hósdagur 6. september 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein 7
Góða mamma |
tað var ikki eg
Í DIMMALÆTTING fyri týsdagin
spyr legmaður, hvussu stødan
hevði verið, um javnadarflokkur-
in hevði fingið sín vilja hesi fýra
árini. Sjálvur svarar hann, at
nettouttanlandsskuldin hevði ver-
ið munandi størri, enn hon er i
dag.
HER ERU VIT ALS íkki samdir við
løgmann. Hann vísir á øll tey upp-
skotini, sum javnaðarflokkurin
hevur lagt fram hesi fýra árini,
men gloymir sjálvandi, at fleiri av
hesum uppskotum vildu økt um
framleiðsluna og útflutningin,
eins og tey vildu ført til minni inn-
flutning og minni almenna privata
nýtslu, um tey vórðu samtykt.
VIT KUNNU t. d. endurtaka, at vega-
og bergholsarbeiðið í Kalsoynni
kundi verið gjørt liðugt fyri einar
14 til 20 mió kr. Í dag verður hetta
arbeiði gjørt fyri 30 til 40 mió kr.
Vit kunnu eisini endurtaka, at
javnaðarflokkurin kundi loysa
spurningin um keyp av skipi til
millumlandasigling við eini íløgu
upp á 40 mió kr., meðan hesin
spurningur nú er loystur við eini
fløgu upp á 150 mió kr.
OKKARA UPPSKOT um skila-
bótalán til fiskivinnuna kundi
spart okkara hevuðsvinnu fyri
nógvar milliónir krónur í dýrari
rentu. Javnaðarfloksins uppskot
til loysn av agnspurninginum
kundi spart okkara samfelag fyri
fleiri milliónir krónur í innfluttum
agni. Floksins uppskot um sátt-
málastovn og skipaumvælingar
kundi tryggjað ódýrari innflutning
av råvøru til føroysku skipasmið-
urnar. Tey vildu eisini tryggjad, at
vit í nógv størri mun bygdu okk-
ara egnu skip, og at vit sjálvir
gjørdu tey umvælingararbeiði,
sum í dag verða gjørd uttanlands.
UM SO VARÐ AT javnaðar-
flokkurin fekk sín vilja á ídnaðar-
økinum, so vildu vit í dag útflutt
'alginat fyri stórar peningaupp-
hæddir, meðan løgmadur valdi at
kvala hesa framleiðslu í fødingini.
Við eini menningarstovu og eini
sølumidstød fyri ídnaðin, vildi all-
ur ídnaður í landinum havt mun-
andi betri umsteður at arbeitt
undir, soleiðis at vit ikki vóru í tí
stóðu, sum vit eru í. Í dag er
stødan nevniliga tann, at tíðar
hóskandi og væl utgjørd ídnaðar-
virki ikki sleppa av við sína fram-
leiðslu til útflutnings.
ELLA VIT KUNNU taka uppskot
javnaðarfloksins um rentustudn-
ing til farmaskipabygging. Her
vildu samgonguflokkarnir veita
stuðulslán úr grunninum til end-
urnýgging av fiskiskipaflotanum.
Javnaðarflokkurin mælti til at
veita rentustudning til rentuna
oman fyri 8 pst. Við hesum vildu
farmaskipini verið eins væl fyri
rakstrarliga og iandskassin hevði
spart 4/5 av tí peningi, sum í dag
* verður veittur úr grunninum til
endurnýgging av fiskiskipaflot-
anum til umrøddu farmaskipa-
bygging.
VIT KUNNU eisini taka rentupoli-
tikkin. Føroyska vinnulívið og ein-
staklingurin knégva undir eini
rentubyrði, sum er munandi
tyngri enn i nøkrum ødrum landi
rundan um okkum. Javnadar-
flokkurin hevur mælt til at lækka
útiíánsrentuna. Flokkurin hevur
eisini mælt til at seta Landsbanka
Føroya á stovn, soleiðis at hesin
m. a. kann ansa eftir, at munurin
millum inn- og útlánsrentuna ikki
gerst ov stórur.
LANDSBANKIN ER eisini eitt neyð-
ugt amboð, um vit skulu hava eina
skilagóða stýring á okkara fíggj-
ar- og búskaparviðurskiftum.
Hann er eisini amboðið, ið kann
samskipa okkara låntøkur uttan-
lands, soleiðis at vit lána ta røttu
tíðina og í teimum røttu gjaldoyr-
unum o. s. fr.
ALT SAMFELAGIÐ er í kreppu Tað
hava vit finið at vita úr lands-
stýrinum. Men løgmaður hevur
onga viðmerking til støðuna, utt-
an tað, at hevði javnaðarflokkurin
fingið sín vilja igjøgnum, so hevði
stødan verið verri. Hetta er sama
segan: góða mamma, tað var ikki
eg..., men hesa ferð er hon bert
søgd við ødrum orðum. Ein ússa-
ligur løgmaður og samgonguleid-
ari.
Nr. 104 — 6. september 1984
Skarv og rasisma
Bæði gamla Skarv og
nýggu helini í Pilestræde
hava í nógv ér verið ein
miðdepil fyri feroyingar í
Keypmannahavn. Ella
fyri so vítt fyri fólk norðan
fyri 62. breiddarstig.
Grenlendingar og íslend-
ingar hava eisini brúkt
Skarv sum samlingsstað,
eitt slag av oasu, har til-
ber at svala á sær við
bjóri.
At grønlendingar eisini
koma á Skarv, fekk mið-
skeiðis í 70'unum ein
ungan fólkaflokspolitikara
at skriva háðandi um hesi
fólk. hvers havleiðir hava
ríkað mangan feroyskan
reiðara.
