Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 Í seinasta bla›i umrøddu vit nøkur forrit, sum vit í okkara gerandisdegi kunnu brúka telduna til. Talan var um teksvi›ger›, rokniark, data- grunnar, myndavi›ger›, for- riting og prenttilger›. Vit halda fram í hesum bla›num at vi›gera undirhald, undir- vísing, Internet og multi- media. Undirvísing og undirhald Ein telda kann vera gó› til undir- vísing. Teldurnar í dag eru so lættar at brúka, at sjálvt smábørn hava als ongar trupulleikar at brúka tær. Børn kunnu á telduna spæla og samstundis læra at rokna, lesa og skriva. Tían- verri finnast ta› sera fá forrit (um naka›) á føroyskum, men nøkur eru á donskum og markna›urin er í stórari menning. Børnini hava eisini møgu- leika at royna teirra kreativu evni vi› tekniforritum á teld- uni. Tey kunnu tekna og mála, gera teknifilmar vi› livandi myndum, tónleiki og øllum møguligum ljó›um. Eisini tey vaksnu kunnu royna síni kreativu evnir á telduni. Umframt at tekna og mála kann knappabor›i (tastaturi›) brúkast sum ljómbor›stangentar og at komponera tónleik vi›. Eisini er møguleiki at taka upp livandi myndir eitt nú úr sjónvarpinum og at arbei›a ví›ari vi›, til dømis at leggja tekst og a›rar effektir á myndirnar fyri sí›an at goyma myndirnar aftur á videobandinum. Undirvísing til vaksin er heldur ikki heilt ókend í telduver›ini. Hevur man eitt móthald (modem) kann man fáa samband vi› fjarundir- vísing og fáa uppgávur frá læraranum og senda loysnir aftur til hansara. Umframt ta› kann man eisini keypa undirvísingarfløgur vi› nógvum ymiskum evnum. Ein undirvísingarfløga inni- heldur ofta livandi myndir og ljó›, har ein lærari grei›ir frá. Sjálvandi finnast ein ørgrynna av spølum til bæ›i børn og vaksin, og ta› er ikki bert talan um har›lig aktion- spøl. Nógv av spølunum seta stór krøv til tín hugaheim og evnini at loysa truplar upp- gávur. Ta› er ymiskt frá spæli til spæl, hvussu stór krøv tey seta til spælaran, og ta› finnist altí› eitt spæl til ein hvønn aldur og áhuga. Tey mest vanligu spølini eru: Aktionspøl, Strategispøl, Ævint‡rspøl og Simulator- spøl. Til seinast kunnu vit nevna ein bólk, sum hvørki er spøl ella undirvísing. Ta › er til dømis leksikon, landa- kort (Atlas), Feriufyrireiking og fløgur vi› ávísum evnum (dinosaurar, havi›, astrologi og so framvegis) Internet (World Wide Web) At fáa atgongd til heimsum- fevnandi Interneti› krevur bæ›i naka› av tólbúna›i (HW) og ritbúna›i (SW), eina telefonlinju og eitt internethald hjá Olivant. Av tólbúna›i krevst ein gó›ur geril (processor), í minsta lagi ein Pentium, umframt eitt móthald sum helst er 33.600 BAUD ella K56 vi› 56.000 BAUD, ella eitt ISDN móthald. Sjálvt um man velur eitt sindur d‡rari móthald, eru peng- arnir skjótt spardir vi› ta› at internetrokningin ver›ur ta› minni. Tann ritbúna› sum skal til fær man frá Olivant, har man keypur sítt Internethald. Vi › tí avtaluni betalir man eitt fast mána›argjald, sum í løtuni er kr. 70,00. Haraftur- at kemur so Internettaksturin sum er fyri hvørt minut tú brúkar Interneti›. Í løtuni er hesin takstur 30 oyru fyri minuttin um dagin frá 08:00 til 18:00 og 15 oyru um minuttin um kvøldi og sunnudagar. Eisini skal man gjalda uppringingargjald uppá 40 oyru fyri hvørjafer› man fær samband vi› Oli- vant. Allir prísir eru vi› mvg. Tá tú bíleggur Internet- samband