini. Tá varð kotnaðurin mettur til 40 mill.kr. og har av vóru 23 mill. kr. roknaðar uppá ellis- og rektarheimið og 17 mill. kr. til sjúkrahúsfunktión- irnar. Spurningurin var so at fáa ríkiskassan at gjalda 50% av teimum 17 mill. kr. Eg tók so tað stig at biðja um ein fund við innanríkisráðharran í jan- uar 1980. Har vidgjørdu vit hesar spurningar. Vit høvdu aftur ein fund i juni 1980. Tá gjørdi danski F innanrikismålarådharrin eitt upplegg til figgjar- nevndina hjå folkatingin- um, har hann viðmælti, at figgjarnevndin jåttadi 50% av teimum 17 mill. kr. Tann jåttanin fyrilå i august 1980. Hetta hevði so við sær, at arbeiðið longu byrjaði í september og oktober sama ár. Jerð- og plan- eringsarbeiðið varð boðið út beinanvegin, soleiðis at tað kundi gerast samtíðis, sum farið varð undir at gera detailprojektið enda- liga liðugt, og gjørdu útbjóðingartilfarið klárt. Nógvir trupulleikar Um hetta mundi — 1979 — 80 — vóru nógvir trupulleikar í samband við Klaksvíkar sjúkrahús. Ein annar trupulleiki var eitt starv sum medis- inskur yvirlækni. Starvið Í I Í |} % varð normerað á fíggjar- lógina, men >Foreningen afOverlæger i provinsen« i Danmark hevði blokerað setan av starvinum. Tað var eisini ein spurningur, sum skuldi loysast. Tí gjørdi eg av at kuta hetta sundur í petti og loysa ein spurning í senn. Tann fyrsti spruningur- in, sum varð loystur, var 1. byggistig av teimum trimum. Tað varð loyst í august 1980. Síðani vóru vit í Danmark og hevdu fund við nevndina í nevnda læknafelag, og har fingu vit teir at steðga blokaduni móti starvinum sum medisinskur yvir- lækni á Klaksvíkar sjúkr- ahúsi. Og medisinski yvir- læknin er síðani settur. Tað, sum var mín ætl- an, var, at meðan bygg- ingin av 1. byggistigi var í gongd, og hon varð mett at taka 3—4 ár, so skuldi samráðast víðari við ríkis- myndugleikarnar um 2. og 3. byggistig vyri at fáa tey í gongd. I dag er so stødan tann, at 1. byggistig er lidugt. At tær bådar hæddirnar til ellis- og rektarheimið hava staðið lidnar i fleiri vikur fyri ikki at siga mánaðir og ikki kunnu takast í nýtslu, kemst av tí, at sitandi landsstýri hevur sovið á spurningin- um. Teir hava yvirhevur einki gjørt i trý ár við nakrar samráðingar við ríkismyndugleikarnar um 2. og 3. byggistig. Fyrsti fundurin hevur verið í apríl í ár við innanríkis- ráðharran og tann næsti við forsætisráðharran í seinastu viku. Allir ábyrgd Og víðari sigur Vilhelm Johannesen: — Teir triggir samgonguflokkar- nirhava allir åbyrgd av hesum máli. Fyri tað fyrsta so er Eilif Samuel- foto: kalmar Vilhelm Johannesen: — Landsstýrismenninir hava snorksovið sen úr sambandsflokkin- um landsstýrismaður í al- mannamálum, t.v.s. at ellis- og rektarheimið, sum er tvær hæddir av 1. byggistigi, hevur hann á- byrgdina av. Og hansara uppgáva hevur verið hesi trý árini at gera eina reglugerð fyri stovnin, at fáa stýri fyri stovnin valt, at fáa fyristoðufólkið sett, soleiðis at stovnurin kundi fara í gongd, tá tann parturin av bygninginum varð liðugur. Men tað er einki hent fyrr enn nú. Ikki fyrr enn aftaná, at báðar hæddirnar eru lidn- ar, verður farið at hugsa um reglugerð og skrivað út til kommunurnar at velja stýrislimirnar, og úrslitið er, at stýrið er ikki valt liðugt enn. Tvær kommunur hava ikki valt enn. Og starvið sum fyri- stødukvinna á stovninum hevur verið lýst leyst fyri fleiri mánaðum síðani og tað er framvegis ikki sett, tí stýrið virkar enn ikki. So har hevur Eilif Samuel- sen snorksovið og einki gjørt. Síðani er tað Páll Vang. Hann hevur ábyrgdina av heilsuverkinum og sjúkra- húsverkinum. Tað skuldi verið hansara uppgáva at syrgt fyri samráðingum við ríkismyndugleikarnar um 2. og 3. byggistig, og um hvussu tann nýggi bygningurin skal bindast í tann gamla. Hann hevur heldur einki gjert fyrr enn nú. I apríl mánaða gjørdi hann eina lítla roynd og so aftur í seinastu viku. Tann triðji samgongu- flokkurin er sjálvstýris- flokkurin. Har hevur As- bjørn Joensen sitið sum formaður í bygginevndini. Hann skuldi eisini havt á- byrgdina av at funnið fram til, hvussu íbinding- in við gamla partin av sjúkrahúsinum skuldi fara Skeivur myndatekstur. Í seinasta Sosiali kom skeivur myndatekstur at standa undir hesi myndini. Hon sýnir nakrar 2“ hjálparlæknunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi undir trongum arbeiðsumsteðum. Her halda teir nevni- liga til, eitt gamalt baðirúm, sum verður brúkt til røntgenarkiv — og her mugu teir so eisini vera