leygardagur 1. september 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Flutningsskipanin
hjá Strandferðsluni
»forerad« privatum
Hóast tvær løgtingsnevndir eru ímóti ti
Ein algoystur landsstýrismaður er av
mær ókendum orsekum í ferð við at >for-
era« verulig virði til, fyri mær at síggja,
eftir serligum kriterium útvaldar persón-
ar
Gongur hetta, so er samfelagsskipan
okkara sjúk, skrivar Thomas Arabo m. a.
í hesum sjónarmiði um ætlanina at leggja
flutningsskipanina hjá Strandferðsluni á
privatar hendur.
Sokallaða >reyða= flutn-
ingsskipanin hjá Strand-
ferðskani byrjaði í 1974
eftir åheitan frå komm-
ununum og einkultpersón-
um. Sum liður í einari um-
i av Strandfara-
skipum Landsins bleiv
skipanin víðkað í 1975, og
nøkur ár seinni umfataði
hon so at siga alt landið.
Skipanin er góð og
hevur eftir umsteðunum
virkað væl.
Nú er tað soleiðis í
hesum landi, at tá tað
almenna fær nakað at
virka, so skal tað knúsk-
ast.
Serliga ræður um hjá
teimum, ið standa fyri tí
»fasistoidu« samfelags-
linjuni at prógva, at tað
alment setta fólkið er
býtt, dovið og vællent, og
at einki alment kann
virka.
Ná, aftur til teir
sreyðu=. Teý seinastu 4
árini hava fleiri royndir
verið gjerdar at fingið
flutni kipanina privat-
iseraða.
Spurningurin hevur
verið viðgjerdur í tveim-
um legtingsnevndum og
mær vitandi hava báðar
hesar einmælt avvíst
broyting, tí hetta vil føra
til meirútreiðslur fyri
Landskassan uppá minst
Kortini so stóð nú ein
dagin fyrsti »privatiser-
ingsbilurin« á keiuni —
kostnaður umleið 1,3 mill.
kr. og tann næsti er á veg.
Hver, ið skal gjalda
hetta »cirkus« og eina
dýrkan av flutninginum,
ja, tað vita vit.
Eftir teimum upplýs-
ingum eg havi, so eru 4
rutur undirhonds við at
verða »forerdar« burtur til
4 privatmenn. Eftir hverj-
um rætningslinjum hetta
j veit eg ikki
men bygda-
menning er tað í hvussu so
er ikki, tí hví skal uttan-
bíggjamaður, búsitandi í
Havn, hava koyringina til
Vágar? Hví skal ein
klaksvíkingur, búsitandi í
Havn, -hava Klaksvíks-
koyringina? Hví skal ein
klaksvíkingur hava Viðar-
eiðiskoyringina?
Os so sjálvt princippið.
Hetta er benzin á bálið hjá
øllum, ið vilja national-
isering. Eg hugsi ikki, at
teir vinnulivsmenn og
vinnulivsfyritøkur, ið reka
virki á rímiliga liberalum
grundarlgai briggja seg
um at koma i ein nation-
aliseringsvanda, ti onkur
algoystur landsstýrismað-
ur av mær ókendum or-
søkum er í ferð við at
»forera« veruli virði til,
fyri mær at síggja eftir
serligum kriterium, út-
valdar persónar.
Tí áttu hesir vinnu-
lívsmenn eisini roynt at
steðga hesi »apukatta-
framferå«.
Vil løgtingid finna seg i
at tvær einmæltar løg-
tingsnevndir verða »des-
avoueradar«? Er tað yvir-
hevur lógligt, tað, ið gjert
verður?
Nei, tað er ikki síðsta
orð sagt í hesum máli, tí
um hetta gongur, so er
okkara samfelagsskipan
sjúk. Tað sær ein og hver.
Signabeur 29.08.1984
Thomas Arabo
i
Thomas Arabo: — Fær tað almenna nakað at virka, so
skal tað knúskast
„Á
Nr. 102 — 1. september 1984
foto: kalmar
Fyrsti »privatiseringsbilurin« kom til landið. Kostnaður: 1,3 mill. Tann næsti er á veg. Hver, id skal gjalda hetta
»cirkus« og eina dýrkan av flutninginum, ja, tað vita vit, sigur Thomas Arabo
foto : kalmar
Kaj Simonsen 75 år
Í dag 1. september fyllir
ein vælkendur fugloying-
ur 75 ár. Hesin er Kaj Sim-
onsen á Kirkju.
Kaj er best kendur mill-
um feroyingar frá teimum
samreðum, sum útvarpið
av og á hevur við hann,
um tey ymisku viður-
skiftini í Fugloynni.
Samreðurnar í útvarp-
inum snúgva seg ofta um
fugl og fuglaveiðu, um
steðuna hjá teimum ym-
isku fuglastovnunum. Um
seyð, um fiskiskap og um
fremmandafólk, sum
vitjar á oynni o. s. fr.
Hesar samreður mynda
persónin Kaj Simonsen,
og vísa á, at hann hevur
stóran áhuga fyri ellum,
sum rerist í tí umhvervi,
sum er hansara gerandis-
dagur.
Kaj Simonsen er feddur
og uppvaksin á Kirkju,
har valdi hann eisini at
vera búgvandi.
Eins og aðrir feroyingar
var Kaj tey fyrru árini til
skips. Har var hann m. a.
kokkur eins og hann var
vanligur fiskimaður. Tey
seinnu árini hevur Kaj tó
verið heimamaður burtur-
av. Her hevur hann rekt
fleiri størv.
Síðani hann stovnaði
heim á Kirkju, hevur hann
verið á tænastu hjá
Postverkinum, sum av-
greiðslumaður í bygdini.
Umleið 1950 kom hann
eisini í tænastu hjá Tele-
fonverkinum, við tað at
telefonsteðin var í
heiminum hjá teimum.
Síðan útvarpið fór at
senda veðurtíðindi úr
Fugloynni, hevur -Kaj
Simonsen eisini rekt veð-
urtænastuna hjá útvarp-
inum.
Kaj var giftur við
Sigrid, fedd Zachariasen.
Eins og Kaj var hon ættað
av Kirkju. Sigrid var
ógvuliga heilsuveik í
mong ár, og er hetta or-
sekin til at Kaj hevur
verið heimamaður sein-
astu árini. Sigrid doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Kaj Simonsen er ógvu-
liga gestablåur og prát-
ingarsamur maður, og er
hann sera hugnaligur at
hitta. Tær nýtist ikki at
tosa leingi við Kaj fyri at
varnast, at hann er skila-
maður burturav, — bæði
viðvíkjandi tí, sum hevur
við sjógv og land at gera.
Sosialurin ynskir Kaj
hjartaliga tillukku á 75
ára degnum, við bestu
ynskjum um blíðan byr
framyvir.