fríggjadagur 27. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 185 - 27. september 2002
Nr. 185 - 27. september 2002
9
Petur Skeel Skarðsá í
Funningi heldur lítið
um lýsingarherferðina
hjá Restorffs Bryggjaríi
í samband við grind og
seyð.
- Tað var ikki øli ella
sodavatni, ið einkjan,
sum sat eftir við sjey
børnum, rópti til Guð
eftir, tá ið hon bað um,
at ein grind mátti leggja
beinini, tí annars doyðu
tey í hungri, sigur Petur
Skeel Skarðsá
KJAK
Vilmund Jacobsen
Fyrr í ár kunngjørdi Re-
storffs Bryggjarí, at felagið
fór at lata ein hóp av øli til
tann ella teir, sum funnu
fyrstu grindina í ár. Nú
herfyri lýsti bryggjaríið so
eisini við, at teir fóru at lata
leskandi til tann, sum flettir
besta veðrin í heyst - og
nakrar kassar av sodavatni
til yngsta flettaran.
Petur Skeel Skarðsá í
Funningi heldur lítið um
henda hátt hjá bryggjarí-
num at gera seg galdandi á
marknaðinum.
- Eg havi hoyrt fleiri siga
tað sama; at hetta er ein
óhóskandi og niðurgerandi
lýsingarháttur.
Tey áttu ikki
matartugguna…
Tað er serliga fyrra lýsing-
in, sum fall funningsmann-
inum fyri bróstið, tí sum
hann tekur til: "Grindin var
í flestu heimum ein Guðs
gáva, og tað er óhóskandi at
løna henni við rúsandi
løgi".
- Mær kom til hugs kon-
una, sum í gomlum døgum
sat einkja við eini sjey
børnum. Tey áttu ikki
matartugguna í húsinum.
Hon rópti til Guð um at lata
eina grind doyggja, so tey
ikki doyðu í hungri. Hon
hevði ikki meira enn biðið
um grindina, so verður ein
stór grind funnin norðan-
fyri. Tá ið grindin fer inn
um Elduvíksnes, fóru kon-
urnar oman í Funnings-
kirkju, løgdu seg á knæ
frammanfyri altarinum og
takkaðu Guði fyri stóra
fongin.
Petur Skeel sigur, at
gamalt var har norðuri, at tá
ið grindin fór inn um
Elduvíksnes,
vórðu
kirkjuhurðin og lúkurnar í
torninum og latnar upp og
ringt varð við kirkjuklokk-
uni.
- Hesin siður er hildin
uppi líka til dagin í dag,
sigur hann.
Grindavísan
Petur
Skeel
sigur,
at
Grindavísan sigur okkum
eisini,
hvussu
høgt
í
metum, grindin var. Hann
heldur tað tí vera hóskandi
at taka eini trý ørindi fram í
vísuni, sum lýsa týdningin
av grindini.
- Tað er jú ikki vist, at tey
ungu í dag vita, hvussu
velduga stóran týdning,
henda Guðs gáva hevði fyri
okkum føroyingar, leggur
hann aftrat.
Tey trý øringini í Grinda-
vísuni, Petur Skeel heldur
vera hóskandi at taka fram í
hesum sambandi, eru tvey
fylgjandi og síðan seinasta
ørindi:
"Jesus give, hun mátte dø
og Guð beskære os lykke;
til kirken i Våg på Suderø,
jeg skænker et altersmykke.
Og gid hun benene lægge
må,
de er en gruelig flok,
de fattige skulle min båds-
part få,
jeg selv får alligevel nok
Højt toner i stille midnats
stund
til Herren som hvalen gav,
de fromme salmer fra
hjertets grund,
henover det rolige Hav.
- Í dag er nógv broytt, og
fólk hava aðrar møguleikar,
men framvegis eiga vit ikki
at gloyma, hvønn týdning
grindin hevði og framvegis
hevur.
Hann dylur ikki, at hann
argast um framferðina hjá
Restorffs Bryggjaríi, ið nú
bjóðar øl sum finningarløn
fyri grind.
- Eg haldi ikki, at hesin
lýsingarháttur samsvarar
við søguliga týdningin av
grindini,
sum
bjargaði
mongum
heimi
undan
svongdini,
sigur
Petur
Skeel Skarðsá.
