fríggjadagur 27. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 185 - 27. september 2002
Nr. 185 - 27. september 2002
5
Trivnaðarmálaráðið
hevur fyribils loyst
annan kommunu-
læknan í Vági úr
starvi. Læknin skuldi
tann 1. oktober taka
við kommunulækna-
starvi í Klaksvík, men
tað er útsett, meðan
ymisk viðurskifti við
embætisførsluni í
Suðuroy verða
kannað
HEILSUMÁL
Edvard Joensen
Annar kommunulæknin i
Vági er fyribils loystur úr
starvi. Embætisførslan hjá
læknanum verður kannað,
og setan í kommunulækna-
starv í Klaksvík er fyribils
útsett, meðan viðurskifti
læknans verða viðgjørd,
sigur aðalstjórin í Trivn-
aðarmálaráðnum.
Aibritt á Plógv, aðalstjóri
í
Trivnaðarmálaráðnum,
sigur, at grundin til av-
gerðina hjá ráðnum er tann
umrøðan, sum týsdagin var
í Sosialinum av einum ávís-
um máli, har kommunu-
læknin í Vági var uppií.
– Eingin beinleiðis klaga
um læknan er komin til
Trivnaðarmálaráðið, sigur
Aibritt á Plógv. Onkur ein-
stakur persónur hevur ringt
til okkara, men vil ikki
leggja navn til nakra klagu.
Men tá málið varð alment
gjøgnum
fjølmiðlarnar,
varð gjørt av at kanna tað,
og læknin varð biðin um at
fara heim at hvíla seg, teir
dagarnar, hon hevur eftir í
starvinum í Suðuroy. Hon
skuldi
annars
tann
1.
oktober flyta í kommunu-
læknastarv í Klaksvík.
Aibritt á Plógv sigur, at
Trivnaðarmálaráðið hevur
verið í samband við lækn-
an, og avtalað er, at læknin
skal møta á fundi í Trivn-
aðarmálaráðnum komandi
mánadag, har tosast skal
um viðurskiftini.
Trivnaðarmálaráðið
er
setanarmyndugleiki
hjá
kommunulæknunum
og
kann eisini loysa teir úr
starvi, meðan landslæknin
hevur eftirlitsmyndugleik-
an.
Aibritt á Plógv sigur, at
landslæknin eisini kannar
hetta málið í løtuni, og
vónar hon, at tann kann-
ingin er liðug til mána-
dagin, so hon eisini kann
verða viðgjørd á fundinum
millum læknan og Trivnað-
armálaráðið.
Tað er landslæknin, sum
gevur »autorisatión«, t.v.s.
góðkennir læknan fakliga,
og
Trivnaðarmálaráðið
kann ikki gera annað enn
fylgja honum.
Læknin, sum talan er um,
er amerikanari og hevur
fingið autorisatión fyri
halvt ár í senn. Kravt verð-
ur millum annað, at fyri at
vera lækni í danska konga-
ríkinum, skal viðkomandi
duga danskt.
Aibritt á Plógv sigur, at
hon veit ikki, um hesin
læknin dugir danskt. Men
hon dugir føroyskt.
Í løtuni er støðan í málin-
um tann, at Suðuroyar
sunnaru helvt hevur ongan
lækna, tí hin læknin har
suðuri er í summarfrí.
Mánadagin skal tann nú
fyrrverandi
Suðuroyar
læknin koma við síni frá-
greiðing til Trivnaðarmála-
ráðið, sum so fer at gera av,
um norðoyingar fáa ein
avloysaralækna afturat frá
1. oktober ella ikki.
Kommunulæknin í Vági loystur úr starvi
Meðan eingin lækni er í
Suðuroyar sunnaru helvt,
mugu fólk venda sær til
lækna á Tvøroyri ella til
Sjúkrahúsið
Mynd: Edvard Joensen
OLJULEITING
Jan Müller
Bretska
oljufelagið
Premieroil hevur keypt seg
inn í loyvið 204/16 og
176/20 á bretskum øki, har
Amerada Hess, Dong og
BG frammanundan eru.
Premier Oil hevur keypt
millum 16% og 20,8% av
partinum hjá British Gas,
sum var uppá 40% í hesum
loyvum. Talan er m.a. um
loyvið, har borað verður í
løtuni og sum er at meta
sum
ein
avmarkingar-
brunnur fyri oljufundið, ið
varð gjørt á landgrunninum
í fjør. Á heimasíðuni hjá
Premieroil verður víst á, at
felagið er hugað fyri at
víðka um sítt virksemi í
bretskum øki.
