Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

»konsum«. forbruk. herundir settar í bilar. videotól og annað ella beinleið- is etnar upp. Kurstap av eldri lánum hevur løgmadur rópt um og skuldskrivað kurstapinum veksturin í uttanlands- skuld, men hann hevur aldri dokum- enterað, at so er, tí hann hevur aldri roknað út, hvat tann bati í býtislut- fallinum í okkara handli, sum skaptist av kurshækkanini á dollara og pundi, hevur havt at týða í oktum útflutningsvirði. Var hetta ikki hent, var útflutningsvirðið nógv minni, og harvið gjaldsjavnahallið, sum skuldi figgjast við uttan- landsláni so mikið sterri. Heldur ikki hevur hann roknað út hvussu stóran part av lánunum, hetta kurstap er galdandi fyri, tí tað, sum nýtt er til at gjalda kurstap við, viðvíkir bert einpart av teimum lánum, sum veru- liga eru innloyst hesi árini. Í tann mun hann hevur umskift dollarlán við eðrum dollarlánum, hevur hann heldur ikki havt tap, sum er konstaterað. At pilka skipailøgurnar burturúr, hjálpir lítið. Skuldin skal so rindast sn ella so kortini, ti skuldin er har annaðhvert hon so stavar frá nýtslu, kurstapi ella iløgum. Tað, sum er avgerandi, er lutfallið ímillum bruttotjédarurtøkuna og uttan- landsskuldina. Hetta lutfall sigur nakað um evni okkara til at greiða afturrindan av rentum og lánum. Tað hevði borið til at pilka allar iløgur frå 1967 — 1981 burturúr teim 900 milliónunum, vit skyldaðu við árslok 1980, so hevði stoðan verið, at vit ikki skyldaðu eina krónu, men harafturimóti høvdu stórt avlop — tað hevdu vit í veruleikanum eisini í tann mun, iløgurnar bóru seg, men tað stutta av ti langa er tað, at við árslok 1980 var samlaða uttanlands- skuld okkara umleið 33% av brutto- tjóðarúrtekuni, meðan hon við árs- lok 1984 nærkast 60% av brutto- tjóðarúrtekuni ella er 60% av bruttotjóðarúrtekuni. Tað eru m.a. hesi 60% 'ini »Råd- gevandi Nevndin< við Skak-Nielsen formanni so harðliga hevur ávarað ímóti, ti hetta »magiska tal« rokka bert einstakar latínamerikanskar bananrepublikkir, sum eru farnar ella eru við at fara av knóranum. Í Europa kemur onki land uttan Ísland okkum nær. Danmark liggur úti undir 40% og Ísland nakað omanfyri 50%. Er tað ikki fantastiskt, at log- maður skal royna at siga fólki, at tað er ein ræðulig vanlukka at verða skuldbundnir 1000 milliónir, meðan tað er ein stórur fyrimunur, tá skuldin er komin upp á 3000 milli- ónir? Handan logikkin skal ein hava heilt serligar fortreytir fyri at fata. Veksturin i uttanlandsskuld stendur enn grefligari í myndini, tá ein hugsar um, at tey seks árini 1975 — 1981 vaks skuldin úr 500 milli- ónum upp í umleið 900 milliónir, meðan hon árini 1981 — 1984 vaks upp í 3000 milliónir ella 4—5 ferðir so nógv. Legmaður ger tað einfalda rokni- stykki, at í gjaldsjavnanum — sum er roknskapurin yvir alt sum gongur inn og út í okkara landshúsarhaldi í mun til umheimin — dregur hann fult íloguvirði av skipum burtur úr, og so sigur hann, at í 1983 var stórt sæð javnvág, og í 1984 verður talan um gjaldsjavnaavlop. Fyri tað fyrsta er hetta skeivt, tí eginpeningurin og landskassastudn- ingurin, sum kanska í meðal liggja um 20 — 25% av íleguni og sum frammanundan eru tikin við í kapitalbalansanum, verða drigin frá við fullum virði, hóast vit vita, at ongantíð hevur verið »fiks-faksad« so nógv við eginpeningi, sum sein- astu fýra árini. Reelt er ein stórur partur av honum lántur og skuldi sostatt ikki verið tikin burturúr, men