Men í hesum degum er
rasisman kyknað uppaft-
ur, ikki av fólkaflokspol-
itikaranum, men takkað
verið sjálvum ánaranum
av Skarv. Hansara ætlan
er at gera hetta vertshús
til ein eksklusivan klub,
har fólk kunna tekna seg
sum lim. Men væl at
merkja. ikki grenlending-
ar. Hesum ber ein plakat
inni á Skarv týðiliga boð
um.
Aparheid-politikkur er
eitt hitt andstyggiligasta
fyribrigdi í heiminum, og
uttan iva kenna grenlend-
ingar hesa plakat sum
spott av grovasta slag.
Sjálvur havi eg nakrar
ferðir vitjað á Kristinu-
mut í Nuuk, men aldrin
havi eg borið eyga við eina
plakat av líknandi slagi.
Ti skammaðist eg yvir
sum føroyingur at ein
føroyingur, sum í nógv ár
hevur ríkað seg upp av
grønlendingum skuldi
troysta sær at skriva slik
orå.
Ein kann spyrja seg
hvørji motivir liggja aft-
anfyri eina slíka útreinsk-
an. Kanska hevur ánarin
ein dreym um at gera sítt
vertshús til ein noblan
klub, har menn koma í
terylenbuksum og konu-
fólkið í líknandi veitslu-
klæðum. Kanska vil hann
tekkjast valamonnum av
reinari rasu, sum ikki bara
keypa eina ølfløsku í senn,
men ein heilan pegil av
brennivíni á borðið. Í
hvussu so er hevur hann
longu nú lagt upp til at
gera Skarv til eitt dýrt
stað. Tann, sum ætlar sær
inn um vikuskiftið, verður
noyddur at gjalda 30
krónur. Hevði so av illum
verðið boðin ein dura-
snapsur, eila eitt dansi-
orkestur ístaðin fyri band-
upptakaran, hevði borið
til at skilt mannin. Men
onki fæst fyri hesar peng-
ar. Siga vit, at 500 fólk
vitja í einum vikuskifti,
merkir hetta 15.000 krón-
ur beint í lumman.
Men líkamikið hverji
motivini eru. Rasisman á
Skarv, sum alla aðra
staðni er forkastilig, og tá
hon verður brúkt til at
tekkjast foroyingum, eiga
somu føroyingar at visa
sína andstygd við at gev-
ast at vitja å Skarvi, til
ánarin hevur drigið sina
skendsku ætlan aftur.
Jóanes Nielsen
Bakkast? Nei, fyritreyt!
Í Sosialinum 25. august
skrivar Dagny Joensen, at
Karin Kjelbro við síðstu
orðum sínum frá tingsins
reðarapalli hevur verið
kvinnufrigeringini til stórt
bakkast. Tað kemur ikki
mær soleiðis fyri, og eg
havi hug at taka í aftur
spurningin: Ja, hvussu
hevði tað ljóðað, um eisini
løgtingsmenn høvdu
takkað konum og børnum
fyri farloyvið at arbeiða á
Feroya Legtingi? Ella
víðari, um slík tala van-
liga ljóðaði úr ellum teim-
um stervum, har arbeiðið
hjá konuni hevur verið
fyritreytin fyri, at maður-
in hevur kunnað »gjørt
karrieru« og samstundis
verið »familjufadir«?
Hvussu hevði tað ljóðað?
Og hvenn týdning hevði
tað havt? Ein spennandi
tanki! Men sum er hoyrist
onki slíkt, og veruleikin
er, at í politikki, sum
aðrastaðni, hava kvinnur
og menn so fullkomiliga
ymiskar fyritreytir fyri at
luttaka og at gera seg
galdandi.
Kenda fyribrigdið, at
tvey fólk eru um at upp-
byggja og klára eitt starv,
hevur aðrastaðni navnið
»two-persons-single-
career«, og tað er eitt
ógvuliga vanligt fyri-
brigdi, eisini á okkara
leiðum. Hetta halda flestu
menn, og kanska konur
við, vera púra náttúrligt,
og sigst m.a. vera tað,
sum er ætlanin, tá fólk
velja at stovna familju.
Men hví er tað ein sjálv-
fylgja, at maðurin tekur
sær av »karrieruni«, með-
an konan stuðlar? Í øðrum
hverjum hjúnarlagi hevur
kvinnan faktiskt betri
evnir — og tað er jú onki
annað uttan tann rami
logikkur — so skuldi tað
verið fyritreytirnar fyri at
rakt ålitisstørv, ja, so er
verandi skipan ikki einans
bytt, men eisini rættiliga
skadilig. -
Ein legtingskvinna veit
eins væl og einhver onnur
kvinna við krevjandi úti-
arbeiði, at slíkt ikki er
meguligt í teimum van-
ligu rammunum fyri fam-
iljulívi, har konan/
mamman hevur ábyrgdina
av ellum heima. Tá tær
neyðugu kvinnurnar eru
komnar á ting, er tað av
alstórum týdningi fyri ar-
beiði teirra har, at alt
gongur væl heima: at
bernini trívast, og at mað-
urin ikki er av tí gamla,
grenjuta og krevjandi
slagnum. Longri enn so
eru vit »skrøppu kvinnu-
sakskvinnur< ikki komn-
ar. Og tað hevur heldur
ikki verið ætlanin. Tí vit
vita væl, at tær menniskj-
ansligu relatiónirnar,
vina- og kærleiksbondini,
hava sterstan týdning.
Men vit vita eisini, at læra
menn ikki skjótt at átaka
sær beinleiðis umsorgan
fyri bæði børnum, goml-
umog sjúkum, og læra
kvinnur ikki skjótt at taka
ábyrgd í ellum samfelags-
viðurskiftum, so hevur
ongin okkara nakra fram-
Framhald á síðu 7