Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 185 - 27. september 2002 Nr. 185 - 27. september 2002 13 Nú er endaliga staðfest, at tørvurin á ellis- og røktar- heimsplássum eins og líknandi búplássum er næstan 250. Hetta hava aðrar metingar víst, og fyrrverandi læknin á Skala, Sigvald Kristiansen, hevur roknað út, at veruligi tørvurin er umleið tvífalt so stórur, ella umleið 500 pláss til okkara eldru. Bráðfeingistørvurin er omanfyri 100. Henda neyðars støða hjá okkara eldru og sinnisveiku bar í sær, at til seinasta val hevði Javnaðarflokkurin fremst í valskránni at útvega 250 búpláss til okkara eldru. Hetta vallyftið kom á dagsskránna í valstríðnum sum so, og allir flokkar tóku undir við, at tað er neyð- ugt at útvega 250 búpláss í hesum valskeiði. Landsstýrismaðurin í hesum máli, Páll á Reymatúgvu, sleppur tí undan at skulu grundgeva fyri at fáa tær neyðugu útreiðslurnar á uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, og fáa ta neyugu játtanina samtykta á Føroya løgtingi síðst í hesum ári, tí allir flokkar hava sagt seg at taka undir við, at her skal nakað gerast. Nú kenna vit ikki uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár, men tað er liðugt og farið til prentingar, tí tað skal í seinasta lagi leggjast fram mánadagin. Hinvegin ber til at gera broytingar og koma við nýggjum uppskot- um, tá uppskotið verður viðgjørt í Figgjarnevndini, so her er eingin umbering. Kortini vita vit, at tað hevur verið ein grúulig politisk togan at fáa kabalina at ganga upp. M.a. tí, at íløgurnar eru avmarkaðar fyri at halda tær á passaligum støði búskaparliga, so at tær ikki hita búskapin ov nógv, og tí at so stórur partur frammanundan er oyramarkaður til samferðsluna. Samferðslan er neyðug, men tað er torført at skilja hjá teimum, sum eru í svárari neyð – tað veri seg tey eldru og teirra avvarðandi – at íløgur í tunnlar, havnir og eitt stórt og dýrt strandfaraskip skulu takast fram um tann átroðkandi tørvin á búplássum til okkara eldru. Nú leggur álitið, sum landsstýrismaðurin fekk handað mikudagin, upp til fleiri alternativa loysnir. M.a. at byggja út sambýlini, so tey kunnu hýsa tungum sjúk- lingum, tey kalla, eisini. Vit skulu á hesum stað ikki meta um, hvat er rætt ella ikki, men bara heita á politiska myndugleikan um at bera skjótt í bandi og finna ta best hóskiligu loysnina. Latið ikki tær neyðugu fyrireikingarnar drukna í orða- skifti um býtið millum land og kommunur, uppskotið um at býta landið í nøkur øki, hvar tey nýggju heimini skulu byggjast ella hvar tað skal byggjast uppí. Nú er at vóna, at løgtingið er so mkið at sær komið, at aðrar óneyðugar íløgur verða lagdar til viks eitt ávíst áramál, so vit veruliga kunnu taka eitt tak fyri okkara eldru – tey, sum bygdu hetta land. DAGSINS MEINING Sosialurin Tørvurin er staðfestur – brettið nú upp ermar! