leygardagur 1. september 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 1. september 1984
»Hæleren og
stjæleren«
somu løn
Hetta sigur Atli Dam um »rollu« sjålvstyrisfloksins i seinasta
partinum av reðuni í ordaskiftinum um løgmansrøduna. Hann
spåar eisini, at stavnamaðurin verður at seta fólkaflokkin út um
gátt í mong ár.
Tað åbyrgdarloysi, sum hesir triggir
flokkar hava synt vid at halda fram i
samfull fyra år uttan at hava ein
politikk at samvinna um, havi eg
nortid vid
Grein 13 avskepladi demokratiid i
stóran mun. Vit fingu eitt minni-
lutadiktatur, sum nærum setti log-
tingið av, sum í hvussu er avmark-
aði leiklut tess til at vera luttakari
í einum longum politiskum sjónleiki
Kortini reypa sjålvstyrismenn av,
at teir eru einastu verjar av veru
ligari liberalismu undir figgjarligari
ábyrgd, meðan fólkafloksmenn
skíra seg sjålvar frælslyntar og fri-
sinnaðar, sum kundi slíkt fyrikomið
í samgongu sum hesari.
Tað kundi verið forvitnisligt at
kanna, hvat liggur aftan fyri hetta
reyp.
»Penir og hampiligir«
Sjålvstyrisflokkurin hin peni og
hampiligi hevur spælt rolluna
sum teir, ið ikki vilja tað figgjar-
óskil, sum valdað hevur. sum ikki
góðtaka ta ótrúligu samanblanding
av almennum og privatum pegningi,
har ábyrgdin og undirskotid eru
landsins — eru nationaliserað
meðan møguligt yvirskot er privat,
og sum heldur ikki góðtaka tann
órimiliga vinning. einstakir draga
burtur úr felogum við stórum halli.
halli. sum er dekkað av landskass-
anum.
Teir hava í ávísum forum rópt upp
um ábyrgdarloysi í ílegum og
skúgvað medábyrgd frá sær. Teir
lasta andstøduna — og her serliga
Javnaðarflokkin — fyri at hava
verið við til at loysa uppgávur, sum
ikki hóvaðu Sjálvstýrisflokkinum.
Men eg fari at loyva mær at ivast í
penheitini og hampuligheitini, ti
kannar ein eftir, so hevur hetta i
flestu forum snúð seg um mål, har
ikki sjålvstyris »vinir og kenningar«
vóru uppii. Har slíkir hava verið.
hevur hesin »peni« flokkur so sanni-
liga dugað at drigið til sín.
Tá ein er gingin inn í eina skipan.
har $13 loyvir einum at steðga
ábyrgdarleysum projektum, og ein
so bert setur seg hendur í favn og
tveitir ábyrgdina á aðrar, so hevur
ein lítið at hava hampuligheitina í.
Er so hartil tann politiska korr-
uptiónin so tvinnað inn í alt sam-
gonguarbeiðið, sum Hilmar Kass
hevur róð uppundir í umrødu síni av
løgmanni og granskoðaravirki hans-
ara. so er tað uttan fyri alt mark av
latið
tó at ein hevði
ábyrgdarlovsi. at ein hevur
hetta um seg ganga
8 13 í hondini. at steðga ábyrgdar
lovsinum við
so fáa >hæleren og
Sum fyrr sagt
stjæleren samme løn«
Skattaskipanin ófyrireikað
Vit gjørdu hetta fyri at bjarga keldu-
skattinum. siga teir. Jú. men var tað
ikki betri, um hendan skattaskipan
var fyrireikað til lítar, ístaðin fyri,
at fíggjarmálaráðharrin setti eina
skipan í verk. sum. eg hugsi. hann
hevur skilt. í
hvussu er hevur hann ongantið verið
fúsur til at einum
spurningi um hesa skipan. Ein kundi
freistast til at
manni rætt. tá hesin sigur. at Tor
ongantíð veruliga
svara einasta
næstan givið log-
bjørn Poulsen einki hevur skilt
Klippa klernar í heyst
Sum rosinan í pylsuendanum hevur
nú eitt av umboðum floksins. valt í
Norðovum. endiliga avdúkað tann
maniska illvilja, hann hevur ímóti
ellum javnaðarfólki. Hetta hevur
hann gjørt í teim ósakligu starvs-
setanum. hann hevur stríðst
úlvur á skógv fyri at fremja. Aðrir
verða tiknir fram um kvalifiseraðar
umsekjarar. sum bert hava tað brek.