lagdur afturat skuldini. Harnæst er ein stórur partur av teim fleiri hundrað milliónunum, sum umbyggingarnar eiga av teim 2009 milliónunum, legmaður dregur frá, vanligt viðlíkahald og umvæl- ingar, sum ikki eru »extraordinerar« ílegur. — hvat hetta so er fyri nakað. Endaliga er gjaldsjavnauppgerðin eitt sera fjøltåttad fyribrigdi, har ikki ber til at draga ein ílogubólk burturúr, tí ell telini eru saman- tengd og uppstillingin sera kompli- serað. Inn í gjaldsjavnan gongur hallið á handilsjavnvågini, so vil ein gera løgmanni tann beina, at skipailøg- urnar skulu takast burturur, so kann ein sum eitt »tankaeksperiment« — eg undirstriki, eitt »tankaeksperi- ment« — taka tær burturúr handils- javnanum og tænastujavnanum vid ti virdi, skipini eru skuldsett fyri, t.v.s. vid frådråtti av eginpeningi og studulslånum, sum jú ikki skulu vera lænt úr útlandinum. Tá sær myndin fyri tey fýra árini 1981 —1984 soleiðis út sambært uppgerð og meting frá hagdeildini: Feroyskur innflutningur og keyp av tænastum 10169 mió. kr. Feroyskur útflutningur og sela av tænastum 6747 mió. kr. Munur, hall 3422 mió. kr. Draga vit skipakeyp. umbyggingar og viðlíkahald fyri 2009 milliónir burturúr, so er hallið 1413 milliónir, hugsa vit so um eginpeningin og við- líkahaldið. er hallið heldur 1800 — 2000 milliónir, sjálvt aftaná frádrátt av »ekstraordinerum« iløgum, tó at hesar als ikki eru »ekstraordinerar«, men fyri ein part neydugar og nått- urligar. Vit hava sostatt i årunum 1981 - 1984 brúkt ímillum 1413 og 2000 milliónir meira enn vit hava tjent somu ár — alt eftir hvønn »frådrått« ein nýtir. Hetta umframt skipa- iløgur. Tað er ti kanska ikki so logið, at uttanlandsskuldin roknskaparliga er vaksin 2000 milliónir somu år, við ti lænta eginpeninginum, teim læntu studulslånunum og kurstapinum passar roknistykkið toliliga væl á pappirinum. Í veruleikanum ger tað kortini ikki tað, tí úrslitið er rokkið við skeivari nýtslu av tølunum. Tað sum ein reelt kundi loyvt sær at frádrigið — vildi ein ikki verið so beinasamur ímóti løgmanni, at ein dregur frå við fullum virði, og tað hevur hann ikki uppiborið, tá hann fuskar so við tølunum — er tað seluvirði, sum „a Í all hesi skip høvdu, skuldi tað gingið so galið, at ein noyddist út á fría marknaðin at selt. Tá vildu hesar 2009 milliónirnar kanska verið bert tað hálva verdar. Ein kundi ti, eins væl og løgmadur loyvir sær hendan »ekstraordinera« frádrátt, loyvt sær at sagt, at vit umframt skipailøgurnar hava brúkt ímillum 2413 og 3000 milliónir meira enn vit hava tjent tíðarskeiðið 1981 — 1984. Reynsatindur stendur t.d. ídag í meira enn 110 mill. kr. Hvat kundi hann verðið seldur fyri? 50 — 60 ella 70? Gullfinnur stendur í 50 — 60 milliónum. Hvat kundi hann verðið seldur fyri? Giljanes umboðar aðrar 60, hvat fekst fyri hann? Dimma hevur fortalt, at Norrøna bleiv keypt 30 mill. kr. ov dýrt, hartil kemur eitt hall uppá 10 — 20 mill. kr. Mugu ikki kemikaliutangabátar- nir av eginpeningsgrundum liggja útvið 20% omanfyri seluvirði o. s. fr. Hartil koma tey fiktivu virdi av eldra flotanum, sum er seldur innan- lands. Munurin á tíðarskeiðunum 1960 — 1980 og 1981 — 1984 er tann, at tað fyrra skeiðið investeraðu vit stødugt í ein flota, sum varðveitti ella vaks í seluvirði, meðan vit hetta seinna hava fingið skip, sum ikki fyribils kunnu seljast fyri áljóðandi. Men hetta ger ikki so nógv, bert vit sleppa undan at selja ti at skipini bera