hósdagur 30. august 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 30. august 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | ; | ] Síða 3
Erstatning
til have-
ejere efter
sort regn
Myndighederne fraråder folk at spist frugt og
grøntsager fra de haver. der først på ugen blev fo-
rurenet på grund af et udslip fra den kommunale
forbrændingsan»talt í Holstebro
re
gera vidmerkingar.
Byggisamtyktin
og motmælid
Eitt úrslit varð, at umleið 60 % av íbúgvunum i kommununi skrivadu
undir eitt mótmæli ímóti ætladu brennistødini. Slík mótmæli eru tó ikki
juridiskt bindandi fyri bygdarráðið.
Ætlanin er at leggja brennisteðina hjá IRF í Hvalvíkar kommunu,
nakað norðan fyri Áir. Nakað herfyri var verarbeiðið til plássið, har
brennisteðin skal liggja, steðgað. Landsstýrið kravdi hetta, tí byggi-
samtyktin fyri ekið sigur, at tað er lagt út til landbúnað og aling.
Hvalvíkar kommuna hevur síðani gjert uppskot til at broyta byggi-
samtyktina soleiðis, at ekið kann nýtast til idnadar- og ruskendamál.
Broytingin í byggisamtyktini skal vísast fram alment, og hevur
almenningurin í tidarskeidinum 1. mai til 1. august havt meguleika at
—
Henda greinin er úr danska blaðnum Jyllandsposten og er um dálking frá eini
brennisteð
Skeivt at brúka
donsk viðurskifti
sum fyrimynd
Náttúruviðurskiftini í Danmark og Fer-
oyum eru so ymisk, at tað er ikki rætt at
brúka danskar lógir og samtyktir og upp-
lýsingar um dálking frá brennisteðum,
sum grundarlag undir at gera eina brenni-
stød við Air.
M.a. hetta kom fram å einum bygdar-
fundi i Hvalvik herfyri.
Sunnudagin var bygdar-
fundur i Hvalvik um ætl-
anina at byggja eina
brennisteð har í kommun-
uni. Tað vóru Hvalvíkar
kommuna og IRF, sum
hevdu kallað inn til fund-
in.
Feroyska pressan var
ikki boðin við á fundin. Tí-
skil hava vit tosað við ein
av fundarluttakarunum,
sum hevur givið okkum
upplýsingar.
Johannes Olsen, bygd-
arráðsformaður setti
fundin. Jógvan Páll Las-
sen, sakferari var valdur
til orðstýrara. Umleið 100
fólk vóru samankomin.
Síðani = vísti Heine
Olsen, verkfreðingur ein
film um útlendskar
brennisteðir og tosaði um
trupulleikarnar, ið eru
tengdir at eini brennisteð.
Eyðfinn Egholm, verk-
freðingur, tosaði síðani
um, hvussu brennisteðin,
ið IRF skal byggja, virk-
ar, og hann kom eisini inn
á dálkingarvandan.
Síðani tók Niels Peter-
sen, lærari og ein av teim-
um, sum hevur savnað
undirskriftir ímóti ætlaðu
brennisteðini, orðið. Hann
las eitt bræv upp og vísti
til ymisk skjal, sum vórðu
latin til bygdarráðið.
dioxin
Spurningurin um dálking
var eisini umreddur. Eyð-
finn Egholm viðgekk, at
tað er ein ávís dálking frá
dioxini og tungmetallum
frá eini tílíkari brenni-
steð. Men hann metti tað
hava stóran týdning at
vita, hvussu stór kon-
sentrati
ónin av dálkingini kann
gerast. Her helt hann, at
konsentratiónin í
Feroyum fer at vera sera
lítil í mun til í Danmark.
Hann vísti til krevini, sum
danska miljestýrið setur,
og at brennisteðin lýkur
hesi krev. Og so er eisini
meiri vindur í Feroyum, at
dálkingin verður meira
spjadd.
Hetta meinti onkur
fundarluttakari vera ein
leysan påstand« og visti
m.a. til, at fjøllini í Før-
oyum eru nógv hægri enn
ætlaði skorsteinurin á
brennisteðini skal vera. Í
Danmark harafturímóti
eru eingi fjøll.
Eisini vísti hann til, at
tað regnar meira í Fer-
oyum og serliga í Sunda-
lagnum, har brennisteðin
skal liggja. Tað nógva
regnið ger, at dálkandi
evnini koma skjótari niður
aftur á jørdina, enn stødan
er í Danmark.
Haraftrat drekka danir
grundvatn og ikki sum
føroyingar regnvatn.
Dálkingin i grundvatni
ger ikki um seg fyrr enn
kanska 30—40 ár seinri,
meðan hon nærum beinan-
vegin verður upptikin við
regnvatninum.
Somuleiðis inniheldur
danska jerðin nógv kálk,
sum bindur dálkingina. Í
Føroyum harafturímóti
fer dálkingin beint niður í
fólk.