Felagið vísir á, at brunn-
urin, sum í løtuni verður
boraður við Amerada Hess
sum fyristøðufelag er ein
»low risk apprailsal of the
potentially
significant
Marjun-1 discovery«. Víð-
ari stendur, at feleagið hev-
ur optión uppá at taka á seg
annað virksemi, sum BG
hevur í økinum. Hetta kann
tulkast sum at Premier Oil
fyrr ella seinni hevur
møguleika at keypa seg inn
í partin, sum BG hevur í
føroyskum øki.
Tað er so eisini eitt sindur
av óvissu kring lutin hjá
British Gas í tí loyvinum.
BG var við í upprunaligu
boringini, men tá avgjørt
var at bora longur niður enn
ætlað frá byrjan, vildi BG
ikki vera við. Tað var tá, at
Amererada Hess rakti við
olju og gass. Síðani hevur
ikki verið greitt, um BG fór
at keypa seg inn aftur í tann
partin av boringini. At BG
nú selur út av sínum parti
hinumegin markið kann
benda á, at felagið er á veg
út úr føroyska økinum. Ella
at tað vil minka um sín
part.
Nýtt oljufelag við í leiting við markið
Tórbjørn Jacobsen
hevur sett Bjarna
Djurholm 13 spurnar
í sambandi við, at
landsstýrismaðurin 1.
apríl skifti út nevnd-
ina í Framtaksgrunn-
inum. Tingmaðurin
vil hava greiðu á, um
landsstýrismaðurin
royna at seta fólk í
nevndir, sum gera
sum landsstýris-
maðurin vil
FRAMTAKS-
GRUNNURIN
Eirikur Lindenskov
– Tað hevur verið róð fram-
undir, at nevndin í Fram-
taksgrunninu,
sum
sat
frammanundan 1. apríl í ár
ikki fekst at makka rætt,
soleiðis sum landsstýris-
maðurin, Bjarni Djurholm,
vildi tað, sigur Tórbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður
Tjóðveldisfloksins, sum nú
fer at seta Bjarna Djurholm
ein skrivligan fyrispurning
um nevndarvalið í Fram-
taksgrunninum.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at tað vakti miklan ans her-
fyri, tá nevndin í Framtaks-
grunninum legði frá sær.
Sagt varð beinleðis, at
nevndin ella onkur av
nevndarlimunum var kom-
in undir politiskt trýst frá
landsstýrismanninum
í
vinnumálum, Bjarna Djur-
holm.
Í viðmerkingum til fyri-
spurningin sigur tjóðveldis-
tingmaðurin, at fyri fáum
árum síðani var tað ein
ringur politiskur óvani, at
flokkar sum sótu í sam-
gongu, valdu sínar egnu
partísoldátar inn í nevndir
og ráð, onkuntíð upp á
hvamsvís, men ofta við
eini greiðari flokspolitisk-
ari ætlan.
– Fakligar ella menniskj-
ansligar
dygdir
høvdu
mangan ongan týdning.
Bara partapolitiska stempl-
ið avgjørdi, um tú nú eina-
ferð var hin rætti ella ikki,
sigur hann.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at hetta lagið tó hevur verið
frægari seinnu árini, men at
vend nú tykist vera komin í
– og sigur hann, at fleiri
slík
dømi
hava
verið
frammi seinastu tíðina.
– Hetta er ein støða, sum
eitt siviliserað nútíðarsam-
felag als ikki kann liva við,
heldur hann.
– Málið um Framtaks-
grunnin er eitt álvarsmál,
ikki minst orsakað av, at
grunnurin
umsitur
ein
rættiliga stóran part av før-
oyskari vinnu. M. a. umleið
helmingin av flakavinnuni
á landi. Og hartil størsta
søluapparatið í landinum,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at serliga í
hesum tíðum, tá tosað verð-
ur um at einskilja fyritøk-
urnar hjá grunninum, er tað
rættiliga avgerandi, at tey
átøk, sum nevndin ger,
tæna fólksins áhugamálum
sum best.
– Um so er, at nevndar-
skiftið varð ætlað sum ein
roynd at kjálka frá hesum
atliti, soleiðis, at seráhuga-
mál í samfelagnum kundu
lívgast í staðin, so er av
álvara vandi á ferð, sigur
Tórbjørn Jacobsen, sum
heldur tað vera av størsta
týdningi fyri samfelagið,
hugburðin í samfelagnum
yvirhøvur, at fólk verða sett
í størv og nevndir eftir
dugnaskapi og persónligum
eginleikum, og at flokspol-
itisk atlit ikki eru avgerandi
fyri, hvør verður valdur, og
hvør verður vrakaður.
Tórbjørn Jaocbsen vil
hava Bjarna Djurholm at
svara hesum 13 spurning-
um:
1: Eftir hvørjum metingar-
støði (kriterium) verða lim-
irnir í Framtaksgrunninum
valdir?
