fríggjadagur 27. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 185 - 27. september 2002
Nr. 185 - 27. september 2002
11
Stóra narkomálið við
tí nógv umrødda
bakmanninum, sum
er ákærdur, er nú
liðugt viðgjørt í Østre
Landsret, og dómur
skal nú sigast í
málinum. Staðfest-
ingin av nøgdunum
fær mestur størstan
týdning, tá áramál
skal setast á
fongsulsrevsingina
NARKOMÁLIÐ
Heri á Rógvi
Hin 16. januar í ár gjørdi
løgreglan í Føroyum størstu
atsóknina av sínum slag í
Føroya søgu. Talan var eitt
umfatandi kerv av rúsevna-
seljarum, smuglarum og
keyparum, sum varð av-
dúkað, mest sum alt í senn.
Níggju mans vórður hand-
tiknir hendan sama dagin,
og fleiri vórður handtiknir
seinni.
Løgreglan
gjørdi
tá
greitt, at ein bakmaður eis-
ini skuldi vera millum teir
handtiknu. Hesin sami, ein
36 ára gamal dani, ið hevur
búð í Føroyum síðani síðst í
áttatiárunum, hevur sein-
astu dagarnar verið í lands-
rættinum, har ákæra er reist
móti honum. Hann varð hin
31, mai í ár dømdur at sita
2 ár og 9 mánaðir í fongsul
í Føroya rætti. Seinni fekk
hann ein mánað afturat, tá
alt málið ikki kundi av-
greiðast í einum. Tann
ákærdi kærdi úrsskurðin
hjá Føroya rætti til Eystara
landsret. Málið er seinastu
dagarnar viðgjørt í Eystara
landsrætti. Kæran snýr seg
fyri tað nógva um at fáa
niðursett revsingina, men
eisini í einkultum førum
snýr tað seg um, at tann
ákærdi krevur frídøming.
Dorthe Møller Andersen
er ákærið í málinum. Hon
sigur, at málið stórt sæð er
tað sama sum í Føroya
rætti.
– Ákæruritið er broytt eitt
sindur í nøkrum ákærum,
men stórt sæð er talan um
tað sama, sigur Dorthe
Møller Andersen.
Ákæruritið er í 33 punkt-
um. Fyri ein stóran part
hevur tann ákærdi játta seg
sekan, men stríð er oftani
um mongdir.
Tann 36 ára gamli er
ákærdur fyri brot á grein nr.
191 í straffulógini, sum er
soljóðandi:
»Den, som i strid med
lovgivningen om euforiser-
ende stoffer til et større an-
tal personer eller mod bety-
deligt vederlag eller under
andre særligt skærpende
omstændigheder overdra-
ger euforiserende stoffer,
straffes med fængsel indtil
6 år. Angår overdragelsen
en betydelig mængde sær-
lig farligt eller skadeligt
stof, eller har overdragelsen
af et sådant stof i øvrigt
haft en særlig farlig karak-
ter, kan straffen stige til
fængsel i 10 år.
Stk. 2. På samme måde
straffes den, der i strid med
lovgivningen om euforise-
rende stoffer indfører, ud-
fører, køber, udleverer,
modtager, fremstiller, for-
arbejder
eller
besidder
sådanne stoffer med forsæt
til at overdrage dem som
nævnt i stk. 1.”
Tey »euforiserende« evn-
ini talan er um í hesum
málinum eru amfetamin,
kokain og hassj. Talan er
um dusandi evni, ið øll eru
forboðin sambært listanum
yvir dusandi evni hjá Sund-
hedsministeriet.
Bæði
løgreglan
og
ákæruvaldið hava fleiri
ferðir gjørt greitt, at talan er
um størsta mál av sínum
slag í Føroyum. Málið fyllir
í orðsins rætti týdningi eis-
ini nógv. Ringbind eftir
ringbind fylla í hesum rætt-
arsal 1 í J.C. Schrøders
gøtu, har landsrætturin hes-
ar dagar hevur fingið inni-
vist.
