Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 99 — 25. august 1984 tíðindablaðið | Útgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Prýddur við oddagrein læntum fjaðrum Í HESUM DØGUM er løgmansrød- an á élavsøku til umrødu á løg- tingi. Allir tingmenn og landsstýr- ismenn hava helst havt orðið. Men fyrst í rødini av rødarum hoyrdu vit framsøgumenninar fyri allar flokk- ar og so løgmann. FRAMSØGUMADURIN fyri sam- bandsflokkin var sera skemtiligur. Vit mugu taka tað sum skemt, tí vit fáa okkum ikki at trúgva, at hann meinti alt tað hann segði í fullum álvara. Her hugsa vit m. a. um tað, sum hann segði um inn- tøkurnar og skattin hjá t. d. fólka- pensionistum. PENSIÓNIRNAR ERU hækkaðar við upp til 60 pst. eftir hesum fýra árunum. Og skatturin av teirri hækkaðu pensiónini var lægri enn skatturin av pensiónini frammanundan. Hetta segði fram- segumaðurin fyri sambandsflokk- in. Og skal nakar hava hoyrt slíkt møsn og orðaskvaldur uttan hald í veruleikanum. SANNLEIKIN ER, at tær sosialu pensiónirnar eru hækkaðar eina ferðina í hesum valskeiðinum. Tað hendi 1. apríl 1982. Og hetta vóru tær hækkingarnar, sum undan- farna landsstýri fekk semju við ríkismyndugleikarnar um, og sum hetta landsstýrið og hendan sam- gongan drálaðu við at seta í verk, soleiðis at hækkingarnar komu í gildi eitt ár ov seint. HESAR HÆKKINGAR lógu úr 15 upp í 20 pst. Í meðal var sostatt talan um eini 17 — 18 pst. Umframt hetta eru pensiónirnar onkutíð hækkaðar orsakað av prístals- hækkingum. Men her kann talan ongatíð verða um hækkingar upp í 60 pst. soleiðis sum framsøgu- maðurin fyri sambandsflokkin vildi gera tað til. Æran fyri prístals- hækkingarnar kann undir ongum umstødum góðskrivast sam- bandsflokkinum. Teir hava stridst fyri at halda pristalinum niðri. OG VIÐVÍKJANDI skattinum hjá pensionistunum er stutt at siga, at javnaðarflokkurin fleiri ferðir í hesum valskeiðnum hevur lagt fram uppskot um at broyta per- sónsfrádráttin og at prístalsregu- lera hendan frádrátt, soleiðis at pensionistar varandi sleppa undan at gjalda skatt. Men hesi uppskot hava ikki fingið undirtøku á tingi. Millum aðrar hevur sambands- flokkurin ikki tikid undir. Á ALMANNAØKINUM hevur sambandsflokkurin lítið at reypa av. Hækkingarnar í pensiónunum høvdu aðrir greitt úr hondum fyri teir. Vit hava fingið eina lóg um stuðul til bjálving av húsum hjá pensionistum. Men hetta var eftir uppskoti frá javnaðarflokkinum. Tað sama er at sig um lógina sum veitir samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum heima. Og taka vit broytingarnar í lógini um ískoytisveiting til einkjur, so vórðu hesar eisini gjørdar eftir uppskoti frá javnaðarflokkinum. SOLEIÐIS KUNDU vit hildið fram. Tvey vistarheim. Annað er tikið í nýtslu. Hitt er undir umbygging. Bæði sett í gongd av undanfarna landsstýri. Somuleiðis tvey ellis- og røktarheim. Annað tikið i nýtslu, og hitt verður tikið í nýtslu um stutta tíð. Bæði sett í gongd av undanfarnu samgongu. MØGULIGA ER TAÐ ikki so legið, um sambandsmenn tosa soleiðis, at tað teir siga eisini kann takast sum skemt. Hetta er sjálvandi ein roynd frá sambandsfloksins síðu at prýða seg við læntum fjaðrum. Men í veruleikanum er keisarin nakin. Hvi krogvar Sosialurin seg »... at vit (...) altíð vilja hava eitt vakid eyga fyri skeivleikum og órættvísi í okkara samfelag, og vit vilja ikki vera bangnir fyri at tala at.« Soleiðis stóð at lesa í Sosialinum tann 29. mars 1980, tá Sosialurin fylti 25 ár. Men eg má undra meg á. hverja definitión Sos- jalurin hevur uppá >vakið eyga<. Eftir ellum at dema merkir hetta, at annað eygað er opið, með- an hitt er afturi. Ti mong eru órættvísini sum fara framvið, uttan at »eygad« sær, — og mong eru tiå- indini, sum »tidindablad- ið< ongantíð tekur upp á tunguna. Eg fari her bert at nevna nekur av teimum dømum, ið fyrst koma mær í huga: 1) Danski uttanríkis- málaráðharrin hevur júst verið á vitjan í Feroyum, og greiddi okkum m.a. frá, hvussu evarska lítið, okur hava at siga, við- víkjandi teimum báðum herstødunum upp á Sorn- felli. — Heimastýrislógin má broytast, segði hann, skulu okur hava NATO- stødina og ta »loyniligu« amerikonsku av landin- um. Í stevnuskrá Javnaðar- floksins stendur, at Fer- oyar skulu haldast uttan- fyri hernaðaligar sam- gongur. Somuleiðis stend- ur, at flokkurin ynskir at virka innanfyri karm heimastýrislógarinnar. Setir hetta ikki grund- leggjandi ideologiskar spurningar til Javnaðar- flokkin? Og hví tekur mál- gagnið hjá flokkinum hetta ikki upp til diskuss- ión, nú flokkurin noyðist at taka stoðu? 