hósdagur 30. august 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 30. august 1984
Flyting av
avgreiðsluni í
Eysturoy
Frá 1. september er avgreiðslan flutt í
húsini hjá Niels Jacobsen, Saltangar-
á, har sum Radiobúðin fyrr hevur ver-
ið.
Tryggingarsambandið Føroyar
Lastvogn- og
bussmekanikara-
lærlingur søkist
Má vera fyltur 18 ár og hava minst 10.
floks fráfaringarprógv.
Skrivlig umsókn at senda til:
RENAULT IVAN JOHANSEN
Hoyviksvegur
aber
Verkstaður
Telefon 13666
3800 Tórshavn
x
leingi skal eitt mentanarligt fyri-
brigdi liva her, áðrenn tað verður
hildið »føroyskt« at vera? Er tað
ikki ein grovur dómur, at siga, at
vegna tess at ein persónur fer til út-
landið at nema sær kunnleika, so
missir hann alt vit og skil fyri tí tú
nevnir »føroysk mentan«. Men eisini
dómarar skulu onkuntíð dømast.
5. Tú viðurkennir, at »ordini« hjá
okkum eru feroysk. Men so fert tú
yvir dulspekina, at »tankarnir og
mentanin« aftanfyri „vísa seg« at
vera útlendsk. Hvussu nógvir føroy-
ingar í dag hava ikki tankar og
mentan, sum hevur verið fyri út-
lendskum árini? Og hvat so, hver
vandi er í tí? Tjóðsskapur kann eis-
ini vera vandamikil. Tú skilir ikki
millum góða, nýtiliga ella meðmenn-
iskjansliga góða mentan og tanka-
virksemi, men millum »føroyska« og
vútlendska<. Hertil kann eg svara,
at upprunaliga eru føroyingar allir
ein innflutt tjóð og øll føroysk ment-
an og allir »føroyskir tankar« eru út-
lendskir av uppruna.
Yvirhevur kann sigast um grein
Mariussar, at hon er tvætl úr enda í
annan. Ikki tí at sjálvur Marius er
so åhugaverdur. Men kanska er
grein hansara dømi um hugsunar-
hátt hjá stórum parti av føroying-
um. Tf henda grein. Ikki veit eg um
M.J. nakrantíð ferðast uttanlendis,
lesur útlendskan lesnað, eitt nú tíð-
arrit, ella bert heldur seg til >Varð-
an« sum verndarskansa fyri »før-
oyska mentan, mál, lív og Guð viti
hvat«.
Ikki ti, fleiri føroyingar, sum vilja
verja tað »føroyska« hava viðhvert
tað fyri at skeita í útnyrðing. Men
haðani kann eg siga, at har verður
alt gjørt fyri at ríka mentanarheim-
in við at innflyta og umseta alt út-
lendsskt av virði, har verður Sig-
mund Freud, Marx og Mick Jagger
lisin á íslendskum, og har verða fólk
send kring um allan siðmenta heim-
in, við væl av peningaligum stuðli,
fyri at koma heim aftur og ríka í-
lendsku mentanina við altjóða sið-
menning. Har líða teir ikki undir
ræðslu Mariussar fyri niðurbróting
av lívi, mentan og máli av tí, at teir
ríka seg við altjóða mentan.
Øll mentanarlig innibyrging et
eins vandamikil sum málslig fá-
tækragering. Sum menningin í
heiminum veksur, tervar okkum
fleiri hugtek, fleiri orð og fyri ikki at
gloyma, meiri av tjaki. Feroyskt
mál er ríkt, tá tað snýr seg um veður
og vind, sjógv og be og haga. Men
heimurin melur víðari. Málið er
grundarlagið undir allari hugsan.
Ríkari mál, og fleiri orð, tú hevur at
hugsa við, betur kanst tú hugsa. Um
vit einans skulu hava orð um be og
grind og veður og vind, so standa vit
fyrr ella seinni sum kánus í teirri
stóru verð, og tilveruni yvirhevur.
Latum ikki heimfeðina taka
okkum av fótum. Heilsan frá einum,
sum altíð hevur hugsað á feroysk-
um, og vil halda áfram at gera tað,
um hann so býr alt sítt lív í tí stóra
víða heimi.
vælkomin út á opnar villar víddir
har lívið leika skal
har frælsið fær eitt innihald
og vónin gerst eitt val
blás meg út har vindar venda
og orka broytir skap
har einstein metir marx og freud
og rolling stones afturat
har bryggjar tú títt blómuvín
uttan timburmenn ella fólkaskomm
tí avdottin er bakkus gamli
í kánabrúðleypsromm
kom við úr har vindar venda
uttan haft ella tíðartonn
sigl meg út har sjógvar slættast
av skynsemi og eymd
har hver ein misgerð rættast
í somu letu hon er nevnd
vilt tú syngja millum vinir
mást tú ganga út úr takt
tí tín førari gerst linur
tá tín samvitska fær makt
tí eygu tíni møta mínum
bæði drukna djúpt í teim
og øsast upp heilt óttaleyst
í Nirvana — inn í gleim
blaka meg tá har bylgjur brótast
oman bakka, út í heim
eg vil síggja syndir slaktast
og sveima tú upp av ný
tí har insta vónin aktast
hon vegur vápnagný
eg vil daga duldar dreymir
og lyfta lygnarhaft
vita nær ja er ja og nei er nei
tá ivin heldur kjaft
og lív títt er eitt puslispæl
sum longu liggur sum tað skal
sum eitt sprell í kosmos tú og eg
í Edensgarðarveg
vælkomin út á villar víddir
her skal ongin spara seg...
tlf. 11820
— vit skriva
r 7
| |
9) |
| "DANICA — køkurin |
| P/f HELLA
| — —
Kiropraktorstovan
Békbindaragøta 6
Tórshavn
og
Miðvági
Anna Maria S.
Jergensen
Kiropraktor
Tlf. 1 7510
til flestu bilar
å goymslu
LYDEX
Minst lika gott
sum originalt
Andreas M. Andreasen
22/8-1984 Bøgøta 16, tif. 13816
kåri p. SEES
Hus å Argjum
keypast
Eini vælhildin hås å Argjum, heilt
niðri vid sjógvin ella heilt ovalaga,
ynskjast til keyps.
Bill. mrk.
Dagrøktarmamma
nærhendis Hoyvikar skúla ella á
Ternuryggi verður sekt til 6 ára gaml-
an skúladrong.
Tove Guttesen
tif. 11820 í arbeiðstíðini
annars 16554
Frá svimjihøllini
í Gundadali
Broyting í unp- og afturlatingartíðini
leygardag.
Opið frá kl. 07.00 — 10.00 og frá kl.
14.00 — 17.00. Hinir dagarnir óbroytt-
ir.
Tórshavnar Býráð
Nordisk nabo-
landslitteratur-
støtte
Det andet fordeilingsmøde i 1984 af
Nordisk Ministerråds (undervisnings-
/kulturministrene) støtteordning til
udgivelse af nordisk litteratur i over-
sættelse i de nordiske lande finder
sted i november.
Frist for indsendelse af ansøgn-
ingssema: 1. oktober 1984.
Skemaer med vejledning kan rekv-
ireres fra Føroya Landsstyri, Tinga-
nes, 3800 Torshavn (tel. (042) 11080).
Ansøgning indsendes til, og yder-
ligere oplysninger kan fås hos
Nordisk Ministerråd
Sekretariatet for nordisk kulturelt
samarbejde
Snaregade 10
1205 København K
(tif.: (01) 11 47 11)