Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 VB—KÍ, 3. deild:3—1 (1 —1): So vunnu vågbingar aftur få Fyrru helvt av landskapp- ingini royndist VB besta lið í 3. deild, men í seinnu helvt er eisini steðgur er komin í hjá vágbingum. Fyrst megnaðu teir bert at fáa javnleik móti botn- liðinum, TB, í dysti, sum varð spældur á vellinum í Vági, og seinasta viku- skiftið taptu teir so móti nþstniðasta liðinum B68 við ongum máli móti trim- um. Hesin dystur varð spældur á vellinum á Toftum. Leygardagin hevi VB so vitjan av tí liði, ið lá trið- niðast í steðuni, og skuldu vágbingar, um teir skuldu hava nakran møguleika fyri at vinna deildina — og sostatt tryggja sær leik- rætt í 2. deild — vinna dystin. Og vágbingar fingu bestu byrjan, ið hugsast kann. Ikki var farin meira enn minuttur av dystin- um, tá VB kom á odda 1—0 við máli, ið Rørin Richardt hevdaði í netið. Eitt korter seinni fekk KI tó javnað upp á brots- spark, ið varð demt, tá ungi málverjin hjá VB tók feil av bólti og manni. Haldor Johansen skeyt í netið til 1—1, ið eisini varð hálvleikssteða. VB hevði annars væl sterra lutin í leiki, men framherjarnir fingu alt ov lítið burturúr móti linari KÍ—verju, ið ógvuliga nerves og veikt leikandi, tá trýstið ektist eitt vet. Men einki kom burturúr hjá vágbingum uttan stór negd av horna- tóktist | tíðindablaðið spørkum, ið tó ikki góvu mál. Sigast má tó, at tað av og á var tætt við og at tað eisini kom fyri at klaksvíkingar bjargaðu á sjálvari málstrikuni. Tidliga í seinna hálvleiki eydnaðist Tórða Poulsen at fáa bóltin í netið hjá KÍ, men hetta mál varð ikki góðkent av tí at Tórður hevði verið heldur harð- ligur við verjuleikara hjá KI áðrenn hann skeyt. Tórður fekk tó »revansju«. Løtu seinni royndi VB- ari seg vid langskoti, ið Olavur i KI málinum hålv- kláraði, men bólturin stakk út aftur til Tórð, ið lætt skeyt í netið til 2— 1. Í 25. min. ekti VB um munin. Hetta hendi, tá VB fekk brotsspark av tí at Kl-málverjin aftaná hornaspark til VB í høgru síðu hevði skumpað fram- herja hjá vágbingum. Brotssparkið skeyt Hjalmar Jacobsen trygt í netið. Fleiri mál komu ikki i dystinum, men eru vágb- ingar framvegis við í stríðnum um uppflytan og fingu teir eisini prógvað, at teimum avgjert bert til at spæla veruliga fótbólt, og at leikliga kreppa — kanska — er av. Seinasti Landskappingin í 2. deild: Bæði oddaliðini pældu javnt Bæði oddaliðið, og liðið, sum liggur sum nr. 2 í 2. deild, spældu javnt um vikuskiftið. Í Fgulafirði spældi IF móti Sumba. Hesin dyst- urin endaði við javnleiki 3—3, eftir at Sumba hevði verið á odda 3—2 í hálvleikinum. Sumba kom bæði á odda 1—0 og 3—1, áðrenn tað eydnaðist ÍF at javna. Tað var Kristian Petersen, sum gjerdi tað síðsta málið fyri IF, meðan Eyðun á Lakjuni og Bogi Lervig gjørdu hini bæði málini fyri IF. Í Havn hevði HB vitjan av Royn, sum liggur á eðrum plássi í kappingini. Hetta var ein illa spældur dystur og uttan tann stóra spenningin. Tá bert 5 minuttir vóru leiktir av dystinum, gherdi Royn sjálvmál, og kom HB sostatt á odda. Og HB lá á odda nærum restina av dystinum. Ikki fyrr enn í síðsta minutti av dystinum eydnaðist tað Royn at javna út. Eftir fleiri royndir eydnað- ist tað endiliga Vilmund Mikkelsen at fáa bóltin í netið hjá HB Annars er tað