Løgreglan hevur í eitt
longri tíðarskeið fylgt tí
ákærdi og øðrum nær. Talan
hevur m.a. verið um avlurt-
ingar.
Vitnini
Hyggja vit eftir dóminum í
Føroya rætti, so kunnu vit
lesa burturúr honum, at
tann ákærdi varð dømdur 2
ár og 9 níggju mánaðir. Av
tí at eitt vitni, sum átti lut í
einum parti av ákærunum,
ikki kundi vera til staðar, tá
málið var fyri í Føroya
rætti, valdi rætturin at taka
tann parti av ákæruni fyri
seg. Tá vitnið aftur varð
tøkt, kom tann ákæran fyri
Føroya rætt, og tann ákærdi
fekk tá ein mánað afturat
upprunaligu fongsulsrevs-
ingini.
Dómarin greiddi í sam-
bandi við dómin frá, at
hann legði størstan dentin á
tær frágreiðingar, ið vitnini
góvu í málinum. Í dómin-
um ger dómarin, Jørgen B.
Petersen, greitt, hvørjar frá-
greiðingar frá vitnum, ið
hann metir vera trúligar, og
grundar dómin á hesar.
Tann ákærdi verður av Jør-
gen B. Petersen dømdur
fyri smuglan av tveimum
kg. av hassji og søla av har-
umframt ellivu kiloum.
Somuleiðis er talan um
bæði sølu og at vera við-
virkandi til smugling av
bæði amfetamin og kokain.
Mongdirnar eru so lagdar
saman, og úrsskurðin er eitt
samanlagt tal av hesum.
Mongdirnar, ið dómarin
kom til, vóru væl lægri enn
tær, ið ákæruvaldið helt
vera rættar, og hægri enn
tær
verjin,
Christian
Andreasen, helt vera tær
røttu.
Í teimum flestu førum
eru vitnini bæði ákærd og
dømd fyri teirra part av
ákæruni í egnum rættar-
máli.
Vitnini í Eystara lands-
rætti hava fyri so vítt verið
Narkomálið nærkast endaligari avgerð
Tann »høvuðsákærdi« í stóra narkomálinum fær nú at vita, hvat landsrætturin heldur um hansara gerðir. Stór spurnartekin vórðu í rættinum settar við, hvar inntøkurnar frá rúsevnasøluni eru
júst tey somu sum í Føroya
rætti. Okkurt vitni er ikki
biðið um at koma aftur. Tað
sama vitni, ein føroyingur,
sum ikki var til staðar í
Føroya rætti, hevur heldur
ikki vitna í landsrættinum.
Orsøkin er, at vitnið siglir
við fiskiskipi í løtuni og
kann tí ikki vera tilstaðar.
Hansara frágreiðing frá
Føroya rætti varð lisin upp.
Talan verður ikki um, at
tann parturin av málinum
verður viðgjørdur fyri seg í
Eystara landsrætti.
Øll vitnini í málinum
havt beinleiðis samband
við tann ákæra og hansara
leiklut í føroyska rúsevna-
umhvørvinum.
Eitt vitni hevur smuglað
rúsevni, hassj og kokain, til
Føroya fyri tann ákærda.
Vitni arbeiddi sum flogtæn-
ari, og hann kundi sostatt
flyta rúsevnini millum Før-
oyar og Danmark. Vitnið er
sjálvur dømdur eitt ár
handan rimarnar.
Onnur vitni hava greitt
frá, at tey hava keypt og í
fleiri førum eisini selt
rúsevni fyri tann ákærda.
Av einum vitni verður hann
kallaður fyri »tann leiðandi
rúsevnaseljarin í Føroy-
um«. Sami vitni vil eisini
vera við, at tann ákærdi
hevur rúsevnini sum livi-
breyð.
Felags fyri ein stóran part
av vitnunum er tað, at hesi
hava nýtt rúsevni sjálvi, og
hetta hevur sett síni spor í
minninum á teimum.