2) Heldur ikki tá okur fáa vitjan av útlendskum krigsflogferum, sum strúka fáar hundrað metr- ar yvir bygdunum, hava tykur nakra viðmerking. Hóast krigsblaðið kem- ur við idiotiskum við- merkingum um, at teir gjølla hava kannað málið, og — sjálvandi — at alt er í lagi viðv. hesi marg- háttligu vitjan stridsharr- anna (eftir ollum at døma halda teir føroyingar vera so býttar, at teir trúgva, at ein flogskipari — á veg til Canada — kann loyva sær at fara niður á 100 — 150 metrar miskeiðis í Atlantshavinum at njóta foroysku náttúruna. Onki mótmæli frá Sosialinum Hvar er nú »vakna eyg- að>? 3) Somuleiðis við frið- arstevnuni í Klakvík. — Ongin reportasja, ongi tíðindi yvirhøvur frá tid- indablaðnum. — Sjálvt ikki tá krigsdagsblaðið, sum ikki einaferð, roynir at halda friðarfólk fyri gjøldur, og fær eina glóð i eini brók at verða til, at eldur var í einum persóni. — Ikki ferilin av eini atfinning í blaðnum, sum ikki skuldu smæðast at finnast at. 4) Nýliga hava trætur- nar Feroya Arbeiðarafelag — Feroya Arbeiðsgevara- felag (>merkjamálið<) og Fjallbrúður — Feroya Ar- beiðarafelag Ingeborg Vinther verið fyri í rætt- inum. — Men, tíverri, — Ole Lukøje hevði sprænt mjólk i »eygad« á arbeid- arablaðnum. so at tað — tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. eins og apostlarnir í Getsemane — sovnaði tá tað skuldi vekja, og kundi sjálvt ikki skriva um ar- beiðaramál. — Ella meta tykur, at hesi eru ov »vandamikil« at skriva um??? 5) Eg hevði eisini ætlað mær at spurt, hví tykur heldur ikki havt ein einast tiðindastubba frá ung- dómsleguni, ULF, — Ungdómslandsfelag Fer- oya — hevði úti í Hesti síðsta vikuskifti; men sjálvandi, — tá tykur ikki tíma at nevna arbeiðara- mál, hvussu skulu tykur so tíma at nevna ung- dómsmál? 6) Sidst, men ikki minst. hava tykur íkki kloyvt í tvey, meðan Fjúrtandi greiðir innan- hýsis viðurskiftini í Javn- aðarflokkinum fyri Føroya fólki. — Tað átti at verið tað minsta, okur kundu kravt av málgagninum hjá einum sundurmoln- andi flokki, at tað vóru tykur, sum komu við frá- greidingunum, ådrenn blað hjá eðrum flokki. — Sjálvkritikkur skal íkki bara tolast, men er neyð- ugur, og serliga hjá einum sonevndum sosialistiskum flokki. Við vón um skjótt svar. 15.8.84 Mary-Ann Jacobsen Eitt svar Tað er altið hugaligt. at okkara lesarar hava áhuga fyri ti, sum skrivað verður í Sosialinum, og eisini ti, sum ikki verður skrivað. Enn meira hugaligt er tað. tá lesarar koma við rættleiðingum. atfinning- um og positivum upp- skotum. Ti hóast sjålv- kritikkur er ein bæði týð- andi og náttúrligur partur av okkara arbeiði. so eru tað kortini metingarnar hjá okkara lesarum. sum telja mest. Tikið verður til. at „betri er bøtandi hond enn spillandi tunga<. Hesi orð komu mær til hugs. tá eg las bræv títt. Og vónandi er tað tann batandi hond- in. ið vit skulu finna i brævinum, heldur enn ta spillandi tunguna. Lítið er at ivast i, at tú ert onøgd við blaðið. sum tað hevur sæð út nú í eina tíð. Og her eru vit á einum máli. Tí. eisini vit. ið starvast her á blaðhús- inum — hálv manning i summarfrítíðini — eru 6- negd. Hóast góðan vilja ; so kunnu vit ikki røkka longur enn arbeiðsorkan hjá 2—3 fólkum rokkur. Hetta speglar seg so aftur í teirr ófullfiggjaðu viðgerðini í blanum. sum tú so beint vísir á. Men ærliga talað. so haldi eg tín dómur er rættiliga harður og órætt- vísur. Ti vissuliga hava vit — sjálvsagt eftir fori- muni — vidgjørt nógvar av teimum spurningum. sum tú nevnir. M.a. hev- ur Jóhann Mortensen. sum nú er farin í orlov. so sanniliga roynt at viðgera fleiri av umreddu spurn- ingum. Nú vit skulu vera hann fyriuttan. fara vit kortini at leggja dent á at skriva bæði um friðar- spurningin. arbeiðaramál. umhvervismál og mong onnur mál. Her eru fram- vegis dugandi fólk á blað- num, sum eg havi álit á Og eru umsteður fyri ti, so verða vit at seta enn fleiri — júst við tí fyri eyga at rokka nøkur av teimum málum. sum tú nemur við. Ver vís í tí. At tú so. í stóra áhuga tínum fyri umrøddu mál- um. gloymir, hvussu um- stødur okkara eru í summ- arfrítiðini. skal vera tær fyrigivið. Tú skalt vita. at starvs- fólkini á Sosialinum hava lagt eitt ómetaliga stórt arbeiði í at fáa blaðið út til