týsdagur 21. august 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Teir dylja
ideologiska
hurlivasan
14. SEPTEMBER hevur tikið
tað illa upp, at vit í odda-
grein seinasta týsdag vid-
gjørdu skrivingina í blaðnum
um ósemjuna í javnaðar-
flokkinum.
MØGULEIKIN FYRI at SOSI-
ALURIN forðar fólki í at siga
sina hugsan um hesa
ósemju verður nevndur. 14.
september heldur, at
SOSIALURIN átti at lýst
støðuna hjá pørtunum fyri
almenninginum.
TIL TAÐ FYRRA kunnu vit
siga, at SOSIALURIN hevur
ikki noktað nøkrum at sagt
sína hugsan um hesi viður-
skifti, og eisini kunnu vit
minna á, at fleiri greinar og
lesarabrøv hava verið í
SOSIALINUM um hetta mál,
og at hesi eru innsend og
upptikin frá báðum pørtum.
SÍÐANI ER TAÐ spurning-
urin um, hví SOSIALURIN
ikki hevur vidgjørt og lýst
spurningin fyri almenning-
inum. Til hetta er at siga, at
tað er vanlig mannagongd
og góður gamal siður, at lata
tøgnina valda, meðan rætt-
urin situr, og við tað at málið
hevur verið vidgjørt í floks-
stjórnini, í starvsnevndini og
í eini serligari nevnd í flokk-
inum, hava vit mett tað rætt
at geva frið.
ANNARS KUNDU vit
hugsað okkum at spurt 14.
september, hvussu nógv
blaðið gjørdi burtur úr
ósemjuni í tjóðveldisflokkin-
um fyri umleið 10 árum
síðani. Hvussu nógv
vidgjørdi blaðið ósemjuna,
og hvussu nógv gjørdi
blaðið við at lýsa ósemjuna
fyri almenninginum?
Somuleiðis kundu vit
hugsað okkum at spurt,
hvussu nógv onnur blød
gjørdu burtur úr tí ósemjuni.
Vit kunnu fyri okkara við-
. -
; |
oddagrein
|
i |
J
komandi siga, at her í
blaðnum hýstu vit hendinga-
ferð innsendum tilfari frå
tjóðveldisfólki, sum ikki
fingu innivist i 14.
september.
ONKUR HELDUR, at skriv-
ingin í 14. september um
innanhysisvidurskiftini i
javnaðarflokkinum hevur til
endamáls at fjala út yvir
tann ideologiska hurlivasan,
sum ræður í
tjédveldisfiokkinum. Um
hetta er rætt ella ikki, skulu
vit ikki taka stødu til. Men
vit vita, at í øllum valdømum
eru fólk farin år tjóðveldis-
flokkinum yvir í aðrar
flokkar. Eitt nú í sambands-
flokkin, sjálvstýrisflokkin og
nú eisini í framburðs-- og
fiskivinnuflokkin.
SOSIALURIN skuldi
møguliga átikið sær at lýst
fyri almenninginum hví hesi
fólk fara úr tjóðveldisflokk-
inum og í allar møguligar
aðrar flokkar. Hvat heldur
14. september um tað? Vit
halda okkum hava nógvar
aðrar og meira týðandi upp-
gávur at taka okkum av, og
tí verður tað av ongum.
ANNARS SKULU vit ynskja
blaðmanninum á 14. sept-
ember til lukku við sakar-
málinum móti Óla Breck-
mann og samstundis fara vit
at ávara hann ímóti at fara
i somu veit sum O.B. Vit
mæla honum frá at róta í
innanhýsisviðurskiftunum
hjá øðrum. Lat Ó. B. og Dag-
blaðið um tað.
ALT VALSKEIÐIÐ hava tjóð-
veldisflokkurin og javnaðar-
flokkurin havt eitt frálíkt
samstarv í andstøðu. Enda-
málið hevur verið at vísa á,
hvussu ónýtiligur politikkur-
in hjá borgarliga alternativ-
inum hevur verið, og hesum
áttu flokkarnir og blød teirra
at hildið fram við.
Óli B mátti
taka orðini
aftur og gjalda
Eitt sakarmål millum
Tummas í Dali, blaðmann
á 14. september og Óla
Breckmann, blaðstjóra á
Dagblaðnum var fyri í
Feroya rætti friggjadag-
in. Tað var Tummas í
Dali, sum hevur stevnt
blaðstjóranum á Dagblað-
num fyri ærumeiðandi
skriving.
Partarnir gjørdu semju
i målinum. Oli Breckmann
skal gjalda sakarmålsit-
reiðslurnar hjá Tummasi í
Dali.