Fyri flestu »kundarnar«
hjá tí ákærda er tað gald-
andi, at teir fyrst hava fing-
ið rúsevni ókeypis í sam-
band við veitslur ella líkn-
andi. Síðani eru hesir byrj-
aðir at keypa frá honum.
Onkur hevur fyri tað nógva
selt víðari til onnur. Talan
er eftir øllum at døma um
ein rættiliga stóra skara av
føroyingum, ið umvegis
seljarar eru kundar hjá tí
ákærda.
Tann ákærdi hevur eisini
sjálvur vitna í rættinum, og
hann hevur fyri ein stóran
part játtað seg sekan.
Mongdirnar
avgerandi
Sum áður nevnt givið
fongsulsrevsing eftir nøgd-
unum á rúsevnum. Seinastu
dagarnar hevur viðgerðin í
Eystara landsrætti eisini
snúð seg um mongdir.
Dorthe Møller Andersen
greiddi í málevnisumrøð-
uni frá, at vanliga í Føroy-
um gevur søla av einum
kilo av hassji 60 dagar
fongsul.
Út frá hesum er tað lætt
at skilja, at tað altumráð-
andi hjá tí ákærda, at nøgd-
irnar verða gjørdar so lítlar
sum gjørligt. Serliga tey
»hørðu« evnini, t.e. kokain
og amfetamin, geva væl
strangari revsing.
Tað hevur gingið slag í
slag við teimum nógvu
vitnunum. Í ákæruritinum
verður ein mongd ásett, og
hesi heldur ákærin seg so
til. Verjan harafturímóti set-
ir spurnartekin við mongd-
ina. Tá greið prógv ikki
fyrileggja um mongdir, so
skapar hetta ein iva, og
hetta roynir verjin at fáa
sum mest burturúr. Oftast
liggur nøgdin, ið tann
ákærdi metir vera rætta,
nakað væl undir tí, ið ákær-
in og ofta vitnini siga. Van-
liga
»minnast«
vitnini
rættiliga illa, og saman-
lagda nøgdin er oftani ein
meting útfrá títtleika av
keypum osfr.
Í Føroya rætti var tað sum
nevnt fyrst og fremst tær,
sambært dómaranum, trú-
ligu frágreiðingarnar, ið
góvu bonus fyri ákæran.
Hvar eru pengarnir?
Tað er fatanin hjá ákæru-
valdinum og løgregluni, at
tann ákærdi er eitt slag av
einum bakmanni – ein
professionellur
rúsevna-
samskipari, ið samskipar
størsta partin av rúsevna-
søluni í Føroyum.
Talan er, sambært ákæru-
valdinum, um rættiliga
stórar nøgdir, og hetta
skuldi eisini givið nakrar
krónur á kistubotnin hjá tí
ákærda. Í Føroya rætti varð
tann ákærdi dømdur at
gjalda 650.000 kr. Hetta
skuldi verið vinningurin
fyri søluna. Hesar pengarn-
ir hevur rætturin tó ikki
fingið, og nógv týður uppá,
at landið ongantíð fær
pengarnar.
Bæði løgregla og ákæru-
vald hava nevniliga, sam-
bært tí, sum er ført fram í
landsrættinum, ikki ánilsi
av, hvar vunnið peningurin
fyri rúsevni hjá tí ákærdi
eru. Pengarnir kunnu vera
goymdir í Danmark, men
tað hevur ikki eydnast at
prógva nakað. Løgreglan
hevur gjørt eina økonom-
iska analysu av fíggjarstøð-
uni hjá tí ákærda. Har eru
teir komnir til, at tann
ákærdi hevur stóra skuld í
sambandi við virkið hjá
honum, ið millum annað
hevur givið bløð út.