»Jesus give, hun måtte dø…«
- Tað er skeivt at bjóða øl sum finningarløn fyri grind, heldur Petur Skeel Skarðsá í Funningi.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Saman standa vit
sterkari, og vit
hoyrast betur, segði
formaðuri í
Grindamanna-
felagnum, tá ið hann
setti ársfundin hjá
WCW
WCW-FUNDUR
Vilmund Jacobsen
Tað
var
formaðurin
í
Grindamannafelagnum,
Ólavur Sjúrðarberg, sum
setti ársfundin hjá Heims-
ráði
Hvalaveiðimanna
(WCW) í Norðurlanda-
húsinum kl. 9.00 gjára-
morgunin.
Hann segði, at tað er ein
æra fyri Grindamannafe-
lagið at kunna bjóða til
hendan fundin og ynskti
øllum – og ikki minst
fremmandu gestunum - at
vera hjartaliga vælkomn-
um.
- Fyri fleiri av tykkum
hava Føroyar higartil verið
ókendar, men vit vóna, at
tit fara avstað aftur við
ríkum minnum um okkara
land, sum vit halda er ein
perla í Norðuratlantshavi.
Hann vísti á, at tað var á
ársfundinum í Ný Sælandi
fyri skjótt tveimum árum
siðan, at føroyingar fingu
møguleikan at skipa fyri
ársfundinum hesaferð.
- Og nú hava vit so eisini
høvi at vísa tykkum sama
blíðskap, sum okkum varð
vístur í Ný Sælandi.
Sterkari saman
Hann segði, at WCW er ein
alheims áhugafelagsskapur
fyri hvalaveiðifólk, sum
hevur til endamáls at virka
fyri rættindum limanna, ið
byggja
á
burðardygga
nýtslu av havsins súgdjór-
um.
- Saman standa vit sterk-
ari, og vit hoyrast betur. Lat
okkum gera hetta forum,
sum WCW er, størri og
sterkari, segði Ólavur.
Hann vísti á, at føroy-
ingar drepa millum 500 og
1500 hvalir árliga.
-
Grindamannafelagið
hevur 10 ár á baki næsta ár,
men føroyingar hava dripið
og gagnnýtt hval í øldir.
Ólavur vónaði eisini, at
vinarbond
tvørtur
um
landamørk verða knýtt á
WCW-fundinum,
sum
kunnu verða til gleði og
gagns fyri veiðifólk.
- Hvalur er ein stórur
partur av okkara fortíð,
nútíð og framtíð, segði
formaðurin í Grindamanna-
felagnum.
Formaður og
landsstýrismaður
Eftir, at Ólavur hevði sett
ársfundin hjá hvalaveiði-
monnum, segði formaðurin
í WCW, Tom M. Happi-
nook, nøkur orð.
Fiskimálaráðhar rin,
Jørgen Niclasen, hevði
eisini sína kvøðu til fundar-
luttakararnar, og í blaðnum
í morgin fara vit at venda
aftur til tað, sum hann
segði.
Skipað varð eisini fyri
áhugaverdum
undirhaldi
við framførslu og sangi,
bæði sum "live" og á lørift-
inum, áðrenn kaffisteðgur
var, og ársfundurin helt
fram.
Týdningarmikið at stuðla hvørjum øðrum
WCW-fundurin varð settur í Norðurlandahúsinum kl. 9.00 hósmorgunin
Mynd: Jens Kristian Vang
Kommunurnar eru til
reiðar at yvirtaka
ábyrgdina og umsit-
ingina av eldraøkin-
um við tí treyt, at
pengar fylgja við,
bæði til íløgur og til
rakstur. Helst kundu
tær hugsað sær, at
kommunuskatturin
hækkar, meðan
landsskatturin lækkar
samsvarandi. Men
meðan stóru komm-
unurnar vilja hava 9
stórar eindir, so vilja
smáu kommunurnar
als ikki hoyra talan
um at skipa
kommunalar eindir –
tað má vera upp til
hvørja einstaka
kommunu sjálva at
avgera, halda tær.
ELDRAØKIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Kommunurnar taka væl
ímóti ætlanunum um at alt
eldraøkið sum frálíður skal
leggjast út til tær at umsita
og hava ábyrgdina av. Álitið
um framtíðar uppgávubýtið
millum land og kommunur,
sum løgmaður fekk handað
í fjør, leggur upp til, at alt
eldraøkið, undantikið har
servitan krevst, verður lagt
út til kommunurnar at um-
sita og reka. Henda niður-
støða hevur síðan verið
grundarlag undir parti av
arbeiðinum at skriva eldra-
álitið. Partur av arbeiðs-
setninginum hjá bólkinum,
sum gjørdi álitið um eldra-
økið, var at koma við upp-
skoti um, hvussu økið skal
skipast í framtíðini, so
býtið millum land og
kommunur gerst greiðari.
