leygardagur 8. september 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 8. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9
Væleydnað
LMEF stevna
Vikuskiftið 31.
aug.—2. sept.
hev
Vikuskiftið 31. aug. —
2. sept. hevði LMF —
Læraranna Missións-
felag — ársstevnu.
Hetta er felagsskap-
ur, ið stuðlar lærarum,
sum eru farnir út í
onnur lond sum trú-
boðarar.
Sum sagt varð frá
í blødunum seinastu
viku, varð stevnan
hildin í »Thabor« í
Fuglafirði. — Og tað
má sannast, at hetta
var ein væl fyrireikað
stevna.
Agnethe Frandsen,
fyrrv. trúboðari í Ni-
geria (1971 —1979),
men nú lærari á Vejen
Højskole Kibbuts í
Vejen, helt tríggjar
fyrilestrar og ein
bíbliutíma fyri okk-
um.
Fyrsti fyrilesturin
nevndist: Mission og
kultur. Agnethe dugir
era væl at siga frá —
og vit fingu eina liv-
andi mynd av viður-
skiftunum í Nigeria —
bæði upp á gott og ilt.
Hon kom fram við
nógvum veruligum
demum frá dagliga
lívinum , fyrr og nú.
Karen Petersen, lær-
arinna á Læraraskúl-
anum, greiddi frá sín-
um royndum og minn-
um sum trúboðari í
India, har foreldur
hennara virkaðu sum
trúboðarar — eisini
sera áhugavert.
Leygarmorgunin kl.
10 var bíbliutími við
evninum: Tilbedelse
og lovsang. Hesin
bíbliutímin var heldur
óvanligur fyri okkum.
Hon royndi at lýsa út
frá skriftini — serliga
Krýnikubókunum og
Sálmunum, hvussu
stóran týdning lov-
songur og tilbiðjan
hava í lívinum hjá tí
kristna. Síðan var
prát um benar- og
lovsangssiðir í ymisk-
um umsteðum og ym-
iskum londum — ein
frá líkur bíbliutími.
Næsti fyrilesturin
nevndist: Børnene og
det kristne budskab.
Greitt varð frá kristn-
aðari barnauppaling,
bæði úti í Nigeria og
heima í teim gomlu
kristnu londunum.
Her var nógv at tosa
saman um og spyrja
um: heim, kirkja,
sunnudagsskúli, skúl-
ar 0. s. fr. — eisini sera
áhugavert og nógv at
hugsa um.
Seinasti fyrilesturin
nevndist: En ny livs-
stil. Tað vóru serliga
tey sosialu viðurskift-
ini, ið her vóru lýst,
t.d. at tey ríku gerast
ríkari, og tey fátæku
gerast fátækari — og
hvussu nógv fer fyri
skeytið, tí vit ikki um-
sita tað rætt. Fleiri
demi vóru tikin fram
um sosiala órættvísið
— og stig, ið kundu
takast fyri at fáa ein
nýggjan livsstil.
Sunnudagin kl. 11
vóru vit í kirkju og til
altargongd í nýggju,
vekru Fuglafjarðar
kirkju, har Torkil
Beder, prestur, præd-
ikaði. Kirkjan var so
at siga fullsett.
Stevnan endaði við
skilnadarsamkomu kl.
15 — og øll vóru samd
um, at hetta hevði
verið ein avbera góð
stevna.
Tit, ið hava fyrireik-
að, hjartaliga takk
fyri eina sera vælskip-
aða stevnu — og fyri
tann stóra blíðskap.
— Vit ynskja Guds
signing við LMF og
tess virki í komandi
tíðum.
Fyri fleiri luttakar-
ar
Oddmar á Steig
P.S
Nýggir limir kunnu
tekna seg hjá for-
manninum, Kathrinu
Jacobsen, Sornhústún
16, Tórshavn, tlf
1 2690.
tíðindablaðið
Blaðið fyri oll
Framhald av síðu 1
teimum »reydu« lastbilunum
hjá Strandferðsluni.
Atkvett varð við navna-
kalli. Ein atkveddi ímóti, 14
atkveddu ikki og ein var
burturstaddur.
Uppskotið, sum fekk 16 at-
kveður, frá Vilhelm Johanne-
sen og Erlendi Paturssoni í
grannskodaranevndini og er
soljóðandi :
1( Legtingið áleggur lands-
stýrinum beinan vegin at
steðga tí ætlaðu umlegging-
ini av farmaflutninginum
eftir landi.
2) Legtingsins fíggjar-
nevnd fær álagt at kanna alt
malið og at leggja frágreiðing
fyri tingið í komandi ting-
setu.
Til at blíva samtykt kravdi
uppskotið 17 atkveður. Men
greitt er, at heldur ikki er
meiriluti fyri privatiseringini.
Óli royndi at sabotera
Áðrenn málið um lastbilarnar
hjá SL kom til atkveðu-
greiðslu í gjár, royndi Óli
Breckmann at sabotera tað.
Hann royndi at taka undir-
skrift sína av aftur álitinum
frá grannskoðaranevndini og
helt, at so bleiv málið tikið av
skránni. Men hetta gekk
tingformaðurin ikki við til.
Málið bleiv ikki tikid av
skránni av teirri grund, segði
hann.
Samdar niðursteður
Hverki leiðslan á Strand-
ferðsluni, legtingsins lógar-
nevnd ella Samferåslunevnd-
in kunnu annars taka undir
við ætlan landsstýrisins um
at umskipa ella privatisera
framaflutningin eftir landi.
