Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 185 - 27. september 2002 KÍ dumpaði í verjuspælinum At KÍ kvinnurnar ongantíð hava verið undir rættuligum trýsti í landskapping- ini kom illa við, tá tær mikukvøldið hittu framúr góða svenska meistaraliðið EUROPA CUP Jóannes Hansen Í heimligu kappingini hava KÍ kvinnurnar verið eina- ráðandi í ár. Samstundis sum tær hava vant og spælt dystir, so hava tær savnað pening og fyrireikað seg til Europa Cup bólkaumfarið, sum tær í hesi vikuni eru í. KÍ kvinnurnar hava vitað, at mótstøðan í Europa Cup kappingini í Umeå í Svøríki fór at vera av heilt øðrum slagi, enn hon hevur verið í Føroyum. Og mikukvøldið fingu tær rættuliga at kenna, hvussu nógv betri svenska meistaraliðið, Umeå, er, enn føroyska meistaraliðið. – Vit taptu 7–0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3–0. Úrslitið var ikki so nógv at siga til. Vit vóru undir støðugum og stórum trýsti, og vit vistu, at tað fór at verða trupult, tí okkara lið er ongantíð í føroysku kappingini undir trýsti. Tá tú hevur tapt 7–0, so ber illa til at siga, at tað gekk væl. Men tað gekk, sum vit kundu rokna við. Tá okkara gjørdust ov bráðar og lupu á frammi á vøllinum, so vórðu tær umgangandi sektaðar. Mótstøðuliðið fór ígjøgnum í borðunum, og trý av málunum vórðu stút- aði eftir innlegg. Tær bæði skallaðu og sparkaðu sum menn. Vit megnaðu ikki at spæla okkum til møguleik- ar, men onkra løtuna megn- aðu vit at varðveita bóltin. Tað er Jón Harald Poul- sen, KÍ venjarin, sum fyrra- partin í gjár staðfesti hetta úr Umeå. Hóast at tær høvdu tapt stórt, so heldur hann, at dysturin og luttøk- an í kappingini sum heild er eitt stórt upplivilsi. Í kvøld skal KÍ liðið spæla ímóti Sparta Prag úr Kekkia. Tær vunnu miku- kvøldið 6–0 (2–0) ímóti Tallinn úr Estlandi. – Hin venjarin, Ove Ny- sted, sá Sparta Prag vinna 6–0. Hann sigur, at liðið hjá Prag er so at siga á sama støði sum tað hjá Umeå. Liðið hjá Tallinn sá ikki so gott út, men tað er ilt at meta um, tá mótstøðan er so stór. Men kanska vit fara at hava ein møguleika sunnudagin, tá vit skulu spæla ímóti Tallinn. Tað valdast eisini um, hvussu liðið verður fyri, eftir at tað hevur spælt tveir torførar dystir, heldur Jón Harald Poulsen. Í Svøríki verður nógv gjørt burturúr Europa Cup umfarinum. Sjónvarpsrásin SVTV Extra sendi Um- eå–KÍ beinleiðis, og aftaná vóru beinleiðis samrøður við venjararnar og so varð skipað fyri tíðindafundi. – Vit eru ikki von við so- vorðið í kvinnufótbóltinum í Føroyum. Hetta er alt nýtt fyri okkum, men sjálvandi halda vit tað vera spenn- andi at vera við, sigur KÍ venjarin, sum ikki dugir at siga okkum, hvussu nógvir áskoðarar vóru í svenska heystarkuldanum, men hann heldur, at teir vóru í hvussu so er tvey túsund, og hýrurin var sjálvandi góður. KÍ liðið sá soleiðis út mikukvøldið: Vivi Andrea- sen – Jensa Sirdal, Ranga Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen (Pavla Sjóstein, 89.) – Bára Skaale, Malena Josephsen, Una Olsen, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð (Petra Sjóstein, 55.) – Elsa Maria Simonsen (Ann Olsen, 73.). Gallaveitslan fyri fótbóltinum verður í ár hildin tann 19. oktober í Mentanar- húsinum í