Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Latum ikki heimfødina taka okkum av fotum sjónarmið Í hesum sjónarmiðinum svarar Kári P eini grein, sum Marius Johannesen, hevur skrivað í Tingakrossi undir heitinum »Hugsa vit á donskum ?«. Øll mentanarlig innibyrging er eins vandamikil sum målslig få- tækragering. Sum menningin i heiminum veksur, tørvar okkum fleiri hugtøk, fleiri orð og fyri ikki at gloyma, meiri av tjaki, skrivar Kári P. í hesi greinini um feroyskt mál og mentan og um steðuna hjá føroyskum útisetum í hesum sambandi Neyvan havi eg fyrr lisið nakað so ræðuligt tvætl, sum grein eftir Marius Johannesen í Tingakrossi fríggjadagin 17. august 1984 undir heitinum >Hugsa vit á donskum ?« Nú kann eg skriva av egnum royndum, tí eg havi búð eini 12 ár í Danmark, fyri stersta partin havi eg starvast innan útbúgving, men eis- ini innan annað starvssemi, og aldri havi eg »fangad meg sjålvan« í at hugsa á donskum, uttan kanska tá eg havi fingist við lesnað á donskum máli. Men hetta er eisini galdandi fyri onnur mál innan lesnaðin, sum nú týskt, enskt ella annað. Og viðvíkjandi donskum lesnaði, so havi eg frætt, og trúgvi ti væl, at donsk vikubleð eru ongastaðni so nógv seld sum nevniliga her í Fer- oyum. So ákæra Mariussar Johann- esens móti okkum útisetum at »hugsa á donskum« er heilt burtur- við. Eg vil meta, at mangur fer- oyingur búsitandi í Keypmanna- havn bæði tosar og skrivar — eftir »målmannametingum« — nógv »betri« føroyskt mål enn mangur bú- sitandi t.d. í Havn. (Eitt heiti sum »Idé-møblar« til dømis, mundi aldri verið tikið upp á tungu av útisetum, ið eg kenni.) Mær kunnugt var tað eisini mill- um feroyinga í útisetu, at tjóðskap- arrerslan og arbeiðið fyri rættindum foroyska málsins tók dyk á seg. Hver mundi yrkja fleiri tjóðskapar- sangir enn útisetar? Og tå Marius i greinini loyvir sær at nevna målfrød- ingin Jóan Hendrik Winther Poul- sen, so hevur hesin mær kunnugt eisini lisið og búð í Danmerk. Eisini las hann í Íslandi — tað havi eg eis- ini gjørt, og har byrjaði eg at »hugsa á islendskum«, men aldri haldi eg at eg havi »hugsad á donskumx= í øll tey ár eg havi búð í Keypmannahavn. Mentanarliga samanhaldið føroy- inga millum í Keypmannahavn er nú so, at tú væl kanst liva har, uttan at detta inn í danska mentan og mál- bering, sum Marius skrivar, tvørtur- ímóti tvíheldur tú ofta meir um tað føroyska meðan tú ert har, enn tá tú í Havn druknar í danskari video- og blaðmentan. Og munur er millum at hoyra ein studentaskúlanæming í Hoydelum tosa »føroyskt« og at hoyra ein útiseta gera tað (her hugsi eg um »ungdomsredakti6nina« og Síða 10 tíðindablaðið B | Si lurin Nr. 101 — 30. august 1984 Hugsa vit á donskum? Í degunum 9. til 12. august í ár var stórur málfundur í Havn. Tað vóru almennir norður- lendskir málstovnar, sum vóru komnir higar at hava felags fund her. (Teir koma saman til ein an felagsfund eina ferð um árið og skiftast um at hýsa honum, og i ár stóð tað til okkum at hýsa hesum fundinum. il at umboða okkum á hesum fundunum hevur Jóan Hendrik Winther Poulsen, leiðari á Før- pyamålsdeildini á Fróð- aparsetrinum, lut- íkið á teim ymsu fund- um, sum verið hava og sjálvandi eisini á hesum. Aftan á fundin sást ein frá Jóan Hendriki bleðunum, og yvir- skrivtin á hesi greinini var okkurt um, at vit hugsa á donskum. við, táið hann sigur Vit. Meinar hann tá við tann akademiska og annars danskt útbúna partin av føroyingum, so hevur hann rætt. Ti hesin parturin av feroy- ingum hevur verið lítið uppi í dagliga lívi fer- oyingsins og dugir tí ikki at fylgja við í hugs- unarhátti og málbering hansara. meðan hann er væl inni í danskari mentan og byarlivi, er vanur at málbera seg á donskum og hevur enntá lagt tunguna í danska legu men meinar J.H.W.P. við tann meiniga føroy- ingin, hann, sum rekir sjógvin. antin tað so er heimasjógv ella lang- farasjógv. hann, sum hevur sítt arbeiði uppi á landi, í be og haga, so haldi eg ikki, at Jóan Hendrik hevur rætt. Ti sjálvt um Svabo var 30 illa komið á hans- ars degum, at tað neyvan var hugsandi um at fáa tað aftur á rættkjøl, so hugsi eg, at eg tori at siga, at feroy- maðurin — ongantíð hevur hugsað á donsk- um. Teir lósu Faðirvár og signaðu seg á donskum, teir sótu í kirkjuni og lurtaðu eftir donskum lestrum og sungu danskar kingosålmar, tæir fóru til útróðrar og komu aftur syngjandi somu donsku kingo- sálmar. og fóru teir upp á gólv. so kvóðu teir danskar kempuvísur, men eg haldi, eg tori at taka fyri, at teirra tankar, antin teir so sótu í