2: Er Framtaksgrunnurin
suverenur og sjálvstøðugur
í sínum avgerðum?
3: Hvør var ítøkiliga orsøk-
in til, at undanfarna nevnd í
Framtaksgrunninum brádd-
liga legði frá sær?
4: Tað hevur verið alment
frammi, at ósemja var mill-
um undanfarnu nevnd í
Framtaksgrunninum
og
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann. Hvør var tann
ítøkiliga orsøkin til hesa
ósemju?
5:
Landsstýrismaðurin
var ónøgdur við leikluturin
hjá fyrrverandi nevndar-
limunum í Framtaksgrunn-
inum. Hvørji viðurskifti
vóru tað, ið landsstýris-
maðurin serstakliga hefti
seg við?
6: Hvussu nógvir av nú-
verandi nevndarlimunum í
Framtaksgrunninum
eru
valdir eftir tilmæli frá um-
sitingini í Vinnumálaráðn-
um?
7: Er tað rætt, sum nú
ljóðar frá, at umsitingin hjá
landsstýrismanninum bein-
leiðis frámælti, at onkur av
nýggju
nevndarlimunum
varð valdur?
8: Hvørji mál sambært
viðtøkum Framtaksgrunns-
ins metir landsstýrismaður-
in, at nýggja nevndin kann
røkka, sum fyrrverandi
nevndin,
eftir
hansara
tykki, ikki megnaði at
fremja?
9: Skipar nevndin fyri
Framtaksgrunnin
seg
sjálva, ella skal landsstýris-
maðurin sambært viðtøkum
ella øðrum reglum skjóta
upp formannin í nevndini?
10: Hevur landsstýris-
maðurin sjálvur skotið upp
ella óbeinleiðis róð fram
undir, at ávísur persónur
skuldi gerast formaður í
nevndini,
hetta
áðrenn
nevndin hevði skipað seg?
11: Hevur nevndin rætt
til at skipa seg uttan, at allir
nevndarlimirnir eru valdir
ella hava havt møguleika
fyri at luttikið í hesi av-
gerð?
12: Eigur tað at fáa av-
leiðingar, um so er, at
nevndin hevur skipað seg
uttan, at allir nevndarlim-
irnir eru valdir ella hava
havt møguleika fyri at lut-
tikið í hesi avgerð?
13: Kann landsstýris-
maðurin, annaðhvørt hann
svarar játtandi ella noktandi
uppá spurning 12, geva
Løgtinginum eina grund-
geving fyri síni niðurstøðu?
Framtaksgrunnurin endavendast á tingi
– Tað vakti miklan ans herfyri, tá nevndin í Framtaksgrunnin-
um legði frá sær. Sagt varð beinleðis, at nevndin ella onkur av
nevndarlimunum var komin undir politiskt trýst frá landsstýr-
ismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, sigur Tórbjørn
Jacobsen, sum nú vil hava greiðu á hesum
Tann 1. apríl skifti Bjarni Djurholm út nevndina í Framtaks-
grunninum. Tórbjørn Jacobsen vil hava at vita, hvussu hetta
nevndarval er farið fram, um landsstýrismaðurin hevur fylgt
innstillingum og um hann hevur valt fólk í nevndina, sum
umsitingin beinleiðis hevur mælt frá at velja
OLJULEITING
Jan Müller
Danska
oljufelagið
DONG, sum er við í
samtakinum
»The
Faroese
Partnership«
saman
við Amerada
Hess, BG og Atlants
Kolvetni, víðkar nú um
sín lut í føroysku leiting-
ini. Felagið hevur júst
gjørt avtalu við Phillips
um at keypa tess part
uppá 20% í 9 ára loyvin-
um 006. Hini feløgini í
hesum loyvi eru Statoil
(27,5%),
Anadarko
(27,5%),
Enterprise
(Shell hevur yvirtikið),
(15.0%) og Veba (Pan
Canadian hevur yvir-
tikið), (10%)
Dong sigur á síni
heimasíðu, at orsøkin til,
at henda avtala er gjørd
við Phillips er tann, at
felagið ynskir at økja sítt
virksemi á Atlantsmót-
inum tvs. bæði vestan
fyri Hetland og eystan
fyri Føroyar. Umframt at
vera við aí loyvi 001 á
føroyskum øki, har rakt
varð við olju í fjør, er
Dong eisini við í trimum
loyvum á bretskum øki.
Tað
vísir
seg,
at
danska oljufelagið er
farið at leggja seg eftir at
koma uppí oljuleiting og
framleiðslu uttan fyri
Norðsjógvin.
Herfyri
keypti felagið upp partar
í loyvum á norskum øki
og verður hildið fram
við hesi strategiini.
Dong víðkar um
leiting í Føroyum
C
M
Y
K
5
4