leygardagur 1. september 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 1. september 1984
Almannastovan:
Nú skal
mistakið í 79 rættast
— Almannastosvan fekk heldur ikki viðhald í Landsrætt-
,
inum i sakarmåli, sum er avleiding av gloymsku hjå
teimum, sum gjørdu kunngerðina um dagpening.
Almannastovan hevur biðið Landsstýrið broyta kunn-
gerðina
Almannastovan roynir nú
at beta um eitt mistak,
sum varð gjert fyri góðum
fimm árum síðani. Tað vil
siga, tá kunngerðin um
dagpening varð skrivað.
Eftir at tað fyri trimum
vikum síðani gjerdist
greitt, at Almannastovan
ikki fór at fáa viðhald í
Eystara Landsrætti í ein-
um sakarmáli, sum er av-
leiðing av mistakinum í
1979, varð avgjørt at biðja
Landsstýrið broyta kunn-
gerðina. Skriv er nú sent
um hetta, hava vit fingið
upplýst á Almannastov-
uni.
Almannastovan tapti
sakarmálið í Foroya rætti
og avgjørdi at royna tað i
Landsrættinum. sum við-
gjørdi málið 7. august.
Dómur verður ikki feld-
ur. men landsrættarfor-
maðurin boðaði frá. at
Landsrætturin fer at
koma við einum úrskurði.
sum ikki gevur Almanna-
stovuni viðhald.
Gloymska
Talan er um grein 2. stk. 1
í kunngerðini um dag-
pening:
„Um persónur eftir
metan Almannastovunnar
kemur undir reglurnar um
len undir sjúku í legtings-
lógini um starvsmenn, og
arbeiðsgevarin sytir at
gjalda slíka løn, rindar Al-
mannastovan hesum per-
sóni dagpening eftir $ 1,
5.stk. í lógini um dagpen-
ing og krevur — um neyð-
ugt við rættargangi
arbeiðsgevaran eftir gold-
num dagpeningi og irest-
andi len hjá starvsfólkin-
um.<
Mistakið er. at stykkið
bert umfatar starvsfólk
Teir. sum skrivaðu kunn-
gerðina hava fullkomiliga
gloymt. at til dømis lærl-
ingar og sjómenn eisini
kunna gerast sjúkir.
Kann so Almannastov-
an krevja ein meistara ella
ein reiðara „eftir goldnum
dagpeningi og írestandi
løn«.
Nei, siga Foroya rættur
og Fystari Landsrættur.
Hóast sakferarin hjá Al-
mannastovuni visti á. at
sjálvandi hevur tað verið
ætlanin hjá teimum. sum
skrivaðu kunngerðina. at
hon eisini skuldi umfata
onnur enn starvsfólk
Serliga lærlingar
Kunngerðin. sum hon er
orðað. ger. at Almanna-
stovan einans kann hjálpa
starvsfólki. sum koma í ta
staðu. nevnd er í grein 2.
stk. 1
Almannastovan hevur
annars liggjandi fleiri mál
serliga viðvíkjandi læri
ingum. Men nú er greitt
at Almannastovan ikki
fær hjálpt teimum. Lærl-
ingar ella felag teirra
noyðast sjálvi at stevna
eftir pengunum.
Sakarmálið . hjá Al-
mannastovuni var tó ikki
um ein lærling, men um
skipara á sandbáti.
Skiparin. sum var tima-
lentur. fekk skaða umborð
og novddist í land. Al-
mannastovan stevndi ar-
beidsgevara hansara eftir
20.500 kr. Góður triðingur
var dagpeningur og hitt í-
restandi løn
hd
Kunngerðin
verður broytt
Eilif Samuelsen, landsstyrismadur, sigur. at kunngerðin
um dagpening óivað verður broytt
Landsstýrið hevur fingið uppskotið frá Almanna-
stovuni og málið er nú til viðgerðar hjá Landsstýrinum.
Eilif Samuelsen ivast ikki
„at grein 2, stk. I í kunn-
gerðini verður broytt soleiðis, at lærlingalógin og sjó-
manslógin koma uppi. Hann kann ikki siga nakran dag,
men væntar tað verður rættiliga skjótt.
Næstforkvinnan í Fjallbrúður:
— Lyftið frá stjóra-
num onga ávirkan
— Ongin grund at vera í FÅ, tá vit ongar somdir fáa
haðani kortini, sigur Gudrun Kristiansen.
Forkvinnan var ikki fyri at melda felagið úr FA.
Næstforkvinnan í
Fjallbrúður, Gudr-
un Kristiansen,
heldur ikki, lyftið
"frå stjóranum á
Polarfrost hevði
nakra sum helst
ávirkan á atkvødu-
greiðsluna á eyka-
aðaifundinum
síðsta sunnudag
Evkaaðalfundurin sam-
tykti við 57 — 9 atkvoðum
at siga felagið úr Forova
Arbeiðarafelag.