Fuglafirðir FÓTBÓLTSVEITSLA Jákup Mørk Fjórða árið á rað verður gallakvøld fyri fótbóltinum hildin eftir lokna kapping, og í ár verður veitslan fyri fyrstu ferð hildin uttan fyri høvuðsstaðin, tá Mentanar- húsið í Fuglafirði skal verða karmur um tiltakið. Sum sagt, so er hetta ikki roynt áður við fótbóltinum, men eitt nú í hondbóltinum hava tey havt góðar royndir av hesum. Har hevur tað nevnliga verið so seinastu árini, at tiltakið hevur ferð- ast millum ymsu feløgini, og tað tykist eisini so, at feløgini tá leggja sera stóra orku í, fyri at veitslan í minsta lagi skal verða eins góð, sum hon var hjá onkr- um øðrum felagi ári fyri. Skal vera tað besta Í ár verður tað GÍ, sum stendur fyri tiltakinum, og sum skilst, so ætla tey, at hetta kvøldið skal kennast sum nakað heilt serligt fyri leikararnar. - Hetta er jú bestu fót- bóltsleikararnir hjá monn- um og kvinnum, sum talan er um, so tí er tað sjálvsagt, at tey hava uppiborið nakað heilt serligt, verður sagt úr Gøtu. Akkurát hvussu tiltakið verður fyriskipað, vilja tey ikki avdúka enn, men iva- leyst verður talan um ein betri bita fyri leikararnar, umframt at dansur og ann- að undirhald uttan iva verð- ur á skránni. Og so er hetta eisini kvøldið, tá ársins leikarar av ymsum slag skulu kjós- ast. Hetta er spakuliga vorðin fastur táttur, og eftir at ymsar royndir við eitt nú lesaraatkvøðum í føroysku bløðunum, høvdu verið royndar, varð atkvøðu- greiðslan í fjør skipað so- leiðis, at tað vóru liðskipar- arnir og venjararnir úr ymsu feløgunum, sum sam- an við einum umboði fyri hvønn fjølmiðil greiddu at- kvøðu um, hvør skuldi ger- ast ársins. Hetta seinasta verður eis- ini leisturin, sum atkvøðu- greiðslan í ár skal greiðast eftir, og verður tað Sosial- urin, sum kemur at standa fyri hesum partinum av til- takinum. Leikfólkini, sum skulu kjósast, eru ársins venjari, ársins stjørnuskot, ársins málverji og so sjálv- andi ársins leikari. Eisini verður handanin av gylta skógvinum frá Thomas Dam á skránni, men hetta er so sjálvandi ikki nakað, sum atkvøðast skal um.. Mikukvøldið legði hann upp til tvey mál í 2. liðsdysti fyri FCK, men tað eydn- aðist ikki at skjóta mál ÚTISETI Jóannes Hansen Síðani hann mitt í august við tveimum málum í Parkini syrgdi fyri, at FCK varðveitti møgu- leikan at sleppa víðari í UEFA Cup kappingini, hevur Todi Jónsson ikki skorað mál. Tað hevur havt við sær, at hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð frá fyrsta bríksli í superliguni. Sunnudagin vóru Peter Møllre og Jör- gen Pättersson í FCK álopinum, og teir skoraðu báðir. Mikukvøldið var Todi Jónsson á 2. liði hjá FCK. Á heimavøllinum, sum í hesum førinum var Fred- eriksberg stadion, spældu teir ímóti teimum næst- bestu hjá AB. Hans Backe vildi hava, at Todi fekk dystarvenjing – hann var bara á vøllinum tríggjar minuttir sunnu- dagin – og so varð vónað, at Todi skuldi fáa hol á málskjótingina. Todi spældi alla tíðina. FCK vann 3–1, men Todi var ikki millum mál- skjúttarnar. Fyrsta málið var brotsspark fyri hands. Tað næsta málið legði Todi upp til, og tá FCK økti til 3–1 var tað Todi, sum smekkaði ímóti málinum. Jan Hoffman, sum hevur vart málið á besta liðnum hjá AB í fleiri