leygardagur 25. august 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 25. august 1984 tíðindablaðið ET! | ri | Síða 13
ȁt tosa um og virka fyri fridi er sostatt ikki bert at
tryggja, at våpnini ikki tala, men at gera nakað við teir
skeivleikar, sum eru skaptir av politiskum og búskapar-
ligum orsøkum«
hevur Danmark treytad
seg til at fylgja teimum
avgerðum, sum fólkavald-
ur meiriluti tekur. So har
kann ikki bert vísast til
heimastýrislógina og
danska limaskapin i
NATO.
Fridarrørslurnar i hin-
um norðanlondunum eru
fegnar um avgerð logting-
sins og brúka hana í
sínum samráðingum við
sínar stjórnir. Eitt kom-
andi landsstýri kundi
hóskandi tikið upp sam-
band við hini norðan-
londini um hetta mál, og í
felag við tey, funnið eina
loysn um, hvussu eitt
kjarnorkuvápnafrítt eki í
veruleikanum kann
tryggjast.
Óttin í dag
Eftir mínum tykki eigur
friðararbeiði tó ikki bert at
snúgva seg um kjarnorku-
vápnini, ella beinleiðis
hóttanina um týning.
Tann týdning týningar-
hóttanin hevur fyri dagin í
dag má ávísast. Hóast vit
ikki geva tí gætur, hevur
hóttanin longu nú álvars-
samar avleiðingar.
Kanningar, sum norski
sálarfreðingurin, Magne
Raundalen, hevur gjert
um, hvat bern hugsa um
atomkriggj, vísa tydiliga,
at hetta mål skapar nógv-
an ótta og ótryggleika.
Ein amerikanskur drong-
ur tók soleiðis til: >Um
——
% AN
eitt atomkriggj kom,
hevði eg tikið lívið av
mær, heldur enn at brenn-
ast upp<. Mer serliga fer
tann hótta, sum vápnini
umboða. at økja um ó-
tryggleikan og vónirnar
um framtíðina. Tað eru fá
av teimum spurdu — bæði
bern og ung — sum duga
at ímynda sær eina fram-
tíð sum vaksin. Hvussu er
tað her heima? Eitt barn,
sum varð biðið um at
tekna nakað um frið, svar-
aði: >Hví tað, um kríggj
kemur, verður onki eft-
ir. …
Eitt er ótryggleikin hjá
børnunum, men tað at tey
ov sjáldan hava nakran at
venda sær til við ótta sín-
um, er verri. Tey uppliva,
at tey vaksnu ikki taka
ótta teirra fyri fult, og
sjálvi skúgva spurningin
um framtíðina til viks.
Tey vaksnu taka íkki
spurningin um framtíð
okkara til sín. Tora, orka,
ella megna ikki. Hvussu
koma so bernini at vera
um eini 20 ár undir tílíkum
uppvakstrarkorum, eisini
tá hugsað verður um, at
skúlarnir onki gera við
friðarspurningin?
Vit hoyra og lesa eisini
dag og dagliga, hvussu
spenta alheimssteðan
verður brúkt politiskt av
politikarum her heima:
Hóttanin um kriggj verð-
ur brúkt til at fyrigykla
fólki, at vit eiga at vera
limir í NATO-hernaðar-
samgonguni og eisini
gjalda tað, tað kostar, at
Feroyar eru bumbumál
fyri Warszawasamgong-
una. Eg vil heilt einfalt
hava meguleika at liva, og
onnur við mær, og vit
hava eina felags ábyrgd
ikki bert fyri komandi
ættarliðum, men heimin-
um, vit liva í. Við eðrum
orðum: tað finnast aðrar
leiðir at ganga enn at velja
millum eystur og vestur,
uttanveltað lond eru eisini
í Vesturheiminum — lat
okkum tosa meira um tað.
Eitt av endamálunum
við at gera serliga aðra
hernaðarsamgonguna til
djórið í opinberingini, og
hina til Hvíta Krist, er at
fáa okkum at lata vera at
fáa eyga á nakrar av teim-
um grundum, ið eru til, at
kriggj er til. Her hugsi eg
serliga um tann ójavna, ið
er í býtinum av ágóðanum
í heiminum: 900 mió. av
fólkunum í heiminum fáa
ov lítið at eta og svelta.