at siga, at Royn hevði fleiri møgu- leikar teir seinastu min- uttirnar av dystinum. Miðvingar hevdu vitjan av grannaliðinum SI úr Servági. Lokaluppgerðirn- far millum tey trý 2. deild- arliðini úr Vágunum eru altíð spennandi og javnar, og heldur ikki her var nakað undantak Dysturin endaði við einum teprum sigri til Miðvingar MB vann nevniliga dystin við einum máli móti ongum. Tað var Trúgvi Fagraberg, sum setti bóltin í netið í fyrra hálvleiki. Fjórði dysturin í 2. deild varð leiktur í Havn leygar- kveldið. Tað var SIF, sum var fari til Havnar at leika móti botnliðinum Fram. Hetta, eins og dysturin í Fuglafirði, gjerdist ein málríkur dystur. Fyrri hálvleikur endaði við 3—1 leiðslu til Fram, men í seinna hálvleiki megnaði SIF at fáa tvey mál, so dysturin endaði við javnleiki 3—3, og eitt stig til hvert liðið. Fyri Fram gjørdi Gunnar Nielsen tvey mål, meðan Birgir Carlson gjørdi triðja málið upp á brotsspark. EisiniSIF fekk eitt mál upp á brots- spark, og var tað Eivind Johannesen, sum setti tað í netið. Hini bæði málini hjá SIF gjørdu Petur Olsen og Sámal á Vágalið. Utjavnandi málið hjá Sámali kom í síðsta minutti av dystinum. Nr. 104 — 6. september 1984 dysturin millum VB og B71 verður meguliga tann, ið avger upvflytan- ina. Landskappingin í 3. deild: Óvæntað urslit 11. umfar av landskapp- ingini í 3. deild varð leikt um vikuskiftið. Í Havn metti eitt av teimum ovastu liðunum í deildini, HB, botnliðinum TB. Frammanundan hevdu flestu óivað roknað HB sum tryggan vinnara av hesum dystinum, men tað skuldi ganga eðrvísi. TB legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og við eini 1—0 leiðslu fóru teir so undir seinna hálvleik. Tað eydnaðist teimum í seinna hálvleiki at ekja um leiðsluna til 2—0, áðrenn HB í teimum seinastu minuttunum fekk minkað um málmunin til 1—2, hann var ikki væl spældur, HB hevði munin tekniskt, men TB-leikar- arnir vóru væl kvikari enn HB-ararnir. I Vági hevði VB vitjan av KÍ. Hendan dystin vann VB 3—1 eftir hálv- leikssteðuna 1—1. Hesin dysturin er umreddur aðrastaðni á ítróttarsíðun- um. Norðuri í Eiði leiktu EB og B36. Sjálvt um B36 vann fyrra dystin millum hesi bæði liðini, hevdu fleiri roknað við sigri til eiðismenn hendan dagin. Og EB vann eisini hendan dystin við trimum málum móti einum eftir at hálv- sum gjerdist endaliga úr- leikssteðan hevði verið slitið av dystinum. Um 1l-Otil EB. dystin kann sigast, at LÍF--KÍ, 1. deild: 1—1 (1—0): Sunnudagin var dystur i av seinna hålvleiki, Leirvik millum heimaliðið LIF og Kl. Hesin dystur var av mongum veddarum — í blødunum í hvussu er frammanundan mettur at vera dystur, ið endaði við javnleiki Og rætt var. Dysturin endaði við javnleiki 1—1 aftaná at leirvíkingar hevdu verið á odda í hálv- leiki. Tað var bretski leikarin hjá LIF Martin Nudgent, ið legði LÍF á odda mið- skeiðis í fyrra hálvleiki, men tá 10 min. vóru farnir javnaði Beinir Poulsen so til 1—1, ið gjørdist enda- liga úrslitið. Sigast má tó, at leirvík- ingar hevdu bóltin í net- inum hjá KI ikki færri enn fýra ferðir, men vórðu trý av hesum málum ikki góð- kend. Bæði KI og LIF hava nú níggju stig og liggja fram- vegis í nidaru helvt í fyrstu deild, men tey hava tó trý stig fleiri enn botneliðið B36. Bæði KI og LÍF skulu spæla dyst móti B36.