Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í ár hevur VB vunnið bæði dreingja- og unglingadeildina, og t FØROYAMEISTARAR Jákup Mørk Hóast besta mansliðið hjá VB hevur verið í mest sum hálvtungum sjógvi alt kappingarárið, so er einki at ivast í, at tey í felagnum hava nógvar aðrar orsøkir til at fegnast í hesum døgum. Seinastu vikuna hava bæði dreingja- og unglinga- liðið í felagnum vunnið Føroyameistaraheitið, og sum vera man, so verður nógv gjørt burturúr. Eitt nú var skoti við fýrverki á bæði Drelnesi og í Vági, tá dreingjaliðið mikukvøldið kom heimaftur úr Havnini, har teir eftir dystin móti HB fingu handað steyp og heiðursmerki. Av serligum slag Tað er í sjálvum sær merkisvert, at eitt felag sum VB skal taka sær av gullkrónunum í tveimum fylgjandi aldursbólkum, men í felagnum sjálvum eru tey ikki í iva um, hvør orsøkin til hetta er. - Tað er miðvísa ung- dómsarbeiðið, sum vit hava gjørt seinastu árini, sum eru orsøkin til hetta. Ikki bara eftir at vit fingu milliónina frá UEFA men eisini í árunum undan hesum, hevur felagið framt eitt miðvíst arbeiði, har vit hava havt útbúnar venjarar til øll liðini, og tað er gleiðiligt, at vit nú síggja somikið góð úrslit av hesum, sigur formaðurin í felagnum, John Henrik Holm. Ikki minst er hann fegin um, at bæði liðini eru vorðin føroyameistarar, hóast nógvar umstøður hava tosað ímóti hesum. - Unglingaliðið er mest sum meinlíkt dreingjalið- num, sum í fjør gjørdist meistarar, og hava sostatt framvegis tvey ár eftir í unglingadeildini, so tað í sjálvum sær er ótrúliga flott. - Dreingjaliðið er eisini mest sum nýtt, og í ár byrjaði liðið í økiskapping- ini. Tað vil siga, at tá farið varð undir endaspælið, vóru teir trý stig aftan fyri oddaliðið, men kortini hava teir megna at vunnið, og tað er ótrúliga flott av teimum, sigur ovurfegni formaðurin um liðini. Og sjálvur tykist hann eisini hava ilt við at fata, at tað skal ganga somikið væl, sum tað hevur gjørt. - Hyggur tú at fólka- talinum, so er tað flott, bara tað at vit kunnu manna eitt lið, og at vit so kortini skulu síggja so nógv talentir millum hesar leik- ararnar er mest sum ótrú- ligt. Tað vísur bara, at hesir dreingirnir eru gjørdir av heilt serligum slag. Teir eru snøgt sagt vinnaratypir, sum nokta at tapa. Mynda framtíðina At enda er sjálvandi eisini nærlagt at spyrja formann- in, hvørt hesir báðir ár- gangirnir ikki geva honum góðar vónir fyri framtíðina hjá felagnum, og hesum játtar hann sjálvandi. - Tað er ikki bara hesir. Vit síggja í dag, at tað eru nakrir framúr góðir leikarar í mest sum hvørjum ár- gangi hjá okkum, og málið hjá okkum má eisini vera at ala so nógvar egnar leik- arar, sum yvir høvur gjør- ligt. Vit hava sjálvandi havt nógvar útlendskar leikarar á besta liðnum seinnu árini, men málið má verða, at vit skulu hava so nógvar av okkara egnu sum gjørligt. - Og tað ivist eg heldur ikki í, at vit fáa. Møguliga verða tað nakrir av teimum, sum nú eru meistarar, sum mynda liðið næsta ár, ella kanska verður tað árið eftir. Men at teir sláa ígjøgnum fyrr ella seinni eri eg ikki í iva um, sigur formaðurin at enda. Nr. 185 • fríggjadagur • 27. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Aftur í ár fer B36 at skipa fyri uttan- dura firmakapping, og verður hendan hildin Í Gundadali 12. oktober Firmakapping Jákup Mørk Eftir at flestu fótbólts- áhugaðir føroyingar nú í nakrar mánaðir hava staðið kring ymsu vall- irnar í landinum – og helst gera tað tvey viku- skifti afturat – eru vit nú komin til tíðina, har tað eisini ber til hjá áskoð- arum at gera vart við seg. Í øllum førum hjá teimum, sum hava onkr- ar fótbóltsglaðar starvs- felagar. Nú komandi vikuskifti fer HB at hava sína firmakapping, sum er ein innandurakapping, og 12. oktober er tað so B36, sum skipar fyri, tá árliga uttandura-firma- kappingin verður hildin. Hetta er fjórða árið á rað, at B36 skipar fyri kappingini, og mett eftir undirtøkuni ber neyvan til at siga annað enn, at kappingin hevur fingið sera góða undirtøku. Sum vant, tá talan er um firmakapping, so verða ávísar treytir sett- ar fyri, hvussu sterk lið- ini hjá ymsu fyritøkun- um kunnu vera. Hetta verður í ár gjørt soleiðis, at tað ikki er loyvt virkjum at nýta leikarar, sum hava tikið lut í lands- ella steypakapp- ing hjá feløgunum í trimum teimum ovastu mansdeildunum. Reglurnar eru annars so, at spælt verður við sjey leikarum á hvørjum liði, men í alt kunnu 12 leikarar vera á hvørjum liði, tá eykaleikararnir eru íroknaðir. Meðan kappingin fer fram, er sjálvandi møgu- leiki hjá luttakarunum at sita inni í hølunum hjá B36 og fáa sær ábit av onkrum slag, soleiðis at bíðitíðin millum dystir- nar ikki kennist alt ov long, og eftir at alt er avgjørt, verður handan av heiðursmerkjum og steypum, sum Skipa- smiðjan Føroyar letur. Uttandura firmakapping Ungdómsarbeiðið í Vági blómar Dreingjaliðið hjá VB var trý stig aftanfyri, tá endaspælið byrjaði, men kortini gjørdust eisini teir meistarar. Á liðnum í ár, sum varð vant av Predrag Zivkovic, leiktu: Bergur Poulsen, Arthur Tausen, Marner Ludvig, Poul Poulsen, Dan Poulsen, Bjartur í Lágabø, Heðin Poulsen, Jón Samuelsen, Poul N. Poulsen, Martin Poulsen, Fróði Thomsen, Andre Kjærbo, Niklas G. Joensen, Hartman Hansen og Lukasz Cieslewicz Mynd: Álvur Haraldsen Unglingaliðið hjá VB, sum gjørdust meistarar, varð mannað við: Heini Jacobsen, Allan Kjærbo, Hálvdan Heinesen, Birni Kjærbech, Heini Larsen, Jákup Olsen, Jónar B. Dahl, Eyðstein í Lágabø, Jákup Sørensen, Andras Kjærbo, Kári í Lágabø, John Poulsen, Allan Smedemark, Jóan Pauli Thomasen, Símun Samuelsen, Jan Vestergaard, Hans Allan Niclasen, Eyðfinn Ludvig og Rasmus Nolsøe. Venjari hjá liðnum er Hans Nielsen Mynd: www. vb1905.fo 15 14 Nr. 185 - 27. september 2002 so fitti fyrrverandi lærara- vikarur í Skálavík, sum ný- liga hevur gjørt vart við seg í sambandi við samanset- ingina av vísindaligu sið- seminevndini, at hann í protest móti ekstremu høgrakreftunum er lopin av vegnum og yvir í vinstru gryvjuna, við at melda seg inn í bólkin hjá Brynhild. Men møguliga ger ein hon- um órætt, tí fleiri aðrir før- oyingar eita Eyðun og fleiri hava eftirnavnið Andreas- sen. Tá ið ein vil almanna- kunngera navn sítt, so mátti tað