ár, men sum hevur verið skaddur eitt skifti, vardi málið á næstbesta liðnum hesa ferð. Hann hálvbjargaði skotinum hjá Toda, og so var ein av liðfeløgunum fyrstur á og staðfesti sigurin. Umframt Toda Jónsson vóru fleiri aðrir av besta liðnum á 2. liði fyri at fáa dystarvenjing – Zivkovic, Peter Christiansen, Car- sten Fredgaard og Morten Bisgaard. Seint seinnapartin sunnudagin fer FCK at spæla á útivølli ímóti OB. Hesin dysturin verður sendur beinleiðis á TV3+ rásini. Hóskvøldið í kom- andi viku verður seinni dysturin í UEFA Cup ímóti Djurgården spældur á Råsunda í Stokhólmi. Tann dysturin verður sendur beinleiðis á TV Danmark 1 rásini. Christian Høgni Jacobsen var á beinkinum, tá teir mikukvøldið vunnu tepran heimasigur í steypakappingini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Vejle, sum hevur Christ- ian Høgna Jacobsen ímillum spælararnar, megnaði mikukvøldið at spæla seg í fimta umfarið í steypakappingini. Í fimta umfarinum, sum verður spælt mikudagin 6. november, skal Vejle á útivølli spæla ímóti Næstved. Christian Høgni Jacob- sen var ikki millum teir fyrstu ellivu mikukvøld- ið. Dysturin endaði 1–0 til Vejle. Málið fingu teir, tá eitt korter var farið. Tað var álopsmaðurin Jerry Brown, sum átti síðsta fótin á. Talan var um so javna uppgerð, sum tað kundi roknast við, tá Vejle og HFK Sønderjyl- land spældu. Hesa ferð var dysturin í Vejle. Sunnudagin spældu liðini landskappingardyst á heimavøllinum hjá HFK í Haderslev. Ta ferðina vann Vejle eisini 1–0. Sunnudagin fer Vejle at spæla í landskappingini á heimavølli ímóti Skjold. Hetta liðið úr Keyp- mannahavn hevur staðið seg betri í hesum kapp- ingarárinum, enn nakar hevði roknað við. Síðsta dømið um hetta var mikukvøldið, tá teir á heimavølli vunnu 4–2 í steypakappingini ímóti Randers Freja, sum telist millum fremstu liðini í 1. deild. Vejle hongur í Turkur hjá Toda Gallakvøld í Eysturoynni Í fjør varð gallakvøldið hildið á Platform í Havn, og í ár verður talan so fyri fyrstu ferð um at halda kvøldið uttan fyri Havnina, tá Mentanarhúsið í Fuglafirðir verður karmur um tiltakið C M Y K 16 Nr. 185 - 27. september 2002 17 Palestinski leiðarin, Yasser Arafat, svevur á einari madrassu á gólvinum og livir av blikkamati MIÐEYSTUR Árni Joensen: Saman við Arafat eru um- leið 250 aðrir palestinar, sum halda til í tí, sum er eftir av høvuðsstøðini í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka. Palestinskar keldur siga, at tann 73 ára gamli leiðar- in er í øðini inn á altjóða samfelagið, sum hann legg- ur undir at vera í parti við Ísrael. Hansara einasta samband við umheimin er ígjøgnum fartelefon, tí utt- anfyri standa ísraelskir her- menn við stríðsvognum á varðhaldi, og harafturat hava ísraelsku hermenninir sett píkatráð rundan um bygningin. Um náttina tryggja ísraelskir ljóskast- arar, at eingin sleppur inn á støðina ella út haðani. ST-trygdarráðið hevur kravt, at Ísrael skal gevast við kringsetingini, men Ariel Sharon, forsætisráð- harri hevur sagt, at Ísrael fer ikki at gera eftir kravin- um frá ST. Sharon heldur fast um, at tjúgu palestinar, sum fjala seg inni á støðini í Ramallah, skulu latast ísraelsmonnum, tí teir hava samband við palestinska