leygardagur 1. september 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 tíðindavlaðið EN luri | Nr. 102 — 1. september 1984
Bergen i dag
Ein Noregsferð
21/7. — Dagurin royndist ikki væl
til veður, tað var regn. og regn-
skaddan hekk tung niður yvir býin.
so vit buðu ikki til at fara út um
byin, men vitjaðu tey søguligu stoð.
sum vit høvdu stundir til at vitja:
Mariukirkjuna, Rosenkrantztornið.
Hákunarhellinga og Bryggen. Sjálv-
sagt áttu vit at haft betri stundir at
vitja hesi stød og onnur áhugaverd
stød við. men vit skuldu bara steðga
henda eina dagin í Bergen. so har
var einki við at gera.
Mariukirkjan
Flest av okkum munnu hava hoyrt
navnið »Vågen«. Í Bergen er ein
djúp vág. ið eitur >Vágen<. Botn-
urin á hesi vág verður kallaður
»Vågsbotn«. Eystan fyri »Vågen« er
elsti byarparturin i Bergen. Her er
tann gamli býurin hjá Ólavi Kyrra
(kongur í Noreg frá 1066 til 1093)
Ólavur Kyrri var sonur Haralds
harðráða. sum doyði í bardaga í
Onglandi í 1066. Tað var Olavur
Kyrri. sum gjørdi Bergen til bý
Bergen er býur Olavs Kyrra.
Har er Tyskerbryggen. ið eitur so
av ti. at týskar hildu so leingi til har.
men Bryggen hevur tað sjálvsagt
itið frá tí bryggja varð gjerd har.
langt áðrenn týskar komu. Í vísuni
um Hákun Hákunarson. hann sum
doyði í Orknoyum 1263. stendur í
10. erindi:
>Lagde de ud fra Bergens bv
og ud fra Bergen sá silde:
alt det folk. på Bryggen stod.
så modige tårer de fælde. «
Mariukirkjan er i ti gamla byarpart-
inum hjá Olavi Kyrra. hon er elsta
sóknarkirkjan í Bergen. Helst man
vera farið undir at byggja hesa
kirkju. meðan Ólavur Kyrri var
kongur. men hon stóð leingi í gerð.
Hetta er ein hábærslig kirkja. men
hon sá út at treingja til umvæling.
Inni í kirkjuni sást farvegur av kálk-
málningum á veggjum og hválvi.
Myndir. innskriftir og gravsteinar
minna um hansatidina, tå ið Mariu-
kirkjan varð latin týskum á bryggj-
uni til sóknarkirkju. Her varð hildin
týsk gudstænasta líka til 1868. Enn
á døgum hovrist navnið Tyskakirki-
an verða brúkt um Mariukirkjuna
Tað verður ofta tikið til Mariu-
kirkjur í fólkavísum. (Mariukirkjur
vóru so mangar) og sjálvt um hesi
tiltøk helst ikki munnu hava stórt
søguligt virði. so skal eg tó nevna
nøkur:
I visuni um Håkun Håkunarson 4
sigur kongur. áðrenn hann doyr:
(erindi 25)
„En bøn vil jeg ud af eder bede,
den anden vil jeg tigge:
I lade mig lægges i Mariekirke,
hvor kongerne pleje at ligge«
Men Håkun Håkunarson varð ikki
lagdur i Mariukirkjuna. hann varð
jarðaður í Kristkirkjuni. sum var
dómkirkja líka til hon varð niður-
rivin 1531. Farvegurin til grundina
av hesi kirkju sæst enn tætt norðan
fyri Håkunarhøllina.
Í vísuni »Der bor en jarl i Enge-
land«, verður tikið soleiðis til i 78.
erindi, aftan á at Benedit er dripin:
»De bare det lig i Marie kirke,
dertil vare de vel fus;
Margrethe stod for alteret,
hun tændte op for hannem blus. «
Aftan å at Edmund hevur hevnt
bróður sín. verður tikið til í 122.
erindi:
„Edmund gik i Marie kirke,
han tog sin broder af grav,
han lå både hel og holden
alt på den samme dag. «
Hesar vísur munnu. sum sagt. helst
vera vánaligt seguligt tilfar. og
ongastaðni í hesi seinni vísuni stend-
ur nevnt. at tað er Mariukirkjan í
Bergen. sum sipað verður til. men í
39. erindi sigur Benedit. áðrenn
hann verður tikin:
»Var jeg nu udi Engeland.
min ædelige rose fin
ingen konge i Norges rige
skulde stride mod mit liv. «
so tað man helst vera Mariukirkjan i
Bergen. yrkjarin hevur hugsað um.
Sámal Johansen held-
ur fram við síni áhuga
verdu frásegn frá ein-
um Noregstúri í 1969.
I kvæðnum um Margretu, sum
varð brend úti á Norðnesi, stendur í
98. erindi:
»Margreta gekk frá strondum
niðan,
so er greint fyri mær,
henni vóru kunnigir vegirnir
til Mariu kirkjugarð. «
Rosenkrantztornið
Tornið er bygt 1561 — 1563. Tað var
Erik Rosenkrantz, lensharri, sum
bygdi hetta torn eftir boðum frá
Fríðrikki 2. Sum vit vita, hevdu
Danmark og Noreg felags kongar frá
1380 til 1814. Til at byggja tornið
komu byggimeistarar og grótsmiðir
úr Skotlandi.
Aftan á stóran eldsbruna í Bergen
1248 bygdi Hákun Hákunarson.
Hákun 4. ella Hákun hin gamli, sum
hann eisini varð nevndur, ringmúr
rundan um kongsgarðin úti á Hólm-
inum — tað, sum nú verður nevnt
Bergenshus, æt fyrr Hólmurin.
Oman fyri bæði portrini, sum vóru á
ringmúrinum, vórðu kastalar bygd-
ir. Hesi trygdartiltok vórðu gjerd
enn sterkari, tá ið sonur Hákun-
ar, Magnus Håkunarson, Lagabøti,
bygdi stóran kastala uttan fyri út-
synningssíðuna á ringmúrinum.
Kastalin stóð órerdur alla mið-
øldina, men var illa farin, tå ið høv-