minsta verið, at sett starv og bústað undir, og ikki kamuflerað seg við, at fleiri eita tað sama sum ein sjálvur. Sekularisering Kravið hjá teimum ment- aðu, sum manna bólkin hjá Brynhild Thomsen, er, at føroyska samfelagið ikki longur skal byggja á tey kristnu lívsvirðini, men vera sekulariserað, tað merkir, at vit skulu burtur- av gera Føroyar til eitt verðsligt samfelag. Ja, so- leiðis stendur svart uppá hvítt í áheitanini frá bólki- num. Somu fólk tosa í dag um minnilutadiktatur. Men her er sanniliga tal- an um minnilutadiktatur, so tað stendur eftir, tá ið ein bólkur, sum ikki telur so frægt sum 1% av Føroya fólki, skal trumfa síni sjón- armið ígjøgnum at galda allar føroyingar, og, sum gevur løgtinginum harra- boð, at tað skal uppfylla teirra krøv og eingi onnur. Happing At allir føroyingar, undan- tikið trýhundraðmanna- bólkurin hjá Brynhild Thomsen, happar tey sam- kyndu, er ikki smávegis skuldseting. Jú, tá ið ikki hjálpir við góðum, so verð- ur gripið til tey skitnu vápn- ini, ósannindi og illgitingar. Tosi við mong menniskju millum ár og dag, eisini um hetta málið, og tað ikki bara fólk, sum koma í kirkju ella eru virkin í politikki, men vanlig menniskju á gøtuni. Hóast tey ikki síggja nakra meining við, at lóggeva fyri at samkynd ganga saman í paralag og hjúnalag, havi eg aldri hoyrt nakran teirra happað ella vanvirt tey á nakran hátt. Persónliga eri eg eisini bara eitt vanligt kirkjufólk og ikki limur í nøkrum pol- itiskum flokki, og teir mongu víttgangandi átrúnabólkarnir í Føroyum, eru líka fjart frá mær, sum bólkurin hjá Brynhild Thomsen. Hvat viðvíkur happing frá einstøkum menniskjum, verður trupult at verja seg fyri. Tað hava altíð verið einstaklingar, ið hava happ- að. Børn vera happað í skúlanum, brekað vera happað, tey, ið eru øðrvísi enn fjøldin, vera happað, menn umborð á skipi hava verið happaðir av einstak- lingum, men fyri tað kann hetta ikki sigast at vera generelt. At gera tað til happing, at fjøldin av landsins íbúgv- um ikki góðtekur allar lóg- ir, sum einstaklingar krevja at fáa settar í verk, er við síðuna av. Ivaleyst finnast einstakir føroyingar, sum vildu havt deyðarevsing setta aftur í gyldið í Føroy- um. Skullu so hesir fáa teirra krav ígjøgnum móti fjøldini av fólkinum, sum ikki vil tað? Ikki øll samkynd líka Samkynd eru ymisk sum øll onnur. Tað eru samkynd, sum eru agressiv, ágang- andi og frek, og sum sópa allar aðrar meiningar til viks. Tey vilja einki hava við kirkjuna gera, men spotta alt, sum er andaligt og kristiligt. Kortini skulu tey inn í kirkjurnar at verða vælsignað sum hjún. Men tað eru eisini sam- kynd, sum veruliga hava tað trupult. Ikki eru tað hesi, sum seta krøvini, sum bólkurin hjá Brynhild Thomsen kemur við. Tey vita, at teirra kynslív er avlagað. Fleiri teirra koma eisini í kirkjuligt umhvørvi, og høvdu ikki funnið uppá at sett kirkjuni krøv, at hon skal gera teirra kynslív nor- malt. Tey vita, at tey ikki eru skapt soleiðis, men at ymisk viðurskifti, eitt nú umhvørvið, tey hava livað í sum børn og í uppvøkstri- num, hevur avskeplað teirra sexuallív. Tey eru vorðin misbrúkt av foreldrum, familjulim- um o.