yvirgangin í Ísrael. USA atkvøddi ikki fyri samtyktini, sum krevur ísraelska afturtøku, men George W. Bush, forseti hevur kortini biðið Ísrael gevast við kringsetingini. Ein talsmaður hjá ísraelsku stjórnini segði í gjár, at kanska eru ísraelsmenn og amerikanarar ikki samdir í øllum lutum, men viður- skiftini millum Washington og Tel Aviv eru betri nú enn nakrantíð fyrr, legði hann afturat. Tað heldur fyrrver- andi leiðarin hjá ST- vápnaeftirlitsmonn- unum, avstraliumað- urin Richard Butler IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Richard Butler stóð á odda fyri vápnaeftirlitsmonnun- um hjá ST frá 1997 til 1999. Hann ber ótta fyri, at eitt amerikanskt álop á Irak kann elva til eitt størri kríggj í Miðeystri, sum kann enda við, at Ísrael fer at kenna seg noytt til at nýta kjarnorkuvápn. Undir Flógvakrígnum í 1991 skutu irakar 39 Scud- rakettir eftir málum í Ísrael. Eftir trýsti úr USA svaraði Ísrael ikki álopinum, men Richard Butler væntar ikki, at Ísrael fer at sita hendur í favn, verður landið aftur rakt av irakskum rakettum. – Eg kvíði fyri, at hetta kann gerast eitt umfatandi kríggj, sum kann enda við, at Ísrael fer at nýta kjarn- orkuvápn, segði Richard Butler á einari ráðstevnu í Hongkong í gjár. Samstundis vilja ísraelsk bløð vera við, at stjórnin í Tel Aviv hevur boðað iraksku stjórnini frá, at Ísrael fer ikki at taka lut í einum amerikanskum álopi á Irak. Ísraelskir leiðarar hava ongantíð váttað, at landið hevur kjarnorkuvápn, men serfrøðingar eru samdir um, at Ísrael hevur havt kjarnorkuvápn í mong ár. Í Noregi eru myndug- leikarnir alt annað enn fegnir um, at tvey russisk tangaskip skulu sigla fram við norsku strondini miðskeiðis í næsta mánað. Samstundis er greitt, at flutning- urin fer at veksa nógv í komandi árum OLJA OG FISKUR Árni Joensen: Russar hava boðað frá, at tey bæði skipini, sum eru 100.000 tons stór, fara úr Murmansk í døgunum frá 10. til 13. oktober. Tey bæði skipini fáa oljuna frá smáum tangaskipum, sum flyta hana av oljuleiðini eystan fyri Arkhangelsk. Norðmenn bera ótta fyri dálkingarvandanum, skuldi eitt óhapp hent, og norski umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, sigur, at tað er umráðandi at seta øll neyðug trygdartiltøk í verk. Russar royna samstundis at sissa norðmenn. Stjórin í Murmansk Shipping Com- pany sigur, at norðmonnum nýtist ikki at stúra, tí allar trygdarskipanir eru í lagi, og harafturat hevur russiska bjargingartænastan fingið boð um at vera til reiðar. Men norðmenn kenna seg ikki tryggar, tí tað er greitt, at russiski oljuflutn- ingurin fram við norsku strondini fer at økjast nógv í komandi árum. Russar hava ment oljuvinnuna í útnyrðingspartinum av landinum nógv í seinastuni, og fleiri týðandi oljukeldur eru funnar millum Ural- fjøllini og Arkhangelsk. Øll oljan skal ætlandi flytast við tangaskipum úr Mur- mansk og haðani fram við norsku strondini. Børge Brende, umhvørv- ismálaráðharri vísir á, at norðmenn og russar hava ábyrgdina av einum tí besta fiskiøkinum í heiminum, og at tað tí er umráðandi at, at oljuflutningurin er so tryggur sum til ber. Ráðharrin hevur tí mælt til, at serfrøðingar og polit- ikarar úr báðum londunum seta