kirkjuni, vóru á útróðri = ella kvóðu Stærke Tidrik í dans- inum, vóru feroyskir út í odd og egg. segd verða, sum er tjóðarey Jkennið, men heldur tað, sum er aftan fyri orðini, lívið sjålvt, sum eyðkennir fólkið. Og meðan meinigi føroyingurin sang og kvað á donskum, so livdi hann og hugsaði á føroyskum og var í øll- um sínum at vísa seg danska búna, so rótfer: oyskur. men satt sigur Jóan Hendrik Winther Poulsen. Tann danskt útbúni feroyingurin fær ikki hugsað føroyskt, ti alt hansara lív verður, livað í donskum um hvervi og saman við danskari ella útlendsk- ari mentan og veit so vælsignað lítið um fer- oyskt lív, feroyska mentan og føroyskt um- hvervi at siga. Orðini vísa seg at vera fer- oysk, men tankarnir og mentanin aftan fyri tey er útlendsk. Nú veldst um, hvenn hevði rætt, táið hann Jóan Hendrik mein segði, at fero kt mál sj TY tað er ikki endiliga Kári P: — Eg havi altid hugsað á føroyskum og vil halda áfram at gera tað, um eg so búgvi alt mítt lív í tí stóra víða heimi. »tøsedrengene« har) Tað er tí óforskammað og hug- stoytandi at lesa, at >...hesin parturin av føroyingum hevur verið lítið upp í dagliga lívi føroyingsins + og dugir tí ikki at fylgja við í hugsunarhátti og málbering hans- ara, meðan hann er væl »inni ía (hvaðani stavar henda vending?) danskari mentan og býarlívi, er vanur at málbera seg á donskum og enntá (endda?) lagt tunguna í danska legu (dansk leje).« (endur- teka endað) Ikki tí at eg eri ímóti, at ein fer- oyingur lærir seg rættiligt danskt, í staðin fyri av berum treiskni og húðaskógvamentan at tosa eina av- bronglaða ómælsku, sum hverki er fuglur ella fiskur. Men haðani og til at fara at ákæra hvenn útiseta fyri at hava lagt „tunguna i danska legu«! Alt í lagi, summir føroyingar fella betri inn í danska mentan og lív og gerast meiri danir enn feroying- ar, og aðrir gloyma tað føroyska eft- ir fáum vikum, tí tað er »fint« at tosa við danskari »accent« (fram- burði). Men hetta er einans galdandi fyri ein minniluta av lesandi før- oyingum í Danmark. So skrivar Marius, at tað er neyð- ugt at vera sjómaður ella rekja be og haga, fyri at duga at tosa og skriva og hugsa á føroyskum. So eru vit illa fyri. Mær kunnugt eru einans umleið 9% av føroyska fólkinum fiskimenn og teir ið eru sjómenn sigla flestir við donskum skipum, og teir ið rekja »bø og haga«, kanska enn færri. Bóndasamfelagið er ikki longur okkara hevuðseyðkenni. Og sostatt dugir fáur lærari í dag tað sum Marius nevnir »at hugsa á fer- oyskum«. Hvussu hann nú fatar hetta hugtak, er óvist. Er tað treyt- að av at liva í fortíðarsamfelagnum ? Og so kemur tann versta ákæran móti fólki, ið leitar sær kunnleika úti í heiminum, fyri seinni kanska at ríka føroyska samfelagið við vitan og innliti, sum skapað er aðrastaðni enn í heimsins nalva« ella í Marius- ar bei og haga: Endurteka eftir M.J.: >... Tann danskt útbúni føroyingurin fær ikki hugsað føroyskt, tí alt hansara lív verður livað í donskum umhvervi og saman við danskari ella (!) út- lendskari mentan og veit so væl- signað lítið um føroyskt lív, før- oyska mentan ella feroyskt umhvevi at siga. Orðini vísa seg at vera føroysk (tað var altíð nakað !) men tankarnir og mentanin aftan- fyri tey vísa seg at vera åtlendsk.« Ein útiseti eftir uppskrift Marius- sar hevði helst sagt: »sikkin ein svada<. Men av tí at eg haldi, at henda hugsan er vorðin vanlig hjá ávísum bólki av føroyingum, skal eg loyva mær at gera viðmerkingar. 1. Eg „fái ikki hugsað feroyskt< sigur Marius. Hvat er tað at hugsa føroyskt? At hugsa sum Marius og Varði hans? 2. Er hetta einans galdandi fyri tann »danskt útbúna føroyingin«? Og ikki fyri tann enskt, týskt, ís- lendskt, norskt ella svenskt útbúna feroyingin? Hvar skulu føroyingar útbúgva seg fyri ikki at missa seg sjálvar burtur? Skulu vit stongja landamerkini? Er heimurin uttan- fyri sjómarkið vandamikil fyri før- oyingar? Tað er hann kanska av tí at vit liva í eini barnagentutjóð, har so nógv sum meguligt er bannað. 3. Hvat er »føroyskt liv« — Marius? Er tað ikki eins mikið mítt lív sum títt, ella tykkara? Fegin vildi eg fingið eina skilgreining av »føroyskum livi« í mun til annað slag av lívi. 4. Tú sigur, at eg og aðrir útisetar „vita so vælsignað lítið um føroyskt lív, mentan og umhvørvi at siga«. Hvaðani veitst tú tað? Hvat er »før- oysk mentan<? Hver skal avgera tað? Tú? Í dag er mentan eitt al- tjóðafyribrigdi, meir enn eitt lokal- patriotiskt fyribrigdi, um tú so vilt tað ella ikki. Feroyski dansurin kom úr Normandínum, sigst. Hvussu & | «+