Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 21. august 1984 fram. Samráðingar beinanvegin! Vit spurdu Vilhelm Joh- annesen um hetta mål hevði sæð ødrvisi út í dag, um hann hevði verið landsstýrismaðru hesi ár- ini. Hann svarar: — Hevði eg verið lands- stýrismaður hesi árini, so hevði eg beinanvegin, tá 1. byggistig var farið í gongd, og tá spurningurin um medisinska yvirlækn- an var avgreiddur, farið í gongd við samráðingar um 2. og 3. byggistig. Tað var helst soleiðis í ti upprunaliga projektinum, at 2. byggistig var ein útbygging av deild A, meðan 3. byggistig var ein útbygging av deild A, meðan 3. byggistig varð ein umbygging — umvæl- ing — av deild B. Har skilji eg nú, at menn hava gjørt 3. byggistig til 2. byggistig og øvugt, og tað haldi eg er rætt, tí tað, sum var 3. byggistig, deild B, tað er tann gamli parturin av sjúkrahúsin- um, sum tann nýggi er knýttur til, og tí er rætt at taka tað framum, soleiðis at íbindingin kann loys- ast. Men hatta skuldi verið gjert fyri trimum ár- um síðani. Tá skuldi verið samráðst um tær fimm mill.kr., sum teir samráð- ast um í dag. — Hví heldur teir hava drálað? Tað er ikki lætt hjá mær at svara, men er tað ikki vanlig líkasæla? Teir hava bara dusað sær í tí, at tað verður bygt, men tað, sum verður bygt, hava teir onga æru av. — Hvat heldur tú so eigur at verða gjert nú: — Beinanvegin eigur at verða fara undir at nútím- ansgera deild B og byggja hana um til sjúkrastovur og at landskassin rindar tær 10 mill.kr. í fyrsta umfari. Tað er eingin ann- ar útvegur. Teir borgarligu At enda sigur Vilhelm Johannesen: — Tá ið vit fingu gongd á útbygging- ina av sjúkrahúsinum í Klaksvík, tá hevði javn- aðarflokkurin ábyrgdina av málsekinum í lands- stýrinum, og tað sat ein javnaðarstjórn i Dan- mark, sum hevði allar ráðharrarnar og figgjar- nevndarformann. Tå bar til at fåa hetta mål framt Tá varð talan um 50% av 17 mill.kr., tað svarar til 50% av 26 mill. kr. í dag, tí byggingin er dýrkað úr 40 upp i 60 mill.kr. í byggitidini. Men nú ein borgarlig stjórn situr í Danmark ber ikki til at fáa teir at játta 50% av 5 mill.kr. til framhaldandi útbygging. Teir flokkarnir sum í dag sita í Tinganesi og hava henda trupul- leikan at stríðast við, teir hava sjálvir, hverja ferð fólkatingsval hevur verið, stríðst fyri at fáa eina borgarliga stjórn til í Dan- mark, og tað hava teir nú. Og hatta er so úrslitið, endar Vilhelm Johanne- sen. jan - - Vilhelm Johannesen, tingmaður: Síða 5 Tey smáu sjúkra- húsini mugu hava okkurt speciali! Tá ið sjúkrahúsfyrisiting- in varð yvirtikin í 1978 samtykti legtingið eina lóg um sjúkrahúsverk Føroya. Í ti lógini stend- ur, at tað á hverjum sjúkrahúsi skal vera minst ein medisinskur og ein kirurgiskur yvirlækni. T.v.s. at Klaksvíkar sjúkrahús í dag virkar eftir galdandi løgtingslog. Tað er tó einki dulsmál, at tað eru teir, sum eru hug- aðir fyri, at henda lógin verður broytt, eitt nú læknaráðið á Lands- sjúkrahúsinum. Vit hava spurt Vilhelm Johannesen, tingmann fyri javnaðarflokkin í norðoyggjum, um hann tekur undir við eini broyt ing av hesari lóg. Til tað sigur hann, so avgjert nei Hvi? Eg meini, at skulu tey smáu sjúkrahúsini halda fram, so er tað neyðugt, at tey hava bæð eina kirurgiska og eina medisinska deild, og tað er eisini neyðugt, at tey hava eitt ella tvey spec- iali. Eru tey ikki, so er trupult at fáa kvalifiser- aðar læknar til hesi smáu sjúkrahúsini. Sjálvur haldi eg eisini hetta er ein spurningur, sum er tengdur av bygda- menningini — regional- politikki, tí tað eru nógv arbeiðspláss innan sjúkra húsverkið í Feroyum, og hví skulu tey endiliga vera i Havn! Hví skulu ikki nøkur vera í Klaksvík og í Suðuroynni. — Men heldur iú ikki, at tað kann gerast ov dýrt fyri samfelagið at desentr- alisera sjúkrahúsverkið í so stóran mun? — Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi ikki, at tey telini vit síggja í rokn- skapinum hjá sjúkrahús- virkinum vísa so stóran mun á útreiðslum pr. sjúkradag og pr. sjúkra- song. jan Håskulanæmingar BSR z Í vikuskiftinum kom fotografurin hjá Sosialinum fram við bylingin i Skålanum í Suðuroy. Tá vóru háskúlanæmingar í ferð vid umvæling av elsta bylingi i Suðuroy. | Torben Johannesen, stjóri á Háskúlanum, sigur við Sosialin, at næmingar og lærarar vóru í Suðuroy tríggjar dagar og royndu at gera eitthvert umvælingararbeiði. Tey tóku flagið av húsunum í Skálanum og løgdu presending omaná, fyri at tætta møguligar lekar, til tess at húsið ikki skal farast. Seinni verður tikið stig til umvæling av húsunum. Síðan reinsaðu teir túnið, so gamla steinsetingin kom til sjóndar aftur, lagaðu gamla hvanngarðin upp aftur og runnaðu eitt hjallstødi, sum var har fyri mongum árum síðan. 22 næmingar vóru við á ferðini kalmar foto Meginfelag Feroyskra Studenta og Meginfel- ag Ferovinga undir út- búgving bjóða viku- skiftið 21. — 23. sept- ember. til pisuskeið á Fyn. Skeiðið er ætlað ollum førovingum, sum fara til Danmarkar at byrja eina útbúgving. Ætlanin við at savna saman feroyingar. ið fara til Danmarkar at útbúgva seg. til eitt slíkt vikuskifti. er at hjálpa um møguligar trupulleikar. fólk kunnu hava. og at geva teimum kunnleika um førovska felagslivid i Danmørk Vikuskiftið = verður skipað soleiðis. at tað fyrsta kveldið hugna vit okkum við leirbáli og sangi har fólk vónandi taka tónleika- tól við sær Levgardagin og sunnudagin eru umboð frá teimum ymisku fel- an 1 øgunum. socialrådgev- ingarstovuni 0.Ø i Danmørk boðin við til at greiða frá arbeiði teirra. har ell kunnu koma við spurningum Um áhugi er fyri ti. verða tiltøk sum bólka- arbeiði. orienterings- renning o.a. inn í mill- um Umsteðurnar fyri einum goðum skeiði skuldu verið í lagi. við tað at skeiðið verður hildið uttanfyri Midd- elfart nær Røileskov nakað frá strondini. í eini hugnaligari smáttu. sum kann hýsa um 70 90 fólkum A hugaði kunnu melda seg til pisu- skeiðið við at ringjá á LFU skrivstovuna inn- september á tlf 15015