seg saman at gera eina tilbúgvingarætlan, áðrenn tann russiski oljuflutning- urin av álvara fer í gongd. Demokratarnir í USA eru í øðini, tí George W. Bush, forseti vil vera við, at teir eru ikki so tjóðskaparliga sinnaðir sum hansara egnu rep- ublikanarar, tí teir ivast í ætlan hansara at leypa á Irak. Forsetin fanst herfyri at Senatinum og legði tað undir at draga tíðina út. Hann nevndi ikki demokratarnar beinleið- is, men tá demokratarnir hava meirilutan í Senat- inum, er eingin ivi um, hvat hann meinti. Atfinningin fekk í gjár demokratiska leið- aran Tom Daschle at geva ilt av sær. Hann fanst at forsetanum, tí hann rekur partapolitikk í einum so týðandi máli. Daschle segði, at forset- in átti at biðið Senatið og amerikanska fólkið um umbering. – Forsetin eigur at hava virðing fyri teim- um, sum hava eina aðra hugsan enn hann sjálvur, segði demokratiski leið- arin. Álop á Irak kann enda við kjarnorkukríggi Arafat liggur á bóli Norðmenn stúra fyri tangaskipum í Barentshavinum Amerikansku íleggjar- arnir kundu mikudagin fegnast um, at fyri fyrstu ferð í langa tíð hækkaði partabrævavirðið á virð- isbrævamarknaðinum í New York. Hetta hendi, eftir at gongdin hevði verið tann sama á marknaðunum í Evropa, og gjáramorgunin helt sama gongdin fram í Fjareystri. Serfrøðingar siga, at hóast talan er um eina broyting tann rætta veg- in, er tað alt ov tíðliga at tosa um eina vend. Í Wall Street hækkaði virðið á teimum týdn- ingarmestu ídnaðar- partabrøvunum tvey prosent mikudagin, men so er vert at viðmerkja, at dagin fyri fall virðið á teimum somu partabrøv- unum 2,4 prosent niður á tað lægsta í fýra ár. Eitt arabiskt blað vil vera við, at næstovastin hjá Osama bin Laden, egyptiski yvirgangsmað- urin Ayman al-Zawahiri, er framvegis á lívi og fjalir seg onkunstaðni í Afghanistan Sambært blaðnum hevur amerikanska fregnartænastan fingið fatur á einari sjónbands- upptøku av Zawahiri. Upptøkan er funnin í Afghanistan og er gjørd tann 2. juli. Tað sæst á bandinum. Ayman al-Zawahiri er oddamaður í einum víð- gongdum islamskum yvirgangsfelagsskapi í Egyptalandi, sum sam- bært egyptisku myndug- leikunum beindi fyri Anwar Sadat, forseta í 1981. Hann er útbúgvin lækni, og summar amer- ikanskar keldur vilja vera við, at tað var hann, sum legði atsóknirnar 11. september í fjør til rættis. Uttanríkiráðharrin í Ukraina noyddist í gjár á fund við ST-aðalskriv- aran, Kofi Annan, eftir at tað er komið fram, at Ukraina hevur selt Irak vápn. Eru tíðindini sonn, hevur Ukraina brotið ST-samtyktina, sum bannar limalondunum at selja irakum vápn. Anatolij Zlenko, utt- anríkisráðharri var á al- mennari vitjan í Domin- ikanska Lýðveldinum, tá tíðindini um vápnahand- ilin bórust, og hann fór alt fyri eitt við flogfari til New York. Undan fundinum við Kofi Annan skuldi ukrainski uttanríkisráð- harrin hitta umboð fyri tey londini, sum umsita regluna, sum bannar limalondunum at selja Irak vápn. Noreg er eitt av hesum londunum. Bush sáðar split Fingu luft eina løtu Hann livir enn Ukraina til avhoyringar Meginparturin av palestinsku høvuðsstøðini í Ramallah er lagdur í oyði, men Ísrael sýtir fyri at taka seg aftur, sjálvt um ST, USA og ES hava kravt tað 17