Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 8. september 1984 tíðindablaðið Síða 7 Logmaður royndi at burturforklara veruleikan Og eg haldi tað er ábyrgdarleyst av log- manni — ið er grannskoðari — at royna at fáa fólk at trúgva, at nú stendur hampiliga væl til Tað eru skjótt liðin 4 ár síðani, at tríggir = sokalladir >borgarligir< flokkar tóku seg saman um at mynda landsstýri. Endamálið var fyrst og fremst at fáa eina broyting av tí fyrr rikna politikkinum. Eftir drúgvar samráðingar vóru hesir flokkar so endaliga samdir um, hvussu hetta skuldi fara fram. Fyri ikki at nekur misskiljing skuldi koma fyri í 4-ára skeiðinum varð henda semja gjerd skrivliga — tað, ið vanliga verður kallað eitt »Samgonguskjal«. Fyri uppaftur betur at verja seg ímóti, at nøkur ósemja skuldi verða megulig — so var í mun til onnur samgonguskjøl — innsett ein nýggj grein — ein sokallað grein 13. Orðaljóðið í hesi grein er soljóð- andi: »Fyrivarni; mál, sum hevur prinsipiellan tydning fyri sam- gonguflokk verður ikki lagt fram og ella samtykt uttan at teir tríggir samgonguflokkarnir eru samdir um hetta.« Lat meg beinanvegin leggja aftur- at — at henda greinin er tann mest nýtta í nevnda samgonguskjali — hesi seinastu 4 årini. Ut frå tí, ið stendur í hesum sam- gonguskjali — fór so samgongan til verka. Tað, sum er til viðgerðar í dag her í tinginum — er hvussu hesin setn- ingur, ið hesir tríggir flokkar settu sær, hevur eyðnast. Legmaður, sum framsegumaður fyri samgonguna — er hann, ið kemur við hesi frágreiðing — og er hetta tann sokallada løgmansrødan. Í hesi hampuliga góðu frágreiðing samanber legmaður hesi fýra árini, ið hetta samgonguskeiðið hevur varað — við ein vanligan skipstúr — og niðursteðan hjá løgmanni er, at túrurin varð hampuliga góður. Eg eri ræddur fyri, at løgmadur stendur nokk so einsamallur fyri hesi meting. Ja, tað er ivingarsamt — um sjálvt hansara samarbeiðspartnarar hesi 4 árini, eru samdir við hann. Legmaður byrjaði sina »Karrieru« sum løgmadur vid at mála tað fíggjarliga útlitið hjá foroyingum so svart sum tað ongantíð fyrr hevði verið. Sigur Tórolvur Mohr Olsen, tingmaður javnað- arfloksins í Sand- oynni, í hesum fyrsta partinum av reðu síni undir orða- skiftinum um løgmansrøduna Millum annað visti hann á, at uttanlandaskuldin hjá feroyingum varð uppá 763 mill. kr., og at hetta varð nakað, ið vit ikki vóru ferir fyri at liva við — og at her mátti vend koma í. Eisini vísti legmaður á, at allir ílegugrunnar vóru tómir — tíðin hevur prógvað, at so var ikki. Slagorðið hjá løgmanni varð eisini tá — hvussu lítið undanfarna sam- gonga heuði fingið burturúr góðum tíðum. Vóru tíðirnar góðar tá — so vil eg pástanda at tær hava verið nógv betur hesi seinastu árini. Tí kundi ein havt hug at spurt — hvat er nú komið burtur úr — teimum góðu árunum. Um ein hyggur í fylgiskjølini til legmansreðuna — so sæst — at útfluttningurin hesi trý seinastu árini — 1981-82-83, hevur verið umleið 4 milliardir — ið má metast at vera óvanliga gott. Hesi útflutn- ingstøl — hanga saman við tað uttanlandaskuld — sum legmaður segði at vit ikki kundu liva við — iløgur i skip. Men verður hugt eftir, hvussu nógv ið vit hava innflutt, í sama tíðarskeiði — so svarar hetta til 5,3 milliardir. Um vit taka burturúr, hvat, ið er nýtt til skipakeyp av hesi upphædd — so sæst at hetta svarar til 551 mill. kr. Tað vil siga, at vit hava brúkt 820 mill. kr., meira enn vit hava fortjent — og hesar milliónir eru fyri mesta partin farnar til eitt okt forbrúk. Hetta sæst eisini tíðuliga við at — uttanlandaskuldin bert veksur — roknað verður við, at áðrenn árið er úti — er henda skuld farin upp um 3 milliardir. Vit skulu til tey suduramerikan- sku londini — fyri at fáa nakað at samanlikna vid. Og tå id ein so hugsar um, hvat ið løgmadur segði fyri fýra árum síðani, at við eini uttanlandaskuld uppá 763 mill. — kundu vit als ikki liva við — so má hetta geva fólki nakað at hugsa um. Men legmaður vísir álíkavæl á at túrurin var hampuliga góður. Roynt verður at burturforklára veruleikan — og tað dugir løgmadur væl — men henda burturforkláring kann yvurhevur ikki góðtakast. Og eg haldi at tað er ábyrgdar- leyst av legmanni — ið er grann- skoðari — at royna at fáa fólk at trúgva — at nú stendur hampuliga væl til. Tá ið henda samgongan varð skipað — var sjålvsstyrisflokkurin settur at taka sær av figgjarmålun- um. Tað at hesin flokkur fekk hetta målsøki at umsita varð kanska ikki ov legið — av tí at hesin flokkur í andsteðu serliga hevði gjørt vart við seg — við at vísa á tað skeivu gongdina í fíggjarmálum. Eftir 4 ára skeiðið, kann ikki annað sigast — enn at úrslitið hevur verið soltið. Flokkurin hevur megnað at trí- faldað verandi fíggjarlóg — uppá 4 ár. Og tað kann heldur ikki síggjast — burturfrá at flokkurin eigur sín stóra part í tí ektu uttanlandaskuld- ini. Men hinvegin hevur flokkurin ásannað, at allur fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni — er dottin á gólvið — og liggur í knúsi. Og her eri eg samdur við Sjálvs- stýrisflokkinum — og tað trúgvi eg at flest øll kunnu taka undir við. Men undantakið er logmaður — tí hann vísir á — at nú gongur tað betri. Avlop Eitt sum er nógv komið fram hesi seinastu tíðina — og tað verður eisini nevnt í løgmansrøduni — er at nú er avlop á fíggjarlógini. Hetta skal meguliga fáa fólk at trúgva — at nú stendur betri til. Men tað verður ikki nevnt, hvaðani ið hetta avlopið stavar frá. Tað varð soleiðis, at eitt av tí fyrsta henda samgongan gjørdi — varð at koma við nýggjum innteku- lógum — hækking av tolli og eðrum avgjøldum — hetta skuldi tá geva ein inntekuvekstur til landskassan uppá 50 milliónir. Sagt varð, at hetta varð gjert — fyri at uppviga hall — ið hevði verið á teimum tveimum seinastu fíggjar- lógunum. Roknað varð tí við, at hesar inn- tekulógir komu bert at galda tað eina árið — men so varð ikki — hesar lógir eru framvegis í gildi. Og tað er onki at ivast í, at í dag geva hesar inntekulógir landskassa- num í minsta lagi 80 - 100 mill. kr. í meirinnteku. So forkláringin uppá, at tað í dag er avlop á fíggjarlógini — hon er sera einfald — Landsstýrisflokkar- nir hava tikið meira pening frá fólki. Tí er tað onki hald í tí, sum leg- maður sigur — at nú gongur tað betur fíggjarliga. Tað verður eisini roynt at ugga fólk við — at nú, ið avlop er á fíggj- arlógini — eru vit so væl fyri, at nú kunnu vit byrja at gjalda aftur av láninum. Eg meti at hetta avlop er so lítið — í mun til lánibyrðuna hjá okkum — at hetta ger lítlan mun. Tí haldi eg, samanumtikið — at fíggjarsteðan er út av lagi ring — og at tað er lítið fingið burturúr teimum góðu árunum, sum hava verið. Vansi við skattalóggávuni: Hon fremur spekulation Vilhelm Johannesen, tingmadur javnadarloksins i Norduroyggjum i hesum parti av rødu sini um løgmansrød- Sigur una Hendan greinin í skattalógini ger tað moaguligt hiå vinnurekandi per- frá <krivineum. ið annars áttu at verið sánum at sleppa ejørdum av- inntøkuførdar. tå hvgningar og rakstrargøgn verða seld. um bygn- ingarnir og rakstrargagnini vvirtikin av einum partafelag. sum Hendan verða eigararnir eru við at stovna greinin ger tað eisini møguligt at umseta eina fyritoku. ið er ogn hiå privatpersónum. og sum t.d. hevur ein negativan eginpening upp á | mió kr.. til eitt partafelag við tí úr- sliti. at eigararnir fáa ein skattafrían vinning upp á t.d. 720.000 kr ístaðin fyri tann negativa eginpen- ingin upp á 1 mió kr. Tað er synd at siga. at slík skattalóggáva fremur arbeids — framleiðsluskanandi fyritakssemi. Hon má fyrst og mest av allum fremja spekulatiónshugin. Javnaðarflokkurin er ikki ímóti og & samtidarskatti. Men javnadarflokk- urin kundi ikki taka undir vid. at ein samtidarskattaskipan fvrilitarlevst varð skundað igjøgnum. Flokkurin kundi heldur ikki taka undir við teirri edv — lovsn. ið landsstýrið og samgonguflokkarnir valdu. og tev árini. vit viðgjordu samtidarskatta- spurningin. rovndu vit ferð eftir ferð at fáa til vega upplýsingar um. hvat umsitingin av samtidarskattaskip- anini fór at kosta. men tað var onga- tíð moguligt at fáa hetta at vita heilt nágreinliga. Nú hevur skipanin so kovrt í fimm mánaðir. og lovvi eg mær ti eina ferð enn at reisa hendan spurning. Vónandi kann landsstýris- maðurin í figgjarmálum geva okkum heilt nágreiniligar upplýsingar um hvat edv—lovsnin kostar. og hvat umsitingin av annars kostar. samtidarskattinum Framhald