týsdagur 4. september 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
TB— HB, 1. deild: 2—0 (0 —0):
Sum í
gomlum døgum
Dystir millum TB og Hb eru altíð nakað serstakt. Dystur-
in sunnudagin var ikki nakað undantak, stór mannfjøld
heuði leitað sær á Sevmýru at síggja tvey væl leikandi lið.
Áskoðarar á Tvøroyri høvdu gjørt seg út við skeltum, og
var tann >heimskenda< — í Foroyum — sirenan aftur at
hoyra
— Hatta var sum 1
gomlum døgum«, sum I
teimum glaðu sjeytiár-
unum, tá fótbóltur
veruliga var spennandi,
vakur og áhugaverður.
Soleiis tók ein av áskoð-
arunum til aftaná dystin
millum TB og HB sunnu-
dagin
Og rætt hevði hann
Askoðarafjeldin var
stór, so stor sum neyvan
fyrr í ár. Suðuroyingar úr
høvdu
øllum bygdum
leitad sær å Sevmyru at
eygleiða dystin og úr
Havn kom stórur hópur
av fólki við Smyrli. M. a.
hevdu fleiri »fritidarfeløg«
uge 7 -
Á
7 Á
tíðindablaðið
gjørt av at fara útferð til
Tveroyrar henda dag fyri
at síggja dystin.
Og leikararnir á báðum
liðum góvu eisini áskoðar-
unum nakað fyri peningin.
Dystir millum HB og
TB hava altíð verið nakað
serstakt. Onkur nevnir
dystirnar „uppgerð mill-
um arvafíggindar$ og
kann tað eisini vera nakað
um hetta, tí uttan iva er
hetta júst tann dystur av
árinum, ið leikarar hjá
báðum felogum helst vilja
vinna. Men eru teir »figg-
indar< á vellinum og
vinmenn uttanfyri — so er
hetta stríð, ið kann frða
einhvenn fótbóltsáhugað-
an, tí her hittust tvey lið,
ið veruliga royna at spæla
fótbólt. Tey royna at fáa í
lag »flotandi« fótbóltsleik
har teknikkur og
spæligleði er í hásæti,
meðan alt, ið líkist harð-
skapi, er burturbeint.
Tá leikarar, ið dáma tí-
líkan fótbólt hittast, kann
dysturin ikki vera annað
enn góður. Bæði liðini
sýndu góðan leik, men var
tað TB, ið hevði yvirvág í
álopsleiki í fyrra hálvleiki.
TB gav bóltin til leik og í
fyrsta álopi var hann um
at enda í netinum, men
eydnaðist tó Mikkjali
Mikkelsen i HB. málin-
um at bjarga til horna-
spark. Mikkjal heyði
annars, eins og landsliðs-
felagi hansara í hinum
endanum av vellinum, Per
Strøm, ein góðan dag, og
kann hann ikki lastast fyri
tvey málini, ið komu.
Hóast onki mál kom í
fyrra hálvleiki, var
mangan tætt við. Oftast
leikaði hart á framman
fyri málinum hjá Mikkjaii,
sum t.d. tå Jack Petersen
royndi seg við avbera góð-
um langskoti, ið tó rakti
yvirliggjaran, men HB
hevði tó einstakar megu-
leikar eisini, men nærri
enn skot á stongina komu
teir so ikki.
Bert fýra min. vóru
farnir av seinna hálvleiki,
tá TB fekk tað mál, ið teir
hevdu stríðst fyri allan
fyrra hálvleik. Jack royndi
seg við skoti, Mikkjal
metti í fyrstu atlegu bólt-
inum, men megnaði ikki at
halda honum. Bólturin
stekk út aftur til Henrik
Thomsen, ið skeyt í netið
til 1 — 0.
Aftan á at TB var komið
5a odda, skifti leikurin
millum liðini. Hvergum
eydnaðist at vinna sær
veruliga yvirvág á mið-
vellinum og hevði hetta
við sær, at álopini á bæði
málini vóru mong. Men
nærri enn skot á >trýkant-
in« kom HB tó ikki. TB
fekk har aftur ímóti ekt
um leiðsluna stutt undan
leikloki, tá álop í hegru
síðu endaði við, at bólturin
varð skotin inn fyri málið
til Henrik Thomsen, ið
spældi = avbera
seinna hálvleik, sum fekk
okt til endaliga úrtlitið
uppiborin 2 — 0 sigur til
TB.
TB hevði annars havt
bóltin í netinum eina ferð
áðrenn hetta mál, men
varð hetta ikki góðtikið,
av tí at Baldvin Baldvins-
son, ið annars demdi
avbera væl, her gjørdi sítt
einasta mistak í ellum
dystinum. Jóan Petur
Olgarsson, avbera sterkur
TB—bakverji, fekk bóltin
staddur á egnari hálvu og
rak hann einsamallur
gjøgnum alla HB-verjuna,
so
g6dan
ið ikki fekk steðgað hon-
um. Komin á sjálvan
brotsteigin verður hann
taklaður, óregluliga, men
bólturin endar hjá einum
púra fríum Trónd Nolsee,
ið lætt kann seta hann í
netið. Men, tíverri fyri TB,
og kanska serliga Jóan
Petur, hevði Baldvin verið
ov bráur við floytuni.
Hann hevði brikslað,
áðrenn hann sá, at
bólturin endaði hjá
Tróndi, og at fyrimunar-
regulin tí átti at nýtast.
TB fekk sostatt fríspark,
ið einki kom burturúr.
Uttan iva fyrigeva oll
Baldvin ein av bestu
d5omarum okkara —
hetta mistak, ið, sum sagt
áður, kanska var tað ein-
asta hann gjerdi í hesum
dysti.
Fleiri mál komu ikki i
hesum dysti, men rættvis-
asta úrslitið hevði verið —
um málmeguleikarnir vera
nýttir at meta seg eftir —
Nr. 103 — 4. september 1984
at TB hevði vunnið við
fimm málum móti
tveimum. Sigurin til
tverámenn var uppiborin
og eru teir framvegis við í
stríðnum fyri at ogna sær
FM, meðan meguleikarnir
hjá HB eru nakað skerdir.
Tveráfólk og TB-
viðhaldsmenn frøast
sjálvandi yvir úrslitið,
men uttan iva frøast allir
áskoðararnir yvir sjálvan
dystin, yvir fótbóltsleik
uttan harðskap, har álops-
leikur er tikin fram um
verjuleik. Hetta var
meguliga besti dysturin í
1984 og er kanska rættast
at enda frásegnina við
teimum orðunum, ið ein av
trúgvastu viðhaldsfólkun-
um hjá HB nýtti, tá hann
tosaði um dystin:
— Soleiðis skal ein fót
bóltsdystur vera. Í veru
leikanum eiga bæði liðini
at fáa bonus, eyka stig,
fyri tílíkt spæl.