Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Onki avlop men stórt hall FLAKAVIRKINI eru i ålvarssam- ari kreppu. Teimum tørvar 40 — 50 mió. kr. nú beinan vegin. Figgj- arárið er ikki hålvt og ráfiska- runnurin er nærum tómur. Um grunnurin ikki fær meira pening. førir hetta til, at avreiðingarprís- urin lækkar og tað førir til kreppu hjá veiðiflotanum. Í FYRRADAGIN heði útvarpið samrødu við formannin á ráfiska- keyparafelagnum, við umboð rá- fiskakeyparafelagsins í nevndini fyri ráfiskagrunnin, og við lands- stýrismannin í fiskivinnumálum. Í sendingini varð upplýst, at flaka- virkini eru illa fyri og at hetta er ringasta stødan hjá virkjunum i langa tíð. M. a. kom fram, at virk- ini høvdu undirskot í 1983 og at stødan tykist at vera líka vánalig í 1984. Niðurstaðan var, at virkjun- um tørvar einar 40 — 50 mió. kr. beinanvegin. UMBOÐINI FYRI virkini søgdu, at virkini høvdu undirskot í 1983, men hóast hetta, so vildi lands- stýrismaðurin í fiskivinnumálum vera við, at tann hættisliga stød- an nýliga er komin í. Stødan er rættiliga nýggj, segði landsstýris- maðurin, sum annars upplýsti, at landsstýrið ikki hevur vidgjørt tað álvarssomu støduna, og heldur ikki visti hann, hvussu gjaldføri hjá landsstýrinum er. Landsstýris- maðurin visti kortini, at talan verður um eitt aviop á fíggjar- lógini. Møguliga um einar 50 mió. kr. ella meira. TÁ ÚTVARPIÐ spurdi landsstýris- mannin, um vit kunnu tosa um kreppu í allari fiskivinnuni, var svarið ógvuliga einfalt og kontant: »Tad er kreppa í øllum samfelagnum«. Hetta segði landsstýrismaðurin. Og so kunnu vit bara taka til eftirtektar at hetta var úrslitið av fýra ára borg- arligum stýri. Landsstýrismaðurin viðgekk, at ráfiskagrunninum tørvar 30 mió. kr., og at flaka- virkjunum tørvar einar 40 — 50 mió. kr. nú beinanvegin. Tilsam- ans er sostatt talan um einar 70 — 80 mió. kr., sum eru ov lítið av- settar á fíggjarlógini til fiskivinn- una, og tí er ikki talan um nakað oddagrein avlop, men heldur um eitt hall uppá 40 til 50 mió. kr. Í FJØR HØVDU vit besta fiskiár nakar veit um. Tá nýttu vit 20 mió. kr. úr tiltaksgrunninum hjá ráfiskagrunninum. Men vit høvdu eitt sokallað avlop á fíggjarlógini. Við legmanni á odda tosa sam- gongumenn um hesi avlopini á fíggjarlógini. Men tað er gamaní at fáa avlop á fíggjarlógini, tá fiskivinnan eitt ár fær 20 mió. kr. ov lítið og eitt annað ár fær 70 til 80 mió. kr. ov lítið við tí úrsliti, at bæði flakavirkini og ráfiskagrunn- urin og harvið eisini veiðiflotin koma í álvarssama kreppu. BÆÐI Í SJÁLVARI løgmans- røduni og undir umrøduni hoyrdu vit reypid um avlop á landskassa- roknskapinum. Vit hoyrdu løgmann tosa um fíggjarligu gondina, sum hann segði er mun- andi batnað. Vit hoyrdu hann tosa um, at øll uttanlandslánini eru far- in til framleiðsluskapandi iløgur, og at vit nu fyri fyrstu ferå i mong år vinna til rentur og avdrått av okkara uttanlandslånum. MEN MINNI ENN eina viku eftir kemur undan kavi, at høvuds- vinnan, ið sjálvsagt er nógv tann størsti parturin av okkara fram- leiðslutóli, sum sambært løgmann stendur fyri uttanlands- lánunum og nú fyri fyrstu ferð í mong ár eisini sambært legmann, vinnur fyri rentur og av- drátt, tørvar 70 til 80 mió. kr. beinanvegin. Eftir at ein stjórnar- leiðari er avdúkaður fyri at siga so skeivt frå um støduna í sam- felagnum åtti hann at lagt frå sær beinan vegin. HER ER ONKI avlop á