fríggjadagur 27. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 185 - 27. september 2002
Í Hósvík fer Dansi-
felagið Fragdin nú
aftur undir at dansa
DANSUR
Ingrid Bjarnastein
Nú kvøldini gerast myrkari,
og kaldari gerst úti, fer
Dansifelagið
Fragdin
í
Hósvík, at fjálga um køldu
heyst- og vetrarkvøldini.
Dansað hevur verið í
Hósvík í fleiri ár, men tað
var ikki fyrr enn ímóti end-
anum av seinasta dansi-
skeiði, at felagið fekk navn
og nevnd varð skipað.
– Matilda og Tom Niel-
sen undirvísa í dansi hjá
okkum. Tey undirvístu eis-
ini í fjør, sigur nevndarfor-
maðurin.
– Nógv vóru og dansaðu
í fjør. Bæði ung og gomul,
og tey koma allastaðni frá.
Bæði úr Havn, Norðstreymi
og úr Eysturoynni
Best er um tey, sum
koma, koma í pørum, tí
soleiðis skipar dansurin seg
betur, tí annars kann tað
enda við, at onkur stendur
stakur eftir.
Dansað verður av øllum
sløgum. Dansispøl, par-
dansir, valsur, rekkjudansir,
kvadriljudansir, polka og
allir møguligir aðrir dansir
eru á skránni í vetur.
Dansurin er í bygdarhús-
inum í Hósvík, og øll eru
vælkomin. Byrjað verður
aftur sunnukvøldið 6. okto-
ber klokkan 19. Dansað
verður síðani hvørt sunnu-
kvøld frá umleið 19 til 21.
Til ber at tekna seg hjá
Ann Christiansen á telefon
422368, Elin Davidsen, tlf.
422291 og Idu Hansen, tlf
422425. Kostnaðurin er
400 krónur parið.
Dansifelagið Fragdin:
Fara nú aftur at dansa
Nevndin í Dansifelagnum
Fragdini: f.v Signheðin
Davidsen, tiltakslimur, Ida
Hansen, skrivari, Ann
Christiansen, formaður, Elin
Davidsen, kassameistari og
Andras Nybo, tiltakslimur
Parið, Matilda og Tom Nielsen undirvísa í dansi hjá Dansifel-
agnum Fragdini í Hósvík. Tey undirvístu eisini í fjør
Langur leygardagur
28. september
C
M
Y
K
19
18