hósdagur 6. september 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nordurlendskur heimavirkisfundur
Minnilig læra
Tað er tíanverri so,
at ósek líða undir tí
— at onnur elva klammari
#
Feroyingar við sum
sjålvstødugt umboð
Ikki bert kvinnur
vórðu umboð á árs-
fundinum hjá Norður-
landa Heimavirkisfel-
agnum. Tær hava
eisini manligar
starvsfelagar. Á
pressufundi fyri Dag-
blaðið var Óla Jákup
Rólandson. Aftan fyri
hómast Óluva
Húsgarð, sum er
næstformaður í Før-
oyskum Heimavirki,
sum nú hevur fingið
sjålvstødugt umboð
í norðurlendska fel-
agsskapinum
Í degunum 3.—6. sep-
tember hevði Norður-
lendska Heimavirkisfelag-
ið ársfund í Feroyum.
Hetta er fyrsta ferð, at
fundurin hevur verið hild-
in í Feroyum, eftir at fel-
agið Feroyskt Heimavirki
fekk limaskap í 1980.
Aivi Pappinen, formað-
ur í Norðurlanda Heima-
virkisfelagnum, segði á tíð-
indafundi í vikuni, at
hesin fundur var ein fyri-
reiking til Heimavirkis-
tingið, sum verður hildið
3. hvert ár. Í 1986 skal
Tingið haldast í Kuopio í
Finnlandi, og meguliga í
Feroyum í 1989.
Fleiri umboð vóru á árs-
fundinum fyri hvert Norð-
urland sær. Fundast varð
um viðurskiftini innan
heimavirkið í ymsu
londunum, og hvussu arb-
eiðast skuldi fram móti
nýskapan á hesum eki.
Til tess at økja um
úhugan fyri heimavirki,
varð ein skrá gjerd, sum
arbeiðast skal fram móti
til næsta ting. Umboðini
samdust um at skipa eina
skrá, soleiðis at hvert land
fekk sítt virkiseki at arb-
eiða við, og at koma við
einum uppskoti um,
hvussu menning og ný-
skapan kundi fáast.
Fundir av hesum slag
hava eitt tema. Hesaferð
er tað: framleiðsla innan
heimavirkisyrkið, — sæð
frá ymsum sjónarmiðum.
Uppskot um nýhugsan er
aðaltátturin í hesum
arbeiði.
Londini fingu ávísar
uppgávur at arbeiða við,
til ársfundin komandi,
sum eisini verður í Finn-
landi.
Á hesum fundum verða
bólfkaarbeiði, har ymsu
sjónarmiðini verða legd
fram. Niðursteðan skal
gerast ti ITingid í 1986.
Uppgávurnar eru býttar
soleiðis sundur:
Danmark skal viðgera
tíðarrit arbeiðið.
Sveríki: Ráðgeving inn-
an heimavirki.
Noreg: Selu- og vinnulið.
Ísland: Undirvísing og
menning
Feroyar: Tilevning og
design.
Endamálið við hesum
Føroya Vanlukkutrygging er flutt í
nýggj høli Yviri við Strond 23, box
59, tlf. 1466 og 15952
arbeiði er at skapa
nýggjar vinnuvegir fyri
smábrúk, har kvinnur og
menn kring londini fáa
meguleika at hava eitt
yrki, sum tey kunnu
útinna í heiminum eins og
í størri feløgum, saman
við eðrum.
Heimavirkishugsjorin
hevur mentunarligt, sosi-
alt, politiskt og menning-
arliga stórt virði. Her eru
gamlir arbeiðshættir, sum
eru arvaðir gjøgnum ætt-
arliðini. Tað hevur virði
fyri fólkaslegini at varð-
veita, eins og stóra arb-
eiðsloysi í Norðurlondum,
— serliga millum ungdóm-
in, kann hava við sær, at
heimavirkisarbeiðið fær
nýtt innihald, sum ískoyti
sum vinnuveg.
Heimavirkini hava ikki
bert til uppgávu at veita
einstøkum meguleika at-
selja eina vøru. Tey hava
eisini undirvisingarvirk-
semi, myndað i skeidvirk-
semi fyri einstaklingar og
t.d. frítíðarlærarar og
handarbeiðslærarar.
Í Danmark er heima-
virkið knýtt serliga at
Kerteminde Husflidsskole,
har nógvir feroyingar
hava lært. Bert innan
undirvísing av bernum og
ungum, eru 600 frítíðar-
lærarar á skeið har árliga.
120 feleg eru í Danmark. Í
Íslandi er heimavirkið
eisini knýtt at skúla, men
har er eisini utsøla i
Reykjavík. 600 fólk eru
limir í virkinum har.
Í Noregi er heimavirkið
tað elsta í Norðurlondum.
Tað hevur 75 ár á baki.
250 feleg eru í landinum,
tilsamans 40.000 limir. Í
Noregi hevur ein »grøn«
byljga havt við sær, at
ungdómur nú eisini er
farin í holt við heimavirki,
ENS
i
Å årsfundinum, sum
varð hildin í vikuni,
varð tikið støda til,
hvat komandi Ting
innan hetta virksemið
skuldi snúgva seg um.
Føroyar fekk til upp-
gávu at koma við upp-
skoti um tilevning og
design
og royna norðmenn nú at
gera lutir innan heima-
virki eftir fyriskriftini:
norskar heimavirkislutir
fyri norðmonnum. Teir
vilja ikki beinleiðis knýta
hetta virksemið at ferða-
mannavitjanini, sum bert
er fáar vikur árliga.