Annars er semjan teir
báðir hava gjert soljóð-
andi:
»Åkærdi (Oli Breck-
mann) véttar, at hann ikki
hevur havt orsøk til at
føra fram, at saksøkjarin
(Tummas i Dali) er tals-
Nr. 97 — 21. august 1984
maður fyri at stovna
fangalegur sum tær í
Sibiriu, og at hann vil
leggja alla orku í at náa
hetta mál (tilstande).
Saksekti (Óli Breck-
mann) er tí harmur um, at
hann hevur nevnt navnið
á saksøkjaranum (Tumm-
as í Dali) í nevndu blað-
greinum.«
Sakarmálið hjá Tumm-
as í Dali ímóti Óla Breck-
mann kom fyri um sama
mundi, at Dagblaðið á
stórari forsidugrein boðaði
lesarum sínum frá, at Óli
Breckmann nú fer at geva
útbók nakrar av sínum
grovastu greinum.
Er bókin liðug og tann
hjá Tummasi við, so verð-
ur hann sostatt noyddur
at strika tær síðurnar
Hvat er at vera
»vestanvendur«?
Tað er altíð best vid greið-
um orðum. Ti må eg
spyrja Sverra Midjord,
hvat hann meinar, tå hann
i Sosialinum nr. 95 skriv-
ar, at vit eru vestanvend
og sum slik mugu gera
okkara skyldur.
Hvat er at vera vestan-
vendur? Er tad at vera i
parti vi3 NATO? Um so
er, so må Sverri uppfriska
sin kunnleika i t.d. søgu
og landalæru. Fyri tad
fyrsta: hvat er Vestur-
heimurin? Siga vit, at
hesin partur av heiminum
umfatar Norður- og Suð-
uramerika pluss Europa.
so siggja vit, at einans eitt
litid tal av hesum londum
eru NATO-limir. Formelt
hevur NATO 16 limir.
men hyggja vit nærri at
hesum 16. so síggja vit. at
Frakland í 1966 tók seg
burtur úr bernaðarsam-
arbeiånum, at Spania vil
sleppa utaftur, at Grikka-
land longu hevur byrjað
sina frigering, at Italia
helst skjótt fær eina
vinstrastjórn. at Benelux-
londini og Danmark gera
uppreistur móti rakettpol-
itikkinum hjá NATO, at
Ísland er púra passivt
Noreg er ikki nakað stór-
veldi. Heldur ikki Portu-
gal og Kanada. Eftir eru
so, umframt diktaturland-
ið Turkaland, USA, Bret-
land og Vesturtyskland,
tað vil siga, tey leiðandi
kapitalistisku londini,
sum saman við Japan sita
á pengaposanum.
kanna vit so eftir,
hverji lond ikki eru limir í
NATO, so síggja vit, at
okkara grannalond Svø-
ríki, Finnland og Írland
ikki eru limir. Og tað eru
Schweiz og Eysturríki
heldur ikki. Jugoslavia er
neutralt, og Albania segði
seg úr Warszawasam-
gonguhi i 1968. Vestan
fyri Atlantshavið eru
USA og Kanada limir.
meðan hini londini ikki eru
tað. Men tað er heldur ikki
neyðugt, eftirsum USA
stýrir teimum ellum meir
ella minni, tá sæð verður
burtur frá Kuba og Nica-
ragua Umframt sínar
trælir í Mið- og Suður-
amerika. hevur USA eina
rugvu av »Uuthandlum«
um allan heimin, sum tad
verður ov
upp her
nógv at reksa
So er at spyrja Sverra
Midjord: Hví í allari víðu
verð skuju vit 14.000
sålir endiliga vera við i
hesum stórvelda-klubba.
sum ikki ger annað enn
kúgar smá lond um allan
heimin? Hvat skynsamt
argument er fyri at vera
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
við í NATO? Hyggja vit
at Thailandi, Filipsoyggj-
unum, Vesturtysklandi
ella øårum londum. sum
hava lagt rygg (og búk) til
amerikanskar hermenn. so
síggja vit bara negativar
fylgjur: prostitutión,
narkotikamisbrúk og tjóð-
skaparliga vanæru
Altso: »Vesturheimur-
in« umfatar okkum all. og
sanniliga eisini okkum.
sum eru fyri neutraliteti
Er tað við vilja, at S. Mid-
jord ikki brúkar greið orð?
Hann kundi til dømis
sagt: Eg er fyri at Førovar
hjálpa tí amerikanska
heimspolitistinum í bard-
aga hansara móti ellum
heimsins neyðardýrum..
Mene Tekel