Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 1. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9 Tey framfera sjónleik í svimjihylinum tíðir verður avreitt heilt fitt av fiski frá teimum fýra bátunum, sum eru í oynni. Av og á avreiða bátar úr Havn eisini úti í Hesti, og tá er heilt nógvur fiskur, ið gevur arbeiði til eini 8— 10 fólk. Men annars er landbún- aður eisini ein vinna í Hesti.Til bygdina hoyra 18 merkur av jerð, og har eru 35 mjólkineyt. Legan Men frá viðurskiftunum í oynni til sjálva leguna. Hvert kveld var kveldseta við sangi og sjónleiki. Eisini eitt blað kom út undir heitinum »Tvispor«. Dagarnir runnu avstað, og áðrenn vit vistu av, var leygardagur, og sólin skein bæði oman og niðan. Hetta skuldi vera besti dagurin á leguni. Aftan á morgunmatin vórðu vit býtt upp í fýra bólkar. Hver bólkur fekk eitt evni at tosa um, og fóru teir so hver í sær út í náttúruna at tosa um evn- ini. Spurningarnir vóru hes- ir: 1) At ferðast, 2) For- eldur, 3) At vera góð við hvennfannan og 4) Dreymur og veruleiki. Aftan á degurða høvdu vit bólkaframlegu niðri í melini. Hetta var úrslitið av kjakinum. Sjónleikar í svimjihylinum Kl. 4 varð farið upp á oynna og var hetta ein frálíka góður túrur. Kl. 8 á kveldi varð sjónleikurin »Grind og spik« framførd- ur i svimjihylinum. Bygd- arfólkið varð eisini boðið við, og teimum dámdi væl leikin, hóast hann var eitt sindur sermerktur. Aftaná bjóðaðu vit teimum út á legubálið, har vit høvdu eina hugnaliga letu við grillaþum pilsum og breyði. Seinni var so felags- og kórsangur. Kveldseta við sangi og tónleiki Her er bygdarráðsformaðurin, Johan Niclasen saman við teimum ungu — úti og njóta ta vekru náttúruna Tá so bálið var um at slókna út, — tey, sum vóru á summarlegu har úti fóru nekur í tjaldini, meðan onnur fylgdust við bygdarfólk- Mangir eru teir føroyingar, ið ikki vita, hvussu vakurt er úti í Hesti ein sólskinsdag. Nú vita tó 45 ungfólk tað aftrat inum heim í bygdina. Tað var ikki eiti á blíðskapi har og skipað var fyri fer- oyskum dansi í gomlu dansistovuni. Dansað og skemtað varð til tann ljósa morgun. Skúvoyggin næstu ferð Ja, so var bert heimferðin eftir. Á bátinum heim varð dansað á lastalúkuni, bæði feroyskur og enskur dansur. Aðrenn vit fóru hver til sín, avgjerdu vit at metast aftur næsta ár á sama hátt — og tá gongur leiðin út í Skúvoynna, sigur ein av luttakarunum á summarleguni úti í Hesti við Sosialin. Sosialurin hevur eisini fingið nakað av tilfari, sumsnýr seg um tey fýra evnini, ið vórðu viðgjerd á leguni. Tað venda vit so aftur til eina aðru ferð Suðuroyar Sjúkrahús sekir sjúkrasystur (fulla tíð) til skurð/ røntgendeildina til 1. oktober 1984. Upplæring kann finna stað á sjúkra- húsinum. Løn sambært sáttmála mill- um Amtsrådsf./Dansk Sygeplejeråd. Umsókn vid avritum av prógvum v.m. verða at senda til fyristødu- kvinnuna, Suðuroyar Sjúkrahús, 3880 Tvøroyri.