Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Uppgavur i føroyska friðar- arbeiðinum Friðararbeiðið í Føroym fær stødugt størri undirteku millum fólk. Mong tiltøk verða fyriskipað bæði í Havn og á bygd. Her- fyri var ein stór og væleydnað friðarstevna hildin í Klaksvík. Sosialurin hevur heitt á Hera Kragesteen, í Havn, sum hevur verið virkin í foroyska friðararbeiðinum, um at skriva nakrar hugleiðingar um friðarspurningar nú aftan á fridarstevnuna í Klaksvík Heri Kragesteen skrivar um friðararbeiði Fyri tey, sum hava verið virkin í friðararbeiði í Feroyum seinastu árini, er ongin ivi um, at stødugt fleiri fólk her heima taka undir við teimum krevum og vónum, sum friðartil- tek hava havt á skránni: Feroyar sum atomvápna- frítt umveldi, og verulig- gerðan av løgtingssam- tyktunum um alt hervald av landinum: Nato úr Føroyum, Føroyar úr Nato. Umframt hesi stór- politisku krøv, hava frið- artiltøk vist á. at friður ikki bert er ein spurningur um neutralitet, men at vit noyðast at geva gerandis- degnum, og hvussu vit har loysa tvísteður, gæt- ur. Í so máta er gongdin her heima hin sama sum í londunum uttanum okk- um: Friðararbeiði snýr seg ikki bert um at steðga vitleysu dubbingini, men vit mugu eisini royna at skilja, hvussu tað yvir- hevur ber til at fáa ein- staklingar til at góðtaka dubbing og hvussu til- veran kundi sæð út uttan týningarhóttan, uttan hernaðarligar loysnir í innan- ella millumtjóða tvistødum. Við eðrum orðum, skilja týdningin av figgindamyndum, PEACE MARCH'83 >" osåå-NEW YORK - WASHINGTON sum t.d. >heldur deyður enn reyður<, og tann leik- lut tær hava í krigsfyri- reikingini, ikki bert vest- anfyri, men eisini eystan- fyri. Tú fært ikki fólk at fara í kriggj, uttan at tað gevur teimum meining, og har hevur tað týdning, at tað eru »undirmenniskju« ella >drápslystnir kapital- istiskir leigusveinar< tú samanber teg við. Friðarviljin mennist Friðarviljin mennist, er min påstandur. Grund- gevingin er tey tiltøk, sum veriå hava seinastu årini. Hitt feskasta domið er til- takið norðuri í Klaksvík har ikki bert norðingar komu saman, men eisini fólk aðrastaðni úr landin- sum sostatt fingu um, høvi at tosa um álvars- málið: Hvat vilja vit við friði. hvat kunnu vit gera! Tað, sum eg serliga festi meg við í hesum til- taki, var, at tað eydnaðist fólki har norðuri at broyta ta stødu sum friðarar- beiðið her heima hevur verið í seinastu árini, nevniliga at tað fyrst og fremst hevur verið eitt Havnar-fyribrigdi. Annað domi er tó um, at ikki bert tey í Havn gera vart við sina hugsan. Stevnan, sum GÍ skipaði fyri á Kamsdali, hevði evnið »frid« á skránni. 8. mars-tiltakið í Norð- urlandahúsinum, har stødan hjá kvinnuni og friðarspurningurin blivu vidgjørd, savnaði kvinnur úr ellum Feroyum, í ellum aldri og við sera ymsikum politiskum sjónarmiðum saman. Fólk fyri Friði hevur skipað fyri friðargongum og -fundum við spurn- ingum, sum stødugt fleiri taka undir við, og er tað hesin felagsskapur, sum eigur æruna av, at Feroya Legting tók til viðgerðar Nr. 99 — 25. august 1984 og samtykti Føroyar kjarnorkuvåpnafriar = at vera. Onnur tiltøk hava eisini verið, fyriskipad av polit- iskum felagsskapum, sum bera á sama bógvin Langt á mál So vitt so gott. At stoðugt fleiri geva friðarspurning- inum gætur er hugaligt, men tá talan er um ítekilig úrslit er enn langt á mál Tað er av alt umráðandi týdningi, at friðararbeiðið komandi tíðina leggur á- herðslu á at fáa samtykt Føroya Løgtings um at- omvåpnafria ekið setta i verk, fáa hana góðtikna á millumtjóða stigi. Vit eiga at krevja av teimum fólkavaldu, at tey gera nakað við hetta mál framyvir, annars verða tey ikki vald. Og undan- ferslurnar hjá donsku stjórnini tá talan er um at virða avgerðir logtingsins, um hervaldið av landinum og kiarnorkuvåpnafria øk- ið, eiga ikki at verða góð- tiknar. Sum medundirskrivari av Helsingforsavtalunum >... Eitt hernaðarligt mål er hvor menniskja, lutur, vera ella hvort stað, sum er valt at verða gjort til onkis ella sum skal gerast óskaðiligt við vápnamegi, um so er, at hetta kann hugsast at oyðileggja vilja og evni hjá figgindanum at gera møtstødu... Hernaðarmál í einum landi falla í 4 partar: Tann beinleiðis hernaðarligi, tann búskaparligi, tann politiski og tann sålarligi...« (Handbók fyri U. S. Air-forces 1966).