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Dan R. Petersen Fuglafjørð Áðrenn sjómenn mynstra, skulu teir hava eina lækna- váttan. Hetta er bæði rætt og rímiligt. Í samband við hetta skulu teir útfylla eitt skjal, har spurt verður um sjúkur og brek hjá viðkom- andi gjøgnum tíðirnar. Hetta er eisini rætt og rími- ligt, um læknaváttanin kemur í rættar hendur og bara har. Men í síðsta teigi, áðrenn sjómaðurin skrivar undir, stendur hesin naski tekst- urin."Undirritaði gevur við hesum samtykki til, at upplýsingar um fyrrver- andi sjúkur kunnu fáast frá læknum, sjúkrahúsum, øðrum viðgerðarstovnum og almennum myndug- leikum" Tað stendur onki í skjal- inum um, hvør fær hesa blankoheimild. Á høvdin- um á læknaváttanini stend- ur Sjóvinnufyrisitingin, so man kan ganga út frá, at alt starvsfólkið har, frá Jørgen Niclassen og Kaj P. Mortensen til yngsta kon- tórfólk kunnu sneyta í sjúkrasøguni hjá sjófólki. Hvør lóg gevur teimum heimild til hetta? Eg spurdi mín egna lækna, um hetta ikki var at ganga fólki ov nær. Tað kundi væl tykjast so, men annars skuldi Pál Weihe hava læknaváttanina. Hugsi mær, tað er tí, hann er arbeiðsmedisinari. So vítt eg veit, er hann undirgivin heilsumálastýrið. So í minsta lagi tvey aðalstýrir kunnu søkja sær upplýs- ingar um heilsustøðuna hjá sjófólki, leggja tey í. Heilsustøðan er millum mest persónligu viður- skiftir hjá fólki. Haraftrat kemur at mynduleikarnir valla hava rætt at krevja hesa víðgongdu heimild. Eg fari tí at biðja Jørgen Niclassen ella avvarðandi broyta blankettina til læknaváttanina í stundini. Eisini fari eg at heita á Óla Jacobsen fakfelagsformann um, at hava eyguni við, at hetta verður gjørt. Tí sjálvandi skal privatlívið hjá sjófólki verjast sum hjá øllum øðrum. Michael Jensen Samanhangur er ikki í øllum og serliga ikki, tá tað kemur til møguleikan at íðka ítrótt í Havn. Umstøðurnar hjá summ- um ítróttargreinum eru tað reina luksus, og hjá øðrum eru umstøðurnar vánaligar ella als ikki til staðar. 3 fótbóltsvallir og eingin rennibreyt Rennarar og onnur, sum íðka frælsan ítrótt, eru full- komiliga gloymd burtur. Hetta kemst ivaleyst av, at lobbyistarnir fyri fótbólti, tennisvølli og hondbótli tosa harðari enn lobbyist- arnir fyri tí frælsa ítróttin- um. Synd fyri frælsan ítrótt. Tað er ikki altíð so lætt at skilja ímillum lobbyistar, politikkarar, feløg og Tórs- havnar Býrað, tí ofta eru hetta tey somu fólkini, sum sita báðu megin borðið. Kanska er hetta orsøkin til, at rennibreytin ikki er stungin út í kortið enn. Kanska geva rennibreytir ikki líka nógvar atkvøður, sum fótbólturin gevur, og tí er eingin rennibreyt komin enn. Okkara góði Gundadalur er "proppaður" við 3 fót- bóltsvallum, 1 tennisvølli, 1 badmintonhøll, 2 stórum ítróttarhøllum og 1 svimji- hyli, og uttanfyri býin liggur eisini 1 golfvøllur. Ein høvuðsstaður við so nógvum møguleikum eigur at gera sítt til, at ein renni- breyt eisini kann sleppa upp í part, tí tað kann ikki vera rætt, at vit skulu hava so nógvar fótbóltsvallir og onga rennibreyt. Skúlbørn og rennibreytin Rennibreytin skal verða til okkum øll. Skúlabørn, motións-rennarar, Bragdið og havnafólk sum heild. Serliga er tað áhugavert fyri skúlabørnini, at tilber at renna undir betri um- støðum enn í dag, har tey fyri ein stóran part noyðast út í ferðsluna at renna. Skúlarnir vísa ivaleyst eisini rennibreytini áhuga, og hetta kann tí eisini verða við til at menna um áhugan fyri renning í síni heild. Ætlanin við breytini er væl saktans, at hon skal nýtast so nógv sum gjørligt. Tí er umráðandi at skúlar- nir eisini sleppa uppí part hesum viðvíkjandi. Rennibreytin verður