leygardagur 8. september 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hóast góða summarveðrið enn er liggjandi, er nú
komið so langt út á árið, at bridgefeløgini fara at
byrja spæliárið.
Hetta er eisini galdandi fyri bridgeteigin í Sosi-
alinum, ið verður fastur táttur í blaðnum hvenn
leygardag.
Skrivað verður um leyst og fast, tíðindi, úrslit,
spel, myndir 0. a.
Fyri at gera teigin áhugaverdan verður roynt at
útvega so nógv føroyskt tilfar sum gjørligt, so
hevur tú nakað, er tað altíð vælkomið.
Birdge í Feroyum hevur kanska havt ein feril
av onkrum legnum, sum nakrir serskøltar hava
fingist við og verið bitnir av. Hetta er sjálvandi
orsakað av ókunnleika, og nú vita eisini fólk, ið
ikki spæla bridge, nakað um spælið.
Bridgeteigurin er m. a. eisini ein roynd at upp-
lýsa um bridge, og verður tí vónandi tikið undir
við tiltakinum, ikki minst av teimum, ið spæla
bridge.
Felegini og sambandið eru eisini vælkomin at
nýta teigin, tað verði seg til kappingarúrslit, bo
til limirnar, evnir til kjak v.m., og sjálvandi
verður eisini ein lýstin viðvíkjandi bridge best
sæð av áhugaðum í einum bridgeteigi.
Vitjan úr Íslandi
Við Norrenu seinast var >hópferð< úr Íslandi av
Eysturlandinum. Eini 150 fólk, harav umleið
helvtin spældi bridge, hevdu leitað sær henda-
vegin í eina viku, og sigast kann, at tey fingu
bæði bridge og feroyskt summarveður á túrinum.
Vikuskiftið var vitjað á Tvøroyri, har TV.
bridgefelag skipaði fyri parakapping leygar-
dagin. Spæld var ein Mitchell-kapping við 15
borðum, har íslendingar sótu N-S og feroyingar
E-V
Vinnarar blivu:
N-S: Aðalstein Jónsson/Ragnar Bjørnsson
E-V: Jenis Tummasson/William Mortensen.
Veitsla var fyri gestunum leygarkveldið, har
steyp vóru handað vinnarunum.
Fyri Tveroyrar Býráð handaði formaður Tver-
oyrar Bridgefelags, Mannbjørn Mortensen
Bridgesamband Austurlandsins ein vakran
grindaknív at kappast um.
Mánakveldið skipaði Havnar Bridgefelag fyri
liðkapping fyri 6 lið, sterkasta liðið við borð nr. 1
og veikasta við borð nr. 6.
tíðindablaðið
y
/
í É
i #
Úrslitið av kappingini bleiv (HBf fyrr nevnt):
borðnr.1 0—20
borð nr. 2 20—0
borðnr.3 0—20
borðnr.4 15—5
borðnr.5 2—18
borðnr.6 11—9
Kappingin endaði sostatt 3—3 men við 72—48
stigum til íslendingar.
*
Týskveldið skipaði Føroya Bridge Samband fyri
almennari parakapping í Norðurlanda húsinum,
har umleið 120 fólk — gott helvtin íslendingar —
luttóku.
Spælt bleiv í 6 reðum á 5 borð í Howell-
kapping. Nr 1, 2 og 3 gjørdust:
stig
A-rað: 1. Petur Reinert/Edmund Joensen 120
2. Aðalstein Jónsson/Thorvaldur
P. H. 119
3. Niels Hansen/Børge Strøm 117
B—rað: 1. Jóhann Thorsteinsson/Hafstein
Larsen 137
2. Aðalstein Jónsson/Selvi
Sigurðsson 131
3. Niels Nielsen/Per Kallsberg 116
3. Jónas Jónsson/Garðar Jónsson 116
C—rað: 1. Magnus Ásgrimsson/J. A.
