leygardagur 1. september 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 1. september 1984 tíðindablaðið S sk luri | Síða 3
Atli Dam, fyrrverandi leg-
maður: — Pauli Ellefsen,
legmaður visti hvenn veg
tað bar. Ti royndi hann at
fáa valið flutt fram.
Sosialurin hevur
biðið Atla Dam,
fyrrverandi
løgmann, um eina
viðmerking til ta
knappligu kreppu,
sum landsstýrið nú
hevur varnast.
Hann sigur, at
hetta er ikki so
knappliga íkomið,
men blødran brast
fyrr enn samgong-
an hevði ætlað. Í
verandi støðu júst
oman á orðaskiftið
um løgmansrød-
una, heldur hann,
at tað er vælgrund-
að at nevna hana
við merkingini:
Hann sigur:
— Tað má kennast fólki
logið at frætta frá fiski-
vinnumálaráðharranum,
at alt tað føroyska sam-
felagið er í kreppu, bert
eina viku aftaná, at hesin
saman við legmanni í fýra
samfullar dagar hevur
greitt fólki frá, at landið
fleyt í mjólk og hunangi.
Í orðaskiftinum um leg-
mansreðuna hoyrdu vit
annars, hvussu væl stóð
til figgjarliga. Landskass-
in hevði stór avlop í fleiri
ár, grunnarnir vóru fyltir,
uttanlandsskuldin, sum
nå var 3000 milliónir,
hevði einki at týða, ti nú
gav samfelagið avlop til
produktivar og óprodukt-
ivar ílegur, allan rakstur
og nakað av sjålvfiggjan,
meðan deyðin var í durin-
um, tá vit skyldaðu 900
milliónir.
Lån blivu ikki tikin til
fíggjarlógina longur, tí
brúk var ikki fyri hesum
0. s. fr.
Sjokk
So mikið størri må sjokkid
vera, nå fiskimålarådharr-
in boðar frå, at nýtast
skulu 80—100 milliónir
eyka til fiskivinnuna og
flakaframleiðsluna, og at
hann ikki rættiliga veit,
hvaðani peningurin skal
takast.
Tað gekk nokk onkurs
vegna, vildi hann vera
við. Kanska kundu vit
nýta avlopið frá seinastu
fíggjarlóg, sum hann
væntaði verður 50 millión-
ir. Ella vit fara út at læna,
úm so er, at landskassans
likviditetur ikki er so
góður, at hesar 50 millión-
ir eru tekar. Kanska funnu
vit upp á okkurt heilt
annað, eitt nú skatt og
toll.
Brannyggj kreppa?
Tað ljóðar sum er hendan
kreppa spildurnýggj. Ein
kreppa, sum tekur lands-
stýri á bóli. Ein kreppa,
sum hevur tikið seg upp.
meðan orðaskiftið um log-
mansreðuna fór fram ella í
vikuni aftaná.
Men so bláoygdir eru
foroyingar ikki, at teir
góðtaka, at hetta er komið
so óvart á. Hann, sum
hevur fylgt eitt lítið sind-
ur við. veit, at fiskivinnu-
ráðið boðaði frá hesum
tørvi upp á 100-200 mió
kr. fyri skjótt ári síðani.
Andsteðan á tingi og
serliga javnaðarflokkurin
hevur ferð eftir ferð vist á,
at tað fekk ein galnan
enda, at samgongan
»budsjetteradi« sum hon
gjørdi. Serliga vistu vit å
hetta undir figgjarlogar-
leggingini í 1983 og 1984.
og í samband við viðgerð-
ina av stuðulslóggávuna til
fiskivinnuna í 1983 og
1984.
Vit vístu m.a. á, at tað
kundi ikki rugga rætt, tá
nýtslan úr eykagrunni rá-
fiskagrunsins var so stór
stersta rokár til fisk.
Katastrofu-
grunnurin tømdur
Hesin grunnur skuldi vera
»katastrofugrunnur«, og
vildi — um rætt var at-
borið — nú ligið um 100
milliónir. í staðin fyri sum
nú á 35—40 milliónum.
Í verandi støðu røkkur
hann stutt, og yvirskot-
ið. sum fiskimálaráðharrin
nálgaðist uppii, er heldur
ikki tekt, tað er brúkt pr.
1. juli 1984. Her er heldur
eingin heimild, tí aftaná 1.
juli er tað sambært lóg
tríbýtt ímillum grunnin til
endurnýggjan av fiski-
skipaflotanum, grunnin til
berghols- og brúgvagerð
og landskassan. Her kann
so í mesta lagi verða talan
um triðing av 50 millión-
um kr., ella 16—17 mió,
um hesar í heila tikið ger-
ast tøkar, nú so nógv er
fiks-faksað við figgjarlóg-
ini fyri at dylja lántekurn-
ar.
Og sjálvt um teir kundu
funnið uppá at lóggivið
við afturvirkandi kraft, so
er eingin vissa fyri, at
hetta »avlop« yvirhevur
kemur upp á 50 mió ella
verður tøkt, ti landskassa-
roknskapurin er ikki lið-
ugur enn.
Tjóðbankan kunnu teir
troyta, men hvat so við
reypinum um. at har er
niðurgoldið?
Lánini frá A-skattgjald-
arunum rekka kanska
nakað, men so má aftur-
gjaldingin, sum teir hava
lovað at greiða, tá árið er
liðugt, skjótast langt fram
í 1985.