Sum er gjalda landið og
kommunurnar helvt um
helvt av tí tað kostar at
byggja nýggj ellis- og røkt-
arheim. Tá talan er um
sambýli
rindar
landið
50.000 krónur fyri hvørt
búfólkið á sambýlinum,
meðan kommunurnar rinda
restina. Heimahjálpin, sum
landið rindar, veitir røktina
á sambýlunum, meðan ein-
staku kommunurnar gjalda
lønir til náttarvaktirnar á
sambýlunum. Eldraálitið
staðfestir, at landsmyndug-
leikarnir hava ábyrgdina av,
at uppgávu- og ábyrgdar-
býtið á eldraøkinum í dag
er so ógreitt. Víst verður á,
at landið ikki hevur megn-
að at loysa uppgávurnar á
eldraøkinum, hvørki tá tað
snýr seg um íløgur til
hóskandi búpláss, ella tá
talan er um at áseta eitt
tænastustig. Tí hava komm-
unurnar verið noyddar at
tikið um endan, serliga við
at byggja eldrasambýli.
Men at byggja sambýli
nøktar ikki tørvin hjá fólki,
sum hava stóran røktartørv,
staðfestir eldraálitið. Har-
umframt hevur tað verið
við til at gera uppgávubýtil
millum land og kommunur
uppaftur ógreiðari, tí sum
oftast
hava
tað
verið
kommunurnar, sum hava
tikið avgerð um at byggja
eldrasambýli,
og
síðan
hevur tað verið ábyrgdin
hjá
Heimarøktini,
sum
hoyrir undir landið, at veita
tænastuna.
Eldraálitið leggur greitt
upp til, at tað verður ein og
sami myndugleiki, sum
skal hava ábyrgd av at loysa
uppgávurnar, áseta kostn-
aðin og tænastustigið á
øllum tænastum á eldraøk-
inum. Víst verður á, at
trupulleikarnir verða bara
loystir, um hugt verður at
eldraøkinum
sum
ein
samanhangandi eind. Og
eisini verður greitt lagt upp
til, at tað skulu vera komm-
unurnar, sum skulu vera
myndugleikin á økinum.
Fíggjarliga uppá pláss
fyrst
Bæði felagið hjá stóru
kommununum, Kommunu-
samskipan
Føroya,
og
felagið hjá teimum smærru,
Føroya
Kommunufelag,
taka fult undir við, at
eldraøkið verður lagt út til
kommunurnar. Men Jógvan
Krosslá, formaður í KSF,
og Jacob Vestergaard, for-
maður í FKF, eru samdir í,
at nógv arbeiði skal gerast,
áðrenn til ber at leggja økið
út til kommunurnar. Páll á
Reynatúgvu hevur í hesum
sambandi lagt upp til, at
fyrireikingararbeiðið skal
vera liðugt 1.juli næsta ár,
og tá skal uppgávubýtið og
skipanin av eldraøkinum
vera komið upp á pláss.
- Stóru kommunurnar
taka fult undir við, at eldra-
økið verður lagt út til
kommunurnar at røkja,
men enn eru nógv viður-
skifti, ikki minst fíggjarligi
parturin, sum vit mugu tosa
okkum til rættis við lands-
myndugleikarnar, áðrenn
økið kann yvirtakast, sigur
Jógvan Krosslá, formaður í
Kommunusamskipan Før-
oya, sum umboðar seks tær
størstu kommunurnar í
landinum, umframt Skála
og Kirkjubø. Og at fáa
fíggjarliga partin uppá
pláss, áðrenn kommunur-
nar binda seg til nakað sum
helst, hevur stóran týdning,
slær Jacob Vestergaard,
formaður í Føroya Komm-
unufelag, fæst.
- Tað er púra greitt, at
pengar skulu fylgja við,
bæði til íløgur og til rakstur.
Landið
hevur
forsømt
eldraøkið í nógv ár, og tí
ber ikki til at kommunurnar
skulu gjalda fyri at fáa økið
dagført aftur, sigur Jacob
Vestergaard. Hann vísir á,
at nógvar íløgur skulu
gerast, og tær fara eisini at
merkja, at útreiðslurnar til
raksturin gerast munandi
dýrari.