Kjartansson 132
. Elvar Hjaltason/S Hannesson 127
. Asver Djurhuus/Marita Mohr 121
2
3
D—rad: 1. Th Hjalgrimsson/S Magnusson 127
2. Asla Weihe/Simun Hansen 122
3. Karl Araspm/Magnus Hansen 114
]
E—rað: 1. Jonna Jacobsen/Jógvan
Jacobsen 123
2. Carl Mikkelsen/M. Rasmussen 113
3. Armann Johannesson/J. Bjarna-
son 112
F—rað: 1. Hegni Jacobsen/Jákup Veyhe 117
2. Kristjan Kristjónsson/Th.
Olafsson 115
3. Reimar Isaksen/Jógvan Nolsøe 113
3. Einar Ellingsgaard/Benny
Samuelsen 113
3. Pálmi Kristmansson/Stefan
Kristmansson 113
Steyp blivu handað vinnarunum, og handaði
umboð fyri Bridgesamband Austurlandsins
F. B. S. ferðasteyp givið av umboðsmanni Smyril
Lines í Íslandi at kappast um í 10 ár, annaðhvert
ár í Íslandi og annaðhvert í Foroyum.
Formaðurin í F.B.S. takkaði fyri steypið og
segði, at spurningurin vildi blíva lagdur fyri aðal-
fundin hjá F. B. S. nú í heyst.
Mortan
Nr. 105 — 8. september 1984
ÍTRÓTTAVEDDING
ér Í FÓTBÓLTI >
"37. LEIKVIKA
(Vikuskiftið 15. - 16. sept. 1984)
Deild
|
1. deild
Hondbóltssamband Føroya:
Fyra feløg útihýst
Fyra feløg — Royn, Si,
MB og Skåla — sleppa
ikki at luttaka i lands-
kappingini í hondbólti i
vetur. Og tey sleppa
heldur ikki at luttaka i
steypakappingini !
Hetta er greitt, nú
áðrenn kappingin byrjar.
— Men hví, spurdu vit
formannin í Hondbólts-
sambandi Feroya, Niels
Nattestad.
Hann svarar;
— Tað er tí at hesi ikki
mettu til aðalfundin hjá
Hondbóltssambandinum í
vár. Tað er ein aðalfund-
arsamtykt frá 1982, sum
sigur, at felag, sum ikki
metir á aðalfundinum,
sleppur ikki at luttaka í
landskappingini veturin
eftir. Hesi nevndu fýra fel-
egini mttu ikki, og ti
hava vit einki val: tey
sleppa ikki at luttaka i
kappingini í vetur.
Orsekin til hesa nevndu
aðalfundarsamtykt er tann
kreppan, HSF var í fyri
góðum tveimum árum síð-
ani. Tá hendi tað á vári
1982, at HSF fekk ikki
skipað nevnd, tí ov fá fel-
eg møttu til adalfundin.
HSF varð síðani sett und-
ir »administration« av
ÍSF, til ein nýggjur aðal-
fundur varð hildin í
august 1982, og tá var tað,
at nevnda samtykt var
fyri.
Royn, SÍ, MB og Skála
sleppa ikki at hava lið við í
kappingini í vetur, men
leikararnir, sum leiktu við
hesum feløgunum síðsta
kappingarár kunnu tó
leika við eðrum feløgum i
ár.
— Tað er einki í vegin
fyri, sigur leiðslan í HSF.
— Endamálið er at revsa
feløgini, og ikki tey aktivu
ítróttarfólkini*!
Tó verður lagt afturat,
at hesi feløgini verða boð-
in við til onnur tiltek, sum
HSF skipar fyri, sum
venjaraskeið o.t. Eisini
hava hesi feløgini fingið
innbjóðing at senda lið
ella einstakar leikarar til
úttekukappingina til
dreingja- og gentulands-
liðini í Runavík komandi
vikuskifti.