Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 105 — 8. september 1984 ann er 80 ar og framvegis fremst á brúnni Johan Simonsen ella Johan í Hoyvík, sum hann verður kallaður, verður 80 ár i dag. Tað sermerkta á hesum fødingardegin hans- ara er, at Johan framvegis er virkin sjómaður. Hann ferir svart- kalvabátin Váðastein, sum hann eisini sjálvur eigur. Johan man helst vera millum teirra, sum hava skrivað søgu, tá hugsað verður um føroyska fiskivinnu. Hann hevur verið á sjónum í meira enn 60 ár, og næsta ár eru fimmti ár, síðani hann fyrstu ferð førdi skip. Johan er júst heimkomin av túri í canadiskum sjógvi. Teir hava fulla last, 160 tons av svartkalva. Í gjár fór Johan so til Danmarkar við lastini. Men stutt áðrenn hann fór avstað, vóru vit um borð á Váða- steini og tosaðu við Johan Jóhan fór fyrstu ferð til skips, tá hann var 19 ára gamal. Frammanundan hevði hann lært til timb- urmann, men sjógvurin dróg meira. Fyrsti túrurin var við »Håbet« ella Kina- yachtini, sum teir kallaðu hana. Hetta var ein skonn- art, sum Hans Jakku Clementsen í Havn, ella Hanne í Kina nevndur, keypti úr Noregi. Johan var við »Håbet« í 1924, 26 og 27. Teir vóru við sneri undir Íslandi. Eitt skifti var Johan við „Sjey systrum“ sum Valdemar Lútzen átti. Teir fluttu farm við henni. Síðani var hann eisini nakrar túrar við Silver Spray. Men hugurin til sjógvin var so mikið stórur, at Johan vildi sjálvur sleppa at fera skip. Hann fór tí á sjómansskúla og tók í 1932 stýrimansprógv. Síð- ani gekk leiðin til Dan- markar, har hann fór á skipsferaraskúla. Vágoyggin Fyrsta skipið Johan ferdi var Vágoyggin, tað var í 1936. Tó hevði hann árið fyri verið flaggskipari — tað var við Lissy í Gren- landi. Eitt skifti var Johan eisini úti í tí stóru verð við donskum farmaskipi. Hann flutti kol millum Bretland og Danmark, tá kríggið brast á. Hann keypti tá eitt fiskiskip og róði út frá Esbjerg. So av- gjerdi hann at byggja sítt egna fiskifar, Hoyvík. Tað varð bygt í Helsinger, og í 1943 fór Johan so heim til Feroya við Hoyvík, ein av- gerð, sum mangur helt vera burturvið, tí hetta var mitt í krígstíð og í krígseki. Njosnara! Men túrurin heim gekk væl. Komin til Feroya vóru bretar á bryggjuni. Teir vóru ikki so fegnir um hesa óvanligu vitjan og hevdu ikki sert av illgruna um, at hesir føroyingarnir vóru njósnarar. Men tað gekk so kortini, og Johan fór til fiskiskap við Hoyvík. Síðani við fullari last til Aberdeen at selja. Men her tóku trupulleikarnir seg aftur upp. Bretar hevdu eisini illgruna til hesar føroying- arnar, og Johan var saman við manningini settur í „varðhald< á einum goml- um skúla í London, har slík fólk, sum vóru undir illgruna fyri njósning og fólk, sum bretar íkki vistu, hvat teir skuldu gera við, hildu til. Men eisini hesa ferðina greiddu teir fløkjuna, og so aftur til fiskiskap. Johan ferdi Hoyvík frá 1943 til 50, tå hann bygdi Kúrberg á Tórshavnar Skipasmiðju. Kúrbergtíð- in vardi í 10 ár, og í 1960 læt Johan enn eitt skip byggja. Tað var Hoyvík- ingur, sum hann framveg- is eigur. Hann varð bygd- ur í Noregi. Váðasteinur varð bygdur í Havn í 1977, og Johan í Hoyvík hevur fert hann síðani. Her liggur hann við bryggju í Havn og ger klárt at fara til marknað Johan í Hoyvík er 80 ára gamal og meguliga elsti skipari í heiminum, ið framvegis er á brúnni — og ætlar sær enn nekur ár har, um heilsan loyvir tí Johan ferdi Hoyvíking til 1977, tá hann fekk enn eitt skip. Tað er Váða- steinur, sum hann hevur fert síðani. 