nakrari fíggjarlóg. Hvørki í ár ella i fjør. Talan eru um hall bæði árini. Men hallið er flutt yvir á høvudsvinn- una. Játtanin til fiskivinnuna átti at verið minst 20 mió. kr. størri í fjør og einar 70 til 80 mió. kr. stórri í ár. Men nú skilja vit, hví løgmaður vildi hava val í august ella september. Sannleikin um ta hættisligu støðuna í sam- felagnum skuldi ikki fram fyrr enn eftir valið. Viðmerking frá FSJ Í samband við tíðindini í útvarpinum og Sosial- inum um uppstilling Javn- aðarfloksins í Suðuroy, fer Froðbiar Sóknar Javnað- arfelag at loyva sær at koma við nekrum við- merkingum og rættleiðingum til tíðind- ini. Á aðalfundi FSJ's, í februar mánaða í ár, skjeyt Atli P. Dam upp, at felagið stillaði tvey umboð upp til legtingsvalið í heyst. Hetta gjørdi hann sjálvandi tí hann visti, at hetta var og er ein nátt- urligur partur av upp- gávum felagsins. Í dag hevur Atli Dam broytt steðu, men tað er ikki tað sama sum at FSJ hevur gjørt tað sama hesum viðvíkjandi. So leingi sum einki nýtt fyriliggur, fasthalda vit, at tað er FSJ, ið tekur sær av at finna umboð fyri Tveroyri til javnaðar- listan í oynni. At ein heim- ildarleysur fundur sjálv- boðin átekur sær at finna umboð fyri Tveroyri til listan, fara vit undir ongum umsteðum at góð- taka, og meta vit hetta sum eina beinleiðis uppí- leggjan í náttúrligu upp- gávur FSJ's. Tað er ikki við sert beiskleika, at limir felag- sins ásanna, at royndir fel- agsins at fáa Atla Dam at verða valevni felagsins saman við Sverra Midjord higartil eru miseydnaðar. Tí er tað, at vit hava boðað flokkinum frá, at vit fara at finna annað val- evni millum limir felags- ins, sum, saman við Nr. 102 — 1. september 1984 Sverra Midjord fer at verða umboð okkara á javnaðarlistanum í Suður- oy. Å »uppstillingingar- fundinum« i Hvalba varå upplyst, at Sverre Midjord tekur ikki av til- bodi um uppstilling, fyrr enn FSJ er vid. FSJ var ikki vid i Hvalba, men verður vid so skjótt sum vit meta teir spurningar, ið framvegis standa sera opnir, avgreiddar. Um á- hugi ikki er at avgreiða spurningarnar á ein semi- ligan hátt, halda vit fast við, at tað er FSJ, ið tekur sær av at finna umboð fyri Tveroyri til javnaðar- listan í oynni. Við javnaðarkveðu Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag Marner Lisberg, form. Feroyar uttanfyri hernaðarligar samgongur 16/8 stóð í Sosialinum grein — skrivað av so- nevndum javnaðarmanni við heitinum >NATO, rík- isfelagsskapurin og Fer- oyar«. Eg dugi ikki við mínum besta vilja at skilja, at maðurin, skrivað hetta hevði, er skrásettur javn- aðarmaður. Ti í stevnu- skrá Javnaðarfloksins stendur m.a., at Feroyar skulu haldast uttanfyri allar hernaðarligar sam- gongur, og Javnaðar- flokkurin hevur eisini ver- ið við til at undirskriva logtingssamtyktirnar um, at hervaldið skal av land- inum. — Men kanska hev- ur onkur misskiljing ver- ið, tá tú gjørdist limur í sama flokki. Tú sigur, at feroyingar fyri langari tid síðani hava valt síðu. Eg veit ikki, hver síðan er, tå tosar um. Ti við fólkaatkveðuni i 1946 at- kveddu feroyingar fyri loysing (!), ikki »sam- band<, Sverre Midjord. Men við tað, 1) at tingmenn ikki vóru samdir við veljarum teirra, mettu teir ikki upp á tingi, tá orðini skuldu gerast verk, 2) valluttøkan var sera lág. og tí var tað bert 1/3 av samlaða veljaraskar- anum, sum hevði atkvett fyri loysing 3) lutfalsliga nógvar ó- gyldugar