Um 600 mió. eru uttan
arbeiði. 900 mió. eru an-
alfabetar. Samstundis er í
3. heiminum ein hermaður
fyri hverjar 250 íbúgvar,
men bert ein lækni fyri
hverjar 3.700. Vit vita, at
brúktu vit eina helvt av
hernaðarútreiðslunum
eðrvísi, kundu vit t.d.
bast malariasjúkuni. Eitt
armerað tanks kostar tað
sama sum ein skúli til
30.000 bern, og brúktu vit
2% av hernaðarútreiðsl-
unum i dag, kundu tær
1.7 mia. menniskju, sum
mangla reint drekkivatn,
fingið tað. Og soleiðis
kundu vit hildið áfram.
At tosa um og virka fyri
friði er sestatt ikki bert at
tryggja, at vápnini ikki
tala, men at gera nakað
við teir skeivleikar, sum
eru skaptir av politiskum
og búskaparligum orsek-
um.
Vit mugu venja okkum
til at tosa um eitt sam-
felag og ein heim, har tað
er sjálvsagt at brúka
pengar til tað, ið gevur
Orðið friður
Eitt orð merkir tað vit leggja í tað
Hvat merkir orðið FRIÐUR í dag ?
Onki kriggj.
Kriggið er av.
Stoðgur.
Rinda sær mødina.
Moguleikin at byggja upp
tað kriggid legði oyðið
men eisini fyrireiking tilnæsta krigg
Friðarlig samvera vil siga
at vit ikki berjast hvor móti oðrum
Orðið FRIÐUR altíð bundið at
trælur av
mótsetningi sínum KRIGGJ
FRIÐUR er næstan nakað
ið órógvar kríggið
So niðarliga ríður orðið FRIÐUR
úr hverjum hæddum kom tað?
Å fornnorrønum, fornenskum, forntýskum
merkti FRIÐUR tað sama sum
kærleiki og vinarlag.
Ein vinur var frændi
Kærleiksguðinnan æt Freya
og ikki t. d. Kriggja
Fridur var tad sum um råddi
Fridur var at elska og liva og dyrka
Fridur var gledin vid at vakna
ikki klára at verða liggjandi
Friður var ikki at bera seg undan
men at venda sær ímóti
ellum tí ið vakurt var.
Kriggj var ófriður.
Tað ið órógvaði friðin
og ikki øvugt.
Kriggid hevur nú hersett
týdningarmiklar hæddir í málinum
haðani tað hevur tamarhald á restini.
Ein løgtingsmadur loypur á
fíggjarlógaruppskotið
ella kanska leggur eina tíðarstýrda bumbu
undir tað
við vón um at stjórnin fær ósigur og hevur
stórt mannafall.
Vit skjóta við setningum
sikta eftir mótstoðumanninum
royna at finna rætta álopsmálið
Skúlabern fara í hernað vid skúlatingini.
Um ein kvinna finnur sær mannfólk
verður hon knallað.
Málið hjá einum fólki avdúkar
hvussu fólkið hugsar.
Mål okkara er bæði gjognumgatað av
byrsuskotum
og laðið við hernaðarmerkingum.
Reint málsliga hava vit ilt við at skyna á
kríggi og friði.
Eg biði ikki um fornnorrøna tíð
bert at orðið FRIÐUR
aftur kemur í hásætið
í fullari og heilari merking
Heija
Freya!
Benny Andersen/hk
liv, istadin fyri at fram-
leida figgindamyndir og
fleiri og meira oyðandi
vápn.
Vit mugu hava eina
utopi, eina vón um eitt
betri lív, ikki bert fyri tey
fáu, men øll, somuleiðis
sum vit mugu hava eina
realistiska mynd av teim-
um politisku og búskapar-
ligu kreftum í heiminum,
sum forða, at dreymurin
kann gerast veruleiki
Fordómsfullar ræðu-
myndir tæna bert niður-
brótandi endamálum.