hósdagur 6. september 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 6. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9
“ 4
Oyrareingir 567
'
Hundsarabotntg
Stødd: 38.35 m?
Markatal: 51
Íbúgvaratal: 795
Húski: 250
Bygdarráðið:
Hanus Joensen, bygd-
arráðsform. Poula
Christiansen, næstform.,
Tummas Debess,
Signabeur x
Rinuteti;
...
Svenning Johannesen,
Trygvi Samuelsen, Kári
Fagraklett og Karsten
Joensen
Joensen, hevur verið eitt
ynski hjá bæði undan-
farna og verandi bygdar-
ráð. Tí við eini royndar-
steð í bygdini skuldi
meguleiki verið fyri nekr-
um arbeiðsplássum. Og
tey tróta jú í dag.
Oyggjarvegurin
ella tunnil!
Hvat viðvíkur ætlanini at
gera ein tunnil millum
Kaldbaksbotn og Oyrar-
eingir, so heldur Hanus
Joensen, at hann hevði
komið sera væl við ikki
bert hjá kollfirðingum,
men hjá nigvum eðrum
eisini.
Íbúgvaratalið
síðan 1973
(1.1.)
1973 535
1974 561
1975 574
1976 595
1977 637
1978 663
1979 715
1980 745
1981 788
1982 815
1983 805
1984 795
— Sjálvandi hevur ein
tunnil stóran týdning fyri
okkara kommunu, tí tá
liggur havnin á
Langasandi enn meira
sentralt fyri í so máta. Tí
meti eg, at hon í sterri
mun fer at avlasta havn-
ina í Havn. Tað er so eisini
ein sannroynd, at havnini í
Kollafirði liggur sera væl
fyri í landinum.
Síðani er tað koyringin
eftir oynni. Nógvir
kollfirðingar arbeiða í
Havn, og tað er ikki altíð
tespiligt at fara eftir oynni
vetrardagar. Heldur ikki
um summarið, tí mangan
er tjúkt í mjerka.
— Eg haldi, at nógvir
íbúgvar í landinum fara at
fáa ágóðan av einum
Royndarsteðin fer at skapa nekur arbeiðspláss og annars at seta gongd í virksemi í kommununi
tunnili, sum kann avloysa
Oyggjarvegin leggur
Hanus afturat.
Nógv vilja byggja
Annars er eftirspurning-
urin eftir grundstykkjum í
Kollafirði stórur. Ein út-
stykking varð gjørd við
Sjógv nakað herfyri til 20
hús. Har er so alt farið. Nú
arbeiðir kommunan við
eini nýggjari útstykking í
Signabe. Her verður talan
um rættiliga nógv stykki.
Hanus Joensen sigur, at
teir hava nógsv fólk á bíði-
lista og vónar hann, at
hesi kunnu fáa grundeki
um ikki so langa tíð.
Annars hava teir roynt
at latið kollfirdingum,
sum hava bíðað leingi eftir
eki, eitt stykki fyrst. Síð-
ani koma onnur, eitt nú
fólk í eðrum kommunum.
M. a. ynskja nógv havnar-
fólk at byggja í Kollafirði.
Hetta kemst mest av tí, at
grundstykkjaprísurin í
Kollafirði er so nógv lægri
enn tann í Havn.
Nýggjan svimjihyl
Í letuni eru teir annars í
ferð við at byggja nýggjan
svimjihyl í Kollafirði.
Hanus sigur, at hesin
Fiskaalingin kann gerast týðandi vinna í Kollafjarðar kommunu í framtíðini
SV
skuldi verið komin fyri
langari tíð síðani, men nú
kemur hann so Hann
kostar 5,9 mill. kr. og
verður liðugur í mai næsta
ár. Svimjihylurin liggur
beint við síðuna av skúl-
anum.
Hvat viðvíkur skúlan-
um, so hevur tað verið eitt
ynski, at hann eisini kann
virka sum framhaldsskúli.
Í dag fara bernini víðari í
framhaldsskúla á Oyrar-
bakka.
Hanus Joensen heldur
sjálvur, at næmingatalið
er nóg stórt tila t har
kann vera framhaldsdeild
eisini. Tað hevði so verið
betri fyri bernini, tí tá
noyddust tey ikki at ferð-
ast í skúla. Men higartil
hevur hetta ynski so ikki
verið gingið á meti, við
teirri grundgeving, at
næmingatalid er ikki nog
stórt. Hanus vísir á, at
fleiri skúlar við færri
næmingum hava fram-
haldsdeild eisini.
Stórt framstig
við kommunulækna
Hvat viðvíkur heilsuvið-
urskiftum í kommununi,
so hendi ein stórur bati í
1982, tá ein kommunu-
Svimjihellin verður her reist
lækni varð settur aftrat í
Vestmanna læknademi.
Tað er Annika Olsen, sum
síðan tá hevur arbeitt í
Kollafirði. Eitt læknavið-
taluheli er í skúlanum,
men Hanus + Joensen
vónar, at teir fáa bygt ein
bygning nærhendis skúl-
anum, ið kann hýsa lækn-
anum, tannlækna og jarða-
móður. Tí umsteðurnar í
skúlanum eru ikki tær
bestu, og tá næmingatalið
fer at vaksa, verður brúk
fyri ellum stovunum har.
Upprunaliga var Kolla-
fjarðar kommuna við í ein-
um felagsskapi, sum skul-
di byggja eina heilsumið-
steð við Streymin. Bygd-
arráðið samtykti tó at
taka seg úr felagsskapin-
um og heldur fáa sær
egnan kommunulækna.
Higartil hevur tað verið
so, at vestmannalæknin
bert hevur havt viðtalu í
Kollafirði eina ferð um
vikuna. Nú er viðtala
hvenn dag. (| — So eg
haldi, her er hent eitt stórt
framstig, sigur Hanus
) Annars heldur hann, at
Kollafjørdur liggur so nær
við Havnina, at tað er
einki til hindurs fyri at
koma til Landssjúkrahús-
ið, tá okkurt meira álvars-
ligt er áfatt.
Vistar- og
umlættingarheim
Herfyri søkti bygdarráðið
landsstýrið um at stovn
eitt vistar- og umlætting-
arheim i Kollafirði.
Ætlanin er at brúka eini
hús í bygdini til endamál-
ið. Eitt slíkt heim kann so
eisini verða brúkt av
grannakommununum. Ein
nevnd er sett til at arbeiða
við hesum málinum.
— Eg vóni, at landsstýr-
ið fer at ganga hesum upp-
skoti á meti, endar Hanus
Joensen í samreðuni við
Sosialin.
jan
Næstu ferð!
Fara vit at vitja enn eina føroyska kommunu,
hon liggur í Norðuroyggjum. Lesið Sosialin
næsta hósdag eisini. Og aðrar dagar við