Ongin fyrireiking
Hóast teir sum nevnt
hava vitað, at hendan
støda fór at koma, stendur
samgongan fullkomuliga
ófyrireikað.
Man ikki sannleikin
vera, at teir vónaðu at
kunna skúgva kreppuna
undan sær fram um valið.
Men nú rann hon so
skjótt. at hetta miseydn-
aðist.
Løgmaådur man tó betur
enn hinir hava dugað at
sæð. hvenn veg tað bar.
Ti royndi hann at fáa valið
flutt fram. Í fyrstu syftu
til juni mánaða og seinni
aftur til fyrst í september.
Stoktu hann
ov leingi
Men fólkafloksmenn vóru
so gramm ir eftir at sleppa
at steikja legmann í egn-
um feitti, at teir sluppu
honum ikki frá, áðrenn
teir sjálvir hingu í tráðn-
um saman við honum.
Ti fellur avdúkingin av
løgmansins orðgyklan og
tungufimleiki aftur á
fólkafloksmenn og sjálv-
stýrismenn sjálvar, tí nú
stendur greitt, at ein
av orsekunum til, at vit
eru í eini samfelags-
lemjandi kreppu, er, at
teir onki framdu av tí, teir
hóreiggjaðu sær við fyri
fýra árum síðani.
Teir skuldu endurskoða
lógina um ráfiskagrunn og
stuðulsveiting. Ja, skapa
eina heilt nýggja >heildar-
loysn«.
Teir skuldu endurskoda
og broyta loggåvuna um
studul til skipabygging.
Teir skuldu avtaka
kreppulánslóggávuna og
seta legmansins Columb-
us-loysn í staðin.
Teir skuldu skipa fyri
stýring av fiskivinnuni og
skipailøgunum.
Teir skuldu fjøltåtta
framleiðsluna so meira
fekst burturúr.
Teir skuldu effektiv-
isera skipa- og virkis-
raksturin, og teir skuldu
skapa »alternativ«, sam-
stundis sum almennar
ílegur og alment forbrúk
skuldi tálmast.
Men meðan krónur í
milliardatali vórðu oystar
út úr landskassanum, so
slapp alt at ganga sum
best bar til.
Einki av hesum var
nortið, eingin nyskapan
framd, men bert lappariir
av ellum omanfyri nevndu
málum.
Eykaskatt
og eykatoll
Fiskivinnuráðharrin vón-
aði, at tað slapst undan
eykaskatti og -tolli, men
tað gerst tað nú einaferð
ikki. Tann meirnýtsla,
sum er neyðug nú. hon fer
so at gera vart við seg
framyvir, tí hon skal eina-
ferð rindast úr landskass-
anum.
Hon fer at gera vart við
seg hjá skattaborgarun-
um, tí alt annað líka. so
skal hesin peningur kom-
andi árini krevjast inn
meira enn tað, sum skuldi
verið innkravt, høvdu teir
stýrt okkum uttan um
hesa »nyggju« kreppu.
Tað >vónleysa< i steð-
uni er, at eingin serlig
grund er til hesa snarljós-
kreppu. einki oljusjokk
sum í 1973 og 1979. Veiði-
mynstrið toluliga óbroytt.
Metveiða og góðir prísir
hava verið. Útflutnings-
met er sett við 1560
milliónum. Vit hava havt
ein figgjarmålarådharra —
sum uttan at vita hví —
svam í peningi, ti partnar-
ar hans kravdu so bonns-
ligt inn, o.s. fr.
Mjolk og hunangur
ella samfelag i kreppu
Tað verða nú aðrir, sum
noyðast undir at grund-
beta hesi viðurskifti, tá
tað lappariið, sum nú
verður gjert, um fýra—
fimm mánaðir ikki betir
longur. Tað vil siga, at
valið í heyst setur nýggja
manningina á eina heldur
strevna hundavakt.
Løgmaður í feriu
einaferð enn
Omaná alt frættist nu, at
legmaður igjår aftur fór í
fri, hesaferð í heystfri.
Legin evnir hann hevur
til at velja sær »feriu«,
hverja ferð vandamál taka
seg upp.
Ein skuldi trúð, at hann
hevði fingið nóg mikið av
sól ta drúgvu tíð, hann
dvaldist i Rom í summar,
har hann við eini risa-
delegatión seplaði 200.000
kr. burtur á »kongress«,
sum á ongan sakligan hátt
kravdi so munagóða fer-
oyska umboðan.
Legið at hann ikki lurt-
aði eftir Dimmalætting og
sendi — um ikki eitt frí-
merki — so ein embætis-
mann. Hesin kundi eins
væl og legmaður bið-
ið danska embætismannin
borið ta stuttu heilsan
fram, sum hann nú bar
vegna Feroyar.
Nú loyvt at
svartalista
Bæði privatir og almennir
arbeiðsgevarar hava nú
fingið eitt amboð at brúka
ímóti starvsfólki. Tað er
nýggja lógin um privatar
edv-skráir, sum teir borg-
arligu á tingi hava sam-
tykt.
Við hesi lóg verður í
praksis loyvi givið at
svartalista fólk. T.v. ss. at
er ein persónur revsaður,
hoyrir hann til ávísan pol-
itiskan bólk o.1., so kann
arbeiðsgevarin fáa hesar
upplýsingar — og út frá tí
gera sínar egnu metingar.
Á tingi í vikuni hevði
javnaðarmaðurin Jóannes
Dalsgaard at nýggju
lógini og vísti á, at borg-
arin við hesi lóg verður
gjerdur friðleysur.