Heilsusamtykt
á donskum
grundarlag
Petur Reinert lækni hevdi
eisini orðið. Hann segði
m. a. at danska miljestýr-
ið hevur einki at siga í
Feroyum. Tað hevur
donsk viðurskifti sum
grundarlag, og tí er skeivt
at gera sammetingar mill-
um Feroyar og Danmark.
Hann vísti til, at heilsu-
samtyktin frá 1969 er als
ikki gjørd til feroysk
viðurskifti, sum tey í veru-
leikanum eru og helt fyri,
at tað enn eru fleiri komm-
unur, sum ganga eftir
gomlu heilsusamtyktini
frá 1932.
Gunnar Joensen, bygd-
arráðslimur hevði eisini
orðið. Hann vísti til borð-
ini hjá Yvirfriðingar-
nevndini um, at brenni-
steðin fer ikki at skaða
umhvervið munandi.
Annars hildu undir-
skriftainnsavnararnir seg
til treytirnar, sum heils-
nevndin í Hvalvíkar
kommunu hevur sett.
Nevniliga, at vissa má
vera fyri, at ætlaða brenni-
steðin ikki fer at skaða
landbúnað, aling og um-
hvervið á nakran hátt.
Jóannes Olsen endaði
fundin við at siga, at
hann ikki longur ivaðist í,
at nakað dioxin kom frá
brennisteðini. Hetta átal-
aði m. a. Niels Petersen og
vísti til, at Eyðfinn Eg-
holm hevði viðgingið, at
ein ávís dioxindálking er.
Men niðursteðan hjá
bygdarráðsformanninum
var so kortini tann, at nú
eftir henda fundin vóru
menn enn meira sannferd-
ir um, at tað er rætt at
byggja eina brennisteð.
Byggisamtykt
broytast
Ætlanin er nú, at bygdar-
ráðið skal hava ein fund
um brennisteðina. Tá skal
steða takast til ætlaðu
broytingina av byggisam-
tyktini.
— Hóast stór mótsteða
er ímóti brennisteðini, so
beri eg ótta fyri, at bygd-
arráðið kortini broytir
byggisamtyktina og fer
undir at byggja brenni-
steðina. Hvat viri hevur
okkara fólkaræði tá, spyr
ein av fundarluttakar-
unum í samreðu við Sos-
jalin.
jan
LMF“-stevna
í Fuglafirði
Í døgunum 31. august til 2. sept-
ember 1984 verður LMF'-stevnan
hildin í Fuglafirði.
LMF — Læraranna Missiónsfelag
— er ein felagsskapur, í stuðlar lær-
arum, sum eru farnir út í onnur lond
sum trúboðarar.
Virksemi felagsins er:
at upplýsa um arbeiðið
hjá teimum útsendu
limunum, at skipa fyri
fundum og skeiðum,
sum greiða frá arbeið-
inum úti í tí fremm-
anda, og viðgera spurn-
ingar og trupulleikar,
teir meta.
LMF-felagið i
Danmark gevur ut eitt
månadarblad, sum teir
føroysku limirnir eisini
fåa. Bladid endurgevur
tíðindabrevini frå trú-
boðarunum, sum reglu-
liga skriva heim og
greiða frá arbeiðinum.
Formaðurin fyri
LMF í Feroyum er
Kathrina Jacobsen,
fyrrverandi lærarinna í
Tórshavn, og hevur fel-
agið gott fimti limir.
Eina ferð um árið
verður stevna hildin.
Hesaferð verður hon í
Thabor í Fuglafirði.
Stevnan byrjar
fríggjakveldið klokkan
19.30 við, at Agnethe
Agnethe Frandsen
Frandsen heldur ein
fyrilestur, ið eitur:
Mission og kultur.
Agnethe Frandsen
hevur verið trúboðari í
Nigeria, men nú er hon
lærari á Vejen Høj-
skole-Kibbutz í Vejen.
Leygarmorgunin
klokkan 10 skal hon
hava ein bíbliutíma, og
seinnapartin klokkan
15 verður tosað um:
Bernene og det kristne
budskab. Um kveldið
klokkan 19.30 heldur
Agnethe Frandsen so
tann seinaste fyrilest-
urin, sum hon kallar:
En ny livsstil.
Ætlanin er at hava
orðaskifti aftan á
hvenn fyrilestur. Bæði
bibliutimin og fyri-
lestrarnir verða
almennir.
Stevnan endar
sunnudagin við altar-
gongd í Fuglafjarðar
kirkju við Torkil Bed-
er, presti. Klokkan
15.00 verður skilnaðar-
samkoma fyri limun-
um.
Nýggir limir kunnu
tekna seg á stevnuni.
Um onkur ynskir nærri
upplýsingar um felags-
skapin, kann viðkom-
andi venda sær til for-
mannin Kathrinu Jac-
obsen, Tórshavn, Etly
Jacobsen, Lovisu Jo-
hannesen og Eyðgerð
Abrahamsen í Fugla-
firði, stendur í tíðinda-
skrivi frá LMF.
[AAA