frá Olivant, skal tú uppgeva hvussu tú kundi hugsa tær at tín teldupost- adressa ver›ur. Teldupost- adressan hevur hetta skap xxxx@yy.fo, har X’ini standa fyri ta› tú sjálvur velur tíl dømis Hans. Sí›an kemur @ sum á føroyskum ver›ur kalla› trant "A" og merkir hjá. Aftan á @ kemur so post.olivant.fo, sum merkir at har liggur tín postkassi. Solei›is kann tín endaliga teldupostadressa blíva Hans@post.olivant.fo, um hon nú ikki er upptikin. Føroyskir stavir sum í, ó og › kunnu ikki brúkast í einari teldupostadressu. Um tú bert ætlar at brúka títt Internetsamband til teldupost, eru krøvini ikki so stór til móthald og geril- orkuna, sum tey eru um tú ætlar at "rógva út" (surfa) á Internetinum. Hóast hetta skal tú altí› taka hædd fyri at ta› ver›ur ró› út á Inter- netinum, og lat ver›a vi› at keypa ov lítla útger›, um tú vil hava fulla nyttu av Internetinum. Ta› er sera einkult at gera sína egnu heimasí›u og tá tú hevur tekna eitt Internethald hevur tú eisini goldi› fyri pláss til tína heimasí›u. Multimedia Multimedia er, sum or›i› sigur, ein samanseting av ymiskum mi›lum: Teksur, ljó›, myndir og livandi myndir. Eitt multimedia- forrit kann til dømis ver›a eitt leksikon, sum umframt tekst eisini hevur ljó› og livandi myndir. Eitt anna› dømi uppá eitt multimediaforrit er eitt spæl, har nógvu ymisku pallarnir eru filmupptøkur vi› van- ligum sjónleikarum. Fyri- munurin fram um ein vanlig- an film er at spæli er sam- virki› (interaktivt). Ta› vil siga at ta› er tú sum avger› handlingina. Ta› ber eisini til at keypa vanligar filmar á fløgu (DVD) sum kunnu vísast á telduni. sid@sosialurin.fo kelda: www.fs.dk Topp — 10 listin Mest vitja›u føroysku heimasí›urnar frá www.leitel.fo Hesa Seinastu Vikur á Sí›unavn vikuna viku listanum –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 1 1 7 #Faroese_Chat –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 2 3 13 Tí›indabla›i› Sosialurin –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 3 0 He›in Mortensen –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 4 2 13 Dimmalætting –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 5 0 Jógvan Heinesen –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 6 8 6 NSÍ –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 7 6 1 Føroya Javna›arflokkur –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 8 7 6 Leitel Tí›indi –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 9 10 1 Leitel Chat –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 10 0 Havnar Bóltfelag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Kelda: www.leitel.fo 16 Nr. 5 · hósdagur 13. apríl 2000 · 74. árgangur K@T@-horniÝ Or›alisti Or› i› ver›a n‡tt í K.T.Horninum Alnet . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Internet Datagrunnur . . . . . . . . . . . . .Database Fílaflutningur/fílaveiting . . . .Filoverførsel Forrit . . . . . . . . . . . . . . . . . .Program Geril . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Processor Heimsta›ur/heimaøki . . . . . .Domæne Ímynd . . . . . . . . . . . . . . . . . .Ikon Kervi . . . . . . . . . . . . . . . . . .Netværk Kjaksí›ur . . . . . . . . . . . . . . .Diskussionsgrupper Leitibúna›ur . . . . . . . . . . . . .Browser Leitimaskina/Netleitari . . . . .Søgemaskine Móthald . . . . . . . . . . . . . . . .Modem Ravtøkni . . . . . . . . . . . . . . . .Elektronikkur Ritbúna›ur . . . . . . . . . . . . . .Software Rógva út . . . . . . . . . . . . . . . .Surfe Samvirki . . . . . . . . . . . . . . . .Interactivt Talgildismyndatóli . . . . . . . .Digitalt kamera Telduprent forriti . . . . . . . . .Desktop Publishing Tí›indasí›ur . . . . . . . . . . . . .Nyhedsgrupper Tólbúna›ur . . . . . . . . . . . . . .Hardware Vit hava aftur hesufer› valt at tiki› nøkur skilagó› or› frá eini svunnari tí›. Í framtí›ini skulu teldur- nar ikki viga› meira enn 1,5 tons. Popular Mechanics, mars 1949 Eg havi fer›ast landi› tunt, og hitt øll tey kend- astu fólkini, og eg kann vissa tykkum um, at tekst- vi›ger› er eitt mistak, i › er gloymt á›renn ári› er av. Ábyrgdarbla›stjórin fyri búskaparligt tilfar hjá for- lagnum Prentice Hall, 1957 Men hvat er hatta mikro- chipsi› so gott fyri? Verkfrø›ingur hjá IBM, 1968 Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at nakar ynskir at hava eina teldu heima vi› hús. Ken Olson, forseti hja Digital Equipment Corp., 1977 Káta Horni› Tema: Teldukeyp: 2. partur – Hvat kunnu vit brúka telduna til? Minst til: At tá tú er á Internetinum, er telefon- linjan vanliga upptikin, solei›is at onnur ikki kunnu ringja til ella frá telefonnummarinum. Men vi› einum ISDN sam- bandi fær tú eina linju fyri seg bert til Interneti›. Ta › ber eisini til at fáa sam- band um eina felags- antennu. Hetta er í flestu førum bíligari enn vanligt Internetsamband og tú upptekur ikki teleo- fonlinjuna me›an tú er á Internetinum. Multimediforrit eru í einari sera spennandi menning, sum stillar stór krøv til telduorkuna. Ta› er tí ikki allar teldur, sum eru egn- a›ar til endamáli›. Yahoo! Ein gó›ur roknskapur Ein av heimsins størstu leitimaskinum, ameri- kanska Yahoo.com, inn- loysti vánirnar til gó›sku úrsliti› fult og heilt, og prógva›i einafer› med alla, at ta› kann lata seg gera, at vinna pening sum eitt dotcom virki. Fyrsta árs- fjór›ing í ár umsetti fyri- tøkan fyri 480 milliónir krónur. Yahoo! hevur 625 milli- ónir vitjandi dagligt, og 125 milliónir av brúkarum kring allan knøttin. Hetta ger yahoo! til eina av heimsins størstu fyritøku á sínum øki. Sambært Reuters n‡ta heili 70 prosent av ameriku- monnum, vi› alnet íbind- ing, Yahoo! innanfyri ein mána›a. Sum skilst, eru ta› serliga finanssí›urnar, i› eru sera populerar hjá fólki innan peningamarkna›in. Smátí›indi: Blaðið hjá danska javnað- arflokkinum hevði stór tíð- indi at bera okkum føroy- ingum nú um dagarnar Tríggir av fýra dønum ynskja okkum hagar piparið grør! Í hesum er einki nýtt. Ein kanning, sum Jútlandspost- urin gjørdi fyri tveimum ár- um síðani, vísti tað sama, og tann sum hevur fylgt við í donskum bløðum hesa øldina, veit at soleiðis hava vanligir danir altíð hildið. Danska imperialisman ikki fólkaynski Men higartil hevur hesin hugburður hjá vanliga dana- num ikki havt nakra ávirkan á teir danir, sum hava gjørt av, hvør politikkur ið rekast skuldi móti Føroyum. Tí hevur tað eydnast hesum máttmiklu dønum at álagt tí stóra meirilutanum av dønum, sum ikki eru im- perialistar, at gjalda skattir, sum hava verið nýttir til at keypa hesum fáu donsku imperialistunum undirtøku í Føroyum. Felda tilboðið 1906 Hetta var tað sum hendi í 1906. Tá høvdu føroyingar valt ein fólkatingsmann, sum æt Jóannes Patursson. Hann helt, at