ø. Hesi menniskjuni hava tørv á kærleika, um- sorgan og fatan, og tað er skylda okkara, at vera góð við tey, og ikki bagatelli- sera teirra trupuleika. Heldur ikki eru tað hesi, sum royna at skapa óneyð- ugt stríð um hetta mál. Tey, sum skapa stríðið og øsa upp fólkið, eru har aftur- ímóti bólkar, sum tann hjá Brynhild Thomsen. Um mentannarbólkurin hjá Brynhild Thomsen saman við Útvarpi Føroya skal avgera, hvussu før- oyska samfelagið skal myndast í framtíðini, eru útlitini døpur. Men vónandi dugir vanligi føroyingurin at sálda meginpartin frá og siga nei takk til tað, sum hesi borðreiða við og vilja tvinga niður í okkum. Heitt skal vera á Bryn- hild Thomsen og bólk hennara: Latið vera við at brúka tey samkyndu sum amboð í tykkara leiki, at sekularisera samfelagið, og harvið leggja tyngri byrðar á herðar teirra, enn tær, tey longu knógva undir. Javnaðarflokkurin Tíðindaskriv Hósdagin 26. sept. fer for- maður Javnaðarfloksins Jó- annes Eidesgaard, løgtings- maður á vitjan í Skotlandi og Onglandi. Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing frá Labour Party, sum held- ur landsfund í komandi døgum í Blackpool. Hóskvøldið verður Jóannes gestur hjá Anne Begg, MP fyri Aberdeen South til ársveitsluna hjá skotska Javnaðarflokki- num. Fríggjamorgunin, tá Pet- erhead Fish Market letur upp, verður Jóannes gestur hjá stjóranum á Peterhead Harbours. Peterhead Fish Market er størsti fiski- marknaður í Norður Ev- ropu. Tað verður sagt, at Peterhead Fish Market ávirkar vanligu fískaprís- leguna, sum so aftur merk- ir, at tey, sum selja og keypa fisk aðrastaðni, skeita til marknaðin í Peter- head fyri at vita, hvussu prísurin er. Sostatt kann sigast, at fiskamarknaðurin í Peterhead hevur stóran týdning fyri keyp og sølu av fiski í allari Evropu. Seinnapartin fríggjadag- in verður vitjað á Robert Gordon Universitetinum í Aberdeen. Robert Gordon Universitetið er sera áhuga- vert, tí seinasta ár fingu 98% av teimum lesandi arbeiði ella vóru farin at lesa víðari. Hetta er besta úrslit, eitt bretskt universi- tet kann vísa á. Robert Gor- don hevur eisini fleiri før- oyskar studentar umframt teir, sum eru fjarlesandi. Leiðslan á Robert Gordon ger nógv burtur úr, at næm- ingarnir skulu hava eitt til- knýti til starvspláss, og tí eru avtalur gjørdar við bæði virkir og stovnar um at fáa tey lesandi at arbeiða har í styttri og longri tíðarskeið í samband við sjálvan lestur- in. Hetta tryggjar, at sam- svar ert ímillum lesnaðin á universitetinum og starvs- møguleikar eftir loknan lestur. Sunnudagin verður landsstevnan hjá Labour sett í Blackpool í Onglandi. Væntandi heldur Tony Blair røðu týsdagin, og millum forvitnisligu gesta- røðarnar hesuferð verður fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton. Væntandi verður kreppan við Irak eitt av høvuðsevn- unum í røðuni hjá forsætis- ráðharranum, og tað er mangt, sum bendir á, at hann kann rokna við at fáa nógvar atfinningar. Millum aðrar røðarar er eisini Patriciu Hewitt. Hon er ráðharri við vinnumálum og hon fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er, at