seg. Tað skulu tey ikki gera leingi, fyrr enn tey aftur eru hækkað í virði. Vit kunnu saktans eisini greiða at stuðla nøkrum teirra, men — sum åvist av »Rågevandi nevndini« — greida vit ikki generelt at halda øll i vinnu yvir landskassan, um illa skuldi viljað til. Legmaður skuldi spart sær hatta roknistykkið, sum segði, at í 1983 og 1984 hava vit vunnið fyri nýtslu, allar rentur og kurstap uppá uttan- landsskuld, allar óproduktivar iløg- ur og allar produktivar ílegur, burt- ursæð frá skipum og sjálvfiggjað 8% av nevndu skipum, og viðging- ið, at hann hevur styrt so vånaliga, at vit hava brúkt 3422 mill. kr. meira enn vit hava tjent, og so spak- ført viðmerkt, at av hesum er nakað — men júst hvussu nógv, veit hann ikki — farið til skipailøgur. Men nær hevur nakað spakført verið yvir hesum manni? Heldur legmaður veruliga, at navnframir búskaparfreðingar vildu lagt í at tala um at ferðast á luksusklassa út av eggini, um myndin var so ljósareyð, sum hann dregur hana burturúr talknúsara sinum? Nú havi eg ikki nevnt tær 2000 milliónirnar, sum ríkisstuðulin hev- ur bett gjaldsjavnan. Tær skulu sjálvandi uppí, tí annars vildi uttan- landsskuldin verið munandi sterri. Framhald Bakkast? Dagny Joensen skrivar í Sosialinum 25. aug. 84 sína meining um tað. at Karin Kjølbro takkar fam- ilju síni fyri tann stuðul. hon hevur fingið hesi árini, hon hevur verið í løgtinginum, og Dagny in á iskum arbeiðsplássi sum løgtingid er, enn hugsa sum kvinnur. og fáa mun- kvinnuhugsan og manshugsan fram, eisini frá øgtingsins rødarapalli og í útvarpi (har stendur illa til í so máta!) standa og siga frá legting- sins reðarapalli, einki at rópa hurrá fyri! Nærum líkamikið hvenn flokk teir umboða (undantek finn- ast.) Jarnkvinnur (t.d. Tatcher) eru ikki tær, sum kallar tað bakkast fyri Dagny spyr. hvussu tað = umboða stersta partin av kvinnufrigerdingina. hevði ljóðað, um menn kvinnum best, so gott Eg haldi tað er ógvuliga fóru at takka konum, hevði verið, um fleiri positivt at kvinnur í slík- bernum o.s.fr.... tað kvinnur, sum ikki smæd- um arbeiði ikki gloyma hevði ikki gjørt nakran ast fyri at vera kvinnur seg sjálvar burtur, men skaða, ti ærlig talt er tað. koma inn í legtingið sjálvt aftaná fleiri år, á sum teir allarflestu leg- næstu ferð einum so manschauvinist- tingsmenn (kallkyn) HJ. p Ah it Vilja tit ikki gera so væl at siggja norska sjónvarp- hava sett inn á vestur- at sløkkja sendarin, teir ið dagar tá sjónvarp Feroya ikki sendir. Hervið spara tit el-nýtslu, samstundis sum tit geva okkum hevi VU (tað sæst SVF til tíðir). Vónandi eru tit ikki in- spireraðir av russisku 6- ljóðsendarum. i betur enn týska sendinetið. Fleiri sjónvarpshyggj- arar, ið skilja norskt sum teir og hava klokku Rætt gjørdi Karin! Eg havi hug at tala at, tí Karin Kjelbro verður tyktað í Sosialinum sein- asta leygardag, tí hon í tinginum hevur takkað bernum, manni og eðrum fyri stuðul tey árini, hon hevur sitið sum legtings- limur. Einki er tað nakað »bakkast fyri kvinnufri- gering«, at hon ikki undir- metir ella avnoktar fam- iljulívið og teir leiklutir, hon umframt politiskt ar- beiði kennir ábyrgd av. Heldur er tað í beinleiðis samsvari við hugsjónirnar hjá kvinnurersluni. Og vónandi vóru orð Karinar ein áminning til hinar tinglimirnar um, at teir eisini hevdu onkrar næstringar, sum áttu tekk uppiborna fyri stuð- ul, hálp og tol, sum íkki eigur at verða tikið sum ein sjálvfylgja. Elin S. Jacobsen