óiv- að veruleiki um nøkur ár, men vit skulu so eisini ígjøgnum eina proces sum eitur, "hvør skal sleppa at renna har og nær". Í hesum sambandi er umráðandi, at hetta verður samskipað við manér. Kanska áttu havnafólk at stovna ein grunn, júst á sama hátt sum Poul Mich- elsen gjørdi við sínum Tórsvølli, tí so ber alt til. Tað er umráðandi at vanligi havnamaðurin altíð kann fáa atgongd til rennibreytina. Gundadalur - eitt prima øki Rennibreytin má liggja í Gundadali ella nærhendis, tí veður og vindur hava ein týðandi leiklut á eini renni- breyt. Tað er umráðandi at leggja sær hetta í geyma, áðrenn breytin verður bygd, tí staðið er avgerandi fyri, um fólk fara at nýta hana ella ikki. Ov nógvur vindur má vera við breytina, og tí er Gundadalur enn økið, sum ivaleyst stendur ovast á ynskilistanum hjá okkum flestu. Politikkarin hugsar ikki á sama hátt, tí hann skal bara gera ein breyt so bíliga sum gjørligt. Men spurningurin er so, um tað ikki er tað bíligasta og besta loysnin at leggja hana á Tórsvølli. Uttanum um fótbólts- vøllin vildi verið eitt ideelt stað. Aðrar loysnir eru ivaleyst eisini á breddanum, men sum skilst verða tær nógv dýrari. Tað er nevniliga ikki líkamikið, hvar breytin verður løgd. Tað mugu po- litikkarar, relevantar nevnd- ir og áhugabólkar hava í huganum. Stórur tørvur er á eini rennibreyt í Havn. Rennibreytin má koma Læknaváttan til sjófólk Góði John S. Myllhamar Brynhild Thomsen, journalistur Takk fyri títt lesarabræv í Dimmalætting 25. septem- ber, har tú fílist á yvirlýs- ingina til frama fyri rætt- indi teirra samkyndu og mín leiklut í tí sambandi- num, herundir samrøðuna við meg í Útvarpinum 21. september. Eg eri sera takksom, tí lesarabrævið hjá tær gevur mær høvi at rætta nakrar misskiljingar, sum eyð- sýniliga eru íkomnar. Lat meg byrja við tí, sum eg eisini nam við í Útvarpi- num, at eg altíð fari at stríð- ast fyri rættinum hjá funda- mentalistiskum muslimum, fundamentalistiskum krist- num - ja, einhvørjum fundamentalisti - at vera til í Føroyum og eisini at liva so sum hennara sannføring býður henni, um landsins lógir annars verða hildnar og viðkomandi er í landi- num lógliga. Tað merkir, at um fundamentalisturin hev- ur hug at ganga við sløri, lata skeggið grógva, at tala í tungum ella praktisera hondsálegging, ja, so meini eg avgjørt at hesin serligi livihátturin skal vera loyvd- ur. Eg haldi ikki, at onnur eiga at sleppa at blanda seg í lívsførsluna hjá funda- mentalistunum. Á sama hátt meini eg, at aðrir minnilutar, til dømis tey samkyndu, skulu hava rætt at liva sum fræls menn- iskju í Føroyum. Og júst tí samkyndi minnilutin hevur verið forfylgdur í Føroyum, meini eg, at tað hevur stór- an týdning, at hesin bólkur- in fær eina serliga verju ímóti mismuni og sjálvandi sleppur at skráseta seg í parlag. Tey samkyndu eru jú partur av diskriminati- ónsparagraffum í vælvirk- andi demokratium, og tað sanniliga ikki uttan grund. Stutt sagt, so haldi eg, at uppgávan hjá demokrati- num er at skapa karmarnar fyri eini ørgrynnu av ymiskum meiningum og liviháttum, sum skulu sleppa at vera til. Markið gongur sjálvandi har, ið traðkað verður á onnur individ. Lat meg líka stað- festa, at eg av fullum huga taki undir við revsilógini, sum