Í Sveríki er heimavirkið
72 ára gamalt. 50 handlar
eru í landinum. Umframt
hetta eigur virkið eitt
spinnarí, har 80 fólk arb-
eiða. Serliga í Sveríki hev-
ur verið gjert nógv fyri at
ráðgeva innan heimavirki.
Har eru 25 ráðgevarar,
sum arbeiða kring landið.
Eisini Finnland ger
nógv burtur úr heimavirk-
inum. Teir hava 166 ráð-
gevarar kring landið.
Heimavirkið hevur eisini
útbúgving sum yrkisgrein
til virkir og skúlar.
Tá Heimavirkini í
Norðurlondum hittast á
tinginum í 1986, skulu ell
londini umboðast við fram-
sýning, har ymsu lutirnir
innan hetta serliga virk-
semið verða at síggja.
Á ársfundinum var m. a.
eisini umrett, at tingið í
1989 skal setast í Feroy-
um. Við tinginum fylgir
altíð ein framsýning, og tá
ið vit nú hava fingið Norð-
urlandahúsið, hildu um-
boðini at tað var vert at
royna.
Dagny
Tað er ikki bert at elva stríð
— men eisini fyri tað svara.
Kanska til eina aðra ferð
— tað verður ein minnilig læra.
Taka tek
Hvat nyttar tað
at ein er sera vakur
— tá hann einki annað er
enn ein skræðugákur.
J.J. í Gerði
Lívið er nakað annað
— enn tos, lygn og svik.
Har ræður hvenn dag
um at taka dik.
Framhald av síðu 3
samarbeiði. Vit eru altráir
eftir at vísa sendingar í
okkara sjónvarpi, sum tit
sjálvir hava gjert, soleiðis
at danid kunnu síggja ,
hvussu feroyingar sjálvir
meta um feroysk viður-
skifti.
Væl negdur
við »Dag og viku«
Grønlendska umboðið var
sjálvur stjórin í Grøn-
lands Radio, Peter Freder-
ik Rosing. Hann vísti á, at
grenlendingar hava havt
sjónvarp nú í eina tíð, men
at teir leggja dent á at
varðveita sjonvarpsfeløg
kring landið. Hann segði,
at umsteðurnar og fyri-
treytirnar í Feroyum og
Grenlandi fyri sjónvarpi
eru rættiliga ymiskar.
Landið er so stórt, at tað
lokala tilfarið verður bests
viðgjert av sjónvarpsfel-
egum.
Kortini viðgekk hann, at
føroyska tíðindasendingin
„Dagur og Vika< longu
var so mikið góð og fjel-
broytt, at hann kundi ikki
annað enn evunda fer-
oyska sjónvarpinum hana.
Hann vónaði annars, at
grenlendingar kunnu fáa
eins gott samarbeiði við
føroyska sjónvarpið sum
teir longu hava við útvarp-
áð.
Svenska umboðið, Anne-
Margrete Weichtmeistar,
ein av stjérunum í Sve-
riges TV, vísti á, at Feroy-
ar eru eitt tað seinasta
landið í heiminum, sum nú
fær sjónvarp. Hon helt tað
hava stóran týdning, at
dentur verður lagdur á
egna framleiðslu.
Lívstreyt at hava
hava feroyskar
barnasendingar
Eisini Jógvan Arge, sum
umboðaði útvarpið Ut-
varpið, hevði orðið. Hann
vónaði, at hesir báðir
stovnarnir kunnu fáa eitt
gott samstarv og vísti
annars á, at tað hevur
ómetaliga nógv at siga, at
vit kunnu gera okkara
egnu barnasendingar, og
at tær útlendsku verða
tekstaðar til føroyskt.
— Onkur vil kanska
vera við, at hetta er heim-
feðisligt ynski. Nei, eg vil
tverturímóti halda, at
hetta er ein lívstreyt.
Hann vísti annars á, at út-
varpið og sjónvarpið
royna nú at leggja sendi-
tíðina soleiðis til rættis, at
sent verður nakað forskot-
ið.
Eisini Sélbjørn Jacob-
sen, stjóri á Telefonverk-
inum, hevði orðið. Hann
segði, at telefonverksins
partur skal ikki liggja
eftir, nú roynt verður at
koma út til flest allar fer-
oyingar bæði á landi og
sjógvi við einum góðum
bílæti.
Fleiri pengar
— fleiri starvsfólk
Jógvan Asbjern Skaale,
sjónvarpsstjóri, takkaði
at enda fyri tær mongu
gávurnar og takkaði lands-
stýri og legtingi fyri væl-
vild í hesum máli.
Hann segði m. a.: — Nú
hava vit fingið loyvi at
seta sjónvarpsgjaldið til
600 kr. og at seta 12
starvsfólk. Sjónvarpið má
og skal blíva reroyskt, og
hetta fer at kosta enn fleiri
pengar og krevja enn fleiri
starvsfólk.
Leygarkveldið í sjón-
varpinum var annars
feroyskt burturav. Leiðsl-
an hevði avgjert bert at
hava feroyskar sendingar
í samband við, at royndar-
sjónvarpið nú varð av-
loyst av tí almenna sjón-
varpinum.
jan.