Ákæruvaldið heldur tó
fast við, at tann ákærdi hev-
ur vunnið 1,3 mió. uppá
rúsevnasølu. Tað er komið
fram í rættinum, at vinning-
urin fyri hassj hevur verið
um 50 kr./g, fyri amfetamin
um 300 kr./g og fyri kokain
einar 800 kr./g
Prísurin fyri hassj í Før-
oyum er – ella hevur verið,
tá ákærdi seldi – 125 kr./g.
Amfetamin fæst fyri einar
800 kr./g, og tað skulu
1,600 kr. til fyri at keypa
sær eitt gram av kokaini.
Tann ákærdi kann vísa á
eina
skuld
hjá
sínari
fyritøku áljóðandi millum
150-200.000 kr.
Í sama viðfangi kunnu vit
nevna, at fleiri av vitnunum
hava greitt frá, at heilar
árslønir – upp til 350.000
kr. – eru nýttar til at keypa
rúsevni fyri.
Heldur ikki er tað komið
fram í hesum málinum,
hvaðani rúsevnini koma
frá. Greitt er, at tey koma úr
Danmark til Føroya. Í fleiri
førum hevur verið talan um
ein millumann, men einki
kom sum so fram í Eystara
landsrætti, hvaðani evnini
upprunaliga koma frá ella
hvør selur tey til Føroya.
3 ár og 9 mánaðir
Síðani 17. januar í ár hevur
tann ákærdi – tann høvuðs-
ákærdi – sitið fongslaður.
Sostatt hevur hann í skriv-
andi stund sitið innibyrgdur
í hálvanníggjunda mánað.
Hetta verður so drigið frá
revsingini, ið hann verður
dømdur av landsrættinum.
Dorthe Møller Andersen,
ákæri, segði í málevnisum-
røðuni, at 3 ár og 9 mánaðir
er hóskandi straffur fyri
lógarbrotini hjá tí ákærdi.
Christian Andreasen heldur
harafturímóti, at straffurin í
mesta lagi kann vera 20
mánaðir.
Greitt er, at tann ákærdi í
mesta lagi kann verða
dømdur fýra ár handan
rimar.
Áðrenn
Eystari
landsrættur fer av landinum
verður revsingin væntandi
greið.
Møguleiki er at kæra úr-
skurðin hjá Eystara lands-
rætti fyri Hægsta rætti.
Tann kæran fær tó bert
ávirkan á sjálva longdina á
revsingini. Tann endaliga
avgerðin um skuld verður
staðfest í landsrættinum.
Dómur verður sagdur
fríggjamorgunin kl. 8.45.
Kokain verður gjørt av bløðunum á
kokaplantuni, Erythroxylon coca.
Plantan er úr hálendinum í Suður
Amerika og dyrkast m.a. í Kolumbia,
Bolivia, Ekvador og Peru.
Talan er um tað kraftigast náttúrbas-
eraða evni, ið gjørt verður.
Kokain er eitt av teimum mest tørv-
elvandi rúsevnunum.
Rúsurin, ið fæst við at taka evni, er
treytaður av hvør mongd nýtt verður,
persónligheitin hjá brúkaranum og tað,
ið brúkarin væntav av evninum.
Kokain hevur sama virkning sum
amfetamin og virkar doyvandi í støðum.
Kokain kann etast, drekkast, sniffast
ella sproytast í kroppin.
Prísurin í Føroyum liggur um 1.600
kr./g
Amfetamin er eitt sentralstimulerandi
eftirgjørt evni, oftani kent sum speed og
»pepper«.
Undir seinna heimsbardaga varð
amfetamin nýtt av soldátum fyri at teir
skuldu halda seg vaknir í fleiri døgn
uttan steðg.
Amfetamin er í reinum formi eitt
hvítt ikki luktandi evni, men er
»vanliga« at síggja í øðrum litum eisini.
Amfetamin er ofta at siggja í tablett-
um.
Prísurin í Føroyum liggur um 800
kr./g
Kokain í
strípum at
sniffa
Evnini
Kokain
Amfetamin
Amfetamin
C
M
Y
K
11
10