leygardagur 8. september 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 8. september 1984
Myrdal er 857m o.f.h., har
steðgaðu vit 10 min., og nógv ferða-
fólk fóru av okkara toki og í annað
tok, sum skuldi fara norðeftir til
Flám og Sognefjorden, og nógv fólk,
sum helst mundu hava verið
summarfrí har um leið, komu við
okkara toki.
Úr Myrdal gekk leiðin móti Hall-
ingseid, Finse, Hagastøl og Geilo.
Henda vegin er eingin trævøkstur.
Tætt sunnan fyri Myrdal er djupur
dalur, i hesum dali er eitt fittliga
stórt vatn. Har sá landslagið ut til
at vera sera vakurt, nógv vóru berg-
holini, og summi vóru long. Millum
Hallingseid og Finse er Tágevatn,
har vóru stórir skalvar báðumegin
jarnbreytina, einastu vøkstrir, ið vit
dugdu at síggja, vóru mosi og blá-
berjalyngur.
Finse er hægst á Bergensjarn-
breytini, 1222 m o. f. h., høgrumegin
er Hardangerjøkulin, blågråar kava-
fannir toyggja seg oman ur jøklin-
um tætt at jarnbreytini. Har er litid
liv at vísa seg, men einstakar seyðir
sóu vit, so okkurt munnu teir fáa at
eta. Millum Finse vóru fleiri fjalla-
hús, og vit sóu, at fólk vóru í summ-
um húsum. Áðrenn vit komu til
Hagastel, fór viðavekstur aftur at
síggjast.
Haugastøl er 988m o. f. h. Har
um leið var ein hópur av smáum
húsum og so yðjandi fult av bilum.
Hetta var hægsta summarfritid, so
tað kann ætlast, at nógvir frítíðar-
gestir vóru har. Tað sigst, at norð-
menn víða hvar hava bygt smá hús,
sum verða leigað til gestir úr
mongum londum. Ferðamannavitj-
an er ein stór innteka hjá landinum,
og tí ræður um, at ferðafólkið fær
innivist.
Vit fóru fram við Ustaoset, sum er
990m o.f h. og komu til Geilo
klokkan trý korter til tvey. Tey,
sum lurta eftir veðurtíðindum í
norska útvarpi, hoyra millum onnur
nevn Finse og Geilo. Geilo er 794 m
o. f. h., nú fór aftur at síggjast eitt
sindur til jarðabrúk, í turkilogum
tíðndahlaði
tíðindablaðið
hekk hoyggj, og har sóu vit kirkju
og kirkjugarð, ið vístu seg at vera
væl hildin. Har var eitt stórt hotel,
og ein togbana sóu vit eisini. Neyt
høvdu ikki verið nógv at s
iggja á ferðini, men nú sóu vit ein-
støk reyðflekkut neyt. Tað vísti seg
at vera dámligt í Geilo, vit steðgaðu
har fimm minuttir, og so gekk leiðin
móti Hallingdal. Nú var turt og gott
veður, vit fóru gjøgnum ein vakran
dal, fram við Hol, Al og Torpo og
komu til Gol klokkan tríkorter til
trý. Gol er 107m o.f h., har er
nógvur vidavøkstur og væl dyrkað
lendi, stórir akrar vóru tætt fram við
jarnbreytini. Í Gol var næstan
eingin steðgur, og tá vit komu til
Nesbyen, var klokkan trý. Nú var
veðrið fagurt, sólskin og stilli, Hall-
ingdalurin var vakur at fara oman
igjøgnum. Vit steðgaðu við Høne-
foss, men áðrenn vit komu hagar,
høvdu vit fingið okkum degverða,
tað var fyrstu ferð, vit ótu dogverða
í toki. Tað kann við hvert vera trup-
ult at fáa sær um borð á skipi, tá rull
er í sjónum, men verri var í tokinum,
tær kneppu syftingarnar vóru ring-
ar at vara seg fyri. Hønefoss er í
Ringaríki, haðani fer leiðin norður-
eftir o. u. i ein landnyrðing, og vit
komu til Jevnaker. Við Jevnaker er
breiður dalur, og hann er fjølbygdur,
har vóru sagverk at síggja og væl-
dyrkað land. Suður móti Jevnaker
kemur Randsfjorden, langt smalt
vatn, sum er 136km'. Við Rands-
fjorden eru stór skóglendi t.d
Hadeland. Eftir Randsfjorden sigla
nógv skip, og eftir hesum vatni
verður nógvur viður fluttur. Vit
komu so til Roa, men áðrenn vit
komu hagar, gekk leiðin í beinan
eystan. Við Roa var frálíka vakurt
landslag og at vísa seg fruktagott
og vældyrkað lendi. Har vóru vekur
og sera vælmálað hús.
Vit komu til Oslo klokkan 17.45
Dånjal Petur Thorsteinson á »Skarv«:
Her er so ótýdligt
at vanligt fólk tíma ikki at vitja longur. Ti verður farið undir umlegging og
umvæling. Talan er ikki um at gera mismun á fólki, men bert at fáa umstoður at
arbeiða undir, sigur Dánjal Petur Thorsteinson í samrødu við Sostalin
A »Skarv« i Keypmanna-
havn, eru teir farnir undir
umvæling av helunum,
sum nærum hver feroy-
ingur onkuntíð hevur viti-
að
Tað byrjaði við at føroy-
ingar hittust á lítlari øl-
stovu í Pilestræde, har eis-
ini = grenlendingar og
íslendingar hittust.
Fyri 10 árum síðan
stovnaði Dánjal Petur
Thorsteinsson nýggja
Skarv. Hetta er eitt Aps.
felag, sum Dánjal saman
við Anfinn Hansen og
Kristin Pállsson, reka í fel-
ag.
Nú umvælingin fer
fram, er ætlanin at broyta
viðurskiftini soleiðis, at
Skarv verður gjert til eitt
felag, har bert feroyingar
ella hálvferoyingar fáa
limaskap.
— Er tað ikki diskrimin-
atión, spurdu vit stjóran á
Skarv.
— Nei, tað haldi eg ikki.
Hver limur kann hava
tveir gestir inn við sær, og
hesir kunnu vera turkar,
grenlendingar ella fólk við
ødrum húðaliti. Vit hava
einki móti eðrum fólka-
sløgum.
— Er loyvt at hava al-
ment upplatingarstað í
Keypmannahavn, og so at
síla gestir frá,
óynsktir innandura ?
— Við tað at vit gera eitt
felag og tekna limaskap,
so er tað loyvt. Um vit
bert hevdu vanliga el- og
maststovu, so var tað ikki
loyvt eftir lógini um dis-
kriminatión.
— Hvussu verða upplat-
ingartíðirnar ?
sum eru
— Tær eru ikki broyttar
Vit hava opið frá kl. átta á
kveldi til tvey nátt, vanlig-
ar dagar og til kl. trý leyg-
arnátt og sunnunátt. Við
at gera eitt felag, verða vit
settir uttan fyri restaura-
tiónslógina, og kunnu so-
statt nýta prísir og upp-
Framhald á síðu 13
Dánjal Pauli
Thorsteinsson, leiðara á
øl- og matstovuni
»Skarv« í Keypmanna-
havn