Áðrenn uppskotið um
útmelding kom til at-
kvoðugreiðslu. fingu fund-
arluttakararnir at vita. at
stjórin á Polarfrost skriv-
liga hevði lovað. at limirn-
ir í Fjallbrúður skuldu ikki
hava verri sømdir enn aðr-
ar arbeiðskvinnur. hóast
tær fóru úr FA.
Men hetta hevði onga
ávirkan á støduna hjá
kvinnunum. heldur Gudr-
un Kristiansen. Tað var
breiður meiriluti fyri at
fara úr FA. tí felagið
ongar somdir fekk haðani.
sigur hon. Hon tekur ikki
undir við tí, sum for
kvinna felagsins, Jónleyg
Djurhuus. skal hava sagt.
sambært 14. September.
at nógvir limir ivaðust um
tað var rætt at fara úr FA.
Jonlevg Djurhuus var
annars ikki fyri at fara år
meginfelagnum. men tað
vóru hinar seks í nevndini.
upplýsir Gudrun Kristian-
sen. Hon sigur. at all
nevndin var hjá Jákupi
Joensen. tá hann gav
Ætla á konsert-
ferð í heyst
— Oughton heldur fram sum venjari hjá
Havnar Hornorkestri, sum nú fer at venja til
konsert í oktober.
Mánadagin byrjar
Havnar Hornorestur
venjingarnar aftur aft-
an á summarfrítíðina.
Burtursæð frá at
spælt hevur verið til
tveir fótbóltslands-
dystir, hevur orkestrið
havt frí allan august
mánað, aftan á eitt vár
og summar við óvan-
liga stórum virksemi.
Tað var ikki óvanligt
í summarmánaðunum,
at orkestrið hevði einar
tríggjar almennar
framferslur um vikuna.
Hesar framferslur
hava spent víða, heilt
frá fótbóltsdystum og
løttum konsertum í
gongugetuni í Havn til
konsertir i Norður-
landahusinum.
Nú verður so byrjað
aftur, og sum altíð
verður vant tvær ferðir
um vikuna, mánakveld
og hóskveld, út á
Skansanum, har or-
kestrið hevur hildið til
síðani 1975
Aftur í ár fer Havnar
Hornorkestur at hava
kenda bretan, Robert
Oughton, sum venjara.
Robert Oughton
hevur nú verið venjari
hjá orkestrinum seks
ár á rad, og er uttan iva
kendur víða fyri sítt
dugnaliga arbeiði
innan tónleikin.
Tað fyrsta, sum
orkestrið fer at miða í-
móti. verður at halda
eina konsert seinast í
oktober.
teimum skrivliga lyftið.
Gudrun Kristiansen sig-
ur. at allir aktivu limirnir
í Fjallbrúður arbeiða á
Polarfrost.
Í karantenu
Tað er nú skjótt hálvt ár
síðani FA setti Fjallbrúð-
ur í karantenu fyri leiklut
felagsins í merkjamálin-
um. Gudrun Kristiansen
sigur. at síðani hava fleir}
limir vent sær til nevndina
og spurt. um hon ikki
ætlaði at gera okkurt við
støduna. Tær hava spurt,
Ætlanin er at hava
eina konsert, sum tað
kanska eisini verður
gjørligt at fara at ferð-
ast við.
Tað er jú so, at nógv
arbeiði liggur aftan fyri
hjá hverjum einasta
spælara, áðrenn ein ko-
sert kann verða hildin,
og tí kann tað ofta
virka keðiligt hjá spæl-
arunum bert at fáa
hevi at spæla skránna,
sum vant hevur verið
til í einar tveir mán-
aðar, eina ferð. Tí hevði
tað verið hugaligari og
meira spennandi, um
tað eisini bar til at farið
út um Havnina við
somu konsert
Tað er altíð av stór-
um týdningi, at or-
kestrið hevur nógvar
spælarar at taka av, og
fer orkestrið tí eisini í
ár at sekja eftir nýggj-
um spælarum, og áhugi
er bæði fyri royndum
og óroyndum, tí í Rob-
ert Oughton hava vit
ein framúr góðan lær-
ara.
Orkestrið hevur, sum
tað elsta í landinum,
eina langa traditión
aftan fyri seg, og tí
verður stórur dentur
lagdur á, at tað altíð er
fort fyri at halda fram í
tí anda, sum hevur rátt
ell árini, samstundis
sum eisini verður hugt
frameftir, skrivar
Havnar Hornorkestur í
tíðindaskrivi.
hvat Fjallbrúður hevði at
gera í FA, tá felagið ongar
semdir fekk haðani kort-
ini.
— Vit hava onki sam-
band við FA og vórðu til
demis ikki bodnar við á
aðalfundin í vár, sigur
Gudrun Kristiansen.
— Var tað órimiligt, at
tit vórðu settar í karan-
tenu ?
— Ja, tað haldi eg, FA
skuldi heldur roynt at
fingið skil á viðurskiftini
millum FA og Fjallbrúð-
ur.
Fjallbrúður hevur ikki
enn sent FA útmelding-
ina.
hd