hósdagur 30. august 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 101 — 30. august 1984
Einki varsemi
í privatari
og almennari
peninganytslu
Almenna peninganytslan er meira enn tvi-
faldad eftir trimum årum, sigur Vilhelm
Johannesen i hesum fyrsta partinum av
-ødu sini i umrøduni av løgmansrøduni
arra formaður!
hetta er fjórða og seinasta løg-
nsrødan í hesum valskeiðnum, so
:mreðan i dag eitt høvi til at kaga
r í samgonguskjalið, fyri at
a og staðfesta, hvussu nógv
ongan hevur fingið burtur úr,
vat hon ikki hevur fingið av
hesi fýra árini, í mun til tað
tti sær fyri at fremja.
fyrstu greinini í samgongu-
im setur samgongan sær fyri
um figgjarvidurskiftini. Har
osað um varsemi i almennu
2ytsluni, um samsvar mill-
ennar jåttanir og almenna
im heildarætlanir fyri fleiri
: raðfesting av iløgum, um al-
ar låntøkur og um at tålma al-
mennari og privatari nytslu.
Vit í javnaðarflokkinum hava
fleiri ferðir vist á, at á hesum eki,
eins og á fleiri eðrum økjum, hevur
samgongan ikki megnað tann setn-
ing, hon setti sær í samgonguskjal-
inum. Seinastu tíðina hevur okkara
áskoðan fingið undirtøku frá fleiri
síðum. Tað eru fleiri enn vit í javn-
aðarflokkunum, sum nú vísa á ta
skeivu gongdina, og ta hættisligu
steðuna í figgjar- og búskapar-
málum.
T.d. hevur ráðgevandi nevndin
viðvíkjandi Feroyum somu meting
sum vit í javnaðarflokkinum.
Nevndin sigur, at føroyski búskap-
urin er ósunnur. Hon sigur, at vit
koyra út móti eggini á luksusklassa.
At vit skulu líka til Latinamerika
fyri at finna lond við so stórari
uttanlandsskuld sum Feroyar. Ráð-
gevandi nevndin er eisini samd við
okkum í javnaðarflokkinum um or-
sekina til ta skeivu gongdina. Men
landsstýrismaðurin í figgjarmålum,
hvat ger hann? Jú, hann ger sum
strudsurin, tá hann stakk hevdið í
sandin. Landsstýrismaðurin uggar
landsmenn sínar við at frágreiðingin
frá ráðgevandi nevndini ikki er
skrivað til feroyingar. Hon er skriv-
að til forsætismálaráðharran. Er
hetta ikki at stinga hevdið í sandin
og er hetta ikki at lata eyguni si
fyri veruleikanum.
Annars hevur sjálvstýrisflokkur-
in, sum umsitir figgjarmål í lands-
stýrinum alment viðgingið, at allur
figgjarpolitikkurin hjá hesi sam-
gonguni er dottin á gólvið. Flokk-
urin hevur alment ásannað at
figgjarpolitikkurin liggur í skeljum.
Og so seint sum undir hesi um-
reðuni, hevur formaðurin í fólka-
flokkinum gjørt vart við, hvussu
lutfallið millum tær samlaðu iløgur-
nar og låntøkurnar uttanlands er
broytt. Hann vísti á, at í tíðar-
skeiðnum frá 1975 til 1980 vóru
samlaðu iløgurnar i Føroyum 4 mia.
kr. Av hesum vórðu 0,7 mia. kr. ella
700 mió. kr. tiknar í lánum uttan-
lands. Hetta svarar til sløk 20 pst.
av iløgunum tey árini. Í tíðar-
skeiðnum frá 1981 til 1984 hava
samlaðu iløgurnar verið 5,4 mia. kr.
Av hesum eru 2 mia. kr. tiknar í
lánum uttanlands. Hetta svarar til
40 pst.
Við ødrum orðum er stødan tann,
at tey seks árini, undanfarna sam-
gonga sat, vóru vit fer fyri at fremja
ílegur fyri íalt 4 mia. kr. Av hesi
upphædd megnaðu vit at gjalda tey
80 pst. sjálvi, meðan 700 mió. kr.
ella sløk 20 pst. vórðu figgjad við
låntøkum uttanlands. Tey fýra árini
hendan samgongan hevur sitið ,
hava vit framt iløgur fyri ialt 5,4
mia. kr., men avhesum megnaðu vit
bert at gjalda 60 pst. sjálvi, meðan 2
mia. kr. ella 40 pst. eru figgjad við
låntøkum uttanlands. Hetta er eitt
prógv um ta skeivu fíggjarligu
gongdina. Eitt prógv um ta hættis-
ligu fíggjar- og búskaparsteðuna
borgarliga alternativið hevur fert
okkum út í.