Hetta kemur fram í teimum
skjølum, sum nú eru legd
fram á tingi undir viðgerðini
av hesum málinum.
Tað var annars ætlan
landsstýrisins at privatisera
farmaflutningin, sum Strand-
ferðslan í dag hevur. Orsek-
ina til hesa siga teir vera, at í
privatum hondum verður
raksturin bíligari og tænast-
an eisini betri. Tel hava verið
løgd fram, sum siga, at á
privatum hondum fer farma-
flutningurin at kosta eina
hálva millión kr. minni enn í
dag.
Nú verða so hesar upplýs-
ingar og tel gjerd til skamm-
ar av teimum niðursteðum,
sum leiðslan á Strandferåsl-
uni, legtingsins lógarnevnd
og Samferðslunevndin eru
komin til.
Tær niðursteðurnar vísa,
at raksturin av farmaflutn-
inginum vil vera millum
hálva og 2 mill. kr. dýrari, um
hann er á privatum hondum
enn hjá Strandferðsluni, og
at tænastan verður ikki betri.
Tveir av legtingsgrann-
skoðarunum, Vilhelm Jo-
hannesen og Erlendur Patur-
son, ið hava grannskoðað
roknskapin hjá Strandferåsl-
uni, hava m. a. víst á, at tað
kann ikki vera rætt, at nakrir
fyrrverandi og núverandi
lastbilførarar á Strandferðsl-
uni sleppa at yvirtaka farma-
flutningin.
Teir siga m. a.:
Samferåslunevndin metir tað
ikki at vera rætt, at teir ein-
astu arbeiðstakararnir, talan
er um, eru nakrir fyrrverandi
og núverandi lastbilferarar á
Strandferðsluni. Hetta meta
vit heldur ikki at vera rætt. Í
eygunum á undirritaðu løg-
tingsgrannskoðarum sær tað
út til, at privatiseringin
verður framd við tí fyri eyga,
at tæna áhugamálunum hjá
nekrum ávísum einstakling-
um, og hetta kunnu vit ikki
góðtaka, men verður slík
mannagongd hervið harðliga
átalað.
Var talan um veruliga
privatisering, so áttu allir
feroyingar, ið annars hava
áhuga fyri koyring og serliga
farmakoyring, at fingið hevi
til at bjóða upp á hesar
farmarutur, undir teimum
treytum, sum sáttmálagevar-
in — t. e. Føroya Landsstyri
ella Strandfaraskip Landsins
— setir til teirra, ið skulu
rekja slíkan íarmaflutning.
Men í hesum feri er eðrvísi.
Her verður ikki gingið eftir
teimum vanligu spælireglun-
um. Her verða nakrir per-
sónar valdur út framman
undan. Um hetta er vanligur
vina- og kenningarpolitikk-
ur, ella talan er um onnur
fyribrygdi, eru vit ikki ferir
fyri at siga.
Heldur = ikki samferðslu-
nevndin heldur gongdina í
hesum máli vera rætta.
Nevndin metir heldur ikki, at
málið hevur fingið nóg gjell-
iga viðgerð.
Í niðursteðu síni sigur
Samferðslunevndin, at hon
kann ikki tilmæla, at lastbil-
arnir hjá SL verða latnir til
privatpersónar út frá verandi
tilfari.
SEYDISFJORD
i .
Reglulig farmasiglin
14. hvønn dag
p/f SKIPARAKSTUR
Bustadur:
3870 Viðareiði
tif. 51033 og 51001
telex 81346 icefar fa
Upplatingartíðir á
Landsskjala-
savninum
Umframt vanligu upplatingartíð-
irnar kl. 9—16 verður lesistova
Landsskjalasavnsins frá mánadegi
3. september 1984 — 31. maj 1985
eisini opin soleiðis:
Månakvøld kl. 19—21
Tyskvøld —
Mikukvøld —
Hoskvøld
Leygardag kl. 10—16
Føroya Landsskjalasavn
Debesartrød — Tórshavn
Telefon 16677
SHIPPING
Åarvegur + 3800 Tórshavn
Tlf. 14980 + Telex 81215
Vit ferma hvørja viku til Føroya:
Keypmannahavn håsdag
Ålborg fríggjadag
AÐRU HVØRJA VIKU:
Halmstad
Ghent, Belgia
Drammen
Álesund
Trondheim
AVGREIÐSLUR:
E. A. Bendix & Co
Adelgade 17
1304 København K
Tif. : (01)113343 telex : 15643 435
Góðskuavgr. : Sluseholmen
Drammen:
Seeberg & Nielsen Ltd. A/S
P.O. Box 667
3001 Drammen
TIf.: (03)818180 Telex: 18772
Ålesund:
Mørerutene A/S
6001 Ålesund
TIf.: 23313 Telex: 42738
Beigla, Antwerpen:
DFDS Beigo-Danoise NV
20 Ankerrui
2000 Antwerpen
TH.: 009 32 03 2335877
Telex 31217 beldan b
Aalborg:
E. A. Bendix & Co. A/S
9100 Aalborg
TIf.: (08)138300 Telex: 69643
Halmstad:
AB Th. Schéle
Bredgatan 2 (box 92)
30102 Halmstad
TIf.: (035)100440 Telex: 38100
GHENT:
Lalemant Pyba
71 Doornzelestraat
9000 Ghent
TIf.: 009 32 91 257501
Telex: 046 - 11144 lalman b - telecopy nr.: 254773 (091)