tað almenna skuldi gera íløgur í undir- støðukervið í Føroyum, so vit fingu havnir, ið kundu geva okkum møguleikar fyri at nýta tað ríka tilfeing- ið, sum var kring um oyggj- ar okkara. Aðra staðni í ríkjasam- bandi okkara hevði stats- kassin goldið slíkar havnir, eitt nú í Esbjerg. Men tá Jóannes skeyt upp, at stat- urin eisini skuldi gera tað sama í Føroyum, fekk hann at vita, at í Vesturjútlandi, har Esbjerg var, guldu íbúgvarnir skatt til statin, og so leingi føroyingar ikki gjørdu tað, kundu teir ikki rokna við at fáa nakra játtan til nakra statshavn. Tá var tað, at Jóannes skeyt upp, at føroyska løg- tingið í staðin kundi fáa heimild at krevja upp eina so stóra upphædd, at hon svaraði til statsskattin aðra- staðni í ríkjasambandinum. Tá hann so kom heim til Føroya við hesum tilboði, varð hann feldur. Hetta var ikki tí at føroyingar ikki dugdu at síggja, at tað var skilagott at fáa nýmótans havnir gjørdar, men tí at mótstøðumenn hansara søgdu, at teir kundu megna tað hann ikki megnaði, nevnliga at fáa danir at gjalda fyri hesar útbygging- ar uttan at vit skuldu gjalda nakran skatt yvirhøvur. Vit skuldu hvørki gjalda skatt til statin ella til løgtingið, og allíkavæl fáa allar teir góðar, sum hoyrdu nútíðini til. Imperialisman fíggjað við donskum skattum Hetta vallyfti kundu teir halda, tí teir fingu teir im- perialistisku danirnar at gjalda við skattunum hjá teimum dønum sum ikki tóku undir við hesum poli- tikki. Tá var tað av álvara farið undir tann politikk, sum til henda dag hevur givið atkvøður til teir før- oysku politikarar, sum reisa seg upp og siga: Vit eru menn fyri at fáa danir til at gjalda okkara vallyfti. Við hesum politikki hev- ur tað eydnast teimum fáu donsku imperialistunum at varðveita ræðið yvir Føroy- um. Viðhvørt hevur sjálv- andi verið teimum vátt und- ir føti. Í 1946 vóru teir fyri tí óhappi, at føroyingar, í staðin fyri at samtykkja at fáa heimastýri, gjørdu av at loysa frá Danmark. Men slíkt tók teir ikki av fótum. Teir søgdu tá, at kundu teirra viðhaldsmenn til løg- tingsvalið, sum kom aftaná, fáa vald ein meiriluta, sum ikki vildi seta fólkaatkvøð- una í verk, so skuldu teir fáa meir enn tær tvær milli- ónirnar, teir tá fingu um ár- ið. Hetta var nóg mikið til at vinna valið, og so kundu teir aftur hóreiggja sær sum fyrr. Tapið fyri okkum av tí at vit ikki loystu í 1946 Árið eftir, í 1947, spurdi eitt bretskt felag, um tað kundi seta upp eina radiosendistøð í Føroyum. Teir vóru fúsir til at gjalda 15 milliónir um árið fyri eitt slíkt loyvi. Men nú søgdu danir: Tað eru vit, sum hava ræðið, og vit siga nei! Fíggjarliga tapið fyri okk- um av tí at vit lótu okkum tøla av donsku lyftunum var tí ómetaligt, og tað hevur staðið við og versna øll árini síðani. Nú er so spurningurin, um tað fer at eydnast tí stóra meirilutanum av ikki-im- perialistiskum dønum at seta donsku imperialistarnar upp á pláss. Tað er at vóna, tí eydnast tað, so er tað sera lætt at skipa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Ongan blokk – men statsskatt! Tað einasta, sum skal til, er at teir donsku imperialista- nir fáa at vita, at teir sleppa ikki framyvir at fíggja poli- tikk sín við donskum skatta- inntøkum. Tá fara veiting- arnar til Føroyar halda upp- at, og føroyingar skulu gjalda sama skatt til statin sum aðrir borgarar um so er, at teir