Tað ber eisini til at lýsa ta skeivu
gongdina á annan hátt. T.d. kann
verða nevnt, at í 1980 var netto-
uttanlandsskuldin 33 pst. av brutto-
tjóðarúrtekuni. Í 1984 er netto-
uttanlandsskuldin 60 pst. av brutto-
tjóðarúrtekuni.- Til sammetingar
kann verða nevnt, at danska uttan-
landsskuldin er 40 pst. av brutto-
tjóðarúrtekuni. Hugsið tykkum ein
persón, sum eftir trimum árum ekir
lániskuldina úr 33 pst. av årslønini
uppí 60 pst. av árslenini, og sum í
sama tíðarskeiði minkar eginper
in í sambandi við iløgv
niður í 60 pst.
Tá sitandi legmaðu
Vilhelm Johannesen, legtingsmaður
stødu, fann hann ofta fragd i at sam-
meta føroysku uttanlandsskuldina
vid ta donsku. Eisini fann hann
fragd i at umrokna uttanlands-
skuldina uppá hvenn íbúgva i
Feroyum og í Danmark. Í 1980 var
okkara uttanlandsskuld umleið 1
mia. kr. Hetta svaraði til umleið
20.000 kr. uppá hvenn íbúgva. Og
hetta talið nýtti løgmadur at ræða
fólk við. Vit høvdu nærum fingið
danir aftur í uttanlandsskuld. Men
hvussu er steðan í dag, fýra ár
seinni? Hvar flóta vit, og hvar flóta
vit í mun til danir og aðrar.
Við árslok í ár verður okkara
uttanlandsskuld 3,3 mia. kr., um-
roknað uppá hvenn íbúgva, svarar
hetta til 73.000 kr. Til sammetingar
kann verða nevnt, at um danska
uttanlandsskuldin í dag verður um-
roknað uppá hvenn íbúgva, so svar-
ar hon til 35.000 kr. ella sløk 50 pst.
av okkara. Eisini kann verða nevnt,
at norska uttanlandsskuldin svarar
til 25.000 kr. uppá hvenn íbúgva.
Legmaður og Dimmalætting
royna at ugga okkum við tí, at
uttanlandslánini ikki eru farin til
nýtslu, men til framleiðsluskapandi
endamál. Men hetta er skeivt. Ein
partur er farin til bilar, sjónvarp,
videotól o.s.fr. Og milliónbygning-
arnar upp á Hálsi í Havn eiga vit
ikki at gloyma. Teir hava onki
framleiðsluskapandi endamál. Teir
eru á ongan hátt við til at økja
okkara útflutning. Tverturímóti er
teirra endamál at økja um inn-
flutningin, at økja um almennu og
privatu nýtsluna, at økja um ha!
"ilsjavnanum og at ekja . i
sjavnahallið. Tá eg sigi, at
:r bygningar eisini økja um al-
mennu peninganytsluna, so hugsi
um tær upphæddir, sum tað al-
menna rindar í leigu m.a. uppi á
Hálsi.
Vit mugu koma til ta nidurstødu,
at varsemi ikki hevur verið sýnt.
Hverki í privatari ella almennari
peninganytslu. Samsvar hevur ikki
verið ímillum játtanir og almenna
peninganýtslu. Nakra skilagóða
heildarætlan fyri fleiri ár hava vit
ikki sæð. Raðfestingin av ílegum
er alla tíðina lagað eftir, hvar í reðini
vinir og kenningar vóru o.s.fr.
Nógv hevur verið tosað um spar-
semi. Kortini hevur sparipolitikk-
urin í flestu førum ført til størri
almenna peninganytslu. Fyri at
triva i dungan av dømum um hetta,
kunnu vit taka tvey dømir fram.
Fyri fýra árum síðani kundi eitt
berghol verið gjørt norður á Trella-
nes fyri eina sámuliga peningaupp-
hædd. Í dag verður sama berghol
gjørt fyri fýra ferðina ta upphædd-
ina, tað kundi verið gjørt fyri. Hitt
demi er skip til millumlandasigling.
Fyri seks árum síðani kundu vit
keypt eitt tíðarhóskandi millum-
landaskip fyri minni enn 40 mió. kr.
Men tað vildu sambandsflokkurin,
fólkaflokkurin, sjálvstýrisflokkurin
og framburðs- og fiskivinnuflokk-
urin ikki. Ístaðin hava vit so keypt
eitt millumlandaskip fyri 150 mió.
kr. Ein sparing uppá 110 mió. kr.
tann evugta vegin. Hesi bæði
demini og so tað, at almenna pen-
inganýtslan er meira enn tvífaldað
eftir trimum árum, sigur nóg mikið
um sparipolitikkin hjá borgarliga
alternativinum.
Framhald