hósdagur 30. august 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 * hósdagur 30. august 1984
Atli Dam um landsstýrið
Hækkar toll og
skatt og tosar
um yvirskot!
Hvar er logikkurin!
Túsundur av mill.
til ílegur — við
dundrandi skuld!
Hvar er politikkurin!
Síða 7
Greinin hjá Jergen Thomsen á síðu 6 heldur frar |
å sidu 14.
Vegna plåsstrot kemur restin av ítróttinum frå
seinasta vikuskifti við leygardagin.
57. årg. * kr. 5,-
Fjallbrúður/FA:
Lyfti frá stjóra hjálpti
uppskoti um útmelding
Eitt lyfti frá stjór-
anum á Polarfrost,
Jákupi Joensen,
hevur helst gjørt
sitt til, at uppskot-
ið um at taka ar-
beiðskvinnufelag-
ið Fjallbrúður úr
Føroya Arbeiðara-
felag fekk so stór-
an meiriluta á
eykaaðalfundin-
um sunnudagin.
Uppskotið varð
samtykt við 57 — 9
atkvødum.
Jåkup Joensen våttadi i
gjár fyri Sosialinum tað,
sum nýggja forkvinnan í
Fjallbrúður, Jónleyg
Djurhuus, segði við 14.
September í gjár.
Vit endurgeva úr 14.
September:
»— Annars hevur Ják-
up Joensen, stjórin á Pol-
arfrost, skrivliga lovað
Fjallbrúður eins góðar
semdir og restin av ar-
beiðskvinnunum í Feroy-
um hava, og fara at fáa í
komandi sáttmálasamráð-
ingum«.
Við hesum lyfti frá ar-
beiðsgevaranum hava iva-
leyst fleiri limir í Fjall-
brúður, sum ivaðust, tikið
ta stødu at atkveða fyri
útmeldingini.
Lætt at geva lyftið
Jákup Joensen sigur við
Sosialin, at Jónleyg Djur-
huus kom til sín í síðstu
viku og bað um at fáa eitt
tílíkt lyfti skrivliga, ti
fleiri limir vóru ivasamir
um tað var ráðiligt at fara
úr FA.
Jákup Joensen sigur, at
tað var lætt hiá sær at
geva hetta lyftið. Arbeiðs-
kvinnurnar á Polarfrost
skula sjálvandi ikki vera
verri fyri enn aðrar, sigur
hann. Hann sigur eisini,
at hann segði við Jonleyg,
at hann helt tað vera bæði
ringt og keðiligt, at fak-
feløg fara úr meginfelag-
num.
Eftir lógini hjá FA kann
Fjallbrúður í fyrsta lagi 1.
januar 1986 sleppa úr FA.
Fer Fjallbrúður úr FA,
noyðist felagið sjálvt at
samráðast um sáttmála
við Feroya Arbeiðsgev-
arafelag.
hd
Á vitjan í HOVS kommunu
Framstig: Nýtt portur í bátahylin
Lesið um Hovs kommunu við sínum 155 íbúgvum. Í dag og í bleðunum framyvir. Síðurnar 8 og 9
Nakað er bygt í Hovi seinastu árini, men kommununi tervar eki til nýggjar útstykkingar