Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sorin Brun heldur, at hundurin Nuser eigur at gera annað og meira enn bert at eta og sova. Tí biður hann hundin fara á bøkasavnid at lána bøkur. Sørin Brun veit ikki, hvat honum væntar, tá hundurin kemur aftur við bókunum. Nuser hevur lænt eina gandabók. Framførslan gongur væl til Sørin Brun brádliga verður gjørdur ósjónligur. Tað riggaði væl, men bert veit Nuser ikki, hvussu hann skal ganda Sorin Brun fram aftur... e Ina — 2 f e , - Undir heitinum »At liv við kollveltingini<, byrja nú ein sendirød um Kina, trimum pertum. Ein bretskur filmbólkur fylgdi í 1982 trimum fam- iljum í tveimum smærri landkommunum norðan- fyri Shanghai. Tilsamans eru ymsu arbeiðir teirra ein avspegling av nútíðar samfelagnum í Kina. Familjurnar eru í yms- um aldursbólkum, og tað hevur við sær, at vit fáa innlit í seguligu menn- ingini, sum er farin fram seinastu 50 árini. Frá hungursneyð ogkúgan, japansku innrásina og yv- irgangin til Mao koll- veltingina, mentunarkoll- veltingina og fram til nýggju evnismentanina og ábyrgdarskipanina, sum er í dag. Aftaná kúganina byrjar einstaklingurin nú alt meira at koma til sjóndar við persónligu hugsan síni. M.a. í klæðnabúnan- um. Brøkurnar smalkast, klæðini eru sum heild meira litbjørt, og nú sæst av og á, at kvinnur nýta smyrsl. sjónvarp Týsdagin 21. august 19.30 Radisurnar 20.00 Dagur og vika 20.30 SV-aktuelt 21.15 Kina 1 (3) 22.10 Langa ferdin 23.20 Lidugt I kvøld kl. 20.30: Loyndarmål til sølu SV—aktuelt hesaferd snýr seg um danskar fyri- tekur. Spurningurin er, um danski staturin selur handilslig loyndarmál fyri lítið og einki, sum út- lendskar fyritøkur nýta gott av. Tað er við hesum i huga, at ein ósemja hevur tikið seg upp millum fyritøkuna Superfoss og danska Monopoltilsynet. Superfoss krevur, at Monopoltislynet steðgar eini frágreiðing um teðframleiðslu. Fyritekan vísir á, at tel og upplýsingar eru loyndarmál innan yrkisfelagið. Tað kann hava við sær, at henda frágreiðing kann tarna fyritekuni og meguliga verða atvoldin til, at arbeiðspláss verða niðurlegd. SV—aktuelt kannar ósemjuna og viðgerð virk- semið hjá Monopoltilsynet í mun til vinnulívið. Eisini roynir SV—aktuelt at kanna, um tað er neyðugt við eini broyting innan monopollog- gávuna. Kollveltingin á gamalsaldri Av tí at eg ikki hevði stundir at hyggja sjón- varp í vikuskiftinum, verður bert sjónvarps- leikurin »Rymingin ummeælt å hesum sinni. Hetta var seinasta sending sunnukveldið, og viðgjerdi hon ger- andisdagin hjá tveim- um eldri kvinnum, sum vóru komnar ásamt um, at tær vildu hava meira burtur úr á gam- alsaldri, enn bert at ansa familju og av- varandi. Báðar kvinnurnar hevdu bert havt eina uppgávu í lívinum, og tað var at ganga øårum til handa. Tá leikurin byrjar, liggur onnur kvinnan í seingini. Hin stendur og íðkar fimleik, og er ógvuliga virkin og hev- ur dirvi at fáa íbúðina gjørda lidna, sum tær júst eru fluttar i. Hin í songini hugsar bert um, at hon skal upp at gera morgunmat, men hon kemur sær ikki fram. Tær fara kortini undir at fáa eitt áklæði upp at hanga. Trupul- leikin er bert, at