Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á Nr. 103 — 4. september 1984 Vágbingar fáa »motionssentur«: tíðindablaðið Vøddamykjan og styrkivenjing í í Vagi I ítróttarhellini í Vági verður sk ótt hovi hjá ollum, ið hava hug, at mýkja voddar sínar An frúin at styrkja um teir. Hollin hevur fingið nýtt tól, ið 14 fólk kunna nýta samstundis Seinnu árini hava broyttu arbeiðshættirnir havt við sær, at sterri partar av arbeiði = okkara verða gjørdir meðan vit sita niðri. Hetta hevur so aftur havt við sær, at veddar okkara gerast vánaligari, fitin ger um seg, heilsan gerst verri og styrkin minni. Fyri at hjálpa um hetta eru uttanlands gjerd stór- ur hópur av sonevndum motiónssentrum og verður tað fyrsta tílíka í Feroyum veruleiki um stutta tíð. Hetta verður í Vági, har ítróttarhellin hevur keypt sær serstakt tól, ið kann hjálpa at mýkja veddarnar um- framt at styrkja teir. Hóast hetta »motions- sentur« skal vera í eini ítróttarhell, so ger Sævar, fyristoðumaður í høllini í Vági, vart við, at hetta so avgjørt ikki bert er ætlað ítróttarfólkum, men er fyri oll fólk, ið hava hug at betra um styrki sína og meguliga eisini á tann hátt betra um heilsu sína. Tólið, ið ítróttarhellin hevur keypt, er keypt beinleiðis úr USA og flutt henda veg yvir Ísland. Kostnaðurin fyri tólið er við flutningsútreiðslum, men uttan toll 102.000 kr. Tólið, sum fjúrtan fólk kunnu nýta samstundis. er ætlað at kunna styrkja allar veddar í kroppinum. Ætlanin er at byggja sauna og serstakt brúsu- rúm í sambandi við motionstolid, og verður ikki latið upp fyri almenn- inginum fyrr enn henda umbygging er liðug. Tólið er, sum nevnt omanfyri, kostnaðarmikið, og eru tað fleiri feløg og stovnar í Vági, ið hava stuðlað = keypinum. Í fyrsta umfari er tað Før- oya Banki, ið hevur fíggj- að keypið, men er so við og við goldin peningur, ið er fingin til vega frá stovnum og feløgum i Vågi, goldin inn å konto i bankanum. — Sum er standa fleiri av ítróttarhallunum meira ella minni ónýttar stóran part av árinum — í summ- arhálvuni — sigur Sævar, fyristoðumaður í ítróttar- høllini í Vági. — Hetta mettu vit at vera spill av peningi og avgjerdu vit tí at fáa hetta tól til vega, soleiðis at al- menningurin í sterri mun enn nú kann fáa gleði av eini hell, ið hann ju er við at fíggja. Sum er, eru tað jú fyrst og fremst tey íðk- andi — ítróttarfólkið — ið nýtir hellina, men nýggja tól okkara kunnu øll nýta, ung sum gomul, og vóna vit, at hetta tiltak fær góða undirtøku, soleiðis at hellin kann verða nýtt til annað enn bóltspæl. Sævar heldur, at tað er spell, at fleiri hallir ikki hava tikið seg saman um at keypa tílík tól, tá hetta vil hava við sær, at tey verða ódýrari. Hann metur, at tólið, ið kann nýtast bæði sum motións- tól hjá teimum, ið als ong- an ítrótt íðka og hjá ítrótt- arfólki til styrkivenjing, kann hava stóran týdning fyri samfelagið sum heild. — Tað er jú ongin loyna, at fólk, sum eru í góðari venjing hava betri heilsu enn tey, ið eru í vánaligari venjing, og kann hetta tól tí vera við at minka um út- reiðslurnar innan heilsu- verkið. Reglulig vitjan kann beta um bæði krops- liga og sálarliga styrki hjá fólki, sigur Sævar. Sævar sigur eisini at tað ber væl til at hava tað hugnaligt, hóast ein venur. — Tað kunnu jú vera upp til 14 fólk, ið nýta Dómaratrupulleikar Ja, so hendi tað aftur, at ein dystur hjá B71 á Sandi varð avlýstur orsakað av, at d5omarin metti ikki upp. Seinastu árini hevur tað fleiri ferðir hent seg, at dystir á Sandi hava verið avlýstir júst av somu orsek. Orsekirnar til at dómar- arnir ikki eru mettir eru óivað fleiri. Men ofta hevur tað verið tey vána- ligu ferðasambondini til Sandoynna, sum hava verið orsekin. Eitt nú tá dómaratrioir úr Vágoynni hava verið settar at døma á Sandi, so hevur ligið sera illa fyri hjá teimum at koma suður. Hetta hevur FSF tikið til eftirtektar, og hevur í ár roynt at nýtt dómara- trioirnar í Havn nógv, tá talan hevur verið um at dema dystir á Sandi. Tað hevur gingið væl higartil, men hetta