vilja vera saman við Danmark. Hetta er tað, sum danski javnaðarflokkurin nú hevur spælt út við. Enn hevur hann tó bert sagt, at blokk- stuðulin skal halda uppat, men lítið er at ivast í, at statsskatturin stendur næst- ur á skránni. Uttarliga skal óboðin sita Einki bendir á, at nakar meiriluta fæst í Føroyum fyri at vera saman við Dan- mark undir slíkum treytum. Tí er bert eitt at gera, og tað er at skipa fyri skilsmissuni á ein slíkan hátt, at sam- starvið millum ríkini bæði verður so gott sum møgu- ligt. Hetta er tað, sum nú er farið undir, og er at ynskja, at tað ikki tekur ov langa tíð, tí hvør dagur, ið livað verður saman við fólki, sum ikki ynskja at hava ein inni hjá sær, er ein pína. Zakarias Wang 11/4 2000 Óynsktir Viðmerking: Jonhard Eliasen går i Sosi- alurin den 8. april 2000 stærkt i rette med de private pengeinstitutter, som har gjort indsigelse mod forsla- get til ændring af lagtings- lov om Landsbanka Føroya. Det er næppe frugtbart her at indlade sig i en polemik med Jonhard Eliasen om lovforslagets indhold. Men det kan nok forekomme, at enkelte af Eliasens anbrin- gender gør krav på en kommentar. Jonhard Eliasen formaner pengeinstitutternes ledelser til at respektere demokra- tiet. Jeg vil helst tro, at den- ne formaning er overflødig! Men er det da i øvrigt ikke netop et kendetegn ved de- mokratiet, at borgerne har mulighed for at tage del i debatten? Og er det ikke sædvane i et demokrati, at lovforslag, som må antages at være af særlig interesse for en branche eller en inte- resseorganisation, bliver sendt til høring hos den re- levante organisation? Det skete blot ikke denne gang. Helt tilfældigt blev penge- institutterne opmærksomme på, at der i lagtinget var fremsat et lovforslag, som kan vise sig at få stor be- tydning for pengeinstitutter- nes virksomhed. Eliasen påpeger meget rigtigt, at de private penge- institutter ikke kan have et overordnet ansvar for øko- nomien. Heri er jeg ganske enig. Men lettere forbav- sende er det da, når Eliasen herefter gør gældende, at ansvaret for økonomien bør ligge hos Landsbanken. An- svaret bør vel ligge hos lan- dets demokratisk valgte for- samlinger - hos lagtinget og hos landsstyret. Ansvaret kan slet ikke ligge hos Landsbanken, som ganske mangler de virkemidler, der kræves, for at kunne føre økonomisk politik - i dette tilfælde pengepolitik. Jonhard Eliasen sammen- ligner frejdigt Landsbanki Føroya med klassiske cen- tralbanker. Men Landsban- ken er ikke nogen central- bank. En centralbank er ka- rakteriseret ved, at den kan udstede sedler. En forudsæt- ning for at kunne udstede sedler er imidlertid egen va- luta. Uden egen valuta kan Landsbanken ikke påvirke valutakursen, Landsbanken kan ikke påvirke penge- mængden, eller likviditeten, og Landsbanken kan ikke påvirke renteniveauet. Så længe Færøerne har valuta- fællesskab med Danmark, giver en færøsk centralbank ikke mere mening end en bornholmsk centralbank. Og hvem ville dog finde på at oprette en centralbank i Rønne? Landsbanken - i dette til- fælde Jonhard Eliasen - tyr på ny til argumentet om, at blot Landsbanken var ble- vet til virkelighed i 1978, havde vi ikke fået overop- hedningen af økonomien i 80’erne og det efterfølgen- de sammenbrud i 1992-93. Jeg har svært ved at tro, at Landsbanken ville have gjort nogen forskel i 