Býtið av skattinum
broytast
Formenninir
í
báðum
k o m m u n u f e l ø g u n u m
kundu helst hugsað sær, at
býtið av skattainntøkunum
millum land og kommunur
varð broytt, tá eldraøkið
verður lagt út til kommun-
urnar. Tað vil siga, at
kommunuskattaprosentið
hækkar, meðan landsskatt-
urin lækkar tilsvarandi.
Men úrslitið má ikki gerast,
at samlaði skatturin økist,
eru teir samdir um. Men
áðrenn tað kann gerast má
greiða fáast á øllum fíggj-
arligu viðurskiftunum, so
til ber at siga, hvussu stórur
partur av skattinum fer til
eldraøkið, vísa teir á. Jógv-
an Krosslá leggur afturat, at
verður økið lagt út til
kommunurnar longu 1.juli
næsta ár, so verður helst
talan um at kommunurnar
fáa eitt slag av blokkstuðli
fyrsta árið, meðan fyri-
reikingarnar at broyta býtið
av skattakrónunum verða
gjørdar.
Kommunurnar betri
førar fyri at røkja økið
Jógvan Krosslá metir, at
kommunurnar eru betur
førar fyri at røkja eldraøkið
enn landsmyndugleikarnir.
Hann vísir á, at tá komm-
unurnar
hava
yvirtikið
økið, verður tættari millum
brúkaran og myndugleik-
arnar. Tí fara kommunurnar
at føla tað sum eina skyldu
at gera nakað fyri at nøkta
stóra bráðfeingis tørvin á
búplássum til eldri, sum er í
samfelagnum í dag. For-
maðurin í KSF nevnir sum
dømi, at tá barnaansingin
varð løgd út til kommun-
urnar at røkja, valdu flestu
kommunurnar at raðfesta
hetta økið sera høgt, møgu-
liga kendu tær seg noyddar
til tað av íbúgvunum í
kommununi, og tí er eisini
nakað hent á økinum. Og
sama væntar hann fer at
gera seg galdandi á eldra-
økinum.
Eindir ella ei
Í eldraálitinum verður lagt
upp til, at eldraøkið verður
býtt upp í ávíst tal av
kommunalum eindum, sum
hvør í sínum lagi hava
ábyrgdina av øllum eldra-
økinum í sínum parti av
landinum. Í álitinum verður
ikki tal sett á, hvussu nógv-
ar eindir talan verður um,
men formaðurin í arbeiðs-
bólkinum, sum skrivaði
álitið, Jákup H. Foldbo,
sigur, at tær helst skulu
vera onkunstaðni millum
fimm og tíggju.
Formaðurin í Kommunu-
samskipan Føroya sigur, at
KSF í øllum viðurskiftum,
og sostætt eisini á eldra-
økinum, arbeiðir við níggju
eindum. Tær eru Norð-
oyggjar, eystur Eysturoy,
vestur Eysturoy, Sunda-
lagið, Streymoy, Vágar,
Sandoy, norður Suðuroy og
suður Suðuroy.
Formaðurin í Føroya
Kommunufelag,
Jacob
Vestergaard, kann als ikki
taka undir við tankanum
um at leggja eldraøkið út til
eitt ávíst tal av kommu-
nalum eindum at røkja.
- Eg eri grundleggjandi
ósamdur við tankan um at
skipa nakrar kommunalar
eindir, sum so hvør í sínum
lagi skulu yvirtaka eldra-
økið. Í staðin haldi eg, at vit
eiga at leggja upp til eitt
frívillugt samstarv, har
kommunurnar sjálvar finna
út av, hvussu tær loysa
trupulleikan, sigur Jacob
Vestergaard. Hann vísir á,
at summar kommunur væl
kunnu hugsast heldur at
vilja keypa t.d. nøkur røkt-
arheimspláss frá øðrum
kommunum, heldur enn
sjálvar at byggja røktar-
heim, og tann møguleikin
eigur at standa opin. Jacob
Vestergaard leggur afturat,
at kommunurnar, heldur
enn at verða trýstar niður í
nakrar eindir, skulu fáa
møguleikan at samstarva,
sum teimum lystir.
Kommunurnar vilja fegnar
yvirtaka eldraøkið
Eisini Føroya Kommunufelag tekur undir við at eldraøkið
gerst ein kommunal uppgáva. Jacob Vestergaard, formaður í
FKF, kundi tó hugsað sær, at lagt varð upp til frívillugt
samstarv millum kommunurnar, heldur enn at skipa ávíst tal
av kommunalum eindum
Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, tekur
undir við, at eldraøkið eigur at leggjast út til kommunurnar at
hava ábyrgdina av og røkja
C
M
Y
K
9
8