leygardagur 8. september 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bryggen, ella sum staðið ofta verður
kallað >Tyskebryggen<, mundi ta
tíð, tað var, óivað vera mest
áhugaverdi býarpartur í Norður-
europu. Á Bryggjuni sást tað besta
og sjåldsamasta av norskari byggi-
list. Bryggjan var miðsteða fyri
handli og sigling, og hon var mið-
steða í stríðnum fyri Noregs fíggjar-
liga sjálvbjargni. —
Aftan á nógvar eldibrandar, sum
hava herjað Bryggjuna, er fleiri
ferðir bygt oman á gamlar toftir,
men so mikið hevur verið eftir av
gomlum, at tað úr teimum gomlu
leivdunum hevur borið til at lesa
Bergens søgu frá fyrstu tíðum, tå
býurin frá at vera hevuðsstaður hjá
Hákuni Hákunarsoni og Magnusi
1 1
Lagabata gjørdist ein av høvudssi6
farabyum i Vestureuropu
Nil Bergen komu skip år mongum
120111
1
londum og
løgdu at »Bryggjuni«
vv lutum sum eru grivnir ur jørdini
å økinum vid Bryggjuna, vita vit, at
Bergen hevur samband vid
nógv lond t. d. Skotland, Ongland,
Holland, Belgiu, Suður-Vesturfrak-
land, Miðarhavslondini og londini
við Kaukasus.
»Tyskebryggen« í Bergen, har ið
Hansar hildu til, er ikki bygd av
týskarum. Týskarar komu til ein
vælskipaðan felagsskap, sum: var
har, langt áðrenn teir fingu fótin
fastan. Týskir handilsmenn komu til
býin og fingu handilsloyvi har ávísa
haft
tíðindablaðið
tíð á árinum — frá krossmessu um
várið til krossmessu um heystið,
t.e. frá 3. mai til 14. september.
Seinni sluppu summir at verða í
Bergen um veturin, hesir vórðu
nevndir »vintersittere«. Tað sigst
frá, at norðmenn og týskarar ofta
klandraðust, men tað mundi kortini
ikki vera so galið. Mesta klandrið
komst av, at týskarar fingu framm-
ihjårættindi frá kongi. Kongar vóru
tíðum í penganeyð, og teir læntu
pengar frá týskarum, afturfyri fingu
hesir frammihjárættindi á Bryggj-
uni
A Bryggjuni er forngripagoymsla,
har eru mangir gamlir sera forvitn-
lutir, sum funnir eru á
Bryggjuni, at síggja. Vit endaðu
gongd okkara í Bergen á hesi forn-
gripargoymslu, og tá tað regnaði við
sama lag, gjørdist einki við at vera
úti, so vit sluppu okkum heim aftur
á Hatlebergs hotel — tá var klokkan
18. Saman við nógvum ødrum
hugdu vit at sjónvarpi, væntaðu at
síggja onkran mánamann, men vit
sóu ongan. Síðani fingu vit okkum
ein bita at eta og sótu eina letu í
høllini og hugdu at fólkarúgvuni, ið
har var.
Og har var so stúgvandi fult av
fólki, og sjálvt um vit lítið og einki
skiltu av tí, tey søgdu, so dugdu vit
á at skyna, at har var fólk úr nógv-
um londum, bæði eysturlondum og
vesturlondum, sudurlondum og
isligir
norðurlondum, men feroying hoyrdu
vit ongan, tó kundi tað væl vera, at
onkur, sum vit ikki gáaðu eftir,
sleddist uppi í rúgvuni — vit kendu
einki menniskja, men tað gjørdi
einki.
Vit fóru tíðliga til songar, klokkan
eitt korter til tíggju morgunin eftir
skuldu vit fara við tokinum til Oslo.
Ferðin úr
Bergen til Oslo
Týsdagin, 22. juli, fóru vit tíðliga
upp, gjørdu okkum lidnan og ótu
morgunmat. Har var nógv fólk, sum
skuldu fara av stað henda morgun,
komið at fáa sær . Tá ið vit vóru lið-
ug á hotellinum, fingu vit ein bil til
at flyta okkum á jarnbreytarstødna.
Vit vóru tíðliga á veg, veðrið var tað
sama, regnið var líka nógv sum dag-
in fyri, slavtokan hekk tjúkk í get-
unum, so tað var ikki við stórum
sakni, vit segdu farvæl til Bergen,
men vit høvdu fegin viljað sææ meir
av hesum býi í betri líkindum, tó
harvið gjerdist einki.
Klokkan eitt korter til tíggju fór
tokið úr Bergen, og okkara ferð
niðan á håfjøllini, tvørtur um Noregi
til Oslo byrjaði. Frásegnin um hesa
ferð er mest ítriv, um landslagið
verður ikki sagt annað enn tað, sum
sást út gjøgnum vindeyguni í tokin-
Nr. 105 — 8. september 1984
Í dag prenta vit
seinasta partin av
fråsøgnini hjá Sámal
Johansen um eina
Noregsferð
Ein Noregsferð
um, nekur staðanevn verða nevnd,
men har, sum steðgað var, var
steðgurin stuttur, og vit fóru onga-
tíð av tokinum, fyrr enn vit komu til
Oslo.
Vit fóru, sum sagt, úr Bergen
klokkan eitt korter til tíggju,
vinstrumegin okkum var Ser-
fjorden. Regnið var tað sama, men
sýnið var so frægt, at vit sóu
tvørtur um. Hinumegin fjørdin var
brattlendi, og nógvar åir vóru at
síggja sum klænar hvítar strikur
oman gjøgnum brekkurnar.
Vit komu til Vaksdal, har steðg-
aðu vit ikki, heldur ikki við Dale
varð steðgað. regnið oysti niður,
tokið tókti at fara gjøgnum trongar
smogur, smáar åir klamsaðu moti
rútunum, og nógv smá berghol vóru
har um leið.
Við Bulken var eingin
til Voss komu vit klokkan trý korter
til ellivi, har steðgaðu vit 8 minuttir
Vit fóru ikki av tokinum, men fingu
okkum kaffi frå tokternuni. Eg
hugdi út gjøgnum vindeygad og
kom at hugsa um vísuna: »På
Vossevangen, der vil jeg bo ...«,
henda morgun var ikki lystiligt at
búgva »på Vossevangen«. Regnið
var tað sama, tá vit fóru fram við
Mjølfell, sum er 627 m oman fyri
havið, og fram við Uppsete Fjell-
stue, men tá vit komu til Myrdal kl.
hálvgum tólv var lættari veður. Har
um leið er eingin trævøkstur.
stedgur, og