atkveður vóru. varð valúrslitið tulkað á nógvar ymiskar mátar; og við tað, at Legtingið ikki vildi stýra einum sjálv- stødugum Føroyum, upp- loysti danski kongurin tingið. — Ti, Sverre Midjord, hava vit Nato-stødina i Føroyum, og við síðina av henni eina amerikanska stød, hvers uppgáva er 6- kend, og sum eingin segur seg vita nakað um. Og hóast javnaðarflokkurin principielt ikki gongur inn fyri loysing, mugu tær rikisrættarligu broyting- arnar gjøgnumførast, sum skulu til fyri at fåa her- valdið av landinum. I stevnuskrá javnaðarflok- sins stendur eisini, at rættur okkara til yvir- tekur gongur líka at loys- ingini! „Hetta standa vit við<, skrivar tú. Vit, eru tað tú og aðrir fólkafloks- og sambandsmenn? Feroya fólk varð ikki eftirspurt, tá NATO-steðin varð sett upp her. Ætlar tú einsa- mallur at avgera, at feroy- ingar skulu selja sítt lív, og liva í ræðsluni um hverja letu at kunna verða sprongdir í luftina, tí tú heldur teg hava skyldur mótvegis »vesturheimin- um«? Um tå heldur teg hava hernadarligar skyldur mótvegis »vesturheimin- um« (Danmark?), kundi tú bara í góðari tíð havt meldað teg inn í danska herin, so hevði tú havt uppfylt »skyldur« tinar, og tú og »vesturheimurin« høvdu verið »kvitt«. Um tå tá framvegis hevði skuldarkenslur, kundi tú bara verið verandi í herin- um. Um tú ikki veitst tað, so ber til at fáa fast arbeiði har — hetta tilboðið geld- ur fyri øll krigselskandi! Somuleiðis kunnu øll tit gera, sum »hava skyldur« mótvegis tykkara hátt- virda vesturheimi. Bæði kvinnur og menn kunnu í dag gerast hermenn/- kvinnur. Eitt ár ella tvey, so eru tit skuldaleys. Hví skal alt Feroya fólk bera tykkara »skyld- ur<? Hví skulu vit svíða fyri tí, við hvenn dag at liva í ræðsluni fyri at ger- ast eitt nýtt Hiroshima? Við tey, sum halda, at besta verja okkara móti krigsålopum er NATO- stødin á Sornfelli, fari eg at vísa til tað, Hans Eli Hansen førdi fram í reðu síni á friðarstevnuni í Klaksvík: Skulu vit hava eina tí- líka verju, kann ST (Sam- eindu Tjóðir) yvirtaka steðirnar á Sornfelli. So verða vit jú vard móti á- lopum frá báðum síðum, bæði russum og amerik- anarum. Og hví skuldu vit so verið álopin, um vit vóru uttanveltað? ST hevði í hvussu so er ikki lopið á nakran. Uppgáva St's er at verja manna- rættindini, og eru týdn- ingarmiklastu manna- rættindini ikki júst tey at liva, og tað uttan vanda fyri at gerast krigsoffur í morgin, um ein tíma ella um 2 sekund? Sovjet og Amerika liggja lið um lið. Hví koma tey til Europa við rakettum og bumbum teirra? Tey kunnu kríggj- ast í Beringssundinum, um tað er tað, tey ynskja. Hví skal Amerika verjast móti sovjettiskum álopum í Atlantshavinum? Sannleikin er, at Amer- ika og Sovjet longu i 1945, — við Jaltafriðinum — høvdu bytt heimin sundur i eitt »eystur« og eitt »vestur«, sum tey hvør sær hava lagt inn undir seg, beinleiðis ella óbein- leiðis. Hetta verður i søgumåli rópt imperialisma. Hví skuldi friðurin í Beringssundinum annars verið vardur í Europu? Eg fari at enda við einum petti úr bók George Orwells «1984«. Hetta var eitt av herråpum >floks- ins« í totalitera statinum, sum bókin snýr seg um: War is peace Freedom is slavery Ignorance is strength Er tað nakar, ið kennir hetta aftur sum tær lygn- ir, vit, í demokratisku Feroyum í 1984, verða fylt við dag og dagliga? Hvussu kunnu ikki-an- alfabetar halda fram at trúgva slíkum orða- vavstri? Friðardýr