fríggjadagur 27. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 185 - 27. september 2002
Nr. 185 - 27. september 2002
7
Heilaskadd í Før-
oyum eiga ongan góð-
an søgdu Elin Vang og
Jens Johannesen á
Tvøroyri við løgtings-
menn, tá ið teir komu
á Suðuroyar Ellis- og
røktarheim miku-
kvøldið
SUÐUROYARVITJAN
Áki Bertholdsen
– Heilaskadd í Føroyum
eiga ongan als ongan.
Tað bleiv tikið kontant
ímóti løgtingslimunum, tá
ið teir komu til Suðuroyar
mikukvøldið.
Alt Løgtingið var miku-
kvøldið og í gjár eina
kunnandi rundferð í Suður-
oynni, men teir høvdu ikki
meiri enn stigið í land av
Smyrli á Drelnesi, tá ið teir
fingu tað fyrstu kunning-
ina.
Og hon var frá Elini Vang
og Jens Johannesen, sum
bæði eru avvarðandi hjá
fólki, sum eru illa heila-
skadd og sum greiddu løg-
tinginum frá støðuni hjá
teimum føroyingum, sum
hava heilaskaðar.
Vegna tey bæði segði
Elin Vang, at tað er ongin
neurologiskur lækni, sum
fæst við heilaskaðar og tað
er ongin sálarfrøðingur,
sum fæst heilaskaðar.
Tað er heldur ongin sum
helst stovnur í landinum,
sum er serliga til fólk við
heilabreki.
Samstundis vísti hon á, at
tað eru rættiliga nógv fólk
við heilabreki. Í 1999 vóru
87 fólk skrásett á Lands-
sjúkrahúsinum við heila-
breki, í 2000, vóru tey 72
fólk og í fjør vóru tey 70.
– Hon legði dent á, at tá
eru tey, sum fáa heilaskaðar
í ferðsluvanlukkum, ikki
tald við.
Tískil vóru hesi fólkini
púrasta dottin niðurímill-
um. Sjálv umboðaði hon
Páll Vang, gamla landsstýr-
ismannin og borgarstjóran
á Tvøroyri og hann hevur
búð í Danmark í tvey ár, tí í
Føroyum er onki mennandi
tilboð til hansara. Jens Joh-
annesen umboðaði Elmar
Johannesen, sum hevur
líknandi skaðar, men sum
heldur ongi tilboð hevur
herheima.
Tí heitti tey bæði staði-
liga á politikararnar um at
skipa stovnar beinanvegin,
so at hesir sjúklingarnir
høvdu onkustaðni at vera
og tey handaðu eisini løg-
tingsformanninum
eina
skrivliga áheitan um hetta
sama.
Edmund Joensen, løg-
tingsmaður, takkaði fyri
upplýsingarnar og segði, at
hann var vísur í, at Lands-
stýrið fór at taka hetta við í
síni viðgerð og at løgtings-
menn eisini høvdu lagt sær
hetta í geyma.
Á Ellis- og røktarheimin-
um, nýttu løgtingslimir eis-
ini høvi til at heilsa upp á
starvsfólk og búfólk, teir
vóru runt á heiminum og á
sjúkrahúsinum og afturvið
einum kaffimunni í mat-
stovuni á skúkrahúsinum,
fingu teir eisini eina frá-
greiðing um heilsuverkið í
Suðuroynni.
Í gjár var Løgtingið á
Vónandi taka tit
trupulleikan í álvara
Tá ið politikararnir vóru á
ellisheiminum á Tvøroyri
mikukvøldið, nýtti Elin Vang
høvi til at heita staðiliga á
politikararnar um at fáa ein
stovn
fyri
heilaskadd.
Maðurin í koyristóli er Elmar
Johannesen, sum er ein av
teimum mongu, sumer dottin
niðurímillum tí at onki slíkt
heim er. Herfyri fortaldu vit
eisini søguna um Elmar her í
blaðnum
Løgtingsmenn lurta við áhuga eftir, tá ið Elin Vang og Jens Johannesen greiddu teimum frá,
hvussu átorkandi tað er at fáa ein stovn fyri heilaskadd
Tá ið tingmenn vóru á ellis- og røktarheimnum á Tvøroyri mikukvøldið, nýttu teir eisini høvi at
heilsa uppá nøkur av búfólkunum. Her er tað Óli Breckmann, sum tosar við Emmu Bech úr
Porkeri. Sanna Herdalur úr Hovi situr undir liðini á henni og tosar við Edmund Joensen, Jenis av
Rana, fyristøðukvinnuna á Ellisheiminum og Henrik Old
Peter O. K. Olofson
átti at lisið Bíbliuna
umaftur, tí hann hev-
ur misskilt hana so
dyggiliga, sigur Ing-
vør Nolsøe, sum er
ein av teimum, sum
hevur skrivað undir
yvirlýsingina fyri
rættindunum hjá
samkyndum í Føroy-
um
SAMKYND
Solby A. Eliasen
Tá Sosialurin fær fatur á
Ingvør, hevur hon ikki lisið
viðmerkingina hjá Olofson,
sum stóð í týsdagsblaðnum.
- Tað er undir mína
verdigheit at lesa nakað,
sum Olofson hevur skrivað,
sigur hon.
Eftir at hava fingið
viðmerkingina hjá Olofson
lisna
upp
í
gjøgnum
telefonina, sigur hon seg
vera púra skelkaða av, at
Peter O. K. Olofson úttalar
seg soleiðis.