at hann metir teir at halla til Javn-
aðarflokkin.
Hesin átti at fingið klipt klørnar í
heyst!
Nei, »penheitin« og »hampulig-
heitin« er so sanniliga farin at
»krakelera«, og eg trúgvi lítið uppá.
at hesin flokkur verunliga vil eitt
sakligt uppbýti ímillum privatan
rakstur við ábyrgd og privatan
rakstur við landskassaábyrgd.
sum
Karrátt dupultspæl
Triði samgonguflokkurin — flokkur
stavnamansins — hevur spælt eina
serliga rollu hesi ár. Samgongu-
flokkur so leingi, tað ræður um at
tryggja sonevndum vinnulívsmonn-
um slangu í landskassan, men and-
støduflokkur í floksblaðnum og
ígjegnum stavnamannin.
Síða 7
Teir hava meistarliga spælt eitt
dupultspæl nú í fýra ár. við einum
hampuligum vongi tii sítt brúk. og
einum karráðum fasistoidum vongi
undir leiðslu stavnamansins til sitt
brúk
Teir eru
sinnaðir og frælslyntir reypar stavn-
liberalir. tolerantir. fri-
amaðurin. Men er toleransan so stór.
at hon rekkur til at
manninum fritt spæl á sínum vongi
geva stavna
so mugu øll hampafólk harmast
Fólkaflokkurin uttan ávirkan
Frisinnið er jú tað. at síggja stórt og
frítt upp á ta knúlving og jagstran.
sum stavnamaðurin fremur ímóti
oðrvisi hugsandi. Frælslyndið er
frælsi til harðræði, mannahatur
asosiala herferð og láturliggeran av
virðum. ið summi okkara hava valt
at byggja hugsjónir okkara á
Tað skal vera min spádómur, at so
leingi hetta slagið av »frisinni« og
»frælslyndi« dominerar fólkaflokkin,
so verður hann uttan politiska
ávirkan eitt langt. langt tidarskeid
eftir november 1984
So mikið av semiligheit má ein
rokna við, er eftir i ellum eðrum
flokkum enn
(Seinasta partin av reðu Atla Dams
ið snúði seg um undirgrunds-
spurningin — prentaðu vit týsdagin
28. august.)
Sleppa nú
aftur i skúla
Nú er summarfrítíðin hjá
bernunum á Strondum lið-
ug. Fyrst í næstu viku
sleppa tey aftur í skúla.
Teir 190 næmingarnir
og 20 lærararnir koma til
betri umsteður. Skúlin er
útbygdur og hevur fingið
góðar 700 fermetrar
afturat til undirvísingina.
Edmund í Garði, skúla-
stjóri, upplýsir, at byggi-
arbeiðið hevur gingið
skjótt. Tað hevur tikið
styttri tíð enn mett var,
tað fór at taka. Mikkjal
Olsen hevur teknað
nýggja nygningin og P/f
Finn í Puntabyrgi hevur
bygt. Utbyggingin kostar
einar 10 mill. kr. Fyri hes-
ar pengar hevur Stranda
skúli fingið fýra vanligar
stovur, skúlakek, heli til
træsmíð, bókasavn og
stovur til lívfreði og alis-
og evnafreði. Í gamla
bygninginum eru tvær
stovur broyttar, onnur til
evning, hin til jarnsmíð.
Eisini er ein forhell
bygd, har næmingarnir í
Framhald á síðu 12