vikuskiftið bar ikki til. Tað var B36, sum skuldi dema dystin millum B71 og B68 leygardagin. Eisini í Havn vóru trupulleikar við dómara til dystin millum HB og TB í 3. deild leygardagin. AB skuldi døma hendan dystin, men tá dysturin skuldi byrja, var eingin dómari mettur. Men tá var tað okkurt ljóst høvd, sum fann uppá at fara út til ein av áskoð- arunum og biðja hann koma at dema dystin. — Nei, eg havi ongantíð verið dómari og eg kenni ikki reglurnar, svaraði áskoðarin. — Tað bilar einki, bara og døm ! Og harvið var tað. Dyst- kom urin varð spældur, og hóast dysturin ikk var nakað serliga væl dømdur, so skal tað sigast at tað var ikki dómarin, sum var orsekin til tað óvæntaða úrslitið. GÍ — B68, 1. deild: 1 —3 (0 —0): Leygarkvøldid var »lokal- uppgerð< á vellinum i Gøtu. Eysturoarliðini bæði, oddaliðið av Toftum, B68 og GI, fer- oyameistararnir, hittust. Úrslitið av dystinum varð, at toftamenn vunnu við trimum málum móti einum — eftir at teir eina latu vóru á odda 3—0 — og varðveittu teir sostatt oddasteðuna í 1. deild og harvið góðu meguleikar sínar at vinna FM fyri fyrstu ferð í søgu felags- ins. Øll tey fýra málini komu í seinna hálvleiki. B68 kom á odda aftan á 15 min. spæli, ið Jógvan Petersen skeyt, meðan Aksel Højgaard bert tríggjar min. seinni til 2—0. Stutt undan leikloki kom B68 á odda 3—0 við máli, ið Símun Johanne- sen skeyt, men í síðsta minutti eydnaðist Magnus Gregersen at minka til 1—3. tólið samstundis, og tá vit eisini hava fingið okkum ein ravmagns »massasju« at stuttleika sær, ådrenn ein fer i brúsu og sauna, endar Sævar. bonk, skuldi borid væl til Peter Kordt aftur i Føroyum Danski venjarin Peter Kordt, sum hevur virkað sum venjari hjá TB og KI fyri nøkrum árum síðani, kemur nú aftur til Feroya at starvast. Tað er aftur hesa ferð Klaksvíkar Ítróttarfelag. ið hevur avgjørt at seta Peter Kordt í starv. Peter skal. saman við Olvheðin Jacobsen, ið er settur í starv sum hjálparvenjari, taka sær av liðunum í 1., 3. og 4. deild umframt unglingadeildini. Kvinnufótbóltur Kvinnuliðið hjá HB var í Suðuroy og royndi seg um vikuskiftið og gekk teimum betur enn monnunum. Leygardagin var dystur í Vági millum VB og HB og vunnu havnargenturnar/kvinn- urnar við tveimum málum móti einum aftan á javnleik 1—1 á hálvleiki. Sunnudagin var dystur so á Sevmýru millum TB og HB, og enn einaferð gjørdist HB vinnari við einum máli, men hesin dystur varð tó málríkari enn tann dagin framman undan. HB vann nevni- liga við fýra málum móti trimum. Hóast sigrarnar, so verður tað ikki HB, ið kemur í finaluna móti vinnaranum í bólki B. B36 var nevniliga og spældi móti Sumba, og endaði hesin dystur við javnleiki og er hetta nóg mikið til at tryggja B36 fremsta pláss í bólkinum. Danir í heimsflokki Tað eru framvegis ítróttargreinar, har danir eru í heimsflokki. Fríggjadagin gjørdist Hans Henrik Ørsted heimsmeistari í teirri súkklugrein, sum danir nevna »5 km forfølgelsesløb«. Í finaluni royndi danin seg móti fyrrverandi heimsmeistaranum Tony Doyle, og her hendi tað, at Ørsted aftan á 3.58.24 min. tók Anthony Doyle aftur, so at tað var ikki neyðugt at koyra allar teir fimm k. Nr. trý varð belgiumaðurin Jean-Luc Vanden- broucke, id nýtti 5.509 min. um teinin, meðan mótsteðumaður hansara, landsmaðurin Erik Vandenaerden nýtti 6.00.83 um teir fimm kilo- metrarnar. Leygardagin vann tann 23 ára gamli Erik Gundersen so HM í speedway á fyrsta sinni. Nr. tvey var eisini dani, nevnliga tann 25 ára gamli Hans Nielsen, ið fekk 13 stig — eitt færri enn heimsmeistarin — og silvur aftan á umkoyring móti Shawn Moran, USA, ið eisini fekk 13 stig. Sunnudagin hendi so tað, at Pernille Svarre vann silvur í HM-kappingunum i »moderne fem- kamp“, t. v. s. kapping í fimm ymiskum ítrótta- greinum, nevnliga svimjing, ríðing, fekting, skjóting og renning. Nr. 1 og heimsmeistari varð Jakovleva ur Sovjettsamveldinum, meðan Wendy Normann úr Bretlandi varð nr. try. Jakovleva setti nytt heimsmet i kappingini, meðan Pernille Svarre setti nytt norrønt met.