ikki loyvir bankarán- um, pædofili ella morði. Tað er sjálvandi møguligt at gera sum fundamentalist- iskir samfelagsbólkar halda: At lata eina ávísa kristna tulking avgera, hvussu lógirnar skulu smíðast í Føroyum. Men so eru Føroyar ikki longur eitt demokrati. So eru Føroyar fullkomiliga farnar burtur frá tí norðurlendsku demo- kratisku traditiónini, men líkjast heldur londum í Miðeystri, har átrúnaðarlig prinsipp stýra lóggávuni. Hesi átrúnaðarligu prinsipp eru høgt hevjað yvir alt demokratiskt kjak, tí her er talan um absoluttar sann- leikar, dikteraðir úr erva. Eg gangi inn fyri demo- kratii, og sum demokratur fari eg altíð at stríðast fyri, at demokratiið sleppur at virka. Tað merkir, at eg ongantíð fari at góðtaka, at ein einstakur bólkur við eini serligari sannføring, skal sleppa at taka demo- kratiið frá okkum og seta í gildi átrúnaðarligar lógir ella aðrar formar fyri dikta- tur, eitt nú kommunismu ella fascismu. So um fundamentalist- iskir muslimar ella funda- mentalistisk kristin vilja taka yvir og seta sínar átrúnaðarligu lógir í verk í Føroyum, so eri eg ein av teimum, sum avgjørt ikki vil sita hendur í favn, men brúki mín demokratiska rætt til at stríðast sum úlvur á skóg fyri demokratinum! Eg haldi tað vera neyðugt at rætta eina misskiljing hjá tær, John S. Myllhamar. Tá tú leggur Útvarpið undir “kommunistiska atferð”, tí tú ikki sjálvur slapp framat mikrofonini hendan leygar- dagin, so er tað ikki rætt. Framferðarhátturin hjá Út- varpinum er júst ein verja av tí vanliga journalistiska frælsinum, sum er ein av hornasteinunum í demokra- tinum. Einhvør kann ikki koma og krevja at sleppa framat mikrofonini, heldur ikki løgmaður. Tað avgera journalistarnir og teirra leiðarar einsamallir. Og tað merkir jú ikki, at talu- og skrivifrælsið er sett úr gildi. Millum annað hevði tú títt lesarabræv í Dimmalætting og kom við tínari meining. Og tá tað snýr seg um homofobiskar meiningar, haldi eg ikki, at tit hava grund til at grenja. Homo- fobarnir hava sín egna landsstýrismann, sum hev- ur næstan óavmarkaða at- gongd til fjølmiðlarnar. Tað er fínt og vísir, at demokra- tiið virkar, hóast tað neyvan kann sigast at vera eitt framstig fyri demokratiið, at fundamentalistarnir vórðu bodnir við í stjórn. Harafturat rokni eg við, at um vit tímdu at telja saman, so hava vit í føroysku fjøl- miðlunum sæð nógvar, nógvar ferðir fleiri innlegg av homofobiskum slagi enn innlegg, sum tala søk teirra samkyndu. Tú leggur meg og hini sum hava skrivað undir yvirlýsingina at siga, at “allir” føroyingar happa tey samkyndu. Nú dugi eg ikki at siga, hvaðani tú hevur hesa upplýsing, men eg kann siga, at hon sjálvandi er skeiv. Tað, sum eg haraft- urímóti kann siga er, at samkyndir føroyingar hava verið happaðir og vanvirdir í Føroyum og hava eisini ofta verið fyri hatursálopum. Tí hava flestu opnu samkyndir før- oyingar verið noyddir at flyta av landinum fyri at sleppa at liva eina virðiliga tilveru. Eins og tú kenni eg eisini nógvar føroyingar. Eg kenni nógvar føroyingar, sum sjálvandi ganga inn fyri at veita teimum sam- kyndu teirra sjálvsøgdu rættindi, og sum ongantíð høvdu kunnað hugsað sær at happa ella lagt á sam- kynd fólk. Men tað merkir ikki, at slíkt ikki hendir. Og