kvinnur og menn býta maktina ímillum sín fyri at fáa samfelagið at virka bet- ur. David Blunkett, sum er ráðharri við innanríkismál- um fer at svara spurningum um gøtukriminalitet, in- tegratión av flóttafólki og innflytarum, útbreiðslu av hashi og øðrum evnum. Á ráðstevnuni verða eis- ini sokallaðar workshops, har ráðharrar og onnur hava eitt upplegg, sum luttakar- arnir síðani kjakast um. Workshop er nógv brúktur hóttur til tess at fáa viðgjørt mál Sum vanligt er til slíkar fundir, verður ein røð av mótmælisgongum framm- an fyri hølunum, har lands- fundurin heldur til. Í løtuni er tað revaveiðan, sum er aktuel, men møguleikn fyri mótmælisgongu ímóti hvalaveiðu, er ikki óhugs- andi. Á landsfund hjá Labour Party VIÐMERKINGAR Pól H. J. Debes Skopun Tað er »In« í dag at ganga nakin um miðjuna, so at nalvin sæst. Eg veit um tvey – ein mann og eina konu – ið ikki kundu »prála« av at hava nalva. Tey búðu í einum urtagarði eina tíð, men seinni virk- aðu tey uttan fyri urtagarðin. Tað er langt síðani tey livdu og vóru í ætt við allar føroyingar. Hvørji tey vóru? Omma tín eigur at vita. »Nakin um miðjuna« Hans Birgir Hansen Mr. Big Eg havi nógv at stríðast fyri og ímóti øllum etableraðum bløðum, útvarpum, sjón- varp, ið kunnu dragast til svars fyri at skapa falska propaganda mótvegis brúk- arum! Tað er tá ið hesi tæna Multinationalum oljufyri- tøkum & heilivágsfyritøk- um, ið skaða føroyskan bú- skap og samfelag við at villleiða vanligar brúkarar kring landið! Tað síggja og hoyra vit fleiri ferðir um vikuna, tá ið fólkið á bløð- um, útvarpum, sjónvarpi lata seg prostituerað mót- vegis áðurnevndu fyritøk- um hesi seinastu árini! Tað er eitt ólukksáligt svínarí, at diskriminera tey skrivandi og talandi, ið uppihalda bløðum, útvarp- um og sjónvarpi í mun til áðurnevndu fyritøkur, ið fáa ókeypis PR í dag! Tað eru øll hesi og fólk innan almenna, privata, land, kommunu, ríkið, ið í felag skapa falska propa- ganda mótvegis vanligum brúkarum kring landið og í Havnini í dag! Tað er tá ið ein vísir til, hvussu avskeplað og kapp- ingaravlagað øll búskapar-, samfelags-, handils- og vinnulig viðurskifti eru kring landið í dag! Tað er tá ið ein vísir til, hvussu grundleggjandi skeivt og órættvíst alt er skipað við atliti til áður- nevndu viðurskifti, ein ger vart við í lesarabrøvum í bløðunum! Tað hevði verið til størri sóma, um blað-, útvarps- og sjónvarpsfólk tóku stig til at virka fyri at skapa neyðugu javnvágina í allan tíðindaflutning sum skjótast! Tað vanligum brúkarum tørvar er at kunna fylgja við tí, ið røkist úti í tí dagliga, fjøltáttaða virksemi, ið uppiheldur øllum samfe- lags- og húsarhaldsvirk- semi í dag! Tí skuldu blað-, útvarps- og sjónvarpsfólk roynt at fingið sett seg inn í viður- skiftini hjá vanligum brúk- arum, ið hava ilt við at sláa ígjøgnum falska propa- ganda. Tað hevði verið gott, um tit kundu broytt tykkara hugsjónir, atburð, hugburð og málburð sum skjótast! P.S. Eg skal arbeiða ímóti slíkum fyritøkum! Dagspressa & fjølmiðlar falska propaganda! Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið C M Y K 14