60 ár á sjónum Tilsamans hevur Johan í Hoyvík verið sjómaður í meira enn 60 ár, nakað, sum helst fáir ella kanska eingin undan honum hev- ur megnað. Og hóast tann hega ald- urin, Johan verður 80 í dag, so hevur hann ikki slept vónini at vera til skips í nekur ár afturat. Fer heilsan ikki at bila, so fer Johan at síggjast upi á brúnni á Váðasteini teir næstu túrarnar eisini. — Eg livi serstakliga væl, tå eg eri á sjónum. Hóast eg eri eitt sindur lamin, tí mjadnaliðurin er slitin, so klári eg meg um- borð, tí her er ikki nógv gongd. Men Johan ivast í, um hann hevði fingið loyvi at ført skip, nú hann er 80 ára gamal, um onkur annar átti skipið. — Nú eigi eg skipið sjálvur, tí kann eg loyva mær at føra tað. Men hevði onkur annar átt tað, so hevði eg helst havt fingið fótin fyri langari tíð síðani. — Men hetta var so ikki seinasti túrurin ? — Tað er ikki nakað ein hugsar um, tað kemsur av sær sjálvum. Ein k:an ikki tilrættaleggja slíkt. Feroyaleiðin álitið Vit spurdu at enda Johan, hvat hann heldur um steð- una hjá føroysku fiski- vinnuni í dag. Til tað sigur hann: — Nú er tað so, tá tú verður gamal, so hevur tú meira lætt við at líta aftur um bak og meta um, hvussu gingist hevur. Eg haldi, at okkara fiskivinna hevur ment seg ómetaliga nógv, síðani eg fyrstu ferð var til skips. Sjálvandi = er veiði- mynstrið vorðið nógv broytt, tí vit hava mist rættindi á fjarleiðum. Kanska hava vit gjert ov lítið av at fiska undir Fer- oyum. Men tað gera vit so nú, og tað hevur heldur ongatíð verið so nógv veiða her sum nú. Men mær dámar einki, tá menn tosa um at henda veiða má steðgast. Tí vit eiga at fiska, so leingi fiskur er. Eg haldi tað er nakað tvætl, tå biologar og fiski- vinnuråd siga, at okkara stovnar tola ikki hesa veidu. Vit skulu fiska so nógv, sit kunnu, meðan fiskur er. Er han so ikki, so mugu vit bíða, til hann kemur aftur. Og so hevur tað eisini víst seg, at onga- tíð hevur verið so nógvur fiskur undir Feroyum sum nú. So hetta samsvarar ikki heilt við tað, fiskifreð- ingar 0. a. siga. Tó viðgongur Johan, at tað ber til at niðurfiska stovnar. Hann sipar m.a. til sildastovnin. Har hevur verið fert frama t tað vóru russar, sum niður- fiskaðu = stovnin. Tað heldur Johan er skeivt, tí tað vóru harafturímóti norðmenn, sum gjerdu av við sildastovnin. Norð- menn fiskaðu allan silda- yngulin uppi á fjarðunum í Noregi og beindu fyri sildini. Trolið álitið Johan í Hoyvík hevur sjálvur fert línuskip í nógv ár. Hann heldur tó, at línan fer ikki at vera álitið í framtíðini. Tað verður trolið, tí tað vísir seg, at bátarnir klára seg betur við trolinum og at flakavirkini tá eisini fáa javnari tilgongd av fiski. — Eg haldi, vit eiga at veiða øll tey fiskasløg, sum eru undir Feroyum, skulu vit klára okkum í framtíðini, sigur Johan í Hoyvík at enda. * Sosialurin ynskir Johan góða eydnu komandi ár. jan