Ingvør Nolsøe sigur, at
Bíblian er ein kærleiksbók,
og tá Peter O.K. Olofson
oysir sítt gor og gall útyvir
onnur við henni í hondini,
er tað omanfyri alt lág-
mark.
- Hann brúkar Bíbliuna,
sum er ein kærleiksbók at
klikkja onnur menniskju
niður við.
Jesus
prædikaði
um
kærleika, og tí haldi eg, at
Olofson má hava misskilt
Bíbliuna, tá hann las hana.
Hann átti at roynt at lisið
hana einaferð afturat.
- Eg eri skelkað av, at
Føroyar uppføra seg sum
eitt
miðaldarsamfelag.
Hvørji eru vit at døma um,
hvat er rætt ella skeivt?
Nei, nei, lat hasi neyðar
menniskjuni fáa frið, sigi
eg bara, sigur Ingvør
Nolsøe.
Hon heldur, at tað er
spýggiligt at hoyra løg-
tingsmenn
standa
og
prædika um rætt og skeivt í
hesum førinum. Tað er
sanniliga heldur ikki teirra
uppgáva at døma um, hvat
er rætt, og hvat er skeivt.
Eisini heldur hon, at hetta
má verða tað reina stemmu-
slúkarí.
Hon heldur, at tað er
ófatiligt, at vit í 2002 sita
og kjakast um fosturtøku
og samkynd.
- Hetta eru miðaldar-
trupulleikar, sum tað verður
kjakast um, heldur hon.
- Tað átti ikki at verið
neyðugt at kjakast um tað,
tí tað er onki at kjakast um.
Skulu vit hava skrásett
parlag? JA! og fría fostur-
tøku
JA!
Gev
hesum
fólkunum frið! Tað verður
tosað um, tað er normalt
ella ikki. Eg spyrji bara,
hvar er linjan, sum skilir
ímillum tað normala og
hitt? Og hvør skal gera av,
hvar hon er?
Ingvør sigur, at hon
hevur gjørt nógv fyri, at fáa
fólk
at
skriva
undir
yvirlýsingina, tí hon heldur
so avgjørt, at hesi fólkini
skulu fáa frið og ikki verða
klikkaði niður av einum
minniluta, sum tíanverri er
sloppin til orðanna.
- Tí tað er jú tað, sum Bill
Justinussen og Peter O. K.
Olofson
umboða:
Ein
minniluta í Føroyum, sigur
Ingvør, sum er sannførd
um, at meginparturin av
føroyingum ikki taka undir
við teirra víðgongdu sjón-
armiðum at enda.
Í viðmerking til tað,
sum Ingvør Nolsøe
førir fram, sigur Peter
O. K. Olofson, at Gud
hevur skapað mann
og kvinnu at liva
saman í hjúnabandi
SAMKYND
Solby A. Eliasen
Peter O. K Olofson sigur, at
um fólk taka undir við
samkyndum, so er tað
heiðinskapur, tí tað er ein
heiðin liviháttur.
- Tað er satt, at Bíblian er
ein kærleiksbók. Og at Gud
er
kærleiki. Tá
Hann
opinberar, hvat kærleiki er,
opinberar Hann, hvør hann
er, og hvat kærleiki er. Tað
vil siga, at tá vit spyrja,
hvat kærleiki er, so hyggja
vit ikki inn í okkum sjálvi,
men venda okkum til
kærleikan sjálvan, sigur
Olofson.
Hann heldur fram, at tá
Gud sigur, at at stjala,
lúgva, ótrúskapur í hjúna-
lagi og so framvegis ikki er
kærleiki, so nyttar tað onki,
at menniskju siga, at tað er
tað. Og tað er tað sama
galdandi, tá tað kemur til
samkynd.
- Um vit spyrja Gud,
hvussu vit liva í kærleika.
Hann hevur skapað mann
og kvinnu at liva saman í
hjúnarlagi. Tað lesa við í
Kærleiksbókini,
sigur
Olofson.
Hann sigur eisini, at
menniskju døma allatíðina,
hvat er rætt ella skeivt. Og
um vit onki stavnhald hava,
so endar alt við anarki.
- Kristin vita, at vit eru
syndarar. Vit koma so
lættliga út á eitt síðuspor,
og tá er tað so lætt at siga,
at tað vit gera, er rætt til
egnan fyrimun. Tá er tað, at
vit sum kristin leita til Gud
og spyrja hann.
Olofson sigur, at øll fólk
leita til eitt stað, og øll hava
eitt hugburðstað til, hvat er
rætt ella skeivt. Og tað
staðið, er Bíblian hjá teim-
um kristnu.
- Líkasum Gud hatar
syndina, men elskar synd-
aran, so mugu vit kristin
gera tað sama, og siga vit
so ja til eitt nú samkynd, so
svíkja vit tann, sum vit
elska. Vit lata viðkomandi
sigla sín egna sjógv, sigur
hann.
At enda sigur Peter O. K.
Olofson, at onki stjórnu-
vald hevur myndugleika til
at forkasta Guds vilja.
Peter O. K. Olofson:
Gud er kærleikin
Ingvør Nolsøe:
– Olofson hevur misskilt Bíbliuna
- Líkasum Gud hatar syndina, men elskar syndaran, so mugu
vit kristin gera tað sama
Ingvør Nolsøe sigur, at
Bíblian er ein kærleiksbók, og
tá Peter O.K. Olofson oysir
sítt gor og gall útyvir onnur
við henni í hondini, er tað
omanfyri alt lágmark
C
M
Y
K
7
6