fáa gardinstongina festa Veikleikin er, at henda virkna eldra kvinnan ikki dugir at halda einum skrúvublaði, tað er óhugsandi. ser- liga tá vit fáa at vita, at hon altíð hevur syrgt fyri sínum. Tær fáa ongan mor- gunmat, ei heldur kem- ur áklæðið upp, tær megna ikki at fáa nak- að frá hondini Tann virkna bregar ti veiku og sigur: »Munurin millum okk- um báðar er, at eg havi viljastyrki. — Ti sita vit báðar her<. Her sæst nágreiniliga, at tann veika framvegis er í sínum egna leik- parti, og at hin hevur tikið leikpartin upp. sum lýsir »mannin« i samspæli teirra Tað er nærum ein Strindbergskur dámur yvir samlívi teirra Onnur letur sær alt lynda, eisini tå hon ikki fær loyvi at tosa við síni kæru, tí hin vænt- ar. at hon fer at fortala seg. og familjan skal fåa greidu å, at alt ikki rillar so væl sum tað eigur. »— Mennesket har ikke værre fjende end sig selv«, sigur hin virkna, og leggur aft- urat: »Det ser jeg, hver gang jeg ser på dig!«. Ætlanin hevði verið at funnið fram til egna virði, men bert hava kvinnurnar gloymt. hvat tað er. Tær droyma um at fara út um kveldarnar á mat- stovu og elstovu, har kanska eisini dansur er. Tær droyma um at hava ein vin. Ikki sert, at tann virkna hevur hug at fáa sær eitt mannfólk eisini. Hon tosar við ein mann í telefonini, sum biður hana koma at hitta seg. Hon ger seg til- reiðar, og fær at enda tikið seg saman, at fara út um dyrnar. Tá eins og loysnar trýstið fyri ti veiku. Hon ringir heim og sigur, at hon kemur heimaftur bein- anvegin Hon pakkar kuffertið og setst at bíða, til hin kem- ur heimaftur. Tá verða vit var við, at hon kanska hevur ímyndað sær alt hetta, og kanska er eingin maður tilstaðar í veruleik- anum. Samanumtikið var leik- urin ógvuliga væl upp- bygdur og lýsti nágreini- liga, hvat hendir, um lívið fær ov bráða broyting á gamalsaldri. Frá at virka og hava ábyrgd í gerand- isdegnum, verða hesar báðar kvinnur til tómar verur, sum — tá tær fáa møguleikan, at vera til fyri egnu skyld, ikki, vita hvat tær skulu gera av sær sjålvari Liv teirra hevði mein ing, so leingi sum onkur hevði brúk fyri teimum Tá tað ikki var veruleiki meira, datt alt niðurfyri Um vit hugsa okkum, at eldri fólk verður koyrt á ellisheim, og á henda hátt avskorin frá gerandisdeg- num, so sum hesin hevur formað seg í eitt langt liv, so er tað sum at vera livandi deyður, um ikki okkurt er at seta ístaðin tað, sum hevur verið inni- haldið í lívinum higartil. Rýmingin hjá kvinnun- um var sostatt miseydn- að. Slik kollvelting, at bróta upp úr gomlum, er helst ikki hóskandi fyri eitt gamalt menniskja Hjá teimum veldst helst um at varðveita tilknýtið til kenda umhvervið, ti hetta fyri einstaklingin gjøgnum eitt heilt lív, hevur virðir í sær sjálv- um. Uppreisturin hjá teimum gomlu í sjón- varpsleikinum prógvaði tað Spurningurin er bert, um samfelagið loyvir teim gomlu at taka avgerð um, hvat skal henda á gamalsaldrinum, og hvussu stór rúmdin er fyri teimum í gerandisdegi okkara. Kirsten Rolffes og Tove Maes spældu leikpartar sínar eins framúrskarandi, sum tær á danska leik- pallinum hava roynst í eitt mannaminni. Dagny Joensen