80’er- ne. Og jeg har svært ved at indse, at de politiske myn- digheder i deres virke var hæmmet af, at vi ikke at have en landsbank. Når forholdene i 80’erne også i den finansielle sektor kom ud af kontrol, så skyld- tes det navnlig den særegne færøske rentebeskatning, som førte til, at det færøske renteniveau kom ud af trit med renteniveauet i Dan- mark. Et forhold, som førte til spekulation, og som førte til, at Færøerne blev over- svømmet af likviditet. Men at ændre rentebeskatningen var vel et anliggende for lagtinget. Og ikke noget, som Landsbanken kunne have taget sig af. En anden væsentlig årsag til, at den finansielle sektor - og samfundet - i 80’erne kom på afveje, var den lette adgang, som erhvervene havde til at sikre sig landsstyregarantier for lån, der ikke burde have været givet - og som uden lands- styrets garanti næppe heller var blevet givet. Men be- slutningen om at lade lands- styret stille garantier blev vel taget af lagtinget. Det var vel ikke en beslutning, som Landsbanken kunne have omgjort. Alle kan forstå, at der er behov for at samordne den offentlige likviditet. Men det kræver ikke en lands- bank. Indtil det modsatte er sandsynliggjort, er det min opfattelse, at landsstyret og landsstyrets virksomheder med fordel vil kunne vælge at udføre deres bankforret- ninger gennem de private pengeinstitutter - på Fær- øerne eller i udlandet - frem for at oprette en særlig bank til opgaven. Jonhard Eliasen gør i overskriften til sin artikel gældende, at pengeinstitut- terne må anerkende Lands- banken som myndighed. Her rører Eliasen ved et an- det problem, som pengein- stitutterne har peget på. Jeg tror, alle kan forstå, at pen- geinstitutterne føler sig usikre ved, at Landsbanken, som nu ved lov vil have udvidet sine muligheder for at konkurrere med de pri- vate pengeinstitutter, også ønsker at påtage sig en til- synslignende opgave i for- hold til pengeinstitutterne. Ingen kan bære kappen på begge skuldre. Heller ikke Landsbanken Jørn Astrup Hansen Godt ord igen Føroyavinir á føroyskum fundi í Odense Nógv fólk kring landið kenna nøvnini Curt og Ka- ren Nielsen. Tey vóru trú- boðarar í Sandoynni og møguliga aðrastaðni við í fleiri ár innan Hvítusunnu- samkomuna. Tey hava framvegis nógv samband við føroyingar á flatlondum og tey vitja eisini heim á klettarnar av og á. Leygardagin 15. apríl kl. 16 verður evangeliskur fundur við teimum báðum í hølunum hjá Luthersk Missión, Vesterbro 9 B – mitt í Odense. Málið verður eitt sindur hálvbrotið dansk/føroyskt ella føroyskt/danskt, so tað ber til at skilja bæði hjá hálvum føroyingum og hálvum dønum – (skulu vit so ganga ella plussa? – í hesum tíðum við rokni- stykkjum um føroyingar í Danmørk). Vit eru so aftur í teimum hølunum, sum vit byrjaðu í fyri skjótt langari tíð síðani og tey eru har, sum Sønder- gade kemur út í Vestergade/ Vesterbro. Tú skalt inn ígjøgnum eitt (trongt) port- ur ímillum Pizzaria Italiano og Parykhuset. Tú skalt ikki leggja í, at eitt skilti við orð- unum »Óviðkomandi onga atgongd«. Evangeliið er op- ið fyri øllum, og ætlar tú tær á evangeliskan fund, so ert tú vælkomin. Tú ert eisini vælkomin. Eftir fundin við hesum fittu gomlu fólkunum ert tú/ eru tit vælkomin til ein drekkamunn. Eru ivamál, ber til at ringja til Árna Helmsdal, tlf. 65961373. Lesið tíðindi www.sosialurin.fo