higartil hevur forfylgingin ikki fingið aðrar avleiðing- ar enn tær, sum tann sam- kynda einsamøll má taka á seg: Nevniliga at flyta av landinum. Tí er tørvur á, at hesin bólkurin verður nevndur í diskriminatións- paragraffini, soleiðis sum tey vælvirkandi demokrati- ini hava samtykt at gera tað. Annars halda tey, sum happa ella hava hug at sláa tey samkyndu jú, at mynd- ugleikarnir halda tað vera í lagi at bera seg so at ímóti okkara medmenniskjum. Tú, John S. Myllhamar, gert teg til talsmann fyri, at tad er ein sjúka at vera sam- kyndur. Tú sigur okkum ikki, hvaðani tú hevur hesa “upplýsing”. Men eg kann siga tær, at WHO, alheims- felagsskapurin hjá S.T., ið globalt stríðist ímóti sjúk- um, longu fyri mongum ár- um síðani strikaði homo- seksualitet av listanum yvir sjúkur. Tó kann eg nevna, at áður hava verið fólk, ið halda, at homoseksualitetur er ein sjúka. Kristiliga Dagblaðið hevði herfyri eina grein um danska nazistalæknan, Carl Værnet, ið helt sum tú, John S. Myllhamar, at homoseksualitetur var ein sjúka. Kristiliga Dagblaðið skrivaði greinina í sam- bandi við, at bókin “Værnet - Den danske SS-læge i Buchenwald” kom út. Nazistalæknin varð head- huntaður av Heinrich Himmler og SS - fyrst til hertiknað Prag, síðani til KZ-leguna, Buchenwald. Himmler var helsligin av tankanum um tað full- komnu germansku rasuna og setti øll segl til fyri at útrudda homosexualitet. Í Prag og í Buchenwald framdi Værnet síðani sínar tvingsilsviðgerðir, sum tíð- um endaðu við, at “sjúk- lingarnir” doyðu av “við- gerðini”. “Viðgerðirnar” móti “sjúkuni” virkaðu sum kunnugt ikki, og Himmler og Værnet noydd- ust tungir í huga at viður- kenna, at upp móti 10 pro- sentum av teirra “reinu” rasu vóru homosexuell. Mong teirra endaðu sum kunnugt í gassovnunum hjá nazistunum saman við jød- unum. Í bók síni “Moderniteten og holocaust” skrivar Zyg- munt Baumann, at totaliteri staturin hjá nazistunum »dehumaniseraði« læknar- nar, sum annars eiga at virka FYRI teirra med- menniskjum. Hann skrivar, at samvitska teirra spaku- liga druknaði í totaliterism- uni. Demokratiið skýggjar sum kunnugt allar formar fyri totaliterismu. Eg eri sera bilsin av at síggja, at tann forfylging, sum nazistarnir framdu ímóti jødum og homoseks- uellum, ikki hevur lært all- ar føroyingar at humanisma og frísinni framvegis eru einasta gongda leiðin í ein- um nýmótans samfelagi. Tú nevnir eisini, at sam- kynd kunnu blíva lekt fyri sína sjúku við at koma í kirkju. Er tad soleiðis, at allar sjúkur kunnu lekjast við at fara í kirkju? Til dømis eisini krabbamein? So má tann logiski konse- kvensurin vera, at tú og tíni ikki fara til lækna, - hatta orðna tit í kirkjuni. Og so ert tú vælsaktans eisini fyri, at vit niðurleggja lands- sjúkrahúsið? Í hesum sam- bandi vil eg vísa á frálíka norska dokumentarfilmin, “«BE - skitne, syndige meg», sum er grundaður á dagbókina hjá kristna og homosexuella Bjørn Eriki, ið tók lívið av sær, bara 20 ára gamal. Dagbókin snýr seg um hansara stríð móti sínum homosexuella identi- teti, eftir “góðum ráðum” frá norsku kirkjuni. Annars nevnir tú nakað, sum ferð eftir ferð verður havt á lofti: At Føroyar er eitt kristið samfelag. Eg kundi hugsað mær at vita, hvat tú ítøkiligt leggur í staðfestingina, “kristið samfelag”. Fyri meg eru Føroyar fyrst av øllum eitt demokratiskt samfelag, har meirlutin óivað játtar kristnu trúnna. Hetta hava tey sjálvandi allan rætt til og skulu eisini hava allan rætt til framyvir. Lat meg enda við einum spurningi til tín, John S. Myllhamar: Hvat er tað, heilt ítøkiligt, sum tú og tíni missa, um løgtingið sam- tykkir, at tað ikki skal vera loyvt at gera mismun ímóti teimum samkyndu, og at tey samkyndu skulu sleppa at skráseta seg í parlag? John S. Myllhamar Í tíðindasendingini á mið- degi 21. september, fekk Brynhild Thomsen sjón- varpskvinna veruliga høvi og fríar teymar frá sínum starvsfeløgum í Útvarpi Føroya, at folda seg út við mikrofonina, tá ið hon oysti úr sær skuldsetingar móti tíggjutúsundtals føroying- um, sum ikki eru limir í pinkubólki hennara, at teir jagstra tey samkyndu av landinum við áspýting og hóttanum av ymiskum slagi. Eg havi spurt tíðinda- deildina í Útvarp Føroya, um tað kann vera rímiligt, at ein slík álvarsom skuld- seting kann standa óátalað, men látast teir sum einki. Væntaði kortini, at teir lótu ein, sum ikki hevur meldað seg sum lim í bólkin hjá Brynhild Thomsen, sleppa framat í tíðindasendingini um kvøldið at lýsa sakina frá aðrari síðu og koma við rættleiðingum. Men Gud hjálpi mær, um teir ikki ístaðin komu við Turid Debes Hentze, einum limi í sama bólki, at gera við- merkingar og supplera tað, ið Brynhild Thomsen hevði ført fram fyrr um dagin. Men kanska hava tíðinda- fólkini ikki so nógv skil fyri hesum máli, og tískil ikki duga at seta saman fólk við ymiskum áskoðanum á økinum, so skal vera borið yvir við teimum. Hesum tíðindafólkum skal so hvørt heim í Føroy- um kortini løna við 1.500 krónum árliga, at tala sak- ina hjá minni enn 1% av føroyingum. Tað tykist sum,at tað ikki enn er gingið upp fyri Út- varp Føroya, at kommu- nisman longu hevur spælt fallitt í størsta partinum av heiminum, tí teir tykjast støðugt at liva í subjektiva sovjetiska loftmiðlatil- standinum, har Tass helt vanliga borgaranum langt burtur frá mikrofonunum? Tíðindafólkini í Útvarp Føroya kunnu vera so sub- jektiv og ódemokratisk, sum teimum lystir, og gera akkurát tað, tey finna fyri gott. Tey kunnu bæði siga ósatt og geva fólki eina skeiva mynd av persónum og viðurskiftum í samfelag- num, uttan at tað fær nakrar fylgjur, tí lurtarin, um hann verður fyri órætti, hevur ongan møðuleika at koma við viðmerkingum og rætt- leiðingum. Nøvnini Tú gerst ikki kløkkur av teimum nøvnum, sum hava undirskrivað seg sum limir í bólkinum hjá Brynhild Thomsen. Útvarps- sjón- varps- og blaðfólk, sjón- leikarar, rithøvundar og listafólk, ikki var annað at vænta. Hetta eru tey, ið siga seg vera okkara mentan - ja, eg meini tað. Kortini kann onkur misfata undir- skriftirnar, tí har eru nøvn, sum eru fleirnevnt. Kenni fólk í Føroyum, sum eita Óli Hansen, Finnur Han- sen, Ólavur Olsen, Anna Dam, Heri Joensen og onn- ur nøvn á listanum. Eru hetta eins kenningar, ið skrivað hava undir? Kann illa trúgva tí. Men onkur kann lættliga misfata. Ein, ið nevnist Eyðun Andreassen hevur eisini meldað seg til. Tú freistast at hugsa, at hetta er okkara Útvarp Føroya og mentannarbólkurin